fríggjadagur 21. august 1998síða 13
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 156 — 21. AUGUST 1998
tíðindablaðið
Nú rullar aftur
hjá teimum smáu
Onkrar broytingar verða gjørdar í kappingunum hjá yngru
deildunum
FSF hevur nú sent feløg-
unum skránna, sum spælast
skal eftir í teimum yngru
deildunum, sum í skipanini
bara eru lagdar fram til
summarsteðgin.
I flestu fórum eru kapp-
ingarnar skornar eftir sama
leisti sum í fjør, men onkrar
smávegis broytingar eru
gjørdar. Í staðin fyri at liðini
í øllum deildum skulu spæla
úti og heima, so er lagt upp
til, at onkrar kappingar
verða avgreiddar soleiðis, at
øll liðini eru á sama stað ein
dag. Hetta verður m.a. gjørt
fyri at minka um ferðingina,
og tí hetta ger tað lættari at
leggja kappingarnar til rætt-
is. Mynstrið, sum verður
brúkt, er tað, sum vit kenna
frá FM endanum í yngru
deildunum.
Smádreingir
FM bólkurin heldur fram
sambært tí, sum er ásett í
kappingarskipanini. Síðsta
umfarið verður spælt 26.
september. Í finalubólkin-
um í landskappingini lut-
taka Royn, B36b og B71,
og tey spæla úti og heima
móti hvørjum ødrum.
Heystkappingin er løgd at
vera fyra leygardagar, har
øll spæla móti øllum. Lut-
takararnir eru SI, Skåla,
Klc, IF og AB. Spælt verdur
i Fuglafirdi 22. august, å
Skåla 29. august, 5. sept-
ember í Sørvågi, og 12.
september å Argjum.
Piltadeildin
FM piltarnir spæla sambært
skipanini og verða lidnir 5.
september. Tað verður skip-
að fyri FM á hálvum velli,
og tann kappingin er býtt í
tveir bólkar. Í øðrum bólk-
inum eru SÍ, TBa, Skála a,
B71a og LÍFa. Hesi liðini
spæla í Sørvågi 22. august
og å Tvøroyri 29. august. I
hinum bólkinum eru MB,
VB, EBa, B36b og GI. Tey
spæla á Eiði 22. august og í
Miðvági 29. august.
Í landskappingini eru
EBb, Glb, Skála b og NSIb.
Tey spæla í Gøtu 22. august
og á Skála 5. september.
Miðgkið fevnir um ABa,
HBd, B71b, HBc, B36d og
B36c. Spælt verður somu
dagar ávikavist í Havn, á
Sandi og á Argjum.
Suðuroyargkið fevnir um
TBb, Royn og Sumba, sum
spæla á Tvgroyri 22. og í
Sumba 29. august.
Smápiltarnir
FM bólkur A spælir fyrra
semifinaluumfarið í Sanda-
vági 22. august og tað
seinna í Vági 29. august, og
B bólkurin spælir somu
dagar í Hvalba og í Leirvík.
Í A bólkinum eru NSÍa,
VBa, HBa, SÍFa og Kla. i
B bólkinum eru EBa, Royn,
B36a, MBa og LÍFa.
Finaluumfarið, har tvey
lið úr hvørjum bólki taka
lut, verður 12. og 19. sept-
ember. At áhugin millum
smápiltar er stórur at spæla
fótbólt sæst á, at landskapp-
ingin er skipað í ikki færri
enn fjúrtan gkisbólkar, sum
byrja at spæla 22. august.
Smágentur
FM bólkarnir spæla 22. og
29. august. Í A bólkinum,
sum skal spæla í Sumba og
í Klaksvík, eru Skála,
Sumba, AB, MB og KÍ. I B
bólkinum, sum skal spæla í
Vági og á Toftum, eru B68,
VB, B36a, SÍF og ÍF. Fin-
aluumførini verða 12. og
19. september. Í endaspæl-
inum í landskappingini eru
tríggir bólkar. Bólkur I skal
spæla í Gøtu og í Klaksvík
22. og 29. august, og í hes-
um bólkinum eru HB, GÍ
og KÍb. Í bólki 2, sum er
somu dagar, og sum skal
spæla í Leirvík og á Eiði,
eru EB, SI og LÍF. Bólkur 3
er mannaður við NSI, B36b,
ABb og B71. Hesi liðini
spæla í Runavík 22. august,
á Sandi 29. august og á
Argjum 5. september. Eitt
lið fer víðari úr hvørjum
bólkinum í finaluumfar,
sum verður 12. september.
Gentur 10-12 ár
I innleiðandi FM bólkinum
eru í bólki A Gla, SI, EBa
og HBa. Hesi liðini spæla í
Gøtu 22. august og í Havn-
ini 29. august. Hin bólkurin
spælir somu dagar á Toftum
og í Sandavági. Í B bólkin-
um eru Kla, SÍF, B68 og
B36a. Tvey lið fara víðari í
finaluumfarið. Tað verður
spælt 12. og 19. september.
Pinkurnar
FM bólkarnir spæla 22. og
29. august. A bólkurin, sum
er mannaður við EBa, VBa,
AB, MBa og Kla, skal
spæla á Eiði og á Argjum,
og B bólkurin, sum er
mannaður við NSÍa, Sum-
ba, HBa, SÍa og LÍFa, skal
spæla í Leirvík og í Sumba.
Finaluumfarið verður 12.
og 19. september.
Landskappingin er skipað
í fimm bólkar, sum somu
dagar, sum omanfyri eru
nevndir. Tó spælir onkur
bólkur eisini 12. september.
Í hesari kappingini verður
finaluumfarið avgreitt 19.
september. jh
B36 vann
útsetta dystin
Fótbóltur: B36-kvinnurnar gjørdu sína skyldu og eru nú
bert eitt stig frá fremsta plássinum
Besta kvinnuliðið hjá B36
er í løtuni einasta liðið, sum
veruliga kann hótta núver-
andi oddaliðið í 1. deild,
sum er HB.
Mikukvøldid (samstundis
sum landsdysturin var í
Bosnia) var B36 á Eiði og
spældi útsetta dystin móti
EB, sum annars skuldi verið
spældur beint eftir summ-
arsteðgin, tann 2. august.
Í vikuskiftinum tapti EB
1-2 á heimavølli móti NSÍ,
og heldur ikki hesaferð
eydnaðist eiðiskvinnum at
fáa nakað stig burturúr ein-
um heimadysti.
B36 vann dystin 2-0 við
málum frá Judith Joensen
og Rakul Joensen.
Hóast hetta var ein dystur
millum eitt lið úr ovara og
eitt lið úr niðara enda av
landskappingini, var eingin
munur í málum fyrstu 70
minuttirnar av dystinum.
Men so megnaði Judith
Joensen at fáa hol á, og seks
minuttir fyri leiklok eydn-
aðist tað eisini Rakul Joen-
sen at skora til endaligu
støðuna 2-0.
B36 hevur nú spælt átta
dystir og hevur 22 stig,
meðan HB hevur spælt
níggju dystir og fingið 23
stig.
Í seinasta umfari av
landskappingini hjá kvinn-
unum spæia júst HB og
B36, og við hesi gongdini
er lagt upp til eina reina
finalu, tá kappingin endar.
Postnr., bygd/býur:
í Tif.:
FT
Tíðindablaðið
sosialurin
Box 76 |
110 Tórshavn
Undirritaði teknar seg sum haldara av
Tíðindablaðnum Sosialinum, og fái
blaðið 5 ferðir um vikuna.
Eg gjaldi bert fyri blødini, sum eru eftir
av ársfjórðinginum...
Undirskr.:
tu Haldarar i || 240 0.-/ ársfj.
[] Haldarar i Danmark: 425, -/ársfj.
nm Haldarar í Danmark,
5 blød í senn: 340,-/årsfj.
[] Onnur lond; Ymiskir prísir