fríggjadagur 21. august 1998síða 12
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
tíðindablaðið SOS MITT
Nr. 156 — 21. AUGUST 1998
Eisini loftmidlarnir noyddust a
t halda høvdid kalt
einu løtuna, tå streymurin fór bæði í Sarajevo og í
Havnini...
listanum
Jákup á Borg er triðyngsti
landsliðsspælarin nakrantíð
Tá Hans Fróði Hansen fekk
møguleikan fyri fyrstu ferð
á landsliðnum var hann 63.
føroyski landsliðsspælarin
síðani limaskapurin í al-
tjóða fótbóltsfamiljuni var
ein veruleiki í 1988
Hans Fróði Hansen hevur
tvær ferðir áður verið í
landsliðsferðalagnum á úti-
velli, men hetta var fyrsta
ferðin hann fekk meguleik-
an. Fyrra ferðin, hann var
við í ferðalagnum, var tá
Føroyar 24. apríl 1996 taptu
3-1 í Beograd. Tá umboðaði
núverandi HB maðurin
B68
Seinna ferðin var í Est-
landi 4. juní í ár. Hans Fróði
Hansen er trettandi spælar-
in, sum umboðar HB á
landsliðnum í teimum 53
altjóða skrásettu landsdyst-
unum
Jákup á Borg sat ikki
leingi á beinkinum, áðrenn
hann fekk meguleikan, bert
77 minuttir
Jákup á Borg, sum er 12
B36 maðurin á landsliðn-
um, er næstyngsti føroyski
fótbóltsspælarin, sum hevur
luttikið í undankappingar-
dysti. Metið hevur Allan
Mørkøre. Hann var 18 år 9
mánaðar og 21 dagar gamal,
tá hann spældi sín fyrsta
landsdyst, sum var móti
Eysturríki í Landskrona 12.
september 1990.
Jákup á Borg er føddur
26. oktober 1979 og var so-
statt 18 ár, 9 mánaðar og 26
dagar gamal, tá hann miku-
kveldið fyri fyrstu ferð um-
boðaði fødilandid á hægsta
stigi. Hann var ahso fimm
dagar eldri enn Allan Mørk-
øre var í Landskrona í 1990.
Yngsti landslidsspælarin
nakrantid er framvegis John
Hansen úr KÍ. Hann var við
5. august 1992, tå Føroyar
og Israel spældu 1-1 å
Svangaskarði. Tá var hann
18 ár, 4 mánaðir og 20 dagar
gamal. John Hansen hevur
ikki verið á landsliðnum
síðani tá, men í ár hevur
hann spælt so mikið sann-
førandi, at tað hevði ikki
verið óvæntað, um tað
hevði staðið honum í boði
at koma á landsliðið. = jh
Nýtt lid helt høvdid kalt
í hitanum í Sarajevo
Størsti denturin varð lagdur á verjupartin, sum var so væl skipaður, at tað er
ikki sjálvsagt, at stórar útskiftingar verða gjørdar undan fyrstu royndini
á heimavelli í hesari undankappingini
Sunnudagin 6. september
skal landsliðið fyri fyrstu
ferð í hesi EM undankapp-
ingini rovna seg á heima-
velli. Tá kemur Kekkia fyri
aðru ferð á Svangaskarð, og
við avrikinum í Sarajevo í
fyrrakveldið í huga, so
stendur Allan Simonsen við
tí fyri ein venjara positiva
trupulleikanum, at hann
skal taka støðu til, um tað
skulu gerast nógvar og stór-
ar útskiftingar, ella um hann
skal halda seg til tað fólkið,
sum sammett við ússaliga
avrikid i Talinn 4. juni, tå
Føroyar taptu 5-0, åtinnti
avrik, ið var ein stór upp-
reisn.
Uppreisnin var móti ein-
um liði, ið ikki visti seg at
vera so ágangandi, sum tað
var fyri einum ári síðani, tá
Danmark varð sent til hús
við 0-3 tapi, men sum sam-
stundis var væl betri, enn
liðið hjá Estlandi var, sum
vann 5-0 á Føroyum.
Uppskriftin
Uppskriftin til, at føroying-
ar megnadu at avmarka
tapið til tað eina hepna mål-
ið, sum kom, tá seinna um-
farið var hálvrunnið, var
væl skipað verjuspæl, og
ikki minst hugburðurin um
at vilja stríðast fyri søkini
Ein fyri allar og allir fyri
ein, plagdi at vera niðurlag-
ið fyrstu árini, tá Páll Guð-
laugsson hevði leiðsluna, og
tað var nakað tað sama, sum
sást mikukvøldid. Hugburð-
urin til samhaldsføstu upp-
gåvuna var ein heilt annar,
enn hann var i Estlandi, og
f verjupartinum megnadu
føroyingarnir at halda seg
til tað, venjarin hevdi ålagt
teimum.
Taktikkurin var, at tað
vóru gkini og ikki menninir
sum skuldu ansast. Tað vil
siga, at føroysku verjuspæl-
ararnir og miðvallararnir
skuldu ikki renna langar
teinar aftaná stjórnunum úr
stóru europeisku fótbólts-
tjóðunum, men teir skuldu
sleppa og yvirtaka.
Serliga í sambandi við
yvirtøkernar kann hetta
hava trupulleikar og mis-
skiljingar við sær, men tað
bilti ikki. Í síðsta enda hevði
hetta við sær, at stóri mun-
urin, hvat konditiónini við-
víkur, ikki kom til sjóndar
síðstu løtuna, og tað hevði
aftur við sær, at møguleik-
arnir fyri bíligu málunum,
sum vidhvørt eru skolaði
ígjógnum síðsta korterið,
komu ikki.
Tætt í borðunum
og mitt fyri
Í báðum borðunum spældu
menn, sum ikki hava verið
á hesum plássunum ofta.
Pól Thorsteinsson hevur
ongantíð áður verið vong-
verji í høgru, og Henning
Jarnskor, ið eftir ein hálvan
tíma var við í uppspælinum
til eitt tað frægasta føroyska
álopið, sum endaði við, at
hann heilfluktaði við síðuna
Jens Kristjan er
8. liðformaðuin
Burtursæð frá fyrsta dyst-
inum við Allani Simonsen
sum venjara hjá landsliðn-
um — hann var á Svanga-
skarði móti Grikkalandi 7.
september í 1994, tá Abra-
ham Hansen var liðformað-
ur — hevur Magni Jarnskor
verið fyrsta valið hjá venj-
aranum sum liðformaður.
Tá Magni Jarnskor ikki
hevur verið við, so hevur
Jan Dam verið liðformaður,
og onkuntíð hevur Jens
Martin Knudsen gingið
fremstur, tá líðini eru farin
inn á vøllin. Hesa ferð vóru
hvørki Jens Martin Knud-
sen ella Jan Dam við í ferða-
lagnum. Magni Jarnskor var
við í Bosnia-Hersogovina,
men hann er í løtuni ikki
millum teir ellivu, sum
venjarin vil hava í byrjunar
uppstillingina.
Ti var neyðugt hjá venj-
aranum at kjósa ein nýggjan
liðformann, og Allan Sim-
onsen valdi Jens Kristian
Hansen. B36 maðurin er átt-
andi liðformaðurin í teim-
um 53 altjóða skrásettu
landsdystunum. Hinir eru
Jóannes Jakobsen (24 dyst-
ir), Magni Jarnskor (14),
Jan Dam (7), Tummas Eli
Hansen, Jens Martin Knud-
sen og Kristian Petersen (2)
og Abraham Hansen (1).
jh
Vit við tí foroyska ítróttinum
www.sosialurin.fo
av, hevur ikki verið í byrj-
unaruppstillingini síðani 20.
august í fjør, tá hann røkti
vongverjaplássið í vinstru
síðu. Hjá báðum eydnaðist
væl at skerma fyri, og tað
var rár hending, at bosniar-
arnir megnaðu við ferð at
koma til baklinjuna og
leggja innfyri. Teir løgdu
innfyri onkra ferðina, men
tað var eftir, at teir høvdu
vent út frá aftur, og so var
føroyska miðverjan komin
uppá pláss.
Óli Johannesen, Hans
Fróði Hansen og Jens Krist-
jan Hansen spældu mitt fyri.
Teir dekkaðu tætt, taklaðu
væl, og teir vóru sterkir í
høvudsspælinum.
Tað var fryktandi fyri, at
bosniararnir fóru at spæla
skjótt eitt tvey samanspæl
og harvið við neyvum send-
ingum at stinga seg inn um
føroysku verjuna, men hetta
gjørdu teir sera sjáldan. Oft-
ast var tað uttanfyri brots-
teigin, at tann, sum skuldi
vera millumstødin, fekk
bóltin, og hann heyði mest
sum altid ein føroying dygst
aftanfyri seg og fekk ikki
spælt vidari.
Pólverski dómarin, sum
ikki var serliga vinarligur
móti føroyingunum, dømdi
nøkur frispørk i hesum stød-
unum, og tað var eftir eitt
slíkt, at bosniararnir fingu
mál, tá bólturin rakti í bein-
ið á Óla Johannesen og
snýtti Jákup Mikkelsen,
men í øllum hinum førunum
kom einki burturúr frispørk-
unum, og tað var sjáldan, at
Jákup Mikkelsen varð settur
uppá stórar royndir í sam-
bandi við frispørkini.
Lítið framrættað
á miðvellinum
Eftir stóra vónbrotið í Est-
landi var týðuligt, at setn-
ingurin hjá miðvallarunum
var meiri at hjálpa verjuni
enn at stuðla álopinum.
Julian Johnsson, sum við-
hvørt vann bóltarnar eftir
høgu og longu utspørkini
frá Jákupi Mikkelsen, var
næstan eyka miðverji. Hann
fekk tíðliga gula kortið,
men tað tóktist ikki nerva
hann serliga nógv, og av-
rikið hjá honum sammett
við í Estlandi var sum dagur
móti nátt.
Allan Mørkøre vísti i
høgru, at hann hevur nógvar
royndir. Tað eydnaðist hon-
um onkuntíð at sneiða onkr-
ar métstødumenn av sær,
men so rendi hann seg fast-
an, tf eingin var at bj6da seg
til f eitt tvey samanspæli ella
at senda langar krossbóltar
til. Merkisvert var, at Allan
Mørkøre var sera disipliner-
aður í verjupartinum, har
hann arbeiddi væl saman
við Pól Thorsteinsson.
Sámal Joensen og John
Petersen skuldu vera meiri
framrættaðir enn hinir báðir
miðvallararnir. Sámal var
viljasterkur sum altíð, men
tað var sjáldan, at hann lut-
tók serliga nógv í framrætt-
aða spælinum, tí verjupart-
urin kravdi so nógv. Gula
kortið var óneyðugt.
John Petersen stóð fyri
besta framrættada avrikin-
um. Hann megnaði at halda
uppá bóltin og bjóða av,
samstundis sum hann var
sterkur í verjupartinum.
Lítil stuðul
Á toppinum vóru treytirnar
hjá Una Arge ikki góðar.
Hann hevði lítlan stuðul aft-
anífrá, men hann var vilja-
sterkur, og tað var harmiligt,
at skotroyndin úr stuttari
fjarstødu í høgru eftir 19
minuttir skuldi taka í stólp-
an og fara út, og at potingin
úr vinstru, eftir samanspæl
við John Petersen og renni-
bólt skuldi fara framvið
málinum. Tá vóru 33 min-
uttir farnir.
Tá tað restaði eitt lítið
korter fekk Jákup á Borg
møguleikan, og tað var væl
skiljandi, tí Uni Arge hevði
tuskað nógv og serliga í 2
hálvleiki var stuðulin líti.
Treytirnar hjá Jákupi á
Borg í altjóða fótbólti at
vísa, hvussu málsgkin hann
er, vóru vánaligar.
Broytingar
Verjuparturin var so góður
hesa ferð, at tað verður tor-
ført hjá venjaranum at
broyta. Og tað vil aftur siga,
at royndir spælarar sum
Øssur Hansen og Jan Dam
(ætlar at venja í Danmark)
ikki kunnu rokna við, at
plássið stendur púra opið og
bíðar eftir teimum.
Tað hevur verið sagt, at
Jens Martin Knudsen hevur
ikki spælt seg av liðnum, og
tað hoyrist úr Íslandi, at
hann stendur seg sera væl.
Tað er upp til landsliðsvenj-
aran at avgera, hvør skal
standa í málinum móti
Kekkia, men Jákup Mikk-
elsen gjørdi góða reklamu
fyri sær sjálvum miku-
kvøldid. Eina ferð var inn-
leggið hægri, enn hann
hevði roknað við, men sum
heild vardi hann væl fyri og
bjargaði ofta, hóast upp-
løgdu møguleikarnir hjá
Bosnia-Hersogovina ikki
vóru so nógvir, og utspørk-
ini vóru bæði long og neyv.
Í álopspartinum mangl-
aðu Todi Jónsson og Jan
Allan Miller. Næsta upp-
gávan verður á heimavelli,
og um venjarin velur at
hava eina eitt sindur meiri
framrættaða útgangsstóðu,
so er upplagt, at hesir báðir
koma uppá tal, um teir vera
væl fyri. jh