Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-08-21, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 21. august 1998síða 11

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 156 — 21. AUGUST 1998 tíðindablaðið S082lurfn 11 Jens Kristian Hansen: Byrjanin til eina góða undankapping — Vit vístu, at vit kunnu gera tað nógv betur enn í Estlandi Jens Kristian Hansen í luftdysti framman fyri føroyska málinum Mynd: Toma Mihajlovic Liðskiparin hjá føroyingum mikukveldið, Jens Kristian Hansen, segði beint aftan á dystin, at hetta var eitt slag av uppreisn fyri føroyska landsliðið. — Móti Estlandi spældu vit sera illa, og vit søgdu við okkum sjálvar aftan á tann dystin, at ein tílíkan dyst spæla vit ikki aftur. Tað gjørdu vit eisini beint áðr- enn henda dystin, segði Jens Kristian Hansen, sum um- framt at vera liðskipari á landsliðnum eisini er lid- skipari hjá B36. — Í dag vístu vit, at vit kunnu gera tað nógv betur. Vit gjørdu tað, sum venjarin hevði givið okkum boð um. Jens Kristian hevur nú góðar vónir til restina av hesi EM-undankappingini. — Soleiðis sum vit spældu í kvøld, rokni eg ikki við, at vit fara at fáa serliga nógv mál ímóti okkum í hesi und- ankappingini, og eg rokni eisini við, at vit kunnu fáa fleiri stig burturúr kapping- ini. Dysturin í kveld var byrjanin til eina góða und- ankapping fyri okkum, segði Jens Kristian Hansen. Hans Fróði Hansen: Gott mót upp á framtíðina Hann hevur spælt framúr væl í miðverjuni hjá HB, sum í løtuni er á odda i før- oysku landskappingini. Í Estlandi hildu nógv, at hann átti at fingið kjansin, men Hans Fróði Hansen brynjaði seg við toli, og í Sarajevo spældi hann so all- an dystin — hansara fyrsti A-landsdystur fyri Føroyar. — Eg eri sera væl nøgdur við okkara avrik í hesum dystinum. Vit taptu bert 1- 0, og vit minnast øll, at Dan- mark tapti 3-0 her fyri bert Venjari: Allan Simonsen. Dómari; Tomasz Mikulski Linjud6marar: Slawomir Ribacki, Konrad Sapela einum góðum ári síðani, segði Hans Fróði aftan á sín fyrsta landsdyst. — Harafturat skulu vit eis- ini minnast, at vit spældu uttan okkara besta áleypara (Todi Jónsson, bløm.). Hans Fróði Hansen var eisini nøgdur við sítt egna avrik. — Hetta var mín fyrsti landsdystur, og eg eri væl nøgdur við mítt egna spæl. Eg havi gott mót uppá fram- tíðina hjá landsliðnum, segði hann. VS pr — Allan Simonsen var bæði nøgdur og errin aftan á dystin í Sarajevo mikukveldið. — Hóast hetta var ein dystur millum yrkisleikarar og áhugaleikarar, sást hetta ikki á vellinum (Savnsmynd: Ålvur Haraldsen) | Allan Simonsen: Nøgdur og errin Eftir vónbrotið i Estlandi var einki at siga til, at Allan Simonsen var ein væl nøgd- ur maður á tíðindafundinum aftan á dystin. — Avrikid hjá okkum í dag var nógv, nógv betri enn tað, vit vístu móti Estlandi, segði føroyski landslids- venjarin. — Eg eri nøgdur, ti menn- inir hjá mær vóru sera væl skipadir å vøllinum, og eg eri errin, ti hóast hetta var ein dystur millum yrkisleik- arar og áhugaleikarar, vísti hesin munurin seg ikki á vellinum, í gllum fórum ikki kropsliga, segði Allan Simonsen. — Vit royndu at forða teimum í at skapa sær teir heilt stóru møguleikarnar, men vit royndu eisini at spæla fótbólt sjálvir, hóast tað ikki var so lætt móti einum so sterkum liði sum tí bosniska Allan Simonsen viðgekk tapið, men hevði kortini hesa endaligu viðmerking- ina: — Vit taptu 1-0, men hevði Bosnia havt ein ringan dag, og hevði Føroyar havt ein góðan dag, so høvdu vit kanska vunnið 1-0 í staðin Bosniski venjarin Dzemaludin Musovic: - Vóni at okkara viðhaldsfólk hava lært nakað av hesum Bosniski venjarin Dzema- ludin Musovic helt ikki, at liðið hjá sær var farið á vøll- in við ov lítlari virðing fyri føroyska liðnum. — Hugburðurin, viljin til at vinna og stridsandin hjå mfnum monnum var f lagi. Føroyingar høvdu nógv fólk aftanfyri bóltin, og tað var torført hjá okkum at koma igjøgnum, segði Musovic. — Eg haldi, at tað eisini var týðiligt, at mítt lið fram- vegis ikki er so samanspælt, sum tað er ynskiligt. Men hetta er so júst tað úrslitið, vit høvdu brúk fyri, áðrenn vit nú skulu spæla móti Est- landi, segði bosniski venj- arin og helt fram: — Eg vóni eisini, at okkara viðhaldsfólk í dag hava sæð, at tað ikki longur eru sonevndir »underdogs« í al- tjóða fótbólti. Viðhaldsfólk- ini hjá okkum hava lyndi til onkuntíð at halda, at tað er nóg mikið hjá okkara spæl- arum bert at fara á vøllin, so hava teir longu vunnið. Men soleiðis er tað jú als ikki. Óli Johannesen hevur tamarhald á støduni Bosniski venjarin segði, at í Bosnia halda nógv, at teirra lið fer at fáa tólv stig burtur úr teirra fyrstu fýra dystum í hesum EM-und- anbólkinum. — Eg havi altíð sagt, at vit mugu vera varin við at siga sovorðið, men nú rokni eg eisini við, at mínir spælarar eftir henda trupla dystin fara at verða enn meira avgjørdir til okkara dyst móti Est- landi. * Vladimir Novak tosaði við Jens Kristian Hansen, Hans Fróða Hansen, Allan Simonsen og Dzemaludin Musovic