Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-08-21, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 21. august 1998síða 10

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

sosialurin, box 76, 110 torshavn - tlf 31 18 20 - fax 31 47 20 - teldupost til ítróttin: emil € sosialurin.fo X. Estland burtur og sloymt í Sarajevo Ólukkukendi dysturin í Estlandi varð trokaður burtur, tá føroyska landsliðið mikukvøldid fekk eitt frálíkt úrslit og við eitt sindur av hepni kundi fingið stig á útivglli móti Bosnia-Herzegovina Í VLADIMIR NOVAK Í SARAJEVO Tað hendir ikki so ofta í fótbólti, at tapandi liðið aftan á dystin er fegnari enn vinnandi liðið, men á Kosevo Stadion í Sarajevo miku- kveldið var tað júst tað, sum hendi Meðan spælararnir hjá Bosnia- Herzegovina fóru kvirrir í skift- ingarrúmið, meðan teir hoyrdu sínar egnu áskoðarar floyta teir út, var gott lag á føroyska liðnum Eftir eitt sterkt avrik, serliga í verj- uni og á miðjuni, tapti føroyska landsliðið við bert einum máli móti risastóru bosnisku favoritt- unum. Og tá tú hugsar um altjóða umdemið hjá bosnisku spælarun- um, sum allir spæla við europe- iskum toppliðum, og um årslitini hjá teimum seinastu tvey árini móti liðum so sum Italia, Brasilia, Kroatia og Danmark, so má hetta úrslitið og djarva spælið hjá før- oyingum metast enn hægri. Dysturin byrjaði við at vera tíggju minuttir seinkaður orsakað av trupulleikum við elveitingini og av fýrverki í fyrsta minutti av sjálvum dystinum. Men hetta var einasti fýrverki í øllum dystinum. Hóast heimaliðið hevði yvirvág og var spælstýrandi alla tíðina, gjørdist tað skjótt greitt, at hetta ikki fór at verða nakað stórt kvgld hjá bosniska liðnum. Tað spældi sum vera man álopsfótbólt, men sum oftast vístu royndirnar hjá teimum seg at vera ov fløktar, ov seinar og ikki nóg beinleiðis. Meguleikar báðar vegir Fyrsti målmøguleikin kom, tå tíggju minuttir vóru spældir, tá Kapetanovic royndi seg við einum góðum skoti úr 18 metrum, men Jákup Mikkelsen var vakin og fekk beint bóltin upp um tvør- stongina. Seks minuttir seinni Bosniarar vóru vandamiklast, tå teir høvdu hornaspark og annars sluppu til baklinjuna, men sum oftast spilti Jåkup Mikkelsen teimum spælid Mynd: Toma Mihajlovic fingu gestirnir sin fyrsta møgu- leika, tå Uni Arge royndi seg. Føroyska liðið kundi lagt seg á odda í 20. minutti, tá Uni Arge enn eina ferð royndi seg, men skotið úr átta metrum rakti stong- Nr. 156 — 21. AUGUST 1998 Lesið eisini | ítróttin á Internetinum www.sosialurin.fo PP 7 Julian Johnsson takklar Sead Kapetanovic. Hevdi Kongsvinger- maðurin ikki verið avgjørdur her, hevdi bólturin ivaleyst endað i føroyska målinum Mynd: Toma Mihajlovic ina. Størsti målmøguleikin hjå Bosnia kom í 24. minutti. Sali- hamidzic sendi innfyri år vinstru, og Konjic stútaði stutt frå málin- um. Men Jákup Mikkelsen bjarg- aði enn einaferð framúrskarandi væl. Føroyska liðið spældi við eini ógvuliga væl skipaðari verju við Óla Johannesen sum aftasta manni, meðan Jens Kristian Han- sen og Hans Fróði Hansen vóru uppdekkarar hjá ávikavist Bolic og Kodro, og teir fingu góðan stuðul frá miðvgllinum. Av og á skiftu teir eisini mann at dekka. Føroyska liðið fekk enntá tveir møguleikar afturat í fyrra hálv- leiki. Í 31. minutti legði Uni Arge innfyri, har Henning Jarnskor skeyt fyrstu ferð, men uttan at raka málið. Og bert tveir minuttir seinni mistók verjuspælarin Mir- sad Hibic eina villu, og Uni Arge fekk fatur á bóitinum. Hann setti ferð á móti málinum, men megn- aði ikki at fáa nakað burturúr hes- um stóra møguleikanum. Målverj- in Mirsad Dedic gjørdi vinkulin” lítlan og megnaði at verja fyri. Hevði Todi Jónsson verið við mikukvøldid, hevði hålvleiksstød- an kanska ikki verid 0-0, men heldur 1-0 ella kanska enntå 2-0 til Føroyar. Um at missa tolið Í seinna hálvleiki hildu gestirnir fram við at spæla eins avgjørt og skilagott, men munurin var, at teir í seinna hálvleiki ikki fingu nakr- an veruligan målmøguleika. Sum tidin gekk, tyktist bosniska — Sosialurin - fimm ferðir um vikuna liðið at missa tolið. Tað sá út til, at heimaliðið stutt og greitt ikki kundi finna nakran veg gjøgnum sterku verjuna hjá føroyingunum. Teir."oyndu at koma í gjøgnum á miðjuni, og teir royndu at koma fgjøgnum úti í síðunum, men uttan úrslit. Teir kláraðu heldur ikki at skapa sær nakran sonevndan 100 pro- sents målmøguleika. Alt teir fingu, vóru hálvir kjansir, harav lobbið hjá Elvir Baljic í 54. minutti var ein tann vakrasti, men Jákup Mikkelsen bjargaði enn einaferð. Tí kom tað heldur ikki óvart á, at avgerandi málið kom eftir eina deyðbóltsstøðu, tå 66 minuttir vóru spældir. Elvir Baljic úr Fen- erbahce, sum var tann besti spæl- arin á einum annars skuffandi bosniskum liði, tók eitt fríspark úr umleið 30 metrum, og harða vinstrabeinsskotið hjá honum end- aði í netinum. 1-0 leiðslan gav teimum 20.000 áskoðarunum vón um, at teirra lið nú endiliga fór at gera nøkur mål, sum tey øll høvdu roknað við und- an dystinum, men tey vórðu vón- brotin. Teir 27 minuttirnir, sum vóru eftir — tað vórðu tríggir min- uttir lagdir afturat — helt Bosnia- Herzegovina fram á sama hátt. Ov seint og við ongum stødugum trýsti. Sum heild fer hesin dysturin ikki í søguna sum ein av bestu fótbóltsdystum, fólk hava sæð. Og hvat úrslitinum viðvíkur, er tað ikki at gera ov nógv av, um ein sigur, at javnleikur heyði verið eitt meira hóskandi úrslit. I