fríggjadagur 21. august 1998síða 9
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 156 — 21. AUGUST 1998
tíðindablaðið SOS 21
Edmund Joensen, formaður í Sambandsflokkinum:
- Talan er um eina kollvelting
Formaðurin í Sambandsflokkinum er ikki í iva, tá hann verður spurdur um
uppskot landsstýrisins um broyting í rikisrættarligu viðurskiftum Føroya. —
Tå vit hava veljarakanningarnar i huga, so haldi eg ikki at Føroya fólk vil
hava loysing, men tað sær út til at tey fáa tað allíkavæl. Her er talan um eina
kollvelting
Edmund Joensen heldur at uppskotið hjá samgonguni
kann sammetast við eina kollvelting
SVEINUR TRÓNDARSON
Uppskot samgongunnar um
broytingar í ríkisviðurskift-
unum er lagt fyri tingið og
kemur til viðgerðar í næstu
viku.
Tað er sjálvsagt, at ikki
allir flokkar eru samdir um
hvussu farast skal fram í
hesum málið og hvat skal
gerast.
Tann flokkurin, sum helst
liggur fjarast frá hugsjón
samgongunnar er Sam-
bandsflokkurin.
Flokkurin heldur fast við
ríkisfelagsskapin og tað er
ikki so langt síðan, at flokk-
urin hevur viðgingið, at
neyðugt er dagføra heima-
stýrislógina.
Sosialurin hevur biðið
formannin í Sambands-
flokkinum um nakrar við-
merkingar í sambandi við
uppskot landsstýrisins.
Einki n
Edmund Joensen heldur
ikki at tað er nakað nýtt, at
landsstýrið leggur uppskot-
ið fram nú.
— Málið er jú vidgjørt,
síðan teir tríggir flokkarnir
fóru undir samgongusam-
ráðingar í mei mánað. Í so
máta er einki nýtt í hesum.
Edmund Joensen heldur,
at uppskotið er í tráð við tað,
sum samgonguflokkarnir
settu út í korti í samgongu-
skjalinum og tað merkir at
vit fáa føroyskt fullveldi og
tí fara úr ríkisfelagsskapin-
um.
— Uppskotið er eitt sindur
framskundað. Hetta fingu
vit eisini boð um í løgmans-
røduni. Avtalan við donsku
stjórnina hevur gjørt at
landsstýrið hevur frain-
skundað tíðarætlanina, sig-
ur Edmund Joensen
Sambandsflokksins
steða
Edmund Joensen heldur
ikki at nakar ivast í hvor
stødan hjá Sambandsflokk-
inum er.
— Tad er ikki rætt, tå sagt
verdur, at Sambandsflokk-
urin ikki vil broytingar í rík-
isfelagsskapinum. Vit hava
alment boða frá fleiri ferðir,
at vit fegnir vilja dagføra
heimastýrislógina, men tað
skal gerast innanfyri karm-
arnar í ríkisfelagsskapinum,
men vit vilja ikki loysa frá
Danmark, tað er greitt.
— Og eg loyvi mær eisini
at seta eitt stórt spurnartekin
við um tað er hetta fólk vilja
hava, sigur hann.
— Hugsa vit um tær velj-
arakanningar, sum vóru
gjørdar undan løgtingsvali-
num í april, so ivist eg i,
um samgongan hevur heim-
ild til at gera so vittfevnandi
broytingar, sigur Edmund
Joensen.
Hann visir til at bert ein
partur av teimum spurdu tå
søgdu, at tey ynsktu at Før-
oyar skuldu gerast sjålv-
stødug tjóð, meðan ein stór-
ur partur segði, at tey ynsktu
broytingar, men at hesar
skulu liggja innanfyri karm-
arnar í ríkisfelagsskapinum.
— Tí haldi eg, at vit kunnu
kalla hetta fyri eina koll-
velting, sigur hann.
Skeiv framferð
Edmund Joensen heldur, at
framferðin hjá samgonguni
er skeiv.
— Vísandi til tað, sum
veljarakanningarnar søgdu,
so er hetta at kroysta nakað
niður yvir veljararnar. — -
— Ístaðin átti veljarin at
fingið høvid tl at svara
sjálvur. Landsstýrið átti at
skipað fyri eini fólkaat-
kvødu um málið áðrenn fari
var undir hetta stórarbeiði,
sigur formaður Sambands-
floksins.
— Á eini félkaatkvødu
kundu veljararnir fingið
høvid til at »sagt« lands-
styrinum hvørja skipan teir
ynskja vid Danmark.
Hetta fáa teir eisini høvid
til at gera, men tað verður
ikki fyrr enn avtalan við
Danmark er gjørd, og tað
heldur Edmund er ødvugt
raðfylgja.
— Eg haldi, at fylgjurnar
av uppskoti landsstýrisins
eru ikki gingnar upp fyri
Føroya fólkið enn, leggur
hann afturat.
Javnaðarflokkurin
ålpir samgenguni
en, sum skilst, so væntar
hann, at uppskot samgong-
unnar verður samtykt i ting-
inum.
— Uppskotið hjá sam-
gonguni liggur ógvuliga
tætt upp at uppskotinum hjá
Javnaðarflokkinum og tí
vænti eg at samgongan og
Javnaðarflokkurin = finna
saman í hesum málinum,
sigur Edmund.
Hann leggur afturat, at
hetta samsvarar væl við tað,
sum formaður Javnaðar-
floksins segði við Sosialin
í gjár og tað, sum formað-
urin og aðrir javnaðarmenn
søgdu stutt eftir at sam-
gonguskjalið var undir-
skrivað.
— Alt annað, sum Javn-
aðarflokkurin sigur, er reint
spæl fyri gallarínum. Teir
ríða á tveimum hestum, sig-
ur Edmund Joensen.
— Og eg eri vísur í, at júst
tað at Javnaðarflokkurin
stendur aftanfyri ætlanina
ger, at Fólkaflokkurin kann
taka undir við ætlanini.
Høvdu teir ikki tað, so rokni
eg ikki at Fólkaflokkurin
hevði torað at fari undir
hetta eksperimenti, sigur
hann
— Vit vilja ikki
hava loysing
Men hvør er so beinleiðis
orsøkin til at Sambands-
flokkurin ikki vil taka undir
vid ætlanini hjå samgong-
uni?
— Tad er einfalt ti, at vit
ikki vilja av vid rikisfel-
agsskapin. Ti taka vit ikki
undir vid uppskotinum hjå
landsstyrinum, sigur Edm-
und.
— Sum eg segåi, so vilja
vit broyta, men tad skal
verða innanfyri rikisfelags-
skapin og ikki ein kollvelt-
ing, sum hetta her í veru-
leikanum er, sigur Edmund
Joensen.
Hinvegin heldur Edmund
ikki at danir fara at leggja
seg tvørar fyri at forða fyri
broytingum í ríkisviður-
skiftunum.
— Danir fara at geva før-
oyingum eina >fólkaliga<
viðgerð, tað er einki at í vast
í, men vit mugu ikki verða
so bláoygd at halda at vit
fara at hava somu rættindi,
sum vit hava í ríkisfelags-
skapinum.
Trýr ikki upp á upp-
skotið um fylgibólkar
Í samrødu við Sosialin í
gjár nevndi Høgni Hoydal
møguleikan við fylgibólk-
um. Hvat heldur tú um tað?
— Høgni Hoydal kann
kalla tað hvat hann vil, men
eg haldi at tad er uppå
kvamsvis, sigur Edmund
Joensen.
— Vit tosa her um eina
samgonguætlan, sum eftir
øllum sólarmerkjum hevur
Javnaðarflokkin aftanfyri
eisini. So kann tað gera tað
sama við fylgibólkum, tí tá
er meirilutin í tinginum so
stórur, sigur Edmund.
— Tá málið kemur til við-
gerðar í tinginum fara vit at
føra okkara sjónarmið fram
so væl sum gjørligt, tað er
greitt, men vit mugu
boyggja okkum fyri tí veru-
leika, at meirilutin í tingin-
um er rættiliga stórur, sigur
Emund Joensen, formaður
í Sambandsflokkinum at
enda
Krabbameinsfelagið
skipar fyri skeiðum
Krabbameinsfelagið fer í døgunum
24. august til 3. september at skipa |
fyri skeiðum kring landið |
Krabbamein.
hevur ógvuslig árin á bæði
sjúklingar og avvarandi.
av hesi ógvusligu sjúku,
sum í mongum førum als
ikki kann grødast.
Av ti at okkara samfelag
er so lítið sum tað er, so
kenna næstan allir føroy-
ingar onkran, sum hevur
efla hevur havt krabba-
mein.
Av tí at tey, sum fáa
krabbamein gerast yngri
Og Yngri, so eru nógv børn,
sum kenna árinini av sjúk-
uni.
Hesi børn verda ofta
slept uppá fjall, uttan at tey
vaksnu hava grundarlag
ella møguleika fyri at
hjálpa. Hvussu kunnu vit
1
Í
eina slíka svára kreppu, |
Føroya felag móti |
Fyri at rætta bórnunum
ar felagið fyri skeiðum,
rådstevnu rking oyggjarnar
til 3. septem 1998.
Føroyski krabbameins- |
granskarin Jan Dalberg og |
dananir Jes Dige og Per |
Tiltøkini eru nú ikki bara |
ætlað børnum, sum eru í |
kreppu av krabba-
meinsávum, men kunnu
eisini verða góð hjálp hjá
ødrum børnum. Tað veri
seg skilsmissubørn ella
børn sum hava mist for-
eldur í vanlukkum
- Sosialurin —
www.sosialurin.fo
avslåttur vergijølern '
av
í eina viku,
4/8il 31/8
erum
Sp/f MARJUN HEIMÅ
C. Pløyensgøta 4
100 Tórshavn - Tlf. 312531 - Fax 312319