Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-08-21, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 21. august 1998síða 8

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

8 tíðindablaðið SOS Nr. 156 — 21. AUGUST 1998 Eurosport keypt rættindi til The Atlantic Giant 98 Stóra sjónvarpsrásin Eurosport, sum millum annað sæst á Rás Tórshavn, fer í seinnu hálvu av september at vísa frå The Atlantic Giant 98, sum var í Gundadali á ólavsóku TeEruI NIELSEN Tá ið prátið um The Atlantic Grant 98 var í hæddini, var eisini nógv tosað um, at sjonvarpsupptøkurnar frå kappingini skuldu seljast til útlendskar sjónvarpsrásir Hetta arbeiði er farið í gongd nú, og tað er longu greitt, at Eurosport fer at vísa frá kappingini, tá ið komið er út í seinnu hálvu av september mánaða At hetta kann hava stórt søl- uvirði fyri Føroyar og før- yingar ereinki dulsmál, og haraftrat er tað eisini (næst an) altíð stuttligt at síggja sendingar år Føroyum á einari stórari altjóðari sjónvarpsrás, sum til dømis Eurosport Fleiri hava áhuga Tróndur Djurhuus, sjón- varpsstjóri, sigur, at hóast Eurosport fer at senda frá kappingini, so eru tað fleiri aðrar sjónvarpsrásir, sum hava áhuga fyri at keypa sendingarnar frá kapping ini Hesar rásirnar, sum fyri tað mesta eru nationalar rás- ir, eru av teirri fatan, at Eur- osport ikki er ein kapping arneyti hjá teimum, og tí europeiska rásin røkkur langt frá til allan hyggjara- skaran hjá teimum Tískil kann væl hugsast, at sendingin fer at verða víst í eitt nú svenskum, finskum og amerikanskum sjón- varpi SVF vísir kappingina fyrst Adrenn nøkur útlendsk sjónvarpsrás fer at hava The Atlantic Giant 98 å skrånni, fer kappingin at verða víst í Sjónvarpi Føroya. Sjónvarpsstjórin sigur, at antin verður kappingin víst í tveimum ella trimum part- um, sum verða sendir um miðjan september Verður kappingin send í tveimum partum, so verður tað sunnukvøldini 13. og 20. september Um kappingin verður send í tímum partum, so verður hon, umframt tey bæði ådurnevndu sunnu- kvøldini, eisini send miku- kvøldid 16. september Tad er lítið at ivast í, at åhugin millum føroyingar fyri at síggja kappingina er ovurhonds stórur, tí at tey vóru nógv, sum ikki høvdu umstødur til at fara nidan í Gundadal 6lavsøkuaftan, tå ið kappingin var Við á sjonvarpsstevnu í Cannes Fyrst í oktober mánaða verður ein stór sjónvarps- stevna í Cannes, har sjón- varpsfeløg úr øllum heimi- num selja sendingar til hvønn annan. Á hesi stevnu fer Sjón- varp Føroya at verða við á einum norðurlendskum bási, og sambært stjóranum í Sjónvarpinum, so verða sendingarnar frá The Atlantic Giant 98 eitt av høvudsnøvnunum hjå hesum båsi. Regin Vågadal fer eisini at verda vid i Cannes, og mikukveldið tann 7. oktob- er fer Sjónvarpið at hava eitt tiltak á eini matstovu í bý- num við fronsku rivieraina, har millum annað Regin Vágadal fer at taka lut. Tað er einki yvir at dylja, at sjónvarpsstjórin vónar, at tað fer at eydnast SVF at selja sendingarnar víða um á júst hesi stevnuni. Arbeiða við tankanum um TAG 99 Fyrr í vikuni høvdu Sjón- varp Føroya og fyrireikar- arnir av kappingini The At- lantic Giant 98, Int. Promo- tions, ein fund, har tosað var um, hvat man skuldi gjørt gðrvísi, um farið var undir at skipa fyri The Atlantic Giant 99. Sjónvarpsstjórin sigur, at tað, sum allir partar vóru samdir um, var, at ein mýg- ulig kapping komandi ár skuldi skipast betur, soleiðis at áskoðararnir fingu sum mest burturúr. Tá ið kappingin var á ólavsgku, var tað eyðsæð, at kappingin var ov drúgv, so at ein stórur partur av áskoðarunum fór avstað, langt áðrenn kappingin var komin at enda. Tað er eisini greitt, at á- skoðararnir á ovara vølli í Gundadali ólavsgkuaftan saknaðu at fáa upplýsingar um, hvussu teir einstøku sterku menninir kláraðu seg í teimum einstøku <<apping- unum. Meðan kappingin var, segði fråsøgumadurin, Hilmar Jan Hansen, so hvørt frå, hvussu risarnir stóðu seg, men hátalara- skipanin f Gundadali er so út av lagi vånalig, at hetta bert hoyrist í tí stóra skýli- Stuttligt hevði verið, um dómarin í Atlantic Giant 98 hevdi kunna verið lut- takari í einum møguligum Atlantic Giant 99 num vestan fyri vøllin. Ein loysn kundi verið, at man fekk eina ljóstalvu, har tey einstøku úrslitini vóru at síggja, so at áskoðararnir fingu fylgt við í kappingini. Sum tað var í ár, so fingu áskoðararnir illa fylgt við, tí tey vistu alt ov sjáldan, hvussu samlaða stødan så út og so framvegis. Hetta eru alt ting, sum fyrireikararnir hava í huga, nú teir tosa um at skipa fyri líknandi kapping komandi ár, og Tróndur Djurhuus sigur, at allir partar eru á- hugaðir í eisini at hava The Atlantic Giant 99. Niclas ger tónleikin Í sambandi við at sendingin verður seld til útlendskar sjónvarpsræsur, verður eis- ini serligur tónleikur gjørdi til sendinga - og er tað Nic- las Johannesen, sum m. a. gjørdi tónleikin til Skeyk, ið stendur fyri hesum ar- beiði. Bæði Tróndur Djurhuus, sjónvarpsstjóri, og Regin Vágadal, eru áhugaðir í, at Manfred Hoeberl frá IFSA skal koma aftur her til Føroya at kasta lut til Atlantic Giant 99