fríggjadagur 21. august 1998síða 7
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 156 — 21. AUGUST 1998
tíðindablaðið SOS/
7
Byggifyritøkan J/K Pet-
ersen er farin undir ar-
beidid at dypa havnina i
Leirvík. Hetta er eitt stór-
arbeiði. Borað verður
niður í botin, síðan
sprongt og alt grótið flutt
til lands. Havnin er 5,5
metrar, har hon er djypst
Tá arbeiðið er liðugt,
verður havnin 7,5 metrar
djúp. Tá fer Dúgvan at
kunna venda inni í havn-
ini - og tá kann hon eisini
nýta havnina, tá veðrið
ikki er so gott
Dýpa havnina í Leirvík
Fyri at strandfaraskipið Dúgvan skal kunna sigla millum Leirvík og Klaksvík alt árið, verður
havnin i Leirvík dýpd tveir metrar. J & K Petersen ger arbeiðið
JONHARD HAMMER
Oftast hoyrist í útvarpinum,
at Dúgvan siglir til Fugla-
fjarðar heldur enn til Leir-
víkar - vegna veður.
Hetta ikki so sjáldan, hó-
ast verðið ikki er so ringt.
Orsøkin til at Dúgvan verð-
ur noydd at fara til Fugla-
fjarðar er, at hon ikki fær
vent við atllógubryggjuna í
Leirvík. Havnin er ov
grunn, og tá ið tað er fjóra
og nógvur vindur, tekur
Dúgvan botn.
Skipið noyðist tí at sigla
beint inn og bakka út aftur.
Hetta er ikki so lætt, tá ið
tað er nógvur síðuvindur.
Eisini er sera trupult hjá
Dúgvuni at sleppa frá
bryggju í Leirvík, tí at
maskinorkan hjá Dúgvuni
er ov lítil. Kanska fer tað at
hjálpa, at Dúgvan hevur
fingið ein nýggjan motor,
hann er ikki so stórur, sum
manningin á Dúgvuni kundi
ynskt sær hann - tí her skal
eisini her skal sparast.
Modellroynd
ørd i Danmark
yri at verða vísir i, hvør
útbygging skal gerast fyri
at ferjulegan í Leirvik skal
gerast fræagari, eru gjørdar
modellroyndir í Danmark.
Bæði fyri at finna fram til,
hvussu djúp havnin skal
verða, og hvussu nógv pláss
Dúgvan skal hava fyri at
kunna venda inni í havnini
í Leirvík.
Dúgvan sigla alt árið
Strandferðslan hevur gjørt
av, at Dúgvan skal sigla alt
árið millum Klaksvík og
Leirvík, tí Dúgvan er eitt
betri skip at røkja hesa far-
leið. Fyri at bóta um havn-
arviðurskiftini, skal atløgu-
bryggjan har Dúgvan leggur
at leingjast, og havnin í
Leirvík skal eisini dýpast.
Hetta arbeiðið er fyri-
tøkan J&K-Petersen farin
nn TTT
undir at gera. Teir fóru undir
arbeiðið 6. august og vænta
at verða lidnir um ársskiftið.
Hetta veldst eisini um,
hvussu veðrið verður í vet-
ur, tí tað ber ikki til at ar-
beiða í havnini, um tað
verður stormur. Eitt stórt
Sera snoggir
økid av havnini í Leirvik
skal dýpast, tí hon er ikki
so djúp, millum 5,5 og 6
metrar.
Tann uttari parturin verð
ur dýptur niður til 7,5 metr-
ar, og tann innari til 7 metr
ar. Tað er eitt stórt arbeiði
at dýpa havnina í Leirvík
Borað verður niður í botnin
og síðani sprongt. Alt grótið
verður grivið upp og ført at
landi. Tá hetta arbeiðið er
liðugt, skuldi tað næstan
ikki komið fyri, at Dúgvan
varð noydd at sigla til Fugl-
afjarðar.
Dúgvan nógv at
flyta um Leirviksfjørd
Tað hevur verið nógv at flutt
í seinastuni um Leirvíks-
fjørð. Nógv virksemi er í
Klaksvík, og hettar merkja
teir eisini umborð á Dúgv-
uni. Tað er serliga farmur,
sum verður førdur um Leir-
viksfjørd. Talið av lastbilum
og trailarum liggur millum
50-63 um dagin. Hetta er
nógv, og Dúgvan er mest-
sum hvønn tår full av farmi
Onkran túr hendir tað, at teir
ikki fáa tíkið alt við. Hetta
er dýrt fyri teir, sum flyta
farm, tí timalønin er høg
Nú skúlanir eru byrjaðir
aftur, økjist ferðafólkatalið
eisini. Tað er serliga ung-
dómur, sum gongur í skúla
á Kambsdali, sum ferðast
við Dúgvini, men tað eru
eisini nógvir klaksvíksing-
ar, sum arbeiða í Havn, ið
ferðast.
Fáast gronir - bláir
gulir - hvítir og zink
= bíliga til solu
PF. VALDEMAR LÚTZEN
Skálatroð - 100 Tórshavn
tif. 31 10 20
Rættuliga nógvur farmur er at flyta um Leirvíksfjór - talið av lastbilum og trailarum
kann liggja millum 50 og 63