Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-08-21, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 21. august 1998síða 6

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

tíðindablaðið S0S'2/! Nr. 156 — 21. AUGUST 1998 Sjónarmið:- Føroysku blødini á gongdari leið - men tey svikja eisini Tað eru tvey dagblød í Før- oyum, sum kappast - og tey eru Sosialurin og Dimma- lætting. Yvirhøvur er tað ein kapping um lesarar - ella rættari sagt blaðkeyparar - og hetta gongur ofta út yvir tað sakliga. Í royndini at selja blød kemur gribbahug- urin til tíðir fram og fýrir ikki fyri at brúka tann sak- leysa, sum heldur ikki altíð hevur møgukeika at verja seg. Tað var tað verra. Hinvegin er gott at síggja, at vit ikki longur hava teir einvísu pennarnar - teir bandupptakararnar, sum skriva av og annars sleppa við, tá flokkurin hevur árs- veitslu Hetta gevur betur journa- listikk. Tað er gott, at bæði blødini síðstu árini hava lagt á annan bógv og kunnu sig- ast at vera tidindablød, sum eru lið millum tann mein- uga mannin og teir ymsu mynduleikarnar Eg havi sjálvur fingið politisk sjónarmið í blødini, sum fyrr høvdu endað á Sandvíkarhjalla Tað betra Fyri mongum árum síðani hoyrdi eg persón siga: >Ég havi sagt Dimmu frá mær, tí eg tími altso ikki at síggja myndina av Paula Ellefsen á forsíðuni hverja ferð< Hetta heyði onki við áður- nevnda politikara at gera, men heldur er tað ein góð lýsing av kjakinum, sum fór fram í bløðunum fyri einum 15 árum síðani; einvíst og keðiligt. Men her er tíbetur vend komin í Av teimum gomlu blødu- num, er tað bert Dimma- lætting, sum ongan stuðul hevur fingið til raksturin. Blaðið hevði eina serstødu sum lýsingarblað hjá fólki, sum eisini keyptu tað. Í dag er tað ikki ein sjálvfylgja, at eg ella tú halda Dimmu. Og blaðið má kýta seg meira. Eisini tað hevur betr- að um útgávurnar. Sosialurin fær stuðul frá Javnaðarflokkinum, sum blaðið sigur seg nýta til prentsmiðjuna. Hóast tað kann vera óheppið, at ein politiskur flokkur letur stuð- ul, so vil eg rósa teimum á Argjavegi fyri, at tey seta journalistikkin í hásæti og ikki bert virka sum talurør hjá sosialistunum á tingi. Tað eru menn og kvinnur, sum halda, at vit eiga at stovna blød við meira tjóð- skaparligum innihaldi. Tað kunnu vit gott gera, men vit kunnu ikki skriva eina eins- táttaða tjóðskapartrumlu, tí tí er tíðin farin frá. Vit mugu gera tidindablød, sum upp- lýsa og bera tíðindi og und- irhalda. Í Noregi hava tey A- pressuna. Tað er stóra fjøl- miðlaapparatið hjá norska Javnaðarflokkinum. Men tað størsta blaðið, Arbeid- erbladet, er ikki millum mest lisnu norsku blødini - hóast Javnaðarflokkurin hevur stóra undirtøku. Eg minnist, at Gro Harlem Brundtland keypti pláss í konservativa Aftenposten, tá hon vildi bera boðskap sín fram í samband við Stórtingsval. Tað verra Tabloidblødini komu sum eitt meira populistiskt slag av pressu - sum ein mótvekt til keðiligu konservativu pressuna. Men tey fóru ov langt og tíverri tóku eisini blød í Norðurlondum undir við hesum journalistikk- sniði, sum fyrst og fremst snýr seg um at keypa lesar- an, líkamikið hvussu. Og tú ert vælkomin at bera rangan vitnisburð. Vit kunnu ikki siga, at Dimmalætting og Sosialur- in er tey blød í Føroyum, sum hava lagt seg mest eftir sensasjónum - sum annars er høvuds tíðinda-kriteriið hjá tabloidpressuni. Men tey prioretera hetta kriterii ov høgt til tíðir, tí tey kapp- ast. Og tey skulu jú selja tað, tey skriva. Herfyri viðmerkti eg eini grein í Dimmalætting og segði spontant, at hon minn- ir um Ekstra Blaðið. Hetta var harðliga afturvíst í DL, men latum okkum hyggja nærri at greinini og blað- num tann dagin í viku 33. I blaðhandlunum/kiosk- unum stór stór plakat frá blaðnum, sum segði, at Jó- annes Eidesgaard fær 90.000 krónur fyri at búgva hjá mammu síni. Í blaðnum stóð sama yvirskrift. Tað vóru altso Jóannes Eides- gaard og gomlu mammu hansara, sum Dimmlætting satsaði uppá tann dagin. Tað kann ikki burturforklárast, tí plakatin „Matlepin“ tænir bert endamálinum at selja. Og tað kann ikki vera rætt, at nýta eina sakleysa kvinnu, sum ikki er spurd, at selja eina blaðútgávu. Tíðindini vóru annars góð og rætt var at skriva um málið, men í hesum føri er tað, hvussu ein ger tað. Ekstra Blaðið hevði gjørt tað sama. Tað blaðið ber eisini sonn tíðindi. Trúgva tí ikki Kanningar aðrastaðni vísa, at álitið á skrivaðu pressuna er lítið. Hetta kemst m.a. av teimum fyribrygdum, sum eg her havi skrivað um. Ég veit ikki hvussu tað er við tí í Føroyum, men latum okkum verja henda ógviliga týðandi part av føroyska demokratinum. Eg fari at heita á blødini um at hava góð politiskt og samfelagsligt vitandi blað- fólk í hópinum. Hesi skapa eina góðan mótpól til lætta tilfarið, sum er neyðugt í dag. Pengar skulu til. Jákup Magnussen Fugloyarvegur 13B, Thvn Jákup Magnussen, útvarpsmaður heldur, at fóroysku blødini, Dimmalætting og Sosialurin eru á góðari leið prentsmiðjuna.“ Sosialurin fær ongan stuðul Í sera áhugaverðu og viðkomandi greinini omanfyri sígur Jákup Magnussen, at »Sosialurin fær stuðul frá Javnadarfiokkinum, sum blaðið sigur seg nýta til | Hetta er ikki beint. Sosialurin fær ongan stuðul og hevur ikki fingið tað tey seinastu árini. Blaðið verður rikið sum rein forrætning og hevur bert tær inntøkur, sum vit hava av at selja blød - frá haldarum, leysa- | sølukeyparum og lýsarum. Á Sosialinum starvastum | 25 fólk. | J&K-Petersen fingið enn eiði í Íslandi eitt havnaarb JONHARD HAMMER J&K-Petersen er ein av teimum føroysku fyritøku- num, sum klårar at standa seg í kappingini við út- lendskar fyritøkur. 40 mans arbeida hjá fyri- tøkuni, og hava teir havt fleiri arbeiði í Íslandi - teir gera so at siga allar havna- útbygginginar, sum fara fram í løtuni í Føroyum I løtuni arbeiða teir eisini fyri SEV uppi í Strandadali á Borðoynni, Leirvík, Fugl- afirði, Toftum, og í Havn. Mánadagin fekk J&K- Petersen at vita, at teir skulu rokna við at fáa enn eitt ar- beiði í Íslandi. Teir hava lægsta tilboð, so tað er næst- J&K Petersen hava nógv arbeiði í gongd - serliga at dýpa havnir. Teir hava nú fingið enn eitt dýping- ararbeiði í Íslandi. Á myndini sæst arbeiði, teir gera fyri Tórshavnar Havn á Vestarubryggju an heilt vist, at teir fáa hetta arbeiði. J&K-Petersen var í harð- ari kapping við arðar fyri- tøkur. Av tí at Ísland hevur ein EBS-sáttmála við ES, eru teir noyddir til at bjóða arbeiðini út í ES. Hetta er eitt dýpingararbeiði í bygd- ini Sandgerði. Teir skulu dýpa 5000 m? av havnini. Hetta fer at geva arbeiði til einar átta mans, men enn er ikki greitt um allir verða føringar - men í øllum førum nakrir. Hetta er ikki av teimun størstu arbeidinum, sum J&K-Petersen hevur havt. Kostnadurin fyri hetta ar- beidi, liggur um fimm mill- iónir føroyskar krónur. Bjóða uppá arbeiði eisini arðastani J&K-Petersen ætlar eisini at at bjóða uppá arbeiði aðra- staðni. Teir fara at bjóða uppá arbeiði í norðuratlants- havinum. Tað er serliga inn- anfyri dyping, J&K Peter- sen ætlar at satsa. Ætlanin er f nærmastu framtid at bjóða uppá okkurt annað arbeiði, men hvat og hvar vil fyritøkan ikki siga nakað um enn Vónandi fer hetta at eydn- ast, so at føroyskir hand- verkarar kunnu visa, hvat teir duga!