Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-08-21, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 21. august 1998síða 5

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 156 — 21. AUGUST 1998 tíðindablaðið S0SZ/) 5 Born eru annað enn ansingarbyrða Stórur partur av øllum børnum eru í dagrøkt ella á dagstovni. Tí vanta børn, sum eru heima hjá mammu ella pápa, ofta onkran at spæla við. Kanningar visa, at børn hava tørv á at spæla við onnur. Ti mugu tey ikki svíkjast hóast foreldur teirra eru arbeiðsleys, siga tveir barnaserfrødingar. Myndina, sum er tilvildarliga vald, hevur Alvur Haraldsen tikið. Røddir eru frammi í Danmark, sum vilja seta børn hjá arbeiðsleysum aftast í bidirødina til stovnsplåss. Men tað er at svíkja børnini, sigur tveir barnaser- frødingar TURIDKJØLBRO Ikki bara í Føroyum er trup- ult hjá foreldrum at fáa børn síni inn á dagstovn. Eisini aðra staðni eru langir bíði- listar — og hóast tað í Dan- mark eitur plássgaranti biða børn alla staðni eftir at slevpa í vøggustovu ella barnagarð. Tað ørkymlar í einum vælferðarsamfelag sum tí danska, foreldur finna seg rætt og slætt ikki í tí, og tí koma hálvhjartaðar neyð- loysnir á borðið av og á. Tann seinasta er, at børn hjá foreldrum, sum eru viðskift- afólk hjá tí almenna ella eru arbeiðsleys, skulu aftast í rødina at bíða eftir einum stovnsplássi. Sambært nøkrum útrokningum hevði tað munað væl og stytt bíði- rødina, og „tey børn hvors foreldur veruliga hava ans- ingartørv høvdu fingið teirra tørv ngktaðan“. Og tað er júst hetta sjón- armiðið, sum hevur sett eld á í nógvum ymiskum leir- um. Tí spurningurin er í grundini, hvørs tørvur skal nøktast, barnsins ella for- eldranna. Tað er sjálvsagt, at for- eldur, sum eru á arbeiðs- marknaðinum og sum ikki hava stovnspláss til síni børn, eru í eini desperatari stóðu. Eingin hevur hug at lata børnini upp í hendur á tilvildarligum persónum, og tað er sjón fyri søgn, at mangt verður í neyðini nýtt. Gagnli Danska lógin, ið er galdandi á økinum og sum bert er ein mánaða gomul, tryggjar øll- um børnum pláss á stovni - uttan mun til, um foreldrini eru á arbeiðsmarknaðinum, eru arbeiðsleys ella eru við- skiftafólk hjá tí almenna. Og andin í hesi lógini, sum Karen Jespersen, almanna- málaráðharri, hevur sett í verk, er í neyvum samsvari við tað, granskararnir, Sven Thyssen, og Pernille Hviid, á Danmarks Pædagogiske Institut eru komnir fram til. Sambært teimum hava øll børn gagn av at ganga á dagstovni. Uttan mun til, um foreldrini eru til arbeiðis ella íkki. Og grundgevingin fyri tí er, at børnini hjá arbeiðs- leysum eisini hava brúk fyri vinum og gðrum at spæla við. — Tað hevur einki at gera við, hvørji foreldur eru betri. Tað kann vera ógvu- liga hart og uppslítandi at vera arbeiðsleysur. Tí kann eitt stovnspláss nevniliga gevur hesum luft, sigur Per- nille Hviid, sum er cand. psyk. og hevur granskað í hesum viðurskiftum, fyri blaðnum Aktuelt. Líka børn spæla best Tey børn, ið eru serliga illa fyri og hava foreldur sum eru arbeiðsleys, eiga sam- bært granskarunum heldur at fáa framíhjárætt heldur enn at verða sett aftast í rød- ina. — Skulu børn, sum sosialt eru illa fyri, bróta tann sosi- ala arvin, hevur barnagarð- urin ein týdningarmiklan leiklut. Har hevur tað møg- uleikan ai skapa sær eitt ødrvisi lív. Í barnagarðinum eru tey børnini á jøvnum føti við onnur børn, sigur Sven Thyssen Kanningar vísa, at jú fyrr børn koma á dagstovn, jú betri klára tey seg í skúlan- um, bæði sosialt og bókliga Stórur partur av gllum børnum eru í dagrøkt ella á dagstovni. Tí vanta børn, sum eru heima hjá mammu ella pápa, ofta onkran at spæla við. Kanningar vísa, at børn hava tørv á at spæla vid onnur. Ti mugu tey ikki svíkjast hóast foreldur teirra eru arbeiðsleys, siga teir báðir barnaserfrødingarnir — Longu sum trý ára gom- ul hava børn tørv á at spæla við javnaldrar. Verður lógin broytt verða tydningarmikl- ir menningarmøguleikar tiknir frá børnunum, sigur Pernille Hviid Ansingarbyrða Um nýggja danska lógin, sum setir øll børn líka fyri lógini, verður broytt er iva- samt. Verður hon broytt heimilar hon kommununum at seta børn hjá foreldrum, sum fáa almenna veiting til dagsins uppihald og ar- beiðsleys, aftast í røðina til stovnspláss. Men harð- mæltar røddir eru frammi, sum vísa broytingarupp- skotinum klárt aftur og tað eru bæði politiskar røddir og talsfólk fyri børn. Sum eitt umboð sigur í Aktuelt í farnu viku, er broytingar- uppskotið ein boðan um ein hugburð, sum sigur, at børn bert eru ein ansingarbyrða I æøllum hurlivasanun gloyma tey, ið taka avgerð barnanna vegna, tørvin hjá børnunum Til húsið... H-VINDEYGU ÚR LIMTRÆI H-vindeygu og H-altanhurdar hóska til oll hús. Vit finna - saman við tær - bestu lovsnina soleiðis at heildarmyndin verður tann besta --tá talan er um tað allar besta Ring clia kom inn á gólvið og fá eitt prát við okkum um tun tørv Vit eru altid til reiðar at:geva tær eitt gott tilboð Vatnsoyra Sníkkaravirki pf. H FO-385 Vatnsoyrar * Telefon 33 21 77 * Fax. 298 33 31 66 E-mail: vs-fgØh-window.fo * Homepage: http://www.h-window.fo