Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-08-21, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 21. august 1998síða 4

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

4 tíðindablaðið S082lu Nr. 156 — 21. AUGUST 1998 Ert tú fúsur at satsa, lat einki halda tær aftur — men tað ræður um at hava eitt gott yvirlit og beinini á jørdini, tí tónleikaverðin er beinhórð, sigur Sigrid Rasmussen, sum saman við bólk- inum Grace rættiliga hevur gjørt vart við seg í Noregi. Á Jazz-, Fólka- og Bluesfestivalinum, sum verður hálvan oktober fer hon at syngja saman við føroyska gospelkórinum United Voices TurIÐKJØLBRO Enn hevur føroyski sangfuglurin í Noregi, Sigrid Rasmussen, ikki hitt tey enn, men hálvan oktober fer hon at standa á palli í Norð- urlandahúsinum saman vid før- yska gospelkórinum United Voices j Eiríki sambandi við Tórshavnar Fólka- og Bluesfestival. Og um tvær vikur kemur hon heim at venja saman við kórinum - Tað verður sjálvandi fyrst og fremst gospel, sum vit fara at framføra. Vit fara at syngja nøkur fløgun:, sum Norwegian Gospel Voices gav ut i 1996, og gamlar kendar gospelsangir og ne- gro spirituals. Tað verður fyrstu ferð, eg skal syngja saman við United Voices. Eg eri ógvuliga spent, men eg hopi ikki, at før- yyingar vænta ov nógv av mær, sigur Sigrid Rasmussen Hóast Sigrid er komin inn í eitt heilt annað tónleikaumhvervi í undir leiðslu av Skála í Íarr FALL“ røg av Noregi við bólkinum Grace, er tað fyrst og fremst gospel hon brennir gospelum- at syngja Í hendir jospel er tað mítt hjarta, min sál sigur Sigrid } Rasmussen Skal, skal ikki Sum átta ára gomul byrjaði Sigrid at spæla violin og hana hevur hon ikki gloymt. Hóast hon hevur spælt violin í Føroya Symfoni- orkestri og í ødrum saman-hang- um, gongur hon til violinundir- vísing í Noregi, tí sum hon sigur, vil hon læra meir. Fyri akkurát trimum árum síð- ani fór Sigrid til Noregs at vera aupair-genta hjá eini føroyskari familju. — Eg teknaði meg til alt møgu- ligt beinanvegin, soleiðis at skuldi stødast betri. Eg gekk á musik- skúla, har eg spældi orkestur- og kamartónleik og fekk undirvísing, og eg kom uppí gospelkórið, sum í dag eitur Norwegian Gospel Voices, sigur Sigrid. Og tað vóru nøkur í hesum kóri- num, sum stungu høvdini saman og »lokkadu« Sigrid í sendingina í norska sjónvarpinum „Skal, skal ikke“. Hon visti ikki betur enn at hennara leiklutur hetta kvgldið var sum áskoðari, men áðrenn hon visti av varð hon hálað fram á pallin at syngja ein sang. Og vit taka ikki munnin ov fullan vit at síga, at hon sang seg inn i øll hjørtu | — Gospelk6rid, sum eg sang við, hevði vant sangin uttan at eg visti av, og tå ið kom á pallin vóru tey við sum kór. Tad var eitt sjokk, at eg skuldi vera við — eitt positivt sjokk, sigur Sigrid. Tað var hetta, sum rættiliga setti gongd á sangleiðina hjá Sigrid í Noregi — Eg fekk størri sjålvsålit, fleiri royndir og onnur frættu um kórið. Eftir tad fekk eg nøkur tilbod av ymiskum slag, og eg fekk eisini hug til at hava mina egnu konsert vid einum pianisti. Hetta er alt ein stør avbj6ding fyri meg, men ert tú fúsur at satsa, so lat einki halda tær aftur, sigur Sigrid Grace Tað seinasta, sum er hent í lívinum hjá Sigrid tónleikaliga er, at hon er komin uppí bólkin Grace. - Positivu reaksjónirnar, eg hav: fingið, hava gjørt, at eg havi út- viklað meg, og tí tordi eg at bjóða meg fram við at senda eitt demo- band til framleiðaran David Erik- sen. Hesar genturnar, sum eg nú syngi saman við í Grace, høvdu eisini sent eitt demoband inn. Vit møttust og sungu saman og tað riggaði bara heilt væl - Vit hava tað ótrúliga gott sam- an hóast vit eru ógvuliga ymiskar Av tí at vit vilja at hetta skal eydn- ast leggja vit alt við eiga í tað. Vit geva og taka — Tónleikurin vit syngja er poppur og rythm and blues bland- að saman. Av tí at vit eru so ym- iskar og hava ymiska tónleikaliga bakgrund, eru nógvir møguleikar í eini trio. Fløgan, sum vit hava sungið inn, gevur nógvar varia- sjónir av okkum, sigur Sigrid. Tað er David Eriksen, sum ger tann grundleggjandi tónleikin, men Sigrid og hinar báðar gent- urnar eru við til at orða tekstin, soleiðis at hann hóskar til tær. Tað vóru tær í felag, sum valdu navnið Grace til bólkin. Fløgan kemur út 4. oktober og í næstu viku skal Sigrid saman við hinum í Grace til Malaga í Spania at gera video- løg. Krevur yvirlit Norðmenn seta stórar vónir til Grace og heilt fitt verður gjørt burtur úr teimum trimum, sum umframt at duga væl at syngja, eisini eru sera vakrar. — Norsku fjølmiðlarnir fara væl við okkum og teir eru positivir. So leingi tað ikki er yvirdrivið er tað heilt í lagi. Alt ljóðar so ljósa- reytt, men veruleikin er, at tað er beinhart. Skal man vera við ræður um at hava eitt stórt yvirlit, tí tað er tú tað snýr seg um. — Gospel er tað mítt hjarta, mín sál og mítt sinn eru, sigur Sigrid Rasmussen. (Mynd: Álvur Haraldsen) - Tað eru so nógv fólk, sum eru knýtt at bólkinum hjá okkum. Fyri at eingin skal útnytta teg og títt, má man vera varin og vita, hvat alt gongur út uppá og hvat tú sigur ja og nei til. Við hvgrt er trupult at hava yvirlit, men við tað at vit eru tríggjar ger tað eitt sindur lætt- ari. Avgerðir verða ikki tiknar yvir høvdid á okkum, tí vit seta sjálvar krgv til alt. Tað eru jú vit, sum stíga fram alment. So leingi man hevur beinini á jórðini, eina trygga bakgrund og góðan stuðul, gongur alt væl og tí er ikki vandi fyri at missa seg sjálvan burtur, sigur Sigrid. Kann tað hugsast, at Grace kemur til Føroyar? — Sjálvandi, tað er í øllum fórum málið hjá okkum. Men eg tori ikki at siga nær, sigur Sigrid Skúli og arbeiði Sum vit skilja er Sigrid ógvuliga virkin. Hon gongur seinna árið á HF samstundis sum hon rgkir eitt hálvtíðararbeiði. Samstundis fær hon violinundirvísing. Hon stílar eftir at virka innan tónleik í fram- tíðini. — Skal man hava eina karrieru skal man arbeiða fyri tí. Eg haldi ikki, at eg eri uppi í ov nógvum, tí vil man gongur alt upp. Tað ræður bara um at prioritera rætt. Um Noreg verður landið Sigrid fer at búgva í í framtíðini, torir hon ikki at siga. — Noreg fer altíð at eiga eitt serligt pláss í mínum hjarta og fer at vera ein partur av mínum lívi, men um eg fari at búgva her í framtíðini, fer tíðin at vísa, sigur Sigrid Rasmussen at enda í viðtali.