leygardagur 22. august 1998síða 8
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Tey vunnu ferðina til Føroya:
Fyri einari viku síðan komu hjúnini Lis og Lauge Vester-
gaard úr Søften í Hinnerup í Jútlandi til Fóroya. Ferðina
høvdu tey vunnið í eini kapping í Radio Alfa við 1500 onn-
ur. Og nú tey í dag fara avstað aftur, eru tey sera væl nøgd
við túrin
SVEINUR TRÓNDARSON
Føroyar er ikki eitt land,
sum er >koyristólabrúkara-
vinarligt<, tað er synd at
siga
Men hóast tað, so kunnu
ferdandi, sum sita í koyri-
stóli fáa nakað burturúr at
ferðast í Føroyum
Fyri eini viku síðani
komu Lis og Lauge Vest-
ergaard til Føroya at vitja
Tey høvdu verið so hepp-
in at vinna eina ferð til Før-
oya í eini kapping, sum
Radio Alfa í Randers skip-
aði fyri, saman við Djurs-
land Turistforening, fyrr í
ár
— Kappingin var skipað
soleiðis, at tá tú hoyrdi eitt
flogfar í hátalaranum, so
skuldi tú ringja inn til Radio
Alfa. Frá teimum fingu vit
eitt »boardingnummar«,
sum vit skuldi latast í eina
trumlu í bygning) terra, sig-
|
POBox 1155
F es
Brekkutun 6
FO-188 Hoyvík
T 31 80 76
; óði
juni
Mánadag-friggjadag kl. 10-17
Leygar- og sunnudag kl. 14-18
ur Lauge Vestergaard.
Drigid var um vinningin,
sum var henda ferðin til
Føroya, tann 20 april og tå
vóru nógvir luttakarar.
— Ikki færri enn 1500 fólk
høvdu latið boardingnumm-
arið inn, men bert ein vinn-
ari varð trektur og tað vóru
vit, heldur Lauge fram.
— Og tað var eitt sindur
heppið at vit vunnu. Tá
vinnarin var drigin, varð
hann uppringdur av Radio
Alfa, men tók hann ikki
telefonina, so var ringt til
onkran annan. Vit høvdu
skrivað fartelefonnummarið
hjá Lauge á seðilin og lokal-
støðin ringdi ímillum tvær
sølusamrødur hjá honum,
sigur Lis.
Lis sítur í koyristóli
Lauge er 56 ára gamal og
býr saman við konu síni Lis,
sum er 53 ár íeinum lítlum
byi, sum eitur Søften við
ØROYA FORNMINNISSAVN 100 ÁR
SERFRAMSYNING
JULI-SEPTEMBER 1998
Sýningin er skipað í tveir partar. Við nøkrum úrvald-
um brotum verður sagt frá seguni og menningini hjá
savninum síðani stovnanina, og eisini verður greitt frå
tí virksemi, sum fer fram á stovninum í dag.
Hin parturin snýr seg um gripa- og myndatilfar, ið er
innsavnað í Føroyum aftur til byrjanina av 19. old.
31. august 1998
Gripir frá danska tjóðsavninum
Tjóðsavnið hevur í dag í varðveitslu nakrar hundrað
gripir, sum eru innsavnaðir í Føroyum síðani byrjanina
av 19. eld. Fornminnissavniå hevur lænt uml. 100 av
hesum gripum til Føroya í samband við okkara
serframsýning, flestu teirra hava ongantíð verið sýndir
fram í Føroyum áður. Vælkomin inn á gólvið
Hinnerup, miðskeiðis mill-
um Århus og Randers.
Stak vinarlig og fryntlig
fólk, sum ikki kendu stór-
vegis til Føroyar áðrenn
henda túrin.
— Eg kendi púrt einki til
Føroya, sigur Lis, sum situr
bundin til koyristól, tí hon
hevur barnalammilsi.
Hon hevur verið merkt av
sjúkuni síðan hon var hálvt-
triðja ára gomul, og hevur
sitið í koyristóli seinastu
fimm árini.
At hon er koyristólsbrúk-
ari hevur gjørt ferðina eitt
sindur truplari, men tó ikki
stórvegis, sigur Lis Vester-
gaard.
— Vit ringdu til Djursland
Turistforening og greiddu
teimum frá, at eg brúki
koyristól og teir hava verið
so ótrúliga hjálpsamir, sigur
hon.
— Teir syrgu fyri at Falck
bóru meg upp í flogfari og
STEPHANSSONS HUS
Hepnu vinnararnir Lis og Lauge Vestergaard úr Jútlandi,
Føroyum hesar dagarnar
at eg var hjálpt úr flogfar-
inum í Vágum. Haraftur
hava tey syrgt fyri at vit
kundu búgva á Hotel Hafnia
í miðbýnum og tað er so
høgligt sum tað kann verða,
tá ein brúkar koyristól, sigur
Lis Vestergaard.
Hon skundar sær at leggja
afturat:
— Tey á hotellinum hava
verið ótrúliga hjálpsom í
allar mátar.
Vóru bangin fyri
at alt var av ongum
Hóast alt nú er væl fyri-
reika, so vóru hjúnini eina
tíð bangin fyri, at alt fór at
verða av ongum.
— Vit hoyrdu einki aftur í
langa tíð, og tí avgjørdu vit
at fara ein túr til Tjekkíi í
tríggjar vikur í bili. Men so
komu boðini, og so skuldu
vit avstað, sigur Lis.
Av tí at hon er soleiðis
fyri sum hon er, so var hon
eitt lítið sindur >skeptisk<
fyri túrinum, men tað var
alt til onga nyttu.
— Her er heilt ótrúliga
vakurt. Ætlanin var, at vit
skuldu ferðast kring landið
í bussi, men av tí eg sitid í
koyristóli, so góvu tey okk-
um ein bil í fýra dagar, uttan
eykakostnað fyri okkum, og
tað haldi eg er fantasktiskt.
Hava sæð nógv
Av tí at tey hava havt bil í
fýra dagar, so hevur ligið
nokk so vil fyri hjá teimum
at ferðast.
— Vit hava verið runt all-
astaðni í Eysturoynni og
Streymoynni og hava sæð
nógv. Vit kundu hugsað
okkum at komið til Klaks-
víkar, men tað ber ikki til
undir hesum umstødunum,
siga tey bæði.
So tað má bíða til næstu
ferð tey koma til Føroya, tí
tað kundu tey hugsað sær.
— Jú, vit kundu fegin
hugsað okkum at komi aft-
ur. So vit vera noydd til at
fara at spæla við aftur um
Radio Alfa endurtekur
spælið, leggur Lauge flenn-
andi afturat.
Taka ikki hædd
ri koyristólum
að hevur verið sagt og
skrivað nógv um føroysku
ferðavinnuna, bæði av góð-
um og minni góðum, men
hvat siga tey bæði um før-
oysku ferðavinnuna og tæn-
astustødi?
— Á hotellinum er tæn-
astustødi sera høgt, og eg
haldi at føroyingar eru sera
vinarligir, men tað er trupult
at ferðast í Føroyum tå ein
situr í koyristóli.
Tey nevna dømi um at
ætlar ein sær inn å eina
kaffistovu, so eru aloftast
trappur, men eingin rampi
til koyristólar.
Eisini nevna tey toiletum-
stødurnar. Á hvilistødunum,
sum eru ymsastaðni kring
landið eru toilet, men í
flestu stóðum er ikki tíkin
hædd fyri koyristólum.
— Men tað sær tó út til at
vera á veg, sigur Lis.
— Vit komu fram við
tveimum toilettum, sum
vóru gjørd til koyristóla-
brúkarar og tey eru nógv
betri og rúmligari enn tey
eru í Danmark, sigur hon og
leggur afturat:
— Har hava danir nakað
at læra av føroyingum og
verður hetta standardurin,
so sær gott út.
— Men slíkt tekur ofta
langa tíð at útbyggja, tað er
greitt, siga tey bæði.
Harumframt kundu tey
hugsað sær at fleiri skiltir
vóru sett upp í bygdunum,
sum søgdu frá hvar handl-
arnir eru.
— Ein skal leita og hyggja
Nr. 157 — 22. AUGUST 1998
hava havt ein frálíkan túr í
(Mynd- Álvur Haraldsen)
væl á smáplássunum fyri at
finna handlarnar, siga tey
bæði, sum annars eru sera
væl nøgd.
Avstað aftur í dag
Túrurin hjá teimum báðum
hepnu dønunum endar í
dag.
Tey fara avstað aftur til
Tirstrup við flogfarinum hjá
Atlantsflog og so er henda
spennandi ferð at enda
komin.
— Og hetta verður ein túr-
ur, sum vit seint fara at
gloyma, siga tey bæði.
— Veðrið hevur verið við
okkum hesar dagarnar, og
vit hava sæð hvussu vakrar
oyggjar 1år eru, sigur Lauge
og leggur afturat, at tað eru
nógv fólk í Danmark, sum
kundu hugsa sær at sloppið
til Føroya at hildið summ-
arfrí.
Og tað er lítið at ivast í,
at tann umtala, sum Føroyar
og føroyingar fara at fáa frá
teimum báðum, hon verður
ikki negativ, men positiv
við stórum bókstavum.
Sosialurin takkar Lis og
Lauge fyri prátið og ynskir
teimum eina góða ferð aftur
til Danmarkar.