leygardagur 22. august 1998síða 10
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Annfinn Kallsberg, lógmaður:
tíðindablaðið SOSU
Tii Noregs at vitja kong
og fimm ráðharrar
Tað er ikki hvónndagshending, at fóroyskur løgmaður vitjar kong og fimm av
mest týðandi ráðharrunum í einum øðrum landi. Tað ger hann mánadagin, tá
hann byrjar almennu vitjan sína í Noregi
Jan MØLLER
Um sama mundið vitjar
landsstýrismaðurin í olju-
málum eisini í Noregi.
Hann skal m.a. hitta
norska og bretska starvs-
bróðurin . Bæði Anfinn
Kallsberg og Eyðun Elter
skulu vitja á oljupallum í
Norðsjónum og á olju-
framsýning í Stavanger.
Sunnudagin fara Anfinn
Kallsberg, løgmaður og
Eyðun Eltør, landsstyris-
maður á almenna vitjan í
Noregi. Hóast teir báðir fara
úr Føroyum um sama
mundið, so hava teir ymisk
erindi og skulu vitja á ym-
iskum plássum. Tó enda
báðir tveir á stóru altjóða
oljuframsýningini í Sta-
vanger.
til Oslo
Tað er norski forsætisráð-
harrin, sum hevur boðið An-
finni Kallsberg at vitja,
meðan starvsbróðurin,
norski orku- og oljumála-
ráðharrin, Marit Arnstad,
hevur boðið Eyðun Elttør á
vitjan. Innbjóðingin, sum
longu varð ætlað undan-
farna løgmanni, Edmundi
Joensen, sum tá eisini umsat
4
Okkara oljumálaráðharrin, Eyðun Elttør skal m. a. hitta
norska oljumálaráðharran, Marit Arnstad og bretska
oljumálarjáðharran, John B:attle
oljumålini, verdur so ikki
nakað fyrr enn nú.
Tað kann ikki sigast
annað enn, at talan er um
veruliga statsmannavitjan,
hyggja vit at skránni yvir
vitjan løgmans í norska
hevuðsstaðnum mánadagin.
Einki er at ivast í, at hetta
er tann størsti heiðurin, sum
nakrantíð er vístur einum
løgmanni. Og tað sigur
heldur ikki so lítið um
ynskið hjá norðmonnum at
knýta tættari bond við lond-
ini í útnorði, eitt nú Føroyar.
Løgmadur fær nógv at
síggja til í Oslo mánadagin.
Ikki meira enn hevur norska
stjórnin endað fundir sínar
við Arafat og aðrar leiðarar
í Miðeystri, so kemur
Anfinn Kallsberg á vitjan.
Á middegi mánadagin skal
løgmadur í audiens hjá
kongi. Hetta er helst fyrstu
ferð nakrantíð, at ein før-
oyskur løgmaður er gestur
hjá norska konganum.
Seinnapartin gongur tað
so slag í slag. Fyrst gongur
leiðin til umboðsíbúðina hjá
Kjell Magne Bondevig,
forsætisráðharra. Eftir tað
verður stuttur fundur við
pressuna. Haðani gongur
leiðin til olju- og orkumála-
ráðið, har løgmadur hittir
olju- og orkumálaráðharran
Marit Arnstad. Eftir tað skal
hann hitta Peter Angelsen,
fiskimálaráðharra. Síðani
stendur uttanríkisráðharrin
Knut Vollebæk fyri túri, og
um kveldið hittir løgmaður
fimta ráðharran, nevniliga
kommunu- og
regionalráðharran Ragnhild
Haarstad, sum eisini er
vertur við ein døguråa.
Út á oljupall
Eftir henda fyrsta og mest
týðandi dagin á vitjan løg-
mans snýr restin av ferðini
seg mest um olju. Týsdagin
skal løgmaður vitja umborð
á „flaggskipinum“ hjá olju-
felagnum Saga Petroleum,
Snorre oljupallurin, sum
liggur nakað uttan fyri
Bergen. Hetta man helst
verða fyrstu ferð nakrantíð,
at ein føroyskur løgmaður
vitjar umborð á einum olju-
palli til havs. Nú eru olju-
mál løgd til eitt nýtt måls-
øki, men av tí at uttanrik-
ismálini eru málsgkið hjá
løgmanni, og hesi eisini
Annfinn Kallsberg
Nr. 157 — 22. AUGUST 1998
skal bæði hitta Harald Kong og fimm
av norsku ráðharrunum við forsætisráðharranum á odda
fevna um nýggju samvinnu-
møguleikar Føroya við út-
heimin, eitt nú oljuvinnuna,
sær løgmaður tað sum sína
uppgávu eisini at kunna seg
og fylgja væl við á hesum
øki. Eitt øki, sum í fram-
tíðini kann fáa stóran týdn-
ing fyri Føroyar.
Tyskvøldid verður skipað
fyri útferð á Lysefjørdinum,
har tey trý norsku oljufel-
øgini, Statoil, Norsk Hydro
og Saga eru vertir við ein
degurða.
Mikudagin verður løg-
maður á oljumessuni í Sta-
vanger. Hon verður sett
dagin fyri. Ætlanin er at
skipa fyri eini rundferð á
messuni fyri bæði løgmanni
og Eyðun Elttør, landsstýr-
ismanni í oljumálum. Eftir
tað skal hann vitja í olju-
direktoratinum, har fyrr-
verandi fíggjarmálaráðharri
og nú oljustjóri Gunnar
Berge er vertur.
Um kveldið verður løg-
maður hjástaddur á høvuds-
stødini hjá Statoil, har skip-
að verður fyri tað norðmenn
kalla „hageselskab“. Her er
Rolf Magne Larsen, stjóri í
Statoil vertur.
Løgmadur fer aftur til
Føroya hósdagin. Saman
við løgmanni á ferðini eru
Marjun Hanussardóttir, løg-
mansstjóri og Herluf Sig-
valdsson, leiðari á uttanrík-
isdeildini í Tinganesi. Eisini
er Mogens Holm Petersen,
ráðgevi í føroyskum málum
í danska uttanríkisráðnum
við í ferðalagnum.
Eitter eisini í „eldin“
Um somu tíð sum løgmaður
fer til Oslo fer Eyðun Elttør,
landsstýrismaður í olju- og
umhvørvismålum til Ber-
gen. Higani gongur leidin
åt å ein boripallin Vesle-
frigg, sum arbeidir fyri
Statoil. Tvs. at meðan løg-
A myndini sæst Haraldur
Kongur seta eina
oljustevnu
maður skal vitja ein fram-
leiðslupall, so skal Elttør
vitja ein pall, sum leitar eftir
olju.
Eyðun Elttør verður so
eisini við til setanina av
oljumessuni ONS 98, sum
verður týsdagin. Umframt
hann verða eisini fleiri aðrir
olju- og orkumálaráðharrar
við á oljuframsýningini, eitt
nú tann norski, bretski,
danski og tann russiski.
Áhugavert er eisini at bíta
merki í, at amerikanski
varaforsetin Al Gore verður
við á rådstevnuni, sum er
knýtt at messuni.
Tysdagin er avtaladur
fundur millum føroyska og
bretska orkumålarådharran.
Hesin eitur John Battle. Teir
fara helst at umrøda felags
áhugamál, og helst verður
eisini marknatrætan við
England umrødd.
Eyðun Elttør kemur helst
eisini at hitta norska starvs-
bróðurin Marit Arnstad.
Annars er ætlanin at lands-
stýrismaðurin skal luttaka á
ráðstevnuni og annars á
føryska bátinum á framsýn-
ingini. Saman við Eyðun
Elttør eru eisini Herólvur
Joensen, leiðari á Oljufyri-
sitingini, Martin Heinesen,
leiðari av jardfrødissavn-
inum og Alex Buvik, råd-
gevi í umhvørvismålum á
OFS.
Eyðun Elttør fer annars at
fáa úr at gera mikudagin og
hósdagin. Mikudagin skal
hann m.a. vitja Saga og fáa
innlit í trygdar- og til-
búgvingarskipanini hjá fel-
agnum.
Umleið 20 føroyskir lut-
takarar eru á básinum á
ONS. Flogfarið hjá Atlantic
ger leigutúr til messuna, og
eru nærum 80 føroyingar
við.
Stóra altjóða oljufram-
sýningin og ráðsevnan ONS
er annadhvørt ár. Hundr-
aðtals fyritøkur í oljuvinn-
uni kring allan heim luttaka
við øllum hugsandi vørum
og tænastu, sum eru í hesi
vinnu. Evnið á ráðstevuni
hesaferð er m.a. umhvørvi.
Føroysku luttakararnir á
oljumessuni í Stavanger
koma heimaftur fríggja-
kveldið.