leygardagur 22. august 1998síða 11
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 157 — 22. AUGUST 1998
tíðindablaðið SOS
11
Anfinn Kallsberg, lógmaður undan Noregsvitjanini mánadagin:
Høvdu norðmenn verið eins
blidir við okkum sum íslendingar
Tað er ein sannroynd, at íslendingar lata fóroyingum fiskirættindi uttan at fáa stórt afturfyri.
Hetta er tað ein kallar veruligur bróðraandi, og tað kundi verið ynski, at norðmenn vórðu eins
blíðir við okkum sum íslendignar sigur Anfinn Kallsberg, lógmaður, sum tó ikki ætlar sær á nakra
biddaraferð til Noregs mánadagin
Jan Miller
Hann fer harafturímóti t
at tosa um eitt breitt sam-
starvs á øllum økjum. Og
hóast partamaðurin Oli
Breckmann heldur vit
eiga at seta norðmonnum
ávís krøv afturfyri sam-
vinnu á oljugkinum ætlar
løgmadur sær ikki út í
nakran býtishandil
Talan er um eina sera fjøl-
broytta og breiða skrá, tá
løgmadur månamorgunin
byrjar almennu vitjan sina i
Noregi. Løgmadur skal um-
framt at hitta kong, eisini
hava fundir vid ikki færri
enn fimm ráðharrar. Tað er
tí greitt, at talan verður um
at viðgera nógv ymisk
aktuell mál millum Føroyar
og Noreg.
Anfinn Kallsberg sigur
við Sosialin, at tað sær út
til, at tað nú fer at verða
gjørt meira itøkiligt vid
samarbeidid millum lond f
Utnordi og her m.a. millum
Føroyar og Noreg. Hann
vísir á, at tað verða fleiri
fundir í heyst millum lond-
ini, ið miðja móti tí sama -
stórri samvinnu.
Tað er einki dulsmál, at
norðmenn vit at bjóða løg-
manni á vitjan og skipa eina
so rúgvusmikla skrá, ynskja
stórri samvinnu við føroy-
ingar, og her er tað kanska
serliga oljuvinnuna teir
hava í huganum. Eisini tann
sannroynd, at føroyskir
politikarar nú vilja meiri
sjálvstýri frá Danmark, ger
helst, at Noreg sær nýggjar
møguleikar fyri samvinnu
við Føroyar, sum ikki hava
verið troyttir á sama hátt
áður. Eitt nú hevur norski
forsætisráðharrin sagt seg
ynskja stórri samvinnu við
føroyingar.
Ikki altid gott
Tað er so heldur eingin
loyna, at fleiri av floksfel-
øgunum hjá løgmanni hava
funnist harðliga at norð-
monnum, tí teir hava ikki
verið nóg samstarvssinn-
aðir. Nú um dagarnar skriv-
aði formaður fólkafloksins
á tingi, Óli Breckmann í
Dagblaðnum, at løgmaður
eigur at vísa norðmonnum,
at føroyingar eru ónggdir
við samvinnuna higartil, og
at talan verður um ikki at
nakað víðari samstarv á
oljugkinum, um ikki norð-
menn eisini vísa samstarvs-
vilja á fiskivinnuøkinum.
Hvørja viðmerking hevur
løgmaður til hesi úttalilsi,
nú hann er um at verða
ferðabúgvin?
-Ein má nokk siga, at Før-
oyar hava ikki fingið serliga
góðar sømdir frå norð-
monnum, tá ein m.a. hygg-
ur eftir, hvussu góðar sømd-
ir vit hava fingið frá hini
brødratj6dini fyri vestan,
Íslandi. Og tað verður tí
eisini eitt mál, sum ein tekur
upp í slíkum høpi.
Anfinn Kallsberg vísir tó
avgjørt aftur, at hann ætlar
at seta sum krav mótvegis
norðmonnum, at vit skulu
fáa fiskirættindi afturfyri, at
norðmenn vera við í einum
oljusamtarvi. -Tað vit eiga
at fáa burtur úr hesum túr-
inum og víðari er eitt breitt
samarbeiði á bæði fiski-
vinnu“, oljuvinnu- og so
nógvum ødrum økjum. Tað
verður hetta eg fari at leggja
dent á undir fundunum í
Oslo.
Løgmadur vísir á, at tað
er á fiskarføkinum, har teir
mestu trupulleikarnir eru
millum londini. -Vit síggja
m.a., at vit verða skerdir við
fiskidógum við Svalbard
oa. Tað fari eg eisini at taka
upp og vísa á, at vit frá før-
oyskari síðu er ónggdir við
norsku støduna í hesum og
ødrum fiskivinnumålum.
Hann visir å, at vit longu
hava mótmælt tí avgerðini
- uttan at vit tó hava fingið
nakað afturljóð av nøkrum
slag.
Selja og keypa!
Løgmadur vísir avgjørt aft-
ur at tengja saman olju og
fisk. -Eg ætli mær ikki inn í
eitt tjak um at selja „ngkur
serrættindi“ til norskar fyri-
tókur aftur fyri at keypa
nøkur onnur fiskirætiindi.
Eg haldi, at man skal helst
leggja upp til eitt forståilsi
og gott samarbeidi millum
báðar partar, og tað skal
vera galdandi á øllum økj-
um.
Uppá fyrispurning hví tað
hevur verið so torført at fáa
nóg góð viðurskifti millum
londini bæði sigur løgmad-
ur, at tað veit hann ikki
Tað er sjálvandi tað, at
norðmenn hava havt somu
áhugamál sum vit, tá tað
kemur til fiskiskap. Teir
hava so sæð, at teir við at
lata okkum rættindi, skulu
taka tey frá sínum egnu.
Men har hava vit so Ísland
sum fyridømi, ið hevur
verið heilt suverent: har tú
fær fiskirættindi, sum eru
fi
Á ferð síni í Noregi skal løgmadur bæði hitta norska
forsætisráðharran, Kjell Magne Bonnevig og uttanríki-
sráðharran, Knud Vollebæk
TEL. 315900
frá 31. aug. - 2. sept.
SMYRIL LINE
einvegis. Hetta er veruligur
brødraandi, men eg haldi
ikki vit - føroyingar og
norðmenn - nú skulu leggja
eftir hvørjum ødrum men
heldur metast sum norð-
urlendskar bróðratjóðir
Løgmaður dylur ikki fyri,
at hann hevði einki havt
ímóti, at norðmenn vóru
eins blíðir móti føroyingum
sum íslendingar.
Um hesi ynski løgmans
fara at ganga út vil bert tíðin
vísa. Men hann hevur so eitt
einastandandi høvi at gera
vart við tey, nú hann skal
hitta fleiri at teimum mest
týðandi norsku ráðharr-
unum. Og okkurt kundi bent
á, at tað fer at koma nakað
burtur úr, nú tað eru
norðmenn sjálvir, sum hava
lagt upp til vitjanina og sagt
seg vilja hava stórri sam-
starv á eitt nú oljugkinum
he
Kr
KE
*