Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-08-22, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 22. august 1998síða 14

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

14 tíðindablaðið Sosialurin Nr. 157 — 22. AUGUST 1998 ÍTRÓTTUR sosialurin. box 76. 110 tórshavn - tlf 31 18 20 - fax 31 47 20 - teldupost til ítróttin: emil sosialurin.fo XzU.>.Æ Europa Cup-plåss upp å spæl i Runavik Fótbóltur: Dysturin millum NSÍ og KÍ kann gerast rættiliga avgerandi fyri, hvør sleppur út í Europa komandi ár, serliga fyri NSÍ. Getumenn ætla sær at vinna á HB, meðan tað verður talan um lív ella deyð á Sevmyri, har botnliðini TB og Sumba bresta saman. Vælkoyrandi B36-liðið hevur hagtølini við sær móti ÍF, meðan VB og B68 ikki hava tað stóra eftir at spæla um Landskappingin fer í morgin undir sín seinasta triðing, og serliga í tveimum av dystinum kunnu vii rokna við góðum undirhaldi. Oddaliðið HB fer til Gøtu, og har eru teir ofta fyrr komnir illa fyri. Í fjør endaði javnt 1-1, men í 1996 vann GI stórsigur 5-1 (tá Uni Arge gjørði eitt frålikt mál av miðjuni móti sínum núverandi lið- felagar Jens Martin Knudsen). Í 1995 vunnu gøtumenn eisini, hesaferð 2-1, og árið fyri tað var årslitid 4-1 til GI. Dysturin í 1993 endadi 0-0 Bædi lidini skuldu verid rætti- liga væl fyri. Gøtumenn hava havt — og hava — eina strævna skrå, men teir hava nå havt nakrar dagar til at hvila seg eftir Europa Cup- dystin og dystin í Vági Bæði GI og HB høvdu spælarar á vøllinum í Sarajevo mikukvøld- 13, men teir komu heim aftur i gjåramorgun Søren Skov Jørgensen, sum er fluttur aftur á miðjuna at spæla, er framvegis ikki sloppin heilt av við lúskuskaðan, sum plágaði hann nógv í byrjanin: av kapp- ingini, men hann spælir ivaleyst á miðjuni í morgin saman við Paula og Magna Jarnskor HB hevur eisini alt fólkið tøkt, og so kann roknast við, at HB- venjarin lon Geolgau fer at halda seg til teir ellivu, sum hava verið so at siga fastir í ár: Kaj Leo Jo- hannesen, Hans á Lag, Hans Fróði Hansen, Bjarki Mohr (fingið fast pláss fyri Jan Dam), Johannes Jo- ensen, Allan Mørkøre, Rúni Nols- øe, Hallur Danielsen, Jens Erik Rasmussen, Andrew av Fløtum og Såni Fridi Johannesen. Magni å Lakjuni hevur í seinastuni verið í álopinum fyri Andrew, men fugl- firðingurin er í løtuni í ferð við at flyta heim úr Danmark og verður ikki við hesaferð. Sivic grønt ljós B36 hevði eisini fleiri spælarar við í landsdystinum mikukvøldid, og teir byrja ivaleyst allir inni í heimadystinum móti ÍF í morgin. Jens Kristian Hansen og Bjarni Prior vóru leikbannaðir í Sumba, men eru tøkir aftur. Og so kann B36 heilsa venjaranum Tomislav Sivic vælkomnum aftur á vøllin Drúgva leikbannið hjá jugoslav- iska venjaranum er av, og so er spurningurin, um hann velur at byrja inni sjálvur, ella um hann heldur fast við liðið, sum hevur fingið sera góð úrslit, síðani kapp- ingin fór í gongd aftur eftir summ- arsteðgin. Meðan B36 sostatt er fullmann- að fyri fyrstu ferð í fleiri mánaðir, stendur verri til hjá IF. Sum vit hava nevnt fleiri ferðir, verður Torstein Joensen ikki aftur í ár, tí hann hevur brotið beinið. Høgni Hansen fekk reyða kortið móti B68 seinasta vikuskiftið (ti- verri datt tað burturímillum í hag- talssíðuni hjá okkum seinasta týs- dag), og Eyðálvur Petersen fekk sítt triðja gula kort á Toftum og noyðist sostatt eisini at sita uttan- fyri. Venjarin Piotr Krakowski hevur spælt í verjuni fyri Torstein og ger tað allarhelst eisini í morgin. Piotr er eftirhondini blivin 41 ára gam- al, men tað tykist ikki at nerva henda sterka ítróttarmannin, sum klárar væl at fylgja við, hóast tað er heilt stutt síðani, at hann fór at venja aftur. Tað er ilt at siga, hvat Piotr velur at gera fyri at fylla holini eftir Høgna og Eydålv, men eitt gott boð man í øllum førum vera Viggo Johannesen, sum hevur verið inni í 1. deildarhitarum fyrr í i år. Tað var málríkt í fjør, tá B36 vann 8-3 á ÍF í Gundadali. Í 1996 vann havnarliðið 4-0, tá fuglfirð- ingar júst vóru komnir upp úr 2. deild. Í 1994 vann B36 henda dystin 2-1, og árið frammanundan var úrslitið eisini til fyrimuns fyri heimaliðið, ta ferðina 3-1. NSÍ og Kl eru bæði sera skerd Tað stendur nógv upp á spæl, tá klaksvíkingar í morgin fara út í Runavikina. Hjá Kl er tað í fyrsta lagi møguleikin fyri framhaldandi at vera við í FM kappingini, sum stendur uppá spæl, og í øðrum lagi er møguleiki fyri at NSÍ — millum annað við sigri í morgin — kann vinna bronsukrónurnar og harvið atgongdina til UEFA Cup, og gongst tad heilt illa hjå KI, so missa teir rættin til luttøku í euro- peisku steypakappingini. Hetta gera teir, um B36 vinnur FM heit- ið. Sovornar hugsanir gera teir sær norðuri í Klaksvík fyri at vísa á, hvussu týdningarmikið tað er, at teir vinna í morgin. Og í Runavík gera teir sær somu hugsanir. Málið hjá teimum er triðja plássið og harvið fyrsta altjóða luttgkan. Fyri tveimum vikum síðani hevði NSÍ fýra álopsspælarar, sum kappaðust um tvey pláss. Nú hava teir bara ein. Óli Hansen hevur brotið beinið og Mortan Hansen er burturstaddur. Gert Langgaard, sum fram til summarsteðgin gekk við brotnum armi, breyt sama armin í Gundadali móti HB og verður neyvan við aftur í ár. Kristian Høgni Jacobsen noydd- ist út móti HB. Hesa vikuna hevur hann vant fyri seg sjálvan, og hann Lesið eisini ítróttin á Internetinum = www.sosialurin.fo I Fyrr í ár vunnu Heðin á Lakjuni og KÍ 4-1 á NSÍ í Klaksvík, men tað úrslitið fer neyvan at endurtaka seg í morgin verður við í morgin. Sannlíkt er, at Sonni L. Petersen verður í hópinum hesa ferð. Hann er yngri beiggi til Helga L. Peter- sen, sum ikki fer at spæla aftur í ár. Krossbondini í øðrum knænum eru illa skamfílað. Kurt Mørkøre fekk reytt kort móti TB og er leikbannaður. Allan Joensen fekk gult kort og er leik- bannaður. Hann gavst at venja týs- kvøldid, og teir kvíga fyri, at skad- in, sum hevur hildið honum so nógv burtur frá fótbólti, er komin aftur. Jan Joensen, sum fyri tveimum vikum síðani breyt kjálkabeinið, hevur vant alla hesa vikuna og verður við. Harley Bertholdsen er afturkomin úr útlandinum. Tá liðini hittust í Klaksvík fyrr í ár vann KÍ 4-1. NSÍ hevur ikki vunið á heimavølli móti KÍ síðani 1994, tá úrslitið var 2-1. Birgir Jørgensen skal hjálpa Sumba Tað er ein spurningur um lív ella deyð, tá TB og Sumba seinnapart- in í dag tørna saman á Sevmyri. Eydnast tað ikki heimaliðnum at vinna, so eru allar vónir um fram- haldandi tilveru í bestu deildini so at siga burtur, og tapir Sumba, so eru teirra møguleikar at halda seg uppi nógv minkaðir. Sumba hevur tapt sera nógv síð- ani summarfrítíðina. Teir hava brúkt nógvar ungar menn, og teir hava verið plágaðir av leikbann- um. Men nú halda teir seg vera næstan so væl fyri, sum tað ber til. Sambært grein 14 í ásetingun- um (s. 67 í skipanini) er 22. august ella í dag síðsta freist hjá spælar- um at flyta millum føroysk feløg. Í gjár sendi FSF spæliloyvið hjá Birgiri Jørgensen til Sumbiar. Sumbingar hava goldid VB fyri at fåa hann leysan. Sumbingar vænta sær nógv av honum. Í vikuni spældu teir venj- ingardyst á heimavelli móti Royn. Sumba vann 7-4, og Birgir Jørg- ensen skoradi fyra mål. Dånial J. Joensen var leikbann- aður seinast. Hann er við aftur, Savnsmynd: Álvur Haraldsen meðan Georg Kjærbo er leikbann- aður hesa ferð. Jón Lisberg hevur verið til skips, men verður við í morgin, og tað vera Eirikur Joen- sen og Egil Petersen eisini. Hesin seinni var fastur fúsur í 2. deild í fjør, men tað bar honum ikki til at venja fyri summarfrítíðina. Av Tvøroyri frætta vit, at teir trúgva eisini uppá, at tað fer at bera til hjá teimum at yvirliva. Pól F. Joensen, Óli Johannesen og Sasha vóru ikki við í Klaksvík, men teir eru allir tøkir í dag. Dan Mortensen fekk gult kort móti KÍ og er leikbannaður. Tá liðini hittust á Krossinum í Sumba var úrslitið 3-2 til heima- liðið.Tá bæði liðini vóru í 1. deild í 1991, vann TB 4-1 á heimavølli. Lyklaspælarar leikbannaðir Stýðutalvan boðar frá, at hvorki vágbingar ella toftamenn neyvan kunnu rgkka heiðursmerkjaplássi, og tað er lítið sannlíkt, at hesi bæði liðini fara at koma í niðurflyt- ingarvanda. Stødan hjá báðum feløgunum líkist ikki so heilt lítið, tí bæði liðini hava ein av týdningarmikl- astu spælarunum sitandi uttanfyri vegna leikbann, og bæði liðini hava undan vikuskiftinum fingið ein spælara heim úr Danmark at hjálpa sær. Hjá VB er Jón Pauli Olsen leik- bannaður, og teir hava fingið Magna Mohr heim úr Danmark. Hjá B68 er Øssur Hansen leik- bannaður, og teir hava fingið Niels Suna Poulsen heim úr Danmørk at hjálpa sær. Ætlanin var, at Oleif Joensen, sum akkurát er fluttur heim úr Danmørk, skuldi koma inn í verjuna, men undir venjing hevur tað víst seg, at knæskaðin, sum hann fekk stutt undan fráferð úr Aarhus, í fyrsta umfari heldur honum uttanfyri. Tá VB var á Svangaskarði fyrr í summar vann B68 2-1. Í fjør vann VB 3-0 á heimavglli móti B68. Toftamenn hava ikki vunnið á Vágseiði síðani 1993. Tá var úrslitið 2-4. elj/jh