leygardagur 22. august 1998síða 15
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
at
Nr. 157 — 22. AUGUST 1998
tíðindablaðið S082lurfn
Gunnar Dahl-Olsen var rættiliga suverenur í Grand Prix-kappingini, men fær uttan iva harðari kapping í
komandi viku
Statoil Kring Føroyar
verður í næstu viku
Súkkling: Bogi Kristiansen og Rógvi Johansen eru favorittar til-at vinna
kappingina, sum nú verður annað árið á rað
EMiL L. JACOBSEN
Súkklukappingin Statoil
Kring Føroyar verður í døg-
unum frå 26. til 30. august.
Teinarnir verða stórt sæð
teir somu sum í fjør, burt-
ursæð frá, at farið verður til
Sandoynna at koyra einkult-
start í staðin fyri til Vágar-
nar.
Kappingin byrjar við ein-
um stuttum prologi fyri at
finna tann, sum skal hava
bláu føraratroyggjuna (Stat-
oil-troyggjan), og síðani
koma so fýra teinar, ella
etapur, sum tað eisini verður
nevnt.
Tríggir teinar eru samlað-
ur startur — tað merkir, at
súkklararnir byrja ísenn, og
fyrsti maður á mál vinnur
teinin — meðan tveir eru
einkultstartur. Her verður
súkklað ein og ein ímóti
klokkuni, so tann, ið hevur
brúkt minst tíð um teinin,
hevur vunnið tann teinin.
Tann, sum so hevur brúkt
minst tíð um allar fimm
teinarnar, hevur vunnið
Statoil Kring Føroyar 1998.
Kappingin dag um dag
Byrjað verður í Klaksvík
26. august við einum pro-
logi upp á 4,4 km, frá Stat-
oil-stødini norður um Grøn
aból, har vent verður, og
málið verður við Statoil-
støðina
Hósdagin 27 august
verður koyrt í Eysturoynni
frá Norðskála um Eiðis-
skarð til Leirvíkar og síðani
út á Toftir runt Agnið, og
endað verður við fimm um-
fórum runt í Runavík, til-
samans umleið 100 kilo-
metrar.
Fríggjadagin verður eink-
ultstartur koyrdur á Sand-
oynni, fimm ferðir runt
Sandsvatn, tilsamans 30
kilometrar.
Leygardagin verður farið
til Suðuroyar. Byrjað verður
á Drelnesi og koyrt verður
til Sumbiar, áðrenn teir enda
í Vági, úilsamans umleið 55
kilometrar.
Og síðsta dagin, sunnu-
dagin tann 30. august, verð-
ur koyrt úr Tjørnuvik til
Vestmanna og sidani til
Havnar, har endað verður
við 10 umførum á teininum
R.C. Effersøesgøta, Bøkj-
arabrekka, Niels Finsens-
gøta og Hoydalsvegur, um-
leið 110 kilometrar.
Felags fyri allar teinarnar
er, at málið verður við Stat-
oil-stødina á staðnum, og í
Bogi Kristiansen vann
Statoil Kring Føroyar í
fjør og er millum
favorittarhar aftur i år
sambandi vid hetta verða
ymisk tiltøk á Statoil-stød-
unum.
Bogi og Rógvi
eru favorittar
Væntandi verða umleið 15
luttakarar við til Statoil
Kring Føroyar.
Av hesum mugu Bogi
Kristiansen og Rógvi Jo-
hansen metast sum greidir
favorittar.
Teir hava f summar roynt
seg i útlendskum kapping-
um og hava fingið sera góð
úrslit, og sum heild mugu
teir metast at vera eitt sindur
betur fyri enn hinir.
Men eisini Gunnar Dahl-
Olsen, sum var rættiliga su-
verenur í Grand Prix
15
Statoil
Kring Føroyar
1997
Mikudagur 26. august
Prologur:
Klaksvik
Kapping byrjar kl. 18.15
Hosdagur 27. august
I. teinur:
Norðskála-Leirvík-Runavík
Teinur byrjar kl. 16.00
Fríggjadagur 28. august
2. teinur:
Sandur (einkultstartur)
Teinur byrjar kl. 17.00
Leygardagur 29. august
3. teinur:
Tvøroyri-Sumba-Vågur
Teinur byrjar kl. 12.00
Sunnudagur 30. august
4. teinur:
Tjørnuvik-Vestmarna-Torshavn
Teinur byrjar kl. 14.00
stevnukappingunum (har
hvørki Bogi ella ROgvi lut
tóku) , kann blanda seg upp
í oddastríðið
I kappingini í fjør vann
Rógvi Johansen báðar eink-
ultstartirnar, sum eisini er
hansara sterkasta síða, með-
an Bogi Kristiansen vann
teinarnar í Eysturoynni og í
Suðuroy
Seinasta teinin frå Tjørn-
uvík til Havnar vann Gunn-
ar Dahl-Olsen.
Í Eysturoynni og Streym-
oynni verður koyrt gjøgnum
åvikavist Leirvíkstunnilin
og Kollafjarðartunnilin, tí í
hesum bergholunum er ljós.
Einki ljós er í nýggja
sumbiarbergholinum, og tí
verður koyrt niðan á Hestin,
og er hetta ein tann harðasti
teinurin í allari kappi
Sum nakað nýtt er eisimi
ætlanin at koyra oman í
bygdina í Sumba. Tað
gjørdu teir ikki í fjør
Og eisini til seinasta tein-
in í Havn er leiðin broytt
eitt sindur. Málið er við
Statoil-stødina í Gundadali,
og súkklararnir koyra R.C
Effersøesgøta-Bøkjara
brekka-Niels Finsensgøta
Hoydalsvegur — altso i
sjålvum hjartanum av høv-
uðsstaðnum, so her liggur
væl fyri hjá fólki at hyggja
at, tå føroyska útgávan av
Tour de France fer at lida
móti endanum