leygardagur 22. august 1998síða 16
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
DAGFINN OLSEN
MYNDIR: JONHARD
HAMMER
Axel Tórgarð er kendur
mentamaður. Hann hevur
verið prestur og hevur
skrivað bøkur og kendir eru
sangir hansara, ið ofta eru
rámandi og skemtiligir. Eis-
ini hevur Axel Tórgarð við
hepnari hond flutt ymiskar
bókmentir og sjónleikir yvir
í føroyskt mál. Seinnu árini,
nú hann er farin frá, hevur
hann havt betri stundir og
eru td. fleiri av griksku
klassikarunum latnir í før-
yy skan búna
Barnaárini í Kvívík
Axel og konan Margreta
eiga trý børn, ið við gleði
tíðindablaðið SOSU
Minum hjá Axei Og
Øll trý spæla sjónleik:
Mamman fekk
Nr. 157 — 22. AUGUST 1998
Margretu í Hornabø. Sjónleikur hevur altíð staðið familjuni nær
tey at spæla
Systkini Súsanna, Ria og Hans Tórgarð fåast øll við sjónleik og tey eru samd
um, at tað er mammuni fyri at takka. Tó hevur pápin sjálvsagt eisini gjørt
sítt. Td. bakaði hann einaferð allar pannukøkurnar til pannukókuhúsið, tá
minnast aftur á barnaárini í
Kvívík, har pápin var prest-
ur. Men heldur serstakt er
tað, at øll systkini hava stór-
an alsk til sjónleik og at tey
eru sera virkin og hava
skeið og útbúgvingar á øki-
num. Eisini hava tey, meira
og minni, øll valt hetta sum
yrki
Axel og Margreta Tór-
garð búgva nú í Havn og í
hugnaligu húsum teirra
hittu vit Súsonnu, Riu og
Hans Tórgarð. Súsonnu og
Riu hava vit nú í mong år
sæð sum leikarar í Grímu
og Hans kevur eisini verið
við har. Hann ger seg nú
lidnan við sjónleikaútbúgv-
ing sína í Finnlandi og hev-
ur hann júst framført leik
sín um Van Gogh, ið hann
hevur skrivað sum liður í
útbúgvingini. Leikurin hev-
ur verid væl vitjadur og
nógv umrøddur. Tá eg trini
innar, situr Axel við telduna,
Margreta ger kaffi og Hans
bíðar mær í stovuni. Løtu
børnini leiktu sjónleikin Hans og Greta
seinni koma eisini Súsanna
og Ria. Men hví hava Sús-
anna, Ria og Hans so stóran
áhuga fyri sjónleiki?
Í Kvívík var ríkt sjónleik-
aliv og hetta setti óivað dám
á barnaárini. Fólk úr gllum
landinum fór til Kvívíkar at
síggja sjónleik. - Eg var av-
loysari, tå Bør Børson varð
spældur. Eg avloysti eina,
sum var 70 år og eg var 17
år, minnist Ria, sum eitt
sindur errin leggur afturat,
at so slapp hon eisini inn at
bukka saman vid Ola Kurt
Hansen. - Men tad byrjadi
langt áðrenn hjá Riu og
mær, sigur Súsanna. - Vit
eru so javngamlar, so ringt
er at samanbera við Hans,
eru tey samd um.
- Vit hava spælt sjónleik,
so langt eg kann minnast.
Vit spældu Hans og Gretu
til ein fødingardag, tað var
uppi á loftinum og har vóru
góðar umstødur. Gott pláss
og so málaðu vit pappkassar
til leiktjóld, greiða Ria og
Súsanna frá, meðan Ria sig-
ur okkum sín leiklut, sum
hon enn minnist orðarætt.
Mamman fekk
tey í gongd
- Mamma er tann, sum hev-
ur vant sjónleik við okkum
og børnunum í Kvívík, sig-
ur Súsanna og Ria og Hans
taka undir við, at tað er
mamman, ið hevur fingið
tey í gongd.
- Síðani spældu vit Øsk-
uffu og vit høvdu kvøld-
setur. Og so var tad jå Ung-
mannafelagid. Vit savnaðu
okkum pening, so vit kundu
keypa eitt stereoanlegg og
so høvdu vit dans og spældu
sjónleik. Tá var tað eisini
Mamma, ið vandi við okk-
um, teskaði og bílegði leikir