Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-08-25, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 25. august 1998síða 3

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 158 — 25. AUGUST 1998 tíðindablaðið SOSTAMNFN 3 John stevnt John Petersen, landsstýrismaður hevur stevnt blaðstjór- anum á Oyggjatíðindum fyri ærumeiðing Enn einaferð hevur skrivingin hjá blað- stjóranum á Oyggjatíðindum givið hon- um eina stevning um hálsin NICLAS JOHANNESEN Í gjár stevndi John Petersen, landsstýrismaður í fiski- vinnumálum, Dan Klein, blaðstjóra á Oyggjatíðind- um, fyri ærumeiðing. Í kunningarskrivinum til fjøl- miðlarnar verður ikki til- skilað, hvat Oyggjatíðindi hava skrivað, sum hevur ær- umeitt, men á øllum brøgd- um skilst, at tað snýr seg um forsíðugreinina í blað- num seinasta mikudag. Í stuttari viðmerking við Sosialin sigur John Peter- sen, at Dan Klein altíð hev- ur verið úti eftir sær, men at hann ongantíð hevur hirt at svara einum slíkum manni aftur. — Men nú tá tað gongur út yvir familjuna og børnini, so havi eg skyldu til at gera nakað við málið, sigur John Petersen, sum annars ikki ynskir at siga meira um stevningina. Lesandi fóroyingar í Danmark: SVEINUR TRÓNDARSON Tað er hugaligt at fara undir lesnað. Eitt mál er sett fyri framtíðina og tann lesandi veit, at um trý, fýra ella fimm ár, ja - so er liðugt og útbúgving- in komin undir land. Men hjá nógvum teirra, sum í ár hava ætlað sær at byrjað at lesa, sær ikki so gott út, sum tey sjálvi kundu hugsað sær. Bústaðarneyðin millum lesandi í eitt nú Danmark er ógvuliga stór. Danska stjórnin hevur sett sær fyri, at so nógv sum tilber skulu sleppa inn á útbúgvingarstgðini, men teir hava ikki sam- stundis syrgt fyri at gera nóg nógvar lestrarbústað- ir. Og tá bústaðir, so at siga, ikki hanga á trødunum í eitt nú Keypmannahavn og Álborg, so er lítið at gera hjá avvarandi myndugleik- unum. Teir fáa ikki givið teim lesandi nakað at búgva í. Katrin Gaard, formaður í MFS, sigur at tað er eitt øgi- ligt skil. — Stødan er tann, at 95 prosent av teimum, sum hava sekt í gjøgnum Centr- alindstillingsudvalget, hava fingið avslag. — Eg læs fyri kortum, at tað mangla 11 túsund bú- staðir í Danmark og tað er ikki nakað, sum ein kann gera nakað við frá degi til dag. Katrin Gaard sigur, at MFS fyri at hjálpa hevur gjørt eina bústaðarávísing. — Her kunnu tey lesandi skriva seg upp og so gera Hava trupult at fáa nakað at búgva í Bústaðarstóðan hjá teimum, sum hava ætlað sær undir lestur, er kaotisk. Í Danmark eru ikki í nær námind nóg mikið av lestrarbústaðum til øll tey, sum verða tikin inn á útbúgvingarstovnarnar. Keypmannahavn og Álborg eru burturav ringast fyri vit tað vit kunna fyri at útvega teimum okkurt at búgva í. Katrin sigur, at tað er greitt fyri MFS, at tey verri enn so kunnu hjalpa øllum, men kunnu tey hjálpa onkrum, so er tað eisini gott. — Tað allar ringasta, sum kann henda er, at tey, sum skulu undir lestur nú, avlýsa av tí, at tey einki fáa at búgva í. Men tað er ikki torført at skilja hóast alt, sigur hon. MFS roynir at fylgja við støduni so væl, sum nú einaferð er møguligt, men tad er samstundis greitt, at tad er rættuliga avmarkad hvat MFS kann gera i hesum måli, tå til stykkis kemur, sigur Katr- in Gaard at enda. GÍ skipar fyri: Jolasølustevnu | FótbóltsP? a Kambsdali Í døgunum 3. til 6. desember skip- ar Gøtu Ítróttar- felag fyri stórari jJålasølustevnu i ítróttarhóllini á Kambsdali SVEINUR TRÓNDARSON Tað er dýrt at reka eitt ítr- óttarfelag. Tí verður av øllum alvi roynt at skipa soleiðis fyri, at nóg mikið av peningi er til taks á ein ella annan hátt. Leikararnir hava lýsingar á leikbúnunum, men av tí at lýsaramarknaðurin í Før- oyum er rættuliga avmark- aður, so má eisini roynast á annan hátt og her koma søl- ustevnurnar inn í myndina. Og tað eru ikki so fáar sølustevnur kring landið tá hugsa verður um støddina á landið okkara. Fyrstu dagarnar í des- ember mánað fer GÍ at royna seg við eini stórari jólasglustevnu í høllini á Kambsdali. rrrTCITCCC PI PDS PS 3. til 6. desember skipar GÍ fyri jólasólustevnu á Kambsdali Ætlanin við hesi stevnuni er at geva fyritøkum og ødr- um kring landið møguleika at sýna fram verur og tæn- astur, sigur GÍ í tíðinda- skrivi. Fyrireikingarnar til stevn- una eru longu byrjaðar og ætlanin er at gera eina stevnu hatr framsýnarar og undirhald verður í einum sera væl fyrireikaðum um- hvørvi. At stevnan verður fyrsta vikuskiftid f desember mån- að ger, at stórur dentur verð- ur lagdur á jólini, sum tá bert eru tríggjar vikur burt- ur. Fyritgkurnar fara at sýna + EA fram jólastás, jólagávur og annað, sum hevur samband við jólini, meðan keyparar- nir fáa tann einastandandi møguleikan, at avgreiða stóran part av jólakeypinum á einum stað - tað er ikki so vanligt í Eysturoynni. Umframt mótasýningar verður ymiskt forkunnugt undirhald fyri bæði stór og smá. Av tí at jólini tá eru fyri framman verður eisini undirhaldi merkt av tí. Enn er eingin tekningar- freist ásett fyri framsýnar- arnar, men áhugin er sera stórur, sigur Peter Holm, sum er ein av fyrireikarun- um av framsýningini Í samband við landsdystirnar Føroyar-Litava 10/10 og Føroyar-Skotland 14/10, hava vit hesi sera góðu tilboð: Føroya KS SANSIR - TEL 355 355 tet Føroyar - Vilnius - Føroyar 7/10-10/10 Fyri hvønn å dupultkamari Fyri hvønn å einkultkamari Føroyar - Vilnius - Aberdeen - Føroyar 7/10-14/10 Fyri hvønn i dupultkamari å hotel i bådum stødum Fyri hvønn i dupultkamari å hotel i á og í en 15/10 atio Hotel 3/5 fólk Triggir tiknir vid kenning Triggir mans vóru tiknir fyri rúsdrekk- akoyring um viku- skiftið. Tveir í Klaksvík og ein í Vágum SVEINUR TRÓNDARSON Løgreglan í Klaksvík tók um vikuskiftið tveir bilfør- arar fyri at koyra rúsdrekk- akoyring. Annar varð tikin fríggja- kveldið. Hann var tíkin í eini vanligari ferðslukann- ing. Hin var tíkin leygar- kveldið. Hann var farin í bilinum, men tað var heldur torført at halda bilin á vegn- um í tí stóðu hann var og tí rendi hann í ein garð á Sel- heygsgøtu í Klaksvík. Løgreglan kom á staðið og tá teir fingu illgruna um at maðurin koyrdi við kenn- ing var blóðroynd tikin av honum. Stevna var í Sandavági leygardagin, men hóast tað so gekk alt fridarliga fyri seg. Ein maður var sovnað- ur mitt á vegnum, men løg- reglumenninir, sum komu á staðið fingu hann aftur á beinini. Leygarkvgldið var ein bilførari tikin fyri at koyra við kenning í Vágum, men afturat tí hendi einki annað. kr. 4.150,- kr. 4.670,- kr. 6.210,- kr. 5.800,- kr. 2.990,- kr. 2.690,- (Eykagjald fyri einkultkamar) (Ferdaavgjøld ikki iroknað') Íroknað prisin er: Ferdin og uppi- hald á hotel/ íbúð á dupultkamari við morgunmati og atgongumerki til fótbóltsdyst- irnar. (4) Atlantic Airways Tlf. 333700 Fax 333380