týsdagur 25. august 1998síða 4
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
4
tíðindablaðið S0Sjalurir
Nr. 158 — 25. AUGUST 1998
Til arbeiðis í summarfrítíðini:
Elin Smith og Eivindur í Gongini
ganga á myndaskúla í Danmark. Tey
hava ikki spilt tíðina burtur í summ-
arfrítíðini, men hava arbeitt við lista-
framsýningini, sum letur upp miku-
dagin
DAaGNY JOENSEN
ÁLVUR HARALDSEN
í ístafólkini hava so mikið
nógv at bjóða fram, at báðar
hæddir í Smiðjuni eru tiknar
í brúk. Tilsamans eru einar
50 myndir, harav Elin eigur
tær 20 og Eivindur 30 verk
Mikudagin 26. august kl
14 er fernisering, har øll eru
vælkomin inn á gólvið, men
annars er listaframsýningin
pin til og við sunnudeg-
num 30. august, allar dagar
frá kl. 14 - 19
Eilin Smith og Eivindur í
gongini ganga bæði á >Bill-
edskolen> í Keypmanna-
navn
Hetta er privatskuli, men
krevst, at næmingarnir
skulu til standa eina upp-
tøkuroynd, sum er at sýna
fram eini 20 listaverk, fyri
at sleppa inn
Stuttlig framsýning
Framsýningin er stuttliga
sett saman við motivum úr
barnaumhvervinum hjá Ei-
vindi úr Gongini í Havn og
í miðbýnum, við meira lit-
føgru dadaistisku verkunum
hjá Elini, tó at onkur mynd
er ekspressionistisk. Eisini
er ein deild hjá listakvinn-
uni grafisk verk, sum hon
gjørdi áðrenn hon slapp inn
á skúlan. Hesar myndir vóru
samstundis atgongumerkið
at sleppa á myndaskúlan,
har 80 næmingar eru, og har
lærarar, sum hava gingið á
Listaakademinum og gðr-
um hægri lærustovnum
undirvísa
Elin er 34 ára gomul og
gekk á listahåskula í Hol-
bæk. Tá hesin skúlin varð
liðugur, sýndi hon fram ú
Føroyahåsinum, við so
góðum úrsliti, at hon fekk
dirvi og árræði at halda
fram
Eivindur hevði blómu-
handil í Havn eitt manna-
minni áðrenn hann fór at
tekna og mála. Hann hevur
havt nógvar framsýningar
seinastu árini
Elin gav skúlanum
Tað var Elin sum eggjaði
honum at fara á myndskúl-
an, men hann helt seg verða
ov gamlan
Tá eitt pláss á skúlanum
var leyst í fjør, ringdi skúlin
til hansara, og bjóðaðu hon-
um til upptøkuroynd, og Ei-
vindur tók av. Hann hevdi
tá júst havt framsýning í
Keypmannahavn, og hevði
tí verk síni nærindis.
Elin og Eivindur
í Smiðjuni
— Eg keypti mær stutt sagt
ein flogferðaseðil og fór av-
stað, men eg væntaði als
ikki at sleppa inn á skúlan,
sigur Eivindur.
Hann slapp kortini inn og
hevur nú saman við Elini
gingið fyrsta árið á skúla-
num. Um stutta tíð fara tey
bæði aftur til Keypmanna-
havnar, har næsta og sein-
asta skúlaár byrjar.
Tá tey bæði verða spurd,
hvønn listarætning tey hava
valt sær, sigur Elin, at hon
er dadaistur. Tað merkir at
hon er søkjandi listafólk,
sum ikki enn hevur valt sær
ávísa listakós.
— Skúlin vit ganga á, er
ikki listaskúli burturav. Vit
læra handverkið og tað, sum
liggur aftanfyri listaverk,
eitt nú litir ljós o.a.. Í fjør
lærdu vit tekning, mynda-
høgging og at arbeiða við
málningum, sigur Elin
Smith.
Eivindur sigur, at hjá hon-
um er einki at ivast í: Hann
er naturalistur.
Undirvísingin í fjør hevur
snúð seg um bundnar upp-
gávur, men komandi árið
skal gera av, hvussu fram-
tíðin verður. Tá fara næm“
ingarnir at arbeiða meira
frítt, fyri at finna útav, hvar
listarliga styrki teirra ligg-
ur.
Elin ætlar sær víðari
Enn er framtíðin tó ikki
skrásett, men Elin sigur, at
hon ikki kann lata vera við
at mála, og at hon kundi
hugsað sær at hildið fram á
Listaakademinum.
Eivindur ætlar sær heim-
aftur eftir lokna útbúgv-
ing.Tó kundi hann hugsað
frálæru, so hann kundi und-
irvíst, tá hann kemur heim-
aftur. Ivasamt er um hann
fer at arbeiða sum listamað-
ur burturav.
— Eg kundi eisini hugsað
mær at stovna gallerí, sum
skal vera fyri øll listafólk.
Eivindur er gamal handils-
maður, og heldur, at tað
hevði verið stuttligt at skipa
ymisk tiltgk, sum kundu
virka skapandi í umhvørvi-
num, har hann býr í Havn.
sær at fingið pedagogiska
— Eg eri nú 54 ára gamal,
og helt, at lívið hjá mær
varð steðgað upp. Eg fekk
við hesum høvi eitt nytt lív
og aðrar møguleikar, og
havi fingið innlit í annan
heim, sigur Eivindur, og El-
in samtykkir. Tey gleða seg
at lata framsýningina upp,
og síðan at fara aftur í
skúla.
Eivindur í Gongini og Elin
Smith framsýna í Smidjuni
hesa vikuna, undir hvør
sínari mynd.
Uppskotið til mynda-
mannin eiga listafólkini:
Tey fingu hugskotið at
herma eftir einglunum hjá
Rafael, kenda listamanni-
num sum livdi í Italia
1483-1520.
Jenis av Rana, tingmaður:
Øll eiga æruna av
at tað gongur framå
— Veruleikin er at tey, sum mistu húsini, hava goldið sín part fyri at bankin í
dag hevur stórt yvirskot, eins og Landskassin fær skattapening frå Føroya
Banka. Tí hava vit skyldu at hjálpa teimum, sum komu illa fyri orsakað av
kreppuni, sigur tingmaðurin
DAGNY JOENSEN
Nú avtalan millum Dan-
mark og Føroya er fingin í
lag og Føroya Banki aftur
hevur skrivað sethúsavirðið
upp, eiga viðurskiftini hjá
teimum, sum mistu húsini
orsakað av arbeiðsloysi og
stórari sethúsaskuld, at
verða tíkin til viðgerð.
Tað heldur Jenis av Rana,
tingmaður í Miðflokkinum,
sum í næstum fer at seta
fyrispurning í tinginum til
landsstýrismannin í fíggj-
armálum.
Jenis av Rana veit ikki,
hvussu nógv fólk komu í
klemmu, men heldur, at øll
kenna vit familjur, sum eru
í tí stóðu, at tey mistu húsini
og nú sita við stórari skuld,
og tí ikki hava møguleikar
at fóta sær aftur.
— Hesi fólk vóru við til at
bjarga bankanum. Hóast
onnur hava yvirtikið sethús-
ini, so gjalda tey framvegis
gamla sethúsaskuld. Nú
virðið í sethúsum er upp-
skrivað, fáa nýggju sethúsa-
eigararnir gagn av virði-
num, sigur Jenis av Rana.
— Av tí at bankin eigur ov-
míkið av peningi, kundi
hann saman við Landsstýr-
inum, sum eigur bankan,
verið við til at bóta um stød-
una hjá fyrrverandi sethúsa-
eigafarum, sigur tingmad-
urin.
Hann hevur ofta fingið
stungið í næsarnar, at fólk
hava sjálvi skylduna av at
tey komu í fíggjarligt Gføri,
av tí at tey livdu yvir evnir,
og nevnir líknilsið um mis-
kunnsama samariubúgvan,
har tveir fóru framvið uttan
aí geva honum gætur, men
tann triði fór honum til
hjálpar:
Ikki spurningur
um sek og ósek
— Vit tosa um sek og ósek í
hesum máli, men veruleik-
in er, at hesir sethúsaeigarar
vóru við til at bjarga bank-
anum, og eiga ein part av
æruni fyri, at hann í dag
hevur stórt yvirskot.
— Tað er beiskt hjá teim-
um, sum mistu húsini, at
verða vitni til, at onnur fáa
gleði av uppskrivingini av
húsavirðinum, sum tey ið
mistu, enn gjalda til, hóast
tey einki fáa eftirgivið, sigur
Jenis av Rana.
Hann heldur, at tað er um-
ráðandi - um ikki annað -
so av sosialum orsøkum, at
tey sum vóru heppin og
kundu varðveita sethús síni,
hjálpa teimum sum ikki
sluppu so væl frá kreppuni.
— Øll høvdu ikki somu
møguleikar at livbjarga sær
Bankin átti at niðurfryst
tann partin av sethúsavirði-
num, sum hann avskrivaði,
heldur Jenis av Rana
undir kreppuni, og tí er tað
skylda okkara at hjálpa
teimum, sigur Jenis av
Rana.