týsdagur 25. august 1998síða 17
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 158 — 25. AUGUST 1998
Dam fylgir væl við
ítróttar
GÍ-liðskiparin Magni Jarnskor er sloppin framvið Rúna Nolsøe hjá HB, men Hans á Lag er klårur. John Heri
B-sigur í jøvnum
SÁ SG KU
Mynd: Terji Nielsen
og undirhaldandi dysti
Fótbóltur: Seinastu mongu árini hava gøtumenn havt eitt sera gott tak á HB í
Serpigerði, men fyri fyrstu í seks år megnadi HB at basa GÍ á útivglli
TERII NIELSEN
Millum ár og dag hava
nógvir góðir dystir verið
leiktir millum GI og HB,
bæði í Serpigerði og í Gun-
dadali. Dysturin sunnudag-
in varð heldur einki undan-
tak uttan so, at tað hesaferð
vóru havnarmenninir, sum
vóru við yvirlutan.
Getumenn
tíðliga skerdir
Tað sást beinanvegin í dyst-
inum, at liðini høvdu stóra
virðing fyri hvørjum ødr-
um. Ferðin var ikki tann
øgiliga fyrstu løtuna, og
ansingarnar vóru bæði
neyvar og tættar.
Gestirnir løgdu heldur
bragdligari fyri, og tað
mesta av uppspælinum hjá
oddaliðnum í fyrra hálvleiki
fór gjógnum vintstru síðu
hjá Bjarka Mohr og John
Heri Dam, sum hesaferð
fekk møguleikan í staðin
fyri Hall Danielsen. Tað
spurdust tó ógvuliga fáar
vandamiklar stødur burtur
úr hesum.
Tá ið bert seks minuttir
vóru leiktir av dystinum,
blivu gøtumenn nakað
skerdir, tí at sterki veteran-
urin í verjuni, Símun P. Just-
inussen, noyddist av vøll-
inum við skaða. Hetta førdi
við sær, at Gl-venjarin, Jo-
han Nielsen, var noyddur at
umskipa liðið hjá sær, so-
leiðis at danin Søren Skov
Jørgensen, ið annars fyri tað
mesta hevur leikt í álopin-
um, spældi restina av dyst-
inum á aftasta plássi. Hetta
kom hann væl frá. Mið-
skeiðis í seinna hálvleiki
noyddist ein annar verju-
leikari hjá GI, Poul Enni-
garð, eisini av vellinum við
skaða eftir eina ordiliga
mannfólkatakling á miðjum
velli.
Ikki vóru leiktir meira
enn 13 minuttir, tá ið gest-
irnir løgdu seg á odda. An-
drew av Fløtum fekk bóltin
heilt úti í høgra borði, hann
spældi stutt til Allan Mørk-
øre, og landliðsveteranurin,
sum fekk rættiliga nógv
pláss, smekkaði til úr 30
metra fjarstødu umvegis
handaru stong og í málið,
og so var 1-0 til gestirnar.
Eitt sera gott mál.
Tað vóru ikki teir heilt
stóru målmøguleikarnir í
dystinum, men ein tann
størsta fingu gøtumenn
beint fyri hålvleik, tå ið
Henning Jarnskor bleiv
spældur leysur við Kaj Leo
í HB-målinum, men skotið
hjá Henningi brast í tvør-
stongina, og so kundi odda-
liðið fara til hálvleik við
leiðsluni.
Meiri ferð á
í seinna hálvleiki
Seinni hálvleikur var tann
betri í Gøtu sunnudagin.
Ferðin á dystinum vaks
munandi eftir hálvleiks-
steðgin, serliga tí at gøtu-
menn tóktust at hava fingið
nøkur borgarlig orð frá
venjaranum í hálvleikinum.
Tá ið ein knappur tími var
leiktur av dystinum, fingu
gøtumenn eitt uppiborið út-
javnandi mál. Eitt Gl-fri-
spark heilt frammi í høgra
horni bleiv spælt stutt til
Paula Jarnskor, og komin
nakað inn í brotsteigin hjá
havnarmonnum bleiv hann
rendur um koll, og dómarin
Lassin Isaksen, sum hevdi
ein av sínum betri dógum,
ivadist ikki og dømdi brots-
spark. Hetta setti tann yngsti
av Jarnskor-brødrunum,
Henning, ósvikaliga trygt í
netid, og so var 1-1.
Eftir útjavnandi málið
gekk leikur rættiliga javnt
á, men framvegis spurdust
ikki teir stóru møguleikarnir
burturúr. Ikki fyrr enn 12
minuttir vóru eftir at leika,
fingu gøtumenn, ið høvdu
teir flestu, ein rættiliga stór-
an møguleika, tå ið ungi
evnaríki Súni Olsen streyk
avstað í høgra borði. Hann
slapp heilt inn í brotsteigin
hjá HB, men skotroyndin
hjá Súna fór beint fram við
málinum. Eftir hétta mundu
tey flestu helsi vænta, at
dysturin fór at enda 1-1,
men so varð ikki.
Bert níggju minuttir vóru
eftir at leika, tá ið fríspark
verður gjørt móti Sina
Fríða Johannesen beint utt-
an fyri brotsteigin hjá GI,
stutt frá baklinjuni í vinstru
síðu. Rói Árting trilladi frí-
sparkið stutt til Allan Mørk-
øre, sum langaði til ímóti
málinum, og eftir at Sun-
vard hevði hálvbjargað
skotroyndini, eydnaðist tað
Johannes Joensen at stinga
tánna fram og pota bóltin í
málið. Hetta tók fullkomi-
liga broddin av gøtumonn-
um, og síðstu minuttirnar
gjørdist spælið eisini rætti-
liga tilvildarligt.
Gl-ararnir royndu at
sparka bóltin fram, meðan
HB'atnir fyrst og fremst
hugsaðu um sínar verju-
skyldur. Hóast hetta, so
eydnaðist tað gestunum at
fáa enn eitt mál, tá ið farið
var út um vanligu leiktíðina.
Eftir eitt hornaspark úr
høgru síðu hálvbjargaði
Sunvard Joensen eini skot-
roynd frá Halli Danielsen,
men Súni Fríði Johannesen,
sum annars var rættiliga
darvaður av búkilsku, var
knappur og sendi ripostin í
netið til endaligu støðuna 3-
I til oddaliðið HB.
Kundi farið
báðar vegir
Sigurin hjá HB var kanska
eitt sindur heppin, tí at dyst-
urin kundi farið báðar vegir.
Gøtumenn høvdu teir størru
målmøguleikarnar, medan
HB-ararnir vóru eitt sindur
meiri ågrytnari og høvdu
bóltin mest.
HB hevur, eftir úrslitini
hetta vikuskifti, styrkt sær
um oddasessin, og við sjey
stiga leiðslu og bert fimm
umførum eftir at leika verða
teir truplir at fáa fatur á aft-
ur.
17
VB stilar
eftir toto-
luttøku
Fótbóltur: Vågbingar vunnu
dystin móti B68 vesturi á Eiðinum
sunnudagin, og nú satsar VB upp
á Intertoto-kappingina næsta ár
VB hevur nú sett nøsina
fram móti enn eini lut-
tóku í Intertoto-kapping-
ini. Nýggi venjarin
Krzystof Popczynski
hevur eisini roynst sera
væl sum spælari, og tað
hevur havt við sær, at VB
nú bert er tvey stig frá
NSI og fjórða plássinum,
sum i løtuni gevur at-
gongd til toto-kapping-
ina, sum VB var vid i fyrr
í summar.
Sunnudagin var B68 í
Vági. Bæði liðini væru
skerd við tað, at Øssur
Hansen var leikbannaður
hjá toftamonnum, meðan
Jón Pauli Olsen hjá VB
eisini sat uttanfyri við
trimum kortum.
Men tað vísti seg rætti-
liga skjótt, at saknurin
hjá B68 var stórri. Tað
sást, at Øssur Hansen
hevur sera stóran týdning
fyri toftaliðið, meðan VB
stilladi upp við tímum
áleyparum, hóast Jón
Pauli Olsen ikki var við!
Krzystof Popczynski
var fremstur, og afturat
sær hevði hann Milan
Culjic og John Eystberg,
sum báðir vóru rættiliga
offensivir. VB hevur ikki
fyrr roynt hesa uppstill-
ingina, men tað var neyð-
ugt við broytingum, nú
teir vóru skerdir, og tað
riggaði eisini væl.
VB tók leiðsluna, tá
eini 20 minuttir vóru
spældir. Teir fingu horna-
spark, og eftir eina inn-
vanda kombinatión end-
aði tað við, at Magni
Mohr kundi seta bóltin í
kassan til 1-0.
Fimm minuttir áðrenn
hålvleik økti Milan Cul-
jic, eftir at Popczynski
var farin framvið eini
trimum toftamonnum úti
í vinstra borði. Hann
sendi móti handaru
stong, og jugoslaviski
miðvallarin, ið spældi
sum hálvur áleypari
sunnudagin, tveitti seg
fram og heilfluktaði bólt-
in, sum fór á tvørstongina
og í mál. Sera vakurt, og
2-0 til VB.
B68 hevði ikki nógv at
bjóða uppá í fyrra hálv
leiki. Í spæli gekk javnt
á, men tað var heimalið-
ið, sum hevði flestu
kjansirnar.
Nærmast við at skora
áðrenn steðgin var B68,
tá Jákup Djurhuus fekk
snittað eitt hornaspark
móti málinum, men
Bjarni Johansen fekk vart
fyri. Onkrir av tofta-
monnunum vildu vera
við, at bólturin hevði ver-
ið innan fyri målstrikuna,
men tí fingu teir ikki við-
hald í frá dómara og
linjudómara.
B68 betri við síðstu
20 minuttirnar
Seinni hálvleikur víkti
ikki nógv frá tí fyrra. VB
var naskari, og Krzystof
Popczynski hevði eina
roynd á tverstongina.
Triðja málið hjá vágbing-
um kom eisini rættiliga
tíðliga í seinna hálvleiki.
Milan Culjic var fyrstur
á einum innleggi úr
vinstru síðu, og við stød-
uni 3-0 fór VB at spæla
rættiliga væl
Men so líðandi dovn-
aðu teir burtur aftur, og
B68 kom fyri seg. Trýstið
frá toftamonnum gav
teimum eisini eitt brots-
spark, tá Jóhan Carl Dam
metti, at Eyðun Kjærbo
feldi Fróða Benjaminsen
inni í brotsteiginum.
Brotssparkinum tók Jan
Petersen sær av, og hann
skoraði til 3-1.
Men ov seint var, hóast
Andréy Stakhánov hevði
ein stóran møguleika at
minka til 2-3, tá hann
skallaði uppum. Men
sum heild var Bó8-liðið
ikki so vælspælandi, sum
tað hevur verið í ðrum
dystum, og VB hevði lætt
við at koyra sigurin heim.
Sigurin bleiv kortini
dýrur fyri vágbingar, tí
bæði Eyðun Kjærbo og
Milan Culjic fingu gult
kort. Tað merkir, at teir
báðir eru leikbannaðir, tá
VB komandi vikuskiftið
fer í Gundadal at bjóða
oddaliðnum HB av.
www.sosialurin.fo