týsdagur 25. august 1998síða 16
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
16
Nr. 158 — 25. AUGUST 1998
Aldursforsetin
hevur tað ikki gott
Tvøråmenn halda høvdid kalt, men lívið í bestu deildini
hongur í sera klónum tráði
Setningurin hjá TB var
greiður, tá sumbingar vitj-
aðu. Tað var bara sigur, sum
taldi í royndin: at vinna sær
framhaldandi pláss í bestu
deildim
Tann royndin miseydnað-
ist, og sannlíkið fyri, at
meiri enn hundrað ára gam-
la TB fyri triðju ferð skal
tungu leiðina niður í 2
deild, er nógv sterri eftir
vikuskiftið, enn tað var und-
an vikuskiftinum
Men kortini vilja teir á
Tvøroyn ikki boyggja seg
Moralurin tykist vera í góð-
ur, og teir hava framvegis
álit á egnum evnum at
syrgja fyri neyðugu stigun-
um, sum í hvussu so er
kunnu lyfta teimum av aft-
asta plássinum og harvið
beinleiðis niðurflyting
Høvdu boltin meiri
Sumbingar véru komnir
norður á Tvøroyri fyrst og
fremst fyri at varðveita tað,
teir høvdu í vidførinum. A-
skoðararnir vóru nógvir, og
ikki minst vóru nógvir vág-
bingar leygardagin og hug-
du at botnstríðnum millum
tey bæði oyggjelidini, sum
stríðast fyri lívinum í bestu
deildini, og sum teir hálvt í
skemti og hálvt argandi í
síðstu viku fóru at kalla
Club 20
Tvøråmenn høvdu bóltin
mest, og teir spældu seg til
onkrar møguleikar, men tað
gekk illa at fáa mål. Rúni
Lisberg vardi málið hjá
Sumba væl, og teir tríggir
veteranarnir hjá sumbing-
um — Dánial Johan Joensen,
sum hesa ferð var fluttur av
midvøllinum og í miðverj-
una, Páll Magnar Kjærbæk
og Marlon Kjærbo — vóru
brandar í miðverjuni.
Mál og meguleikar
Tað vóru bara átta minuttir
farnir, tá TB fekk hol á og
mót um, at hetta fór at laga
seg. Málið skoraði Aleks-
ander Radosavlovic, sum
fekk ein langan bólt stungn-
an fram undan lotinum og
megnadi at renna frå aftasta
verjumanninum hjå Sumba.
Miðvallarin Einar Peter-
sen fekk ein veldugan møg-
uleika, sum — um hann var
hagreiddur á rættan hátt —
kundi havt gjørt av við
Sumba. Radosavlovic
gjørdist leysur, og royndin
hjá honum tók tvørtræid,
áðrenn bólturin stakk út aft-
ur til Einar Petersen, sum
sendi uppum málið.
Sumbingar dúvaðu alla
tíðina uppá snarálopini, og
teir vóru onkuntíð vanda-
miklir, tá teir einfalt, langt
og neyvt við Thomas Birch
sum arkitekti spældu fram
til Birgir Jørgensen og Ren-
é Thomsen. Og tá ein tími
var farin megnaðu teir við
heilt stuttum millumbili
bæði at javna og leggja seg
á odda.
Miðvallarin Bibi javnaði
til 1-1, tá 58 minuttir vóru
farnir. Innleggið úr vinstru
var neyvt, og stútarin frá
spælandi venjaranum, sum
var ein av stuðlunum á mið-
Týdningarmikli dysturin á Sevmyri millum TB og Sumba endaði við javnleiki, og
sostatt broyttist stødan í botninum ikki hetta vikuskiftið Mynd: Áki Bertholdsen
vellinum, var, sum hann
skuldi vera.
Tvøråmenn fingu sum
våtan vøtt, og tað gekk ein
løta, áðrenn teir komu fyri
seg aftur. Hesum gjørdi
Sumba nyttu burturúr. Bara
tveir minuttir eftir útjavn-
andi málið kom Sumba
framum. Uppspælið í høgru
var gott, og sendingin inn-
fyri var neyv til ein púra
leysan René Thomsen, sum
hevði lætt við at skora.
So vóru tvgrámenn
noyddir at spenna bogan
høgt, og tað hevði spentar
støður í báðum endum vid
sær. 68 minuttir vóru farnir,
tá Niklas á Líðarenda
dømdi brotsspark til heima-
liðið, tí Páll Magnar Kjær-
bæk hevði felt Zoran Pavlo-
vic. Oli Johannesen, sum
saman vid Pól F. Joensen
røkti aftastu miðverjupláss-
ini hjá TB, sendi málverjan
í annað borðið og bóltin í
hitt málhornið, og so tóktist
tað bara vera ein spurning-
ur, um tað fór at eydnast hjá
sumbingum at halda tørn
um javnleikin.
Tað kom einki mál aftur-
at, og tað kom sera illa við
hjá tvøråmenn, tá Jón Tórð-
ur Holm, sum hevði spælt í
vinstra borði, bara ein min-
utt eftir útjavnandi málið
var sendur av vellinum, eft-
ir at hann hevði fingið ann-
að gula kortið.
Talan var á ongan hátt um
ljóta og ófantaliga uppgerð,
soleiðis sum tað kanska
kundi roknast við, tá tvey
grannalið hittust í so týdn-
ingarmiklum stríði. jh
FS Vågar vann stevnudystin
Undan dystinum leygardag-
in lógu teir á sjeynda plássið
við 14 stigum, men tað vóru
bert fýra stig niður til NSÍ,
sum lá á niðasta plássið.
Hinvegin vóru tað heldur
ikki meir enn try stig upp
til KÍ, sum lá á fjórða plássi,
so alt kundi henda í Sanda-
vági. Vildi væl til, so kom
FS Vágar væl upp í stiga-
talvuna, meðan teir, um jað
vildi illa til, komu hóttandi
nær botninum. ,
Måtstødumenninir úr LÍF
eru hinvegin betri staddir.
Teir lógu undan dystinum á
ðrum plássið og tað gera
teir enn.
Rættiliga fitt av fólki var
til dystin, sum í fyrra hálv-
leiki fyri tað mesta gekk fyri
seg mitt á vellinum. Verj-
urnar hjá báðum liðunum
stóðu væl og tóku sær av
teimum naskastu atsóknun-
um.
Tað, sum mest sermerkti
spælið var, at meginparturin
av tí, sum hendi var í sjálv-
drátti. Alt ov lítil vilji til at
spæla saman, tá mest var
brúk fyri tí. Sum oftast end-
aði tað við, at spælarin, sum
hevði bóltin, tók eitt trekk
ov nógv, og á tann hátt fóru
nógvar royndir fyri skeytið.
Annað, sum eisini hongur
saman við tí fyrra var, at
spælarin, sum hevði bóltin,
var ov seinur at leggja av-
leveringina, og so endaði
tað ofta við rangstøðu.
Hetta var galdandi báðar
vegir, og tað sást til tíðir, at
spælararnir vóru ikki sért
irriteradir inn á hvønn ann-
an.
Fyrri hålvleikur endadi
målleysur og tad var sum
so rættvist. Har var eingin
ats6kn!
FS Vågar byrjadi annan
hålvleik betri enn leirvik-
Tryggur B36-sigur
ingarnir. Teir vóru ágrýtnari
og vunnu nógvar nærdystir
av tí sama. Verjan læsti
rættiliga av á kantunum og
tá LIF spældi meir eftir
miðjuni, so gjørdist enn
lættari hjá miðverjuni at
halda málfrían dag. Men
hetta var tó nær við at mis-
eydnast. Tá leirvíkingar
mitt í seinna hálvleiki sendu
ein bólt avstað fram eftir
vøllinum var aftasti maður
hjá vágamonnum so óhepp-
in, at hann ikki rakti bóltin.
Ein leirvíkingur streyk av-
stað við bóltinum, men skot
hansara var ikki nóg gott.
TeERJI NIELSEN
Eftir eina heldur slaka byrj-
an upp á kappingarárið, sær
tað nú út til, at B36 hevur
fingið gongd á spælið hjá
sær í 1. deild. Tað sama
kann sigast at vera galdandi
fyri næstbesta liðið hjá fel-
agnum, sum eisini fekk eina
vánaliga byrjan upp á kapp-
ingarárið. Liðið hevur í
seinastuni fingið nøkur kær-
komin stig og er í ferð við
at sníkja seg upp eftir stiga-
talvuni. Leygardagin vóru
klaksvíkingar á vitjan, og tá
var ongantíð nakar ivi um,
hvat var betra liðið.
Tað var bert eitt korter
Tað merktist hjá KÍ, at
fleiri av vanligu
spælarunum vóru á 1.
deild hetta vikuskiftið.
Teir taptu 0-6 móti B36
Mynd: Alvur Haraldsen- —.
Málmaðurin hjá FS Vágum
tók.
Hevði LÍF fingið mál tå,
so var tað ímóti spælinum,
ti FS Vágar hevði tá mest-
sum yvirtikið alt spælið.
Tað lá líkasum í luftini,
at FSV fór at fáa eitt mál og
tað kom.
Ein bóltur varð spældur
út í vinstra borð og síðani
lagdur inn fyri. Leirvíkingar
fingu beint bóltin eitt sindur
burtur, men ikki nóg langt,
tí hann kom út til John Jo-
hansen, sum ikki ivaðist,
men smekkaði til.Og tað var
bara væl gjørt, tí bólturin
fleyg í kassan uttan at mál-
maðurin hevði naki an kjans
at taka hann.
Vágamenn yvirtóku nú
leikt av fyrra hálvleiki, tá
ið heimaliðið legði seg á
odda. Eftir klumpaspæl inni
í Kl-brotsteiginum endaði
tað við, at ein verjuleikari
hjá klaksvíkingum rættiliga
ófantaliga tók beinini und-
an einum B36-leikara, og so
var brotsspark. Hetta setti
Finn Mørk trygt í netið.
Tað gingu bert tveir min-
uttir, so var 2-0. Hesaferð
var tað altíð vandamikli
Tórálvur Poulsen, sum
breyt ígjógnum í høgru
síðu, og tá ið málverjin hjá
KI, Meinhardt Joensen,
kom út ímóti honum, lyfti
Tórálvur bóltin hegnisliga
upp um málverjan. Gunnar
Nielsen stýrdi við pannuni
bóltin tann síðsta teinin inn
í málið, men bólturin hevði
farið inn undir gllum um-
stóðum.
Triðja málið hjá heima-
liðnum var ein sonn perla.
Vongverjin í vinstru, John
Thomsen, streyk avstað
heilt fram til baklinjuna og
alt spælið og trýstu leirvík-
ingar í botn, men har spurd-
ist einki burturúr. Vandi var,
at LÍF fór at bjarga sær eitt
stig við oukrum skjótálopi,
men vágamenn Rhøvdu
eydnuna við sær, tí onkuntíð
vóru leirvíkingarnir nokkso
naskir.
So varð tann ungi Tór-
Ingar Akselsen sendur á
vøllin og tað vísti seg skila-
gott. Tí bert tveir minuttir
eftir at hann var komin inn,
rann hann frá verjuni hjá
leirvíkingum og setti bóltin
í netið uttan nakran møgu-
leika hjá málmanninum at
bjarga.
Lítið var nú eftir av dyst-
inum. LÍF royndi at trýsta,
men teir fingu einki mál.
sendi síðani inn fyri, har
Tórálvur Poulsen rann til
nærmastu stong og setti
tánna undir bóltin, og so var
3-0.
Hålvleikstødan var eisini
3-0 til B36, og í seinna hálv-
leiki fingu vertirnir eisini trý
mál, meðan klaksvíkingar
einki fingu, hóast teir høvdu
onkran heilt stóran mál-
møguleika. Gunnar Nielsen
og Tórálvur Poulsen fingu
eitt mál aftrat í part, og sein-
asta málið í dystinum gjørdi
Jákup M. Joensen stutt fyri
dystarlok.
Sigurin hjá B36 kundi
eins væl verið størri, og
klaksvíkingar høvdu lítið og
einki at bjóða upp á. Tað
sær út til, at nýggi venjarin
hjá næstbesta liðnum hjá
B36, Jákup Mørk, hevur
fingið skil á liðið hjá sær,
so tað er ikki óhugsandi, at
unga manningin kann enda
á einum heiðursmerkja-
plássi, tá ið kappingin kem-
ur at enda.