Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-08-25, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 25. august 1998síða 15

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 158 — 25. AUGUST 1998 ítróttar S( DSF urin 15 Tað Orogvar tå linjan verdur brotin Fótbóltur: Staðfestingin av, at ein dómari hevur givið ein lítlan triðing av teimum í alt 26 reyðu kortunum, sigur, at dómararnir síggja tað, sum gongur fyri seg, við ymiskum eygum Tað eru ikki so ógvuliga nógv ár síðani, at tað var neyðugt hjá ÍSF at heita á menn, sum meiri ella minni beinleiðis vóru knýttir at einum felagi, um at dóma, har teirra lið var annar part- urin. Tað sigur seg sjálvt, at tað var ikki altíð, at hetta spældi so væl av, og tosar tú við tey, sum fylgdu við í fótbólti fyri einari fjórðings øld síðani og meiri enn tað, so vita tey nógvar søgur um hendingar, ið stóðust av, tá teir á øðrum liðnum ikki vóru nøgdir við tað, sum svartklæddi maðurin á vøll- inum avrikaði. Nú er hetta søga, tíbetur. Johansen) Líðarenda) gaard) Hansen) 3. umfar: Arnbjørn (Bergur Magnussen) Ejdesgaard) Líðarenda) : Isaksen)» á Líðarenda) - eru neyndir niðanfyri, og Ellivu dómarar og 26 ostaskorpur Higartil eru trettan av teimum åtjan umførunum í 1. deild í fótbóltslandskappingini farin afturum. Niðan- fyri hava vit sett upp, hverjir spælarar hava fingið reytt kort í hvørjum dystinum, og hver hevur verið dómari 1. ofar Niels S. Poulsen, B68. Sumba-B68 (Suni 1. umfar; Hallur Danielsen, HB. B36-HB (Niklas á 2. umfar: Sámal Joensen, GÍ. B68-GÍ (Kim Ejdes- 2. umfar: Ronnie Samuelsen, B36. KÍ-B36 (Petur Danielsen, B36. B36-Sumba 3. umfar: Aleksander Radosavlovic, TB. TB-KÍ (Kim 3. umfar: Ingi Rasmussen, HB. NSÍ-HB (Niklas á Á. umfar: Tórður Holm, TB. Sunbe TB (Lassin 13, SE TB-Sumba (Niklas " Ellivu dómarar hava higartil dømt í 1. deild. Teir í klombrum er sett talið á dystum, sum teir hva = dømt, og talið av reyðum kortum, sum teir hava givið: Lassin Isaksen (93) Niklas á Líðarenda (8/3), Birgir Sondum (7/8), Oddmar Andreasen (6/1), Suni Johansen (6/2), Petur Erhard Kjærbo (6/1), Jóhan Carl Dam (5/2), Kim Ejdesgaard (5/2), Petur Hansen (5/ 1), Bergur Magnussen (5/3), Sjúrður Norðbúð (3/0) FSF hevur seinnu årini gjørt rættuliga fitt fyri at skapa karmar fyri útbúgving av dómarum, dómarafelag er stovnað, og dómararnir — nógvir av teimum sum døma í 1. deild taka uppgåv- una í stórum álvara — vilja sjálvir verða loystir heilt frá feløgunum. I FSF siga teir seg væl skilja hetta ynskid, men hig- artil hava teir ikki viljað slept tilknýtinum, tí teir hal- da ikki, at dómarastandurin er so fjølmentur og væl fyri á annan hátt, at ábyrgdin fyri at dóma og veittra heilt skal takast frå feløgunum. Fleiri av toppdómarunum hava tikið til, at tað í prin- sippinum skuldi verið so- leiðis, at allir dómarar skul- du kunna dømt allar dystir, og somu dómarar siga, at eingin kritikkur svíður so nógv, sum tá tað verður sagt, at ein dómari dømir tvey lið upp á ein máta, fyri at eitt annað lið, og helst tað, sum dómarin hevur sín uppruna í, skal fáa ágóðan av dømingini. Dómararnir halda tað vera púra burtur- við at ákæra ella illtonkja teir fyri, at teir brúka tíð og orku uppá dømingina fyri at vinna einum felagi fyri- mun. Allir dómarar fara á vøllin við tí fyri eyga, at teir skulu gera sítt besta, og tað gera teir hvgrja ferð. Summir í miðdeplinum Vit velja eisini at halda, at allir dómarar royna hvørja ferð at liva upp til, at teir eru ikki partur av spælinum, men at teirra setningur er at syrgja fyri, at leikur fer fram eftir ásettu reglunum. Men tað er samstundis ein sannroynd, at fatanirnar hjá dómarunum av, hvat er rætt, hvat tað skal bríkslast frí- spark fyri, hvat skal sektast og hvussu tað skal sektast, eru sera ymiskar. Vit síggja tað í føroysku kappingini vikuskifti eftir vikuskifti, og hagtølini yvir reyð kort, sum vit hava gjørt upp, siga sína søgu. Besta dømid um hetta vóru dómaraavrikini í HM endaspælinum í Fraklandi í summar. Teir flestu dóm- ararnir høvdu tann hugburð, at avrikini og harvið roynd- irnar, sum høvdu gjørt teir til toppdómarar og tískil høvdu kvalifiserað teir til hesa stóru avbjóðingina, skuldu brúkast, og so syrg- du teir fyri, at spælararnir fingu høvi til at dríva á, og tá dystirnir vóru loknir, so mintust áskoðararnir fót- bóltsavrikini á vellinum, men gloymdu skjótt, hvør hevði verið dómari. Men tað vóru undantøk. FIFA royndi at stramma reglarnar — teir søgdu, at hetta varð gjørt fyri at verja fótbóltsspælið og spælarar- nar — og hetta hevði við sær, at summir dómarar megn- aðu at seta seg sjálvar í mið- depulin. Spælararnir og á- skoðararnir vórðu ørkyml- aðir, og avleiðingin av hes- um avrikunum var, at spæl og úrslit lagaðu seg ødrvisi, enn tey høvdu gjørt, um dómararnir so at siga høvdu skikkað sær væl, og omaná alt var takkarlønin frá FIFA til démararnar, ið høvdu staðið fyri sovornum avrik- um, at teir vórðu sendir til hús. Besta dómið um hetta var dómarin, sum dømdi mill- um Danmark og Suðurafri- ka. Tað var ilt at síggja, hvat hann visti tveimum dønum av vøllinum fyri, og fråsøg- umaðurin í sjónvarpinum kallaði hann fyri ein >kraft idiot.« Ymsar fatanir Vit fara ongantíð at kalla ein føroyskan dómara sovorðið. Tað kanst tú heldur ikki gera, tá tú roknar við, at allir dómararnir gera sítt ítarsta hverja ferð. Men tá hetta er sagt, so skerst tað ikki burtur, at tað er ógvuliga ymiskt, sum teir, ið dóma í 1. deild, tulka reglarnar. Tað sást í tí, sum tað verður bríkslað fyri, og tað sæst eisini aftur í, hvuss- u nógv kort dómararnir gev- a. At ein dómari í eins nógv- um dystum, sum aðrir dóm- arar hava dømt, skal hava givið upp móti fýra ferðum so nógv reyð kort, sum aðrir dómararnir hava givið, átti at sagt teimum, sum hava við døming at gera — eyg- leiðarar og teir, sum seta dómarar — at her er okkurt, ið ikki er, sum tað eigur at vera, tá tað ræður um fel- ags fatan av reglunum. Avleiði Hvat skal gerast í slíkum fórum, kunnu tað kanska vera fleiri áskoðanir um. Ein kundi verið, at dóm- ararnir vórðu kallaðir til fundar fyri at staðfesta, hvør stevnan er (hetta er ikki gjørt í summarsteðginum, hóast tað hevur verið tosað um tað), og ein onnur kundi verið, at ein dómari, sum eygleiðararnir meta ikki hevur dømt, sum hann átti at havt dømt, nøkur viku- skifti varð fritikin fyri at døma í fremstu rød. Vidhvørt hevur tú fatan- ina av, at hetta verður ikki gjørt, og at teir, sum útnev- na dómarar látast eins Ovit- andi og forstokkaðir sum gomlu gubbarnir, ið stýrdu í kommunistiska Sovjet- samveldinum og tess fylg- isneytum, plagdu at vera. Dómararnir hava krav uppá, at teir vita hvar og nær teir skulu dóma, og tí er væl skiljandi, at dómarar verða settir fleiri vikuskifti í senn, men alíkavæl elvir hetta til umhugsan, tí tað vil síga, at tað fær ikki avleið- ingar fyri ein dómara, at hann vísir eitt avrik, sum ikki er í tráð við tað, væntað verður av dómarunum. Alt- so at teirra lutur er at sekta tað, sum skal sektast og annars syrgja fyri, at spæl- ararnir sleppa at spæla, og at bæði spælararnir og á- skoðararnir í flestu fórum hava alla orsøk til heilt EMiL L. JACOBSEN Klaksvikingar vóru ikki sørt 6nøgdir vid døming- ina i dystinum millum NSÍ og KÍ í Runavík sunnudagin. KÍ fekk bæði Zoran Mancic og Harley Bertholdsen rikn- ar av velli, og úrslitið 0- O merkti helst, at KÍ misti sín FM-møguleika. Birgir Sondum stóð fyri dømingini í Runavík sunnudagin, og hann sig- ur, at kortini vóru rætt- VÍS. — Eg haldi ikki, at kort- ini vóru skeiv, sigur Bir- gir Sondum. — Tað sum hendi var, at Zoran Mancic fyrst fekk eitt gult kort fyri at toga ein NSI-leikara nið- ur á miðjuni. NSI-arin var á veg fram, tá Zoran rætti armin út og “tók i økslina á honum. Tað fekk hann so gult kort fyri, og tað var heldur eingin, sum mótmælti tí, greiðir Birgir frá. — Tað var í 37. minutti, og í 61. minutti fær hann so eitt afturat, tå hann tók bóltin við hondini. Eyð- stein Skipanes spældi bóltin framvið honum til vinstru og fór sjálvur til høgru. Zoran rætti við fríum vilja hondina út og steðgaði bóltinum. So- leiðis sá eg tað, hóast KÍ- ararnir vóru ósamdir. Men eg må døma, so sum eg siggi tað, og ikki sum onnur siggja tad, sigur Birgir Sondum. — Harley Bertholdsen var lidformadur, men summi hava fullkomiliga misskilt hetta vid lidfor- monnum. Ein lidformad- ur hevur rætt til at spyrja dómaran um ymiskt, men hann hevur ikki rætt skjótt eftir loknan dyst at gloyma, hvør dømdi. Tá linjan verður brotin 6- rógvar tað áskoðararnar og ikki minst spælararnar, sum í nógv teimum flestu førun- um akkurát vita, hvat bæði teir og måtstødumenninir eiga at sektast fyri og ikki eiga at sektast fyri. Spælararnar venja frå síðst í januar fyri at vera væl fyri, tá teir skulu spæla í steypakappingini og í lands- kappingini. Stríðið á hávet- Birgir Sondum heldur ikki, at útvísingarnar í Runavík vóru skeivar Kortini vóru røtt (Savnsmynd) til at spilla fólk út og mót- mæla hvørji einastu av- gerð, dómarin tekur, sig- ur Birgir Sondum. — Tað fekk hann so kort fyri í 68. minutti, og í 77. minutti feldi hann so ein NSI-leikari við at fara beint inn á gklarnar á honum, tá hesin var farin framvið honum, og so fekk hann eitt gult kort afturat. Spekulera í kortum Birgir Sondum vísir eis- ini á tað óhepna í, at hann verður settur at dóma KÍ tvær vikur upp í slag — Tá KI og TB spældu í Klaksvík, fekk Kurt Mørkøre reytt kort, ti hann sjálvur bað um tað Spælarir eru jú farnir at spekulera í kortum, og tað loysti seg hjá Kurt at fáa eitt gult kort afturat, tá hann fyrst hevði fingið eitt, so tað gjørdi hann við at kalla meg fyri ein HB-fanatikara og alt møguligt annað. Birgir Sondum sigur, at av tí sama skuldi nærum einki til, áðrenn tað bleiv rok í Runavík sunnudag- in. — Eg skilji heldur ikki, at tað skal kunna bera til hjá spælarum at speku- lera í kortum, so sum teir gera. Aftan á dystin í Runa- vík véru Kl-leikarar og - viðhaldsfólk í gðini, og onkur av Kl-leikarunum sparkaði hol á hurðina til dómararúmið. —KÍ-formaðurin Svenn og venjarin Jóannes royndu at sissa fólk, og tað skulu teir hava takk fyri. Men eg ivist ikki í, at KÍ noyðist at rinda NSÍ endurgjald fyri brotnu hurðina. ri, tá tað er myrkt og kalt, er lítið hugaligt, men spæl- ararnir dríva á, tí teir síggja fram ímóti ljósari og mildari tíðum. At teir so, tá góða árstíðin er í hæddini, verða noyddir at sita uttanfyri og hyggja at, tí teir — í eyg- unum á teimum sjálvum og so nógvum ødrum — eru leikbannaðir fyri brot, sum ikki vóru brot, ið skuldu sektast við meiri enn kanska frispørkum, er væl skilj- andi jh