týsdagur 25. august 1998síða 14
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 158 — 25. AUGUST 1998
Málleyst millum
tvey hokjulið
Fótbóltur: Spæligleðin tóktist fáa orduligt skot fyri bógvin, tá kort í ymsum
litum vóru á lofti mest sum alla tíðina
Tað var Bartalsmessudagur
í gjár, og tað er 25. august í
dag. Í gjár hevði KÍ 94 ára
fødingardag, og í dag hevði
John Reid Bjartalíð, sáli,
havt fylt 83 ár.
Ynskið hjá klaksvíking-
um var, at teir við sigri í
Runavík kundu halda fast
um møguleikan at vinna
FM, men tað megnaðu teir
ikki. -
NSI uppstillingin á heim-
avølli bar boð um, at teir
vóru fyrst og fremst áhug-
aðir í ikki at tapa, og so vóru
fyritreytirnar fyri álops-
spæli og nógvum målmøgu-
leikum ikki tær bestu. Tað
sást aftur í málleysa úrslit-
inum.
Bæði liðini vóru heilt
nógv skerd, og tað sást aftur
í avrikunum. Heimaliðið
spældi vid Kristian Høgna
Jacobsen einsamgllum á
toppinum. Hann er ein góð-
ur fótbóltsspælari, og hann
hevði eina góða roynd móti
málinum fimm minuttir
undan steðginum, eftir at
hann í vinstru sera snilt
hevði spælt seg sjálvan
leysan við hælinum, men
skotið varð blokerað út til
horna.
Seinna umfarið sást lítið
til unga álopsmannin, sum
heilt týðuligt framvegis var
darvaður av skaðanum, sum
gjørdi, at hann noyddist at
fara út móti HB næstsidsta
leygardag. Ta ferðina var
Kári Hansen ein hin drúgv-
asti á miðvgllinum, men
hesa ferð spældi hann bara
síðstu 24 minuttirnar. Hann
kom beinleiðis av fødideild-
ini, har hann knappar tveir
tímar undan dystarbyrjan
hevði verið eygnavitni til,
at hann varð vorðin pápi, og
tað sigur seg sjálvt, at eftir
slíka hending er ikki nógv
orka og nógvur hugur at
spæla fótbólt.
Burtursæð frá møguleik-
anum hjá Kristian Høgna
Jacobsen, so høvdu teir í
NSÍ seinnapartin av fyrra
umfarinum, tá teir fyri tað
mesta vóru omaná á mið-
vellinum, har klaksvíkingar
høvdu ilt við at finna røttu
markeringarnar, tríggjar
aðrar møguleikar.
Kári Sigvardsen, sum í
fyrra -umfarinum var heilt
illa ansaður, sendi úr 14
metrum flatt í stólpan og út,
og Jónstein Petersen, sum
langt í frá var so eyðsýndur,
sum hann annars hevur ver-
ið eftir summarstegðin,
royndi seg við skoti eftir
uppspæl í høgru og bólt
tvørtur um, men Gunnar á
Steig bjargaði.
Kasper L. Jacobsen var
hesa ferð miðvallari í høgru,
har hann ikki gjørdi tær
skreytirnar, sum tað altíð
verður roknað við, at út-
lendskir spælarar skulu
KÍ-liðskiparin í Runavík, Harley Bertholdsen, fekk
tvey gul kort og varð rikin av velli. Tað sama varð
Zoran Mancic. Myndin er tikin, tá KÍ fyrr í ár vann
4-1 á NSÍ í Klaksvík. Hesaferð endaði dysturin 0-0
Savnsmynd: Alvur Haraldsen
gera. Hann kundi i 1. hålv-
leiki havt verid avgerandi,
men fluktskotid eftir inn-
legg úr vinstru fór triggjar
metrar við síðuna av mál-
inum.
Tannleysir
klaksvíkingar
KÍ saknaði nógv fólk, men
teir høvdu Allan Joensen
við, og tað vil siga, at upp-
lýsingarnir, sum vit høvdu
í blaðnum leygardagin um,
at hann var leikbannaður,
vóru ikki rættar. Tað var
týðuligt, at Allan Joensen
var darvaður av skaða, og
tá eingin John Hansen var
til at bróta igjøgnum í
vinstru, og Arnold Joensen
í høgru ikki var so væl upp-
lagdur, sum hann ofta hevur
verið í ár, so var hóttanin
ikki serliga stór.
Rógvi Jacobsen fluktaði
tíðliga eitt av fáu innlegg-
unum úr høgru við síðuna
av málinum, og í 2. hálv-
leiki setti KI Allan Joensen
í fremstu rød, tá teir gjørdu
fyrstu útskiftingina. Eina
lítla løtu fingu teir ró á mið-
vøllin, og bólturin ferðaðist
soleiðis, sum so fáir aðrir
enn klaksvíkingar kunnu
fáa hann at gera, men tað
var bara einar fimm min-
uttir, so datt tað sundur aft-
ur, og bólttap og skeivar
sendingar vundu upp á seg
aftur.
Heðin á Lakjuni mundi
hava besta møguleikap í øll-
um dystinum, tá hann, stutt
eftir at fyrri klaksvíkingurin
var rikin av vølli, hegnisliga
tamdi innlegg úr høgru og
smekkaði til úr fimm metr-
um. Dejan Milanovic bjarg-
aði frágera væl til horna-
spark, og so spurdist ikki
meiri burturúr.
Onga úrtsku
Heimaliðið átti at havt stór-
an fyrimun av, at teir í tíggju
minuttir spældu ellivu móti
tíggju og í tíggju minuttir
spældu ellivu móti níggju,
men teir løgdu ikki nógv
fyri frammi á vøllilnum.
Sendingarnar vóru óneyvar,
og so fingu teir einki burt-
urúr. Tað tóktist næstan sum
um teir vóru nøgdir við
javnleikin, og í veruleikan-
um var møguleikin hjá Heð-
ini á Lakjuni tann størsti
hesa løtuna.
Spælararnir á báðum lið-
unum og áskoðararnir hjá
báðum pørtum vistu eftir
dystin ikki at siga, hvat
klaksvíkingarnir vóru riknir
av vellinum fyri. Dómarin
gav Harley Bertholdsen eitt
gult kort fyri at brúka seg —
KÍ spælarin helt seg sum
liðformann hava rætt at gera
vart við misnøgdina við
dømingina — og eitt fyri at
fella Jónstein Petersen aft-
anífrá (spælarar og áskoð-
arar hjá báðum liðum sóu
ikki hetta sum tilætlad), og
hann gav Zoran Mancic eitt
gult kort fyri at taka í mann-
in, sum fór framvið honum,
og eitt fyri hands á miðstrik-
uni.
Hetta hevði við sær, at ein
hálvvánaligur fótbóltsdyst-
ur, sum meiri bar brá av
summarfótbólti enn upp-
gerð millum tvey lið, sum
stríðast fyri FM og møgu-
leikanum at sleppa út í Eur-
opa at spæla komandi
summar, endaði eitt sindur
ruðuleikakendur.
Dómarin hevur skrivað
frágreiðing til FSF um, at
onkur klaksvíkingur eftir
dystin skal hava trongt seg
inn í læsta umklæðingar-
rúmið hjá honum. Hava
klaksvíkingar gjørt tað, so
hava teir borið seg meiri
enn byttisliga at. Adrenn
teir fóru undir tak, høvdu
teir samkenslu frá áskoðar-
unum hjá báðum pørtum og
eisini spælarunum hjá NSÍ,
tí dómarin hevði tulkað
reglarnar, hann hevur at
døma eftir, so nógv ødrvisi
enn hini sóu. Men at brúka
handamakt og illsinni, tá tú
kennir teg illa viðfarnan ber
ongantíð rættin við sær, og
tað hevur altíð við sær, at
tú missir virðing. jh
B71 sett kos móti 1. deild
Fótbóltur: Sandoyingar hava sett beina kós ímóti 1. deild, og leygardagin vunnu teir trý týðandi
stig aftrat, tå Royn varð sent heim aftur við einum 2-4 ósigri
Teri NIELSEN
Tað er nógv, sum bendir á,
at vit aftur fara at síggja B71
í 1. deild komandi kapp-
ingarár, tá ið tað eru liðin
10 ár, síðani at teir fyri
fyrstu ferð vóru í bestu
deildini og gjørdu tað bragd
at vinna deildina. Leygar-
dagin vóru hvalbingar á
vitjan á Sandi, og teir
noyddust suður aftur við
einum 2-4 ósigri.
Nógv mál stutt
gn pg sog í
andoyingar løgdu seg á
odda, tá ið 19 minuttir vóru
leiktir av fyrra hálvleiki.
Dómarin bríkslaði fyri
brotssparki, og tað setti lið-
skiparin hjá sandoyingum,
Eli Hentze, í netið. 1-0 var
eisini hålvleiksstødan.
Seinni hálvleikur var ikki
meira enn briksladur í
gongd, tá ið sandoyingar
øktu um leiðsluna. Tað var
enn einaferð Eli Hentze,
sum hevði síðsta fót á bólt-
inum.
Um miðjan seinna hálv-
leik legði Jónsvein Bærent-
sen heimaliðið á odda 3-0,
og so hildu tey flestu, at so
var hesin dysturin vunnin,
men sandoyingar fingu tó
ein lítlan skelk.
Fýra minuttir vóru eftir at
leika, tá ið Alexander Vuko-
tic minkaði um munin fyri
hvalbingar, og tá ið farið var
út um vanligu leiktíðina
koyrdu sandoyingar bóltin
í egið mál, og so var knapp-
liga bara 3-2!
Hvalbingar komu tó ikki“
nærri ødrum stiginum, og í
síðstu sekundunum økti
Jónsvein Bærentsen til end-
aligu støduna 4-2 til heim-
aliðið B71.
Kósin hjá sandoyingum
er sett, og trupult er at fáa
eyga á nakað lið, sum
megnar at forða teimum í
at vinna sær sess aftur í
bestu mansdeildini í fót-
bólti.
Fylg við tí
foroyska
itrottinum
í Sosial-
inum