Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-08-25, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 25. august 1998síða 13

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

EP | [|[[[[[[ DD Nr. 158 — 25. AUGUST 1998 sosialurin, box 76, 110 tørshavn - tlf 31 18 20 - fax 31 47 20 - teldupost til ítróttin: emil søsialurin.fo KR nor itrottar SOS ITROTTUR Spenningurin for ur landskappingini Fótbóltur: Fimm umfør undan kappingarenda hava teir í HB so at siga vunnið greipuna og sítt 14. FM heiti Nú kann tað ikki svitast hjá HB. Teir eru sjey stig frammanfyri tvey tey næstu liðini, og tað eru fimm umfør eftir at spæla. Og tað vil siga, at tað skal ganga meiri enn illa hjá havnarmonnunum, um teir ikki skulu vinna FM heitið og harvið the double ella greipuna, sum tað hevur verið kallað hesi seinnu árini, tá eitt lið hevur vunn- ið bæði meistaraskapin og kapp- ingina um løgmanssteypid. Spurningurin seks vikur og fimm umfør undan kappingarenda — annað vikuskifti verður ikki spælt í 1. deild, tí tå skal landsliðið spæla móti Kekkia á Svangaskarði -er ikki, hvør verður FM vinnari, men heldur nær HB vinnur meist- araheitid. HB er sjey stig undan B36, sum síðani summarsteðgin av álvara hevur fingið glið á, og KÍ, og við góða málmuninum hjá oddaliðn- um í huga vil tað siga, at HB hevur ráð til at tapa tveir dystir og spæla ein javnan og alíkavæl vinna FM. Og tá skulu B36 og KÍ fáa fult hvørja ferð fimm tey síðstu um- førini. At rokna vid at hetta skal koma fyri, er rættuliga lítið sannlíkt. Við allari virðing fyri mótstóðuliðun- um er tað ilt at ímynda sær, at tey skulu taka so mong stig frá odda- liðnum. M6tstødulidini hjá HB eru VB og B68 í Gundadali, KÍ í Klaksvík, Sumba í Gundadali og IF í Fuglafirði. Verður mannagongdin frá und- anfarnum árum fylgd, so fáa havn- armenninir ikki gullkrónurnar og Føroya Bjór steypið fyrrenn í Fuglafirði leygardagin 3. oktob- er. Men tað er nógv, sum bendir á, at full greiða fer at fáast á FM spurninginum og harvið á, hvør skal fáa milliónina fyri at taka lut í europeisku meistarakappingini, tá HB fer til Klaksvíkar sunnu- dagin 20. september. HB hevur ikki vunnið meistara- skapin síðani 1990, og ta ferðina var tað norðuri í Klaksvík, at tað - gjørdist greitt, at teir fóru at vinna FM. Meistaraskapurin hjá HB í ár verður tann fjúrtandi, og nú fara teir av álvara at hótta KÍ, sum hevur vunnið sekstan meistara- skapir, síðani farið varð undir landskappingina í 1942. KI og B36 í Europa Cup Meistaraskapurin hjá HB ger, at klaksvíkingar komandi ár fáa at- gongumerkið til europeisku steyp- akappingina. B36 hevur ikki tapt, síðani teir vóru í Runavík 13. juni, tá NSÍ á skálafjarðarstevnuni vann 2-0. Og B36 hevur vunnið fýra teir síðstu dystirnar. Undanvindurin hesar seinastu mánaðirnar hevur tyngt so mikið um stigaposan, at í løtuni er tað nógv, sum bendir á, at meistaraliðið frá í fjør vinnur silv- ur og harvið rættin til luttøku í UEFA Cup kappingini komandi ár. Um endaliga stødan verður henda, so verður hetta ein stað- festing av, at tyngdin í fóroyskum fótbólti er flutt frá at hava verið í eystara partinum av landinum so at siga øll nitiårini og í høvuds- staðin. Men tað er framvegis stór kapping um annað plássið. NSI í intertoto Næsti kappingarneytin hjå B36 til UEFA Cup plåssid er NSI. Higar- til hevur NSI ongantid rokkid heidursmerkjaplåssid i endastød- uni, og tað er heldur ikki vist, at teir fara at gera tað í ár, men tað er avgjørt ikki 6møguligt. Tað er kortini ikki vist, at eitt møguligt triðja pláss til NSÍ fer at bera rætt til Europa Cup luttøku við sær. Tað ger tað bara, um tað fer at eydnast NSÍ at leggja B36 aftur um seg. Vinnur NSÍ triðja plássið, og B36 verður næstfremst og KÍ endar á fjórða plássi, so verður luturin hjá NSÍ at spæla í Intertoto komandi ár, og luturin verður tann sami, um NSÍ endar á fjórða plássi og KÍ og B36 enda á plássunum frammanfyri. GÍ burturúr Europa Gøtumenn, sum hódagin skulu spæla í Europa Cup niðri í Ung- arn, og sum koma aftur til Føroyar leygardagin, og skulu spæla í Klaksvík sunnudagin, hava verið fast inventar í Europa Cup síðani 1994. Men ósigurin móti HB var GO ET móti síðsta og komandi vikuskifti, f I É | Lesið eisini ítróttin á Internetinum — umframt síðsta farvæl til møgu- leikan at vinna FM heitið í ár eisini næstan farvæl til Europa Cup. Í hvussu so er kámaðist møguleikin fyri UEFA kappingini so nógv, at tað er sera sannlíkt, at gøtuemnn fyri fyrstu ferð í fimm ár ikki fara at spæla í Europa Cup komandi ár. Og tað er nógv, sum talar fyri, at teir heldur ikki fáa pláss í Intertoto kappingini Æran hjá VB og B68 Vágbingar og toftamenn hava bara æruna at spæla um. Teir kunnu ikki vinna heiðursmerkir ella pláss í altjóða kappingum, og teir kunnu heldur ikki flyta niður. Fyri toftamenn er hetta eitt sind- ur av einum vónbroti, tá hugsað verður um, at teir spentu bogan høgt, m.a. vid útlendskum spæl- arum. Hjá VB er talan um avrik, sum teir — tá broytingarnar í spæl- arahópinum verða tiknar við — ivaleyst eru nøgdir við, hóast teir í fjór rukku fjórða plássinum. Vónin er næstan brostin Tvgrámenn hava leingi sæð fram tí tá sóu teir sær møguleikar at skava neyðugu stigini saman, um tað skuldi eydnast at verða hang- andi í 1. deild TB fekk eitt stig móti Sumba, men tað má næstan metast sum eitt vónbrot í royndini at yvirliva í bestu deildini. Ein sigur á fugl- firðingum kann framvegis fara at vísa seg at vera bjargingin undan aftasta plássinum Skráin Liðini hittast soleiðis tað, ið er eftir av kappingini Sunnydagin 30. august: B68-B36 Sumba-NSI, IF-TB, KÍ-GÍ og HB-VB. Sunnudagin 13. september: HB- B68, GI-Sumba, NSI-IF, TB-B36 og VB-KI Sunnudagin 20. september: B68- TB, Sumba-VB, IF-GI, B36-NSI og KI-HB Sidsta umfarið verður leygar- dagin 3. oktober, og tå hittast B68- NSI, Sumba-Kl, IF-HB, B36-VB og TB-GI. jh Nú skal nógv til, um nakar skal megna at taka FM-heitid frá Johannes Joensen, Hans á Lag og hinum HB-arunum, sum sunnudagin vunnu i Gøtu Mynd: Terji Nielsen