týsdagur 25. august 1998síða 12
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
tíðindablaðið S0S2luin
Nr. 158 — 25. AUGUST 1998
KUNNGERÐ
um arbeiðsloysistrygging fyri sjálvstoðug vinnurekandi
Við heimild í legtingslóg nr. 113 frå 13. juni 1997 um arbeidsloysistrygging og arbeiðsávísing, $ 12, stk. 6, hevur stýrið
fyri Arbeiðsloysisskipanina fyrisett:
KAPITTUL 1
Rætt at tekna trygging
$1. Rætt at tekna sjálvbodna trygging
sum sjålvstødugt vinnurekandi hevur
tann sum:
1. hevur bústað í Føroyum,
2. hevur inntøku frá persónligum arbeiði
sum sjålvstødugur vinnurekandi her í
landinum, samanber 5 2, einsamallur
ella saman vid ødrum, og
3. hevur tað sjålvstøduga vinnu-
virksemið sum hevuðsvinnu.
KAPITTUL 2
Sjålvstødug vinna
$2 Persónur, sum rekur vinnu fyri egna
rokning og ábyrgd og við tí endamáli at
fáa figgjarligan vinning, er sjålvstødugur
vinnurekandi.
Stk. 2 Någreinilig meting verður gjørd av
Arbeiðsloysisskipanini, um vinnan er
sjålvstødug. Sum meginregla er talan um
sjålvstøduga vinnu, tá ið tann vin-
nurekandi:
1. hevur fólk í starvi,
2 hevur skattafrádrátt fyri rakstrarút-
reiðslur og avskrivingar av rakstrar-
gegnum sambært reglunum fyri sjálv-
stødugt vinnurekandi, og verður
skattaður av yvir-/undirskoti av virk-
inum,
er mvg-skrásettur, ella
4. eriognari í iognarfelag.
ø
KAPITTUL 3
Upptaka - Skjalprógv
$ 3. Trygging kann teknast frá ti degi,
tann vinnurekandi veruliga er farin undir
sjålvstøduga vinnu. Í sambandi við
umsóknina skal tann vinnurekandi våtta
at lúka treytirnar i 85 1 og 2. Arbeiðsloys-
isskipanin kann krevja prógv fyri hesum.
Stk. 2 Tryggingin kann í fyrsta lagi fáa
gildi frå tí degi, Arbeiðsloysisskipanin
hevur fingið skrivliga umsókn. Tann
vinnurekandi skal harumframt fylla út og
undirskriva serligt umsóknarblað frá
Arbeiðsloysisskipanini.
Stk. 3. Umsóknarblaðið við neyðugum
upplýsingum skal vera Arbeiðsloysisskip-
anini í hendi í seinasta lagi 14 dagar eftir,
at tann vinnurekandi hevur biðið um upp-
tøkuna. Annars fellur umsóknin um upp-
teku burtur.
Stk. 4. Arbeiðsloysisskipanin kann í
serligum førum víkja frå freistini, nevnd í
stk. 3.
KAPITTUL 4
Inngjald
$ 4. ALS-gjaldið fyri hvert ár hjá sjálv-
stødugum vinnurekandi er 225% av
skattskyldugu inntøkuni sambært sjålv-
uppgåvuni og skattaroknskapinum fyri
síðst endaða roknskaparår. Afturat
inntøkuni verða lagdar upphæddir, ið
annars mugu metast at vera vunnar av
vinnuvirkinum, og fråtrektar verða upp-
hæddir, ið mugu metast vera hevuðsvinn-
uni hjá virkinum óviðkomandi.
Stk. 2. ALS-gjaldið fellur til gjaldingar
mánaðarliga frammanundan.
Stk. 3. Fyri árslok ásetir Arbeiðsloysis-
skipanin eina fyribils upphædd, sum
ALS-gjaldið fyri komandi ár verður rokn-
að av, til inntøkan sambært stk. 1 er
staðfest av skattamyndugleikunum.
Stk. 4. Hjá persóni, sum teknar trygging
uttan at hava verið sjålvstødugur vinnu-
rekandi í eitt álmanakkaár, roknar
Arbeiðsloysisskipanin ALS-gjaldið fyri
fyrsta árið av eini mettari inntøku. Enda-
liga gjaldið verður ásett, tå inntøkan fyri
hetta árið er staðfest av
skattamyndugleikunum. Fyri annað árið
roknar Arbeiðsloysisskipanin ALS-gjaldið
av eini mettari inntsku. Endaliga gjaldið
verður roknað av inntøkuni fyri fyrsta
árið umroknað til 12 mánaðir, tá inntskan
fyri hetta árið er staðfest av skatta-
myndugleikunum.
Stk. 5. Tryggingartakarin er skyldigur, á
hverjum ári at boða Arbeiðsloysisskipan-
ini frå skattskyldugu inntøkuni í seinasta
lagi 14 dagar eftir at hon er staðfest av
skattamyndugleikunum. Um trygging-
artakarin eigur pening til góðar, verður
hesin goldin honum innan 14 dagar.
Stýrið fyri Arbeiðsloysisskipanina kann
áseta smámunamark fyri at krevja inn
fyri ov lítið gjald.
Stk. 6. Er tryggingartakari í eftirstødu, og
Arbeiðsloysisskipanin hevur sent honum
áminning við boðum um, at tryggingin fer
úr gildi, um eftirstødan ikki er goldin inn-
an 14 dagar eftir, at áminningin er send,
og eftirstødan framvegis ikki er goldin,
fer tryggingin úr gildi.
Stk. 7. Um tann skattskylduga inntøkan er
mett av skattamyndugleikunum, kann
skattskylduga inntøkan ikki nýtast í sam-
bandi við útrokning av ALS-gjaldi.
Stk. 8. Arbeiðsloysisskipanin kann krevja,
at upplýsingarnar í hesi grein skulu vát-
tast av ríkisgóðkendum ella skrásettum
grannskoðara.
Stk. 9. ALS-gjøld sambært hesi grein
kunnu krevjast inn við panting.
KAPITTUL 5
Uppathald av sjálvstaðugum
vinnuvirksemi
$5. Tann, ið er tryggjaður sum sjálv-
stødugur vinnurekandi, verður mettur at
vera arbeiðsleysur, tå ið persónliga
arbeiði hansara í virkinum er hildið uppat
meira enn bráðfeingis, og hann er frá-
Stýrið fyri Arbeiðsloysisskipanina, 9. juni 1998
Karin Kjølbro (sign.)
formaður
/ Allan Skaalum (sign.)
ALS hevur til endamåls at veita figgjarligan stuðul til arbeiðsleys, at virka fyri bøttum
møguleikum hjá arbeiðsleysum at fáa arbeiði og at umsita arbeiðsávísing fyri føroyska
arbeiðsmarknaðin. Á ALS starvast í løtuni 21 fólk. Virksemið hjá ALS er í høvudsheitum
lógarásett. Ovastu leiðsluna hevur stýrið fyri ALS, sum - eftir tilmæli frá arbeiðsgevara-
og lentakarafelegunum á arbeiðsmarknaðinum - verður valt av Faroya Landsstýri.
..
meldaður almennum skráum sum
sjálvstaðugur vinnurekandi, uttan so at
framhaldandi skrásetingin ikki kemst av
framhaldandi vinnu sum sjålvstødugur
vinnurekandi.
$6. Tað persónliga arbeiðið sum sjálv-
stødugur vinnurekandi verður mett at
vera hildið uppat meira enn bráðfeingis,
tá ið skjalprógvað verður, at vinnuvirkið
er endaliga avhendað ella virksemið er
endaliga steðgað.
Stk. 2 Vinnuvirksemið kann verða mett
uppathildið innan endaliga avhending
ella steðg, um tann vinnurekandi skjal-
prógvar at vera forðaður í framhaldandi
at reka virkið.
Stk. 3. Verður vinnuvirkið selt á tving-
silssølu, kann tann vinnurekandi verða
mettur at vera hildin uppat innan tving-
silssøluna, um so er, at skjalprógvað
verður, at:
1. áheitan um tvingsilssølu er latin
fútarættinum,
2. vinnuvirkið er yvirtikið sum nýtiligt
veð og/ella verður fyrisitið av veð-
havara, og
3. vinnuvirkið verður rikið uttan hjálp frå
tí vinnurekandi og/ella hjúnafelaga/
sambúgva og/ella ómyndugum ber-
num.
Tað er somuleiðis ein treyt, at viðkom-
andi skrivliga váttar at fráboða Arbeiðs-
loysisskipanini, um broytingar eru í tei-
mum í nr. 1-3 nevndu viðurskiftum, og tá
vinnuvirkið er selt á tvingsilssølu.
Stk. 4. Viðkomandi lýkur ikki treytirnar í
stk. 1-3 við at avhenda vinnuvirkið til
hjúnafelaga/sambúgva og/ella ómyndug
bern.
KAPITTUL 6
Útgjald
$7. Tryggingin skal hava verið í gildi
samanhangandi í minsta lagi í 1 ár,
áðrenn hin sjålvstødugi vinnurekandi
hevur rætt til útgjald.
Stk. 2. Útrokningargrundarlagið hjá
sjålvstødugum vinnurekandi er inntøkan
frå persónligum arbeiði sum sjålvstød-
ugur vinnurekandi fyri sidsta endada
roknskaparår, áðrenn arbeiðsloysið er
staðfest.
Stk. 3. Inntøkan, nevnd í stk. 2, er skatt-
skylduga inntskan sambært sjálvuppgáv-
uni og skattaroknskapinum. Afturat
inntøkuni verða lagdar upphæddir, ið
annars mugu metast vera vunnar av
vinnuvirkinum, og frátrektar verða upp-
hæddir, ið mugu metast hevuðsvinnuni
hjá virkinum óviðkomandi.
Stk. 4. Um tann skattskylduga inntøkan er
mett av skattamyndugleikunum, kann
skattskylduga in itøkan ikki nýtast sum
útrokningargrundarlag. Í slíkum førum
a?
=
ásetur Arbeiðsloysisskipanin eitt fyribils
útrokningargrundarlag, til skattskylduga
inntøkan sambært stk. 2 er staðfest av
skattamyndugleikunum.
Stk. 5. Arbeiðsloysisskipanin kann krevja,
at upplýsingarnar í hesi grein skulu vát-
tast av ríkisgóðkendum ella skrásettum
grannskoðara.
$8. Arbeiðsloysisstuðul verður ikki
goldin, fyrr enn teir í stk. 2 nevndu
bíðidagar eru farnir.
Stk. 2 Hevur hin arbeiðsleysi inntøku
sambært 5 7, stk. 2, sum er minni enn
tann í 5 16, stk. 2 í lagtingslóg um arb-
eiðsloysistrygging og arbeiðsávísing
lýsta arbeidaraårsløn, áðrenn treytirnar í
$ 14, stk. 1 í somu lóg eru loknar, er 1
bíðidagur. Fyri hverjar heilar kr. 10.000,00,
inntøkan er hægri enn ådurnevnda
arbeidaraårsløn, verður bididagatalid økt
vid einum degi.
Stk. 3. Bididagarnir kunnu ongantíð vera
fleiri enn 10.
KAPITTUL 7
Uppsøgn
$ 9. Tann tryggjadi hevur rætt at siga upp
tryggingina vid einari uppsagnarfreist
uppá ein mánað.
Stk. 2. Skrivlig uppsegn skal vera
Arbeiðsloysisskipanini í hendi seinast í
mánaðinum frammanundan tí fyrsta, sum
uppsagnarfreistin sambært stk. 1 byrjar.
- KAPITTULB
Fráboðanarskylda
$ 10. Tann arbeiðsleysi hevur skyldu til at
boða Arbeiðsloysisskipanini frá øllum
seinni broytingum í inntøkum, sum hava
verið nýttar at rokna inngjøld ella útgjeld,
sambært 58 4 og 7.
$ 11. Verða broytingar gjørdar i inntøkun-
um, sum nýttar hava verið at rokna
inngjøld ella útgjald, sambært 85 4 og 7,
skal Arbeiðsloysisskipanin gera nýggjar
útrokningar. Vísa hesar, at inngjøldini ella
útgjaldini verða broytt, tekur Arbeiðs-
loysisskipanin stødu til, um møguligir
munir i upphæddum skulu útgjaldast ella
innkrevjast.
KAPITTUL 9
Reglur annars
$ 12. Tryggingar, id eru teknaðar, áðrenn
henda kunngerð er komin í gildi, koma
undir reglurnar í hesi kunngerð, dagin
eftir at hon er lýst.
$ 13. Henda kunngerð fær gildi frå 1. sep-
tember 1998.
Arbeiðsloysisskipanin
P.O.Box 3022 * FO-110 Tórshavn
Tlf. 31 95 50 * Fax. 31 02 63
e-mail: alsØals.fo