týsdagur 25. august 1998síða 11
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 158 — 25. AUGUST 1998
DAGFINN OLSEN
MYNDIR: JONHARD
HAMMER
Rúni Brattaberg er næming-
ur á Sibelius Akademiets
Operaskole í Finnlandi.
Hann er bassangari og Gus-
tav Djupsjøbacka er ein av
lærarunum á Akademinum,
umframt at hann hevur
spælt saman við frægastu
sangarum í Finnlandi og
hava tey havt konsertir
kring allan heim.
Gustav Djupsjøbacka og
Rúni Brattaberg hava arbeitt
fram ímóti hesi konsertferð-
ini til Føroya allan veturin.
Gustav Djupsjøbacka og
konan er í Føroyum á fyrsta
sinni og teimum dámar væl.
Á ferðini hava tey m.
a.gingið túrar og náttúran er
hugtekur, sigur Gustav
Djupsjøbacka.
Hann sigur, at í Finnlandi
er hann vanur við hav, men
fólki her er ødrvisi. tey eru
glaðari
Vakurt
- Tað er áhugavert at síggja,
hvussu fólk hava lært at liva
við náttúruni. Í Finnlandi
eru fleiri trø, og fólk eru
meria fyri seg sjálvan. Før-
oyingar eru meira sosialir,
glaðari og syngja t.d. í kóri,
sigur Gustav Djupsjøbacka
-Náttúran her er so sterk
og hugtakandi, sigur Gus-
tav, ið eisini er glaður fyri
at kunna vitja Føroyar sum
gestur hjá Rúna, og ikki
sum vanligur ferðamaður, tí
á henda hátt fær ein heilt
ødrvisi upplivilsi, sigur
Gustav Djupsjøbacka.
Gustav hevur fleiri ferðir
verið í Íslandi, men hetta er
fyrsta ferð hansara í Før-
oyum og tað er spennandi
heldur hann, tí hann kennir
fleiri fólk í Føroyum frá tón-
leikasamstarvi, t.d. Kristian
Finski pianisturin, Gustav Djupsjøbacka er á konsertferð saman við Rúna Brattaberg
Blak og Brandur Øssursson.
Rúni verður góður
Gustav Djupsjøbacka dám-
ar væl Rúna sum sangara.
- Hann byrjaði seint at
syngja, men hann verður
góður, sigur Gastav, ið eis-
ini nevnir, at tørvur er á
basssangarum og at hann
vónar, at Rúni gerst yrkis-
sangari, profesjonellur
- Um nøkur ár verður
Rúni heilt góður, nakað av
arbeiði afturat, nakrar fín-
pussingar, so verður hann
heilt góður, sigur Gustav
Djupsjøbacka, ið ikki ivast
í, at Rúni hevur gávurnar,
og hetta mugu sigast at vera
tíðindablaðið SOSTANUT
- Tað er neyðugt at hava
eydnuna við sær
Rúni Brattaberg er í løtuni í Føroyum í summarfri. Tó, heilt frí hevur
hann ikki. Í gjårkvøldid var konsert í Vágs Kirkju og í mikikvøldid syngur
Rúni í Norðurlandahúsinum. Við honum á ferðini er finski pianisturin
Gustav Djupsjøbacka. - Tað er ofta sum at fáa ein ein hamara í hóvdið,
men tað er helst meiningin, tá ein er ungur og óroyndur, at ein hittir
týðandi orð frá manni, ið
hevur arbeitt við fleiri av
teimum stóru nøvnunum.
Stórur sangari
Enn er Rúni Brattaberg
kanska ikki millum stórstu
nøvnini, men tað er eingin
loyna, at hann má sigast at
vera stórur sangari, um
skemtiliga skal takast til. Tí
Rúni er stórur á vøkstri,
men sanniliga prógvaði
hann undir venjing í Vágs
Kirkju sunnukvøldid, tá vit
hittu Rúna, at røddin hoyrir
til millum tær stóru. Tað var
ein stór rødd, ið sang aftur-
við fylgispælinum og kraft-
in næstan merktist, tá teir
slíkar stórar kanónir, sigur Rúni Brattaberg
heilt lágu tónarnir komu
fyri.
Verið í USA
Rúni, sum eisini hevur verið
í USA og fingið undirvísing
frá t.d. tí kenda Alexander
Rom, sigur, at tað er kreyj-
andi at arbeiða við teimum
stóru monnunum
- Tað er ofta sum at fáa
ein ein hamara í høvdid,
men tað er helst meiningin,
tá ein er ungur og óroyndur,
at ein hittir slíkar stórar kan-
ónir, sigur Rúni Brattaberg.
- Til dømis Gustav
Djupsjøbacka, hann hevur
spælt við teimum stóru og í
Carnegie Hall, har The
hava
Beatles og
spælt, og sum er millum
onnur
fremstu konserthallir í
verðini, sigur Rúni, ið
heldur tað er neyðugt at
koma í samband við slíkar
stórar og kendar menn, tí
soleiðis lærir ein ein hóp
- Men lætt er tað ikki, tí
her ert tú uppi ímóti nøkrum
veruligum, men leiðbein-
ingin er gull verd, tí hann
hevur td. óivað spælt
skránna við fleiri ødrum,
sigur Rúni um Gustav
Djupsjøbacka
Eydnan.
- Tað er sjálvsagt ein fyri-
munur, at tað ikki eru so
nógvir bassangarar, men eg
haldi tað ofta hevur nógv at
siga, at hava eydnuna við
sær á hesum starvsøkinum,
sigur Rúni og hesum er
Gustav samdur í
- At vera rætt stað til réttu
tíð hevur nógv at siga, men
tað er nógv, ið spælir inn,
sigur Gustav Djupsobacka
- Men vegurin er langur
og at uppbyggja sær karieru
er alt annað enn lætt og so
er tað eisini spurnngurin,
um tað er tað ein vil, tí tað
er hart lív, og gongur
kanska útyvir familjlívið
sigur Rúni
Men hvat vil Rúni. Ætlar
hann at royna eydnuna ella
ætlar hann t.d. at undirvísa?
- Eg vil fegin royna meg
fyrst, tí eg havi verið so stutt
í hesum. Eg havi bert sung-
ið í 4 ár, síðni mín fyrsta
sangtíma, so tað vildi verið
púra ørt at farið at undirvíst
bara um eini 4 ella 5 ár. Tað
vóni eg ikki, at tað verður
høvudsmålid, tí tá eri eg
ikki komin í mín besta ald
ur. Røddin er ikki liðugt
ment enn,tað verður ikki
fyrr enn um eini 10 ár, so
eg eri ikki í besta aldri fyrr
enn um eini 10 ella 15 ár
sigur Rúni.
Rúni skal yvir aftur til
Finnlands at lesa og um 3
ár er hann liðugur og skal
so veruliga royna sínar
veingir, men higartil hevu
gingist honum væl og hann
hevur verið í samband við
fleiri av stóru nøvnunum i
tónleikaverðini og 6ivad
hevur Rúni rætt i, at neyð-
ugt er at halda seg framat
hjá teim stóru, ið síðani
kunnu vera við til at skapa
og forma komandi bass
røddina
Og vónandi verður eydn
an eisini við Rúna víðari á
leiðini