týsdagur 25. august 1998síða 22
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
22
tíðindablaðið
Nr. 158 — 25. AUGUST 1998
Foreldrini í Vesturbýnum:
Hóast foreldrini ynsktu tað,
sluppu nógv børn i vestur-
bynum ikki i Venjingarskúl-
an í ár. Hetta var óvæntað,
tí børnini búðu í uppruna-
liga skúlaumdeminum hjá
Venjingarskúlanum, og
einki varð sagt um, at trup-
ulleikar fóru at verða, tá ið
børnini vórðu innskrivað —
tverturimóti
Tað eydnaðist ikki for-
eldrunum at sannføra Tórs-
havnar býráð og skúlaráð
um at broyta avgerðini, og
kærdu foreldrini hana tí til
landsstýrismannin í skúla-
málum
Men signar á Brúnni gav
ikki foreldrunum vidhald i
kæruni. Hetta er frågreiding
foreldranna
I kæru okkara vistu vit å
— at tað bar til at útvega høli
til tríggjar 1. flokkar á Venj-
ngarskúlanum komandi ár;
- at tað ikki gekk rætt fyri
seg, tá ið Tórshavnar
kommuna varð gjørt til eitt
skåladømi; og
— at børnini i skålaumdømi-
num hava rætt til upptøku i
>heimskúlan<, hóast ásett
er, at kommunan skal rokn-
ast sum eitt skuladømi.
Landsstýrismaðurin svar-
ar aftur
— at kommunan sjálv ger av,
hvussu hon nýtir skålahøl-
ini í kommunini;
— at staðfestingin av, at
Tórshavnar kommuna er
eitt skålaumdømi hevur
gildi; og
— at hetta merkir, at komm-
unan sjálv ger av, hvuss
upptekan fer fram.
Vit foreldur halda tó
framvegis, at avgerðin er
bæði órímilig og órættvís.
Í staðin fyri at seta komm-
ununa uppá pláss, velur
landsstýrismaðurin at tváa
sær hendurnar. Hann góð-
tekur, at minstu børnini ikki
fáa fyrsta rætt til tók skúla-
høli. Hann verjir greitt um-
sitingarligt fusk. Og hann
loyvir einari tulking av
felags skålaumdømi, sum er
heilt burturvið.
Pláss er
á Heimara skúla
Venjingarskúlin hevur í løt-
uni erna skúlastovu í Heim-
ara skúla, og tað átti at verið
so lætt sum einki at latið
hann fingið eina stovu aft-
urat á hesum skúla. Virk-
semið, ið har fer fram, er
kvøldskulaundirvising. Alt
gott um hetta, men tå ið tað
ber til at útvega skúlastovur
aðrastaðni, hví so ikki flyta
hetta virksemið í staðin fyri
børnini. Sjálvsagt eigur
kveldskúlin at víkja til fyri-
muns fyri børnini.
Sagt verður, at hetta ikki
loysir trupulleikan, tí Venj-
ingarskúlin fær tørv á fleiri
skúlastovum komandi árini.
Hetta er í ávísan mun rætt
Men foreldrabólkurin hevur
við greiðum tølum víst á, at
neyðugt verður bara við
trimum skúlastovum í alt (tá
er hesin flokkurin íroknað-
ur), síðan fellur barnatalið
munandi. Heimari skúli er
nóg stórur til hendan tørv,
og átti hann ti, um ikki
beinanvegin, so so líðandi
at verið latin aftur til
Venjingarskúlan, sum hann
eisini áður hevur verið
partur av.
Hetta hevði verið tann
einfaldasta, skjótasta og bí-
ligasta loysnin. Um tørvurin
skuldi verið størri enn her
ætlað, ella annar tørvur tek-
ur seg upp, eru stundir til at
umhugsað aðrar møguleik-
ar. Vit hava í kæru okkara
skotið upp ymsar loysnir.
Eitt er at viljin hjá komm-
ununi ikki var til staðar.
Men landsstýrismaðurin átti
at havt skorið igjøgnum.
Hann hevur eftirlit við, at
galdandi reglur fyri skúla-
skapin verða hildnar, og at
skúlahgli verða nýtt á rættan
hátt.
Tað er eitt greitt ynski í
fólkaskúlalógini, at minstu
børnini skulu hava so stutt-
an skúlaveg sum gjørligt.
Eisini sigur fólkaskúlalógin,
at tað eru landsskúlamynd-
ugleikarnir, sum endaliga
avgera, um nýtslan av
skúlahglum stríðir ímóti
skúlans tørvi.
Men Signar tváar sær
hendurnar.
Umsitingarligt fusk
Loysunarorðið hjá skúla-
myndugleikunum hevur
verið hugtakið felags skúla-
umdømi, t.e. at kommunan
er eitt skålaumdømi. Hetta
hevur landsskúlastjórin
staðfest. Men vit hava í kær-
uni víst á, at eingin avgerð
er at staðgesta, og at stað-
festingin tí má vera ógildug.
Býráðið hevur ongantíð
samtykt, at kommunan skal
vera eitt skålaumdømi, men
einans at endurskoða skúla-
dømini og møguliga strika
tey. Felagslærararáðið end-
urtekur hetta møguliga. Og
í veruleikanum sæst heldur
ongastaðni, at skúlaráðið
hevur tikið stóðu í spurn-
inginum. Kommunala um-
sitingin og landsskúlaumsit-
ingin hava so statt avgreitt
málið uttan neyðuga heim-
ild frá politisku myndug-
leikunum.
Fólkaskúlalógin ásetur
greiða mennagongd á hes-
um gki. Broytingar í skúla-
ætlanini skulu samtykkjast
av býráðnum eftir uppskoti
frá skúlaráðnum og við um-
mæli frá felagslærararáð-
num. Tá nústani kann av-
gerðin staðfestast av lands-
skúlamyndugleikunum.
Hóast landsstýrismaðurin
hevur sftirlit við, at galdandi
reglur verða hildnar, góð-
tekur hann hesa ólóligu
mannagongd. Hann átti
sjálvsagt aty verið so mikið
at sær komin, at hann læt
málið ganga umaftur og
kravdi, at avgerðin eisini
innihaldsliga var í lagi.
Men Signar velur at seta
tað blinda eygað til greitt
umsitingarligt fusk.
Hann torir ikki at seta sína
egnu og býráðsins umsiting
uppá pláss.
Kommunan
eitt skålaumdømi
Men lat okkum eina løtu
siga, at ásetingin um at
kommunan er eitt skúlaum-
dømi er galdandi. So stingur
spurningurin seg upp, hvat
hetta í veruleikanum merkir.
Landsskúlastjórin greiddi
ikki frá hesum, tá ið hann í
november 1996 staðfesti, at
kommunan skuldi roknast
sum eitt skúladgmi. Tí
kundi ein vónað, at lands-
stýrismaðurin gjørdi tað í
sambandi við kæruna, men
nei. Í staðin mugu vit mill-
um reglurnar lesa, at komm-
unan sjálv ger av, hvussu
hon tulkar hugtakið.
Men so lætt átti landsstýr-
ismaðurin ikki at sloppið. Tí
eingin ivi er um, at ásetingin
hevur sína fyrimynd í
donsku fólkaskúlalógini.
Orsgkin til hugtakið felags
skålaumdømi er, at tað
gjørdist alt meira vanligt, at
foreldur ynsktu, at børn
teirra skuldu ganga f einum
ødrum skúla enn skúlaum-
dømisskålanum. Fyri at
sleppa undan, at tílík ynski
hverja ferð skuldu viðgerast
serstakt, var tann møguleik-
in til staðar, at skúlar kundu
hava felags skúlaumdemi.
Asetingin tryggjaði, at barn-
ið slapp í annan skúla enn
skúlaumdemisskúlan, um
annars pláss var har.
Er hendan tulking rett,
kann ein spyrja. Vit foreldur
eru ikki í iva. At tí at reglan
er gjørd við fyrimynd i
donsku fólkaskúlalógini
mugu vit tí kunna loyva
okkum at tulka regluna við
stødi í, hvussu hetta verður
gjørt niðri. Og har er eingin
ivi, tí í einari reglugerð
verður greitt frá hugtaki-
num. Gelags skålaumdømi
merkir, at tú hevur møgu-
leika at skriva barn títt inn í
ein annan skúla enn skúla-
umdgmisskúlan, og eigur
barnið at verða upptikið har,
um annars pláss er fyri tí.
Er plássið avmarkað, eru
fastar reglur at ganga eftir;
t.d. er avgerandi, um barnið
hevur systkin á skúlanum.
Hinvegin — og tað er ógvu-
liga avgerandi í hesum máli
— hevur tú altíð rætt at fáa
barnið í skúlaumdemisskúl-
an. Skuldi borið so á, at
>heimskúlin< ikki megnar
at nøkta tørvin i skúlaum-
døminum, so mugu um-
dømismarkini broytast å
Signar tvaaði sær hendurnar
júst sama hátt sum áður.
Felags skålaumdømi er
altso ein eyka rættur hjå for-
eldrunum til at velja ein
annan skúla enn skúlaum-
dómisskúlan. Ikki ein eyka
rættur hjá skúlamyndug-
leikunum til ikki at upptaka
børn í teirra egna skúlaum-
domisskúla.
Hetta merkir so statt sam-
stundis, at gomulu umdøm-
ini ikki eru slept. Tað er
nevniliga ikki so einfalt
bara at strika skålaumdøm-
ini, tí hetta hevði borið við
sær, at fleiri ásetingar í
fólkaskúlalógini = høvdu
gjørst einkisigandi. T.d. tær
um skúlaniðurlegging.
Hverjir borgarar kundu tá
mótmælt, um uppskot varð
sett fram um at leggja skúlar
niður?
Men alt hetta leggur
landsstýrismaðurin einki í.
Hann gevur kommununi fri-
ar hendur á hesum øki.
Kommunan kann gera sínar
egnu reglur. Landsstýris-
maðurin sigur enntá, at
kommunan kann gera nýggj
skålaumdømi, um hon vil
tað, og tað sær júst út til at
vera tað, sum er hent (børn-
ini norðan fyri Landavegin).
Hetta kann tó undir ongum
umstødum vera rætt, tí regl-
urnar í fólkaskúlalógini um,
hvussu broytingar av skúla-
umdømunum skulu fara
fram, mugu haldast.
Landsstýrismaðurin loyv-
ir so statt bæði so og so, at
brot verða gjørd á fólka-
skúlalógina. Okkara fatan
er, at so leingi skåladømini
ikki eru broytt á vanligan
hátt, so eru tey har fram-
vegis. Altso uttan mun til,
um kommunan er at rokna