Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-12-16, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 16. desember 2003síða 2

‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 239 - 16. desember 2003 Nr. 239 - 16. desember 2003 3 Tøkk Hjartans takk fyri sýnda samkenslu, tá kæri maður, pápi, verpápi og abbi okkara Jørmund Stenberg Sumba so brádliga varð tikin frá okkum og fór til gravar. Takk til prest, kirkjutænarar, sangarar og berarar og til tykkum, sum á ymiskan hátt rættu eina hjálpandi hond. Takk fyri blómur, kransar, telefonsamrøður og peningagávur til Missiónshúsið. Tøkk, øll ið fylgdu honum til hansara seinasta hvíldarstað. Familjunnar vegna Petrea, Elinborg og Tormóð Í kvøld, týskvøldið kl 20, verður jólakonsert í skúlanum í Hovi KONSERT Tíðindaskriv Tónleikalívið kring landið er í blóma, og sjálvandi vil Suðuroyggin vera við í hesi menning. Saknur hevur verið at hoyra blásturtón- leik, og hetta hava suður- oyingar gjørt nakað við. Tey hava í dag ikki færri enn trý hornblásaraor- kestur, eitt hornorkestur á Tvøroyri, eitt í Vági og so tað triðja sum er Suurættin, ið eru spælarar og tón- leikarar úr allari oynni. Suðurættin er veruliga við at fáa vind í seglini, m. a. hevur orkestrið spælt saman við Guðrun S. Ja- cobsen og Brandi Enni, hvat skúlakonsertir á Tvør- oyri, Sumba, Hvalba, Tórshavn og eru nú boðin at spæla í Tivoli í Keyp- mannahavn í maimánaði komandi ár. Slík ferð kostar, og tí hava tey eina stuðulskon- sert sum kostar 40 kr fyri vaksin, meðan børn sleppa ókeypis at hoyra. Týs- kvøldið 16. desember er so seinasti møguleiki at hoyra orkestrið í ár, tey fara at framføra mest jólatónleik í skúlanum í Hovi kl 19. Og sjálvandi eru øll áhugað vælkomin at lurta, um ættin verður góð, so verður eingin blástur um koll. Stjórnandi týskvøldið er Oddur Hentze. Blásturtónleikur í Hovi Kunngjørt verður fyri at og vinum, at Lina Arge andaðist á Landssjúkrahúsinum 14. desember 85 ára gomul. Jarðarferðin verður úr Vesturkirkjuni mikudagin 17. desember klokkan 13.00. Fyri tey avvarðandi Osla Jacobsen, Sandavági Tey, ið vilja minnast Linu, kunnu lata ein peningagávu til Hjartafelagið ella Føroya Felag móti Krabbameini C M Y K 3 2 team85 Tórshavn 317010 Miðvágur 332000 Klaksvík 404500 Sandur 361000 Tvøroyri 371000 Saltangará 404400 Tilboðini eru galdandi so leingi, vøra er á goymslu. Fyrivarni verður tikið fyri prentvillum. ÁRSINS JÓLAGÁVUR ÁRSINS JÓLAGÁVUR 220,- -15% PIPAR&SALT VIDEOBANDIÐ Alt tilhoyr í des. NOKIA 2100 999,- Nýggj og fiks frá NOKIA Livandi paususkermar, bert 84 g. SMS-listar, o.m.a.