Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-12-16, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 16. desember 2003síða 3

‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 239 - 16. desember 2003 Nr. 239 - 16. desember 2003 5 Sørvágs Kommuna arbeiðir við at fáa nýggjan barnagarð í bygdini. Ætlandi skal nýggi dagstovnurin kunna hýsa 100 børnum, sigur borgarstjórin BARNAANSING Edvard Joensen Sørvagi: Barnaansingartil- boðini í Sørvági fara at økj- ast munandi nakað skjótt, gongur tað, sum bygdar- ráðið ætlar. Ein nýggjur dagstovnur við plássi til 100 børn verður fyrireikaður. Eivin Jacobsen, borgar- stjóri í Sørvági, sigur, at tey hava tekningar klárar, og at nú verður arbeitt við at fáa grundsykkið til nýggja dagstovnin, sum ætlanin er at byggja niðan fyri fyrstu húsini Uppi á Mýrum. Samráðingar eru við eigar- arnar av lendinum, har ætl- anin er at byggja dagstovn- in. Barnagarður er, sum er, í Sørvági. Talan er um eini umbygd, gomul sethús, sum hýsa 31 børnum, sigur borgarstjórin. Tann loysnin er bara næstbest og als ikki tíðarhóskandi, sigur hann. Umframt er eisini dagrøkt- arskipan í Sørvági. Men sum er nøkta tær báðar skipaninar ikki tørvin á barnaansing í Sørvági, sigur Eivin Jacobsen. – Sjálvandi kundu vit bara sett eina dagrøktar- mammu aftur at í starv, so hvørt, sum tørvurin er har. Men tað er eingin loysn, sigur hann. Tí hava vit gjørt av at byggja hendan nýggja dagstovnin. Eivin Jacobsen sigur, at nýggi dagstovnurin hjá Sørvágs Kommunu vænt- andi fer at kosta einar átta - níggju milliónir krónur. – Tað eru sjálvandi nógv- ir pengar, men vit hava ásannað tørvin og valt at fara undir hetta nú, sigur hann. Føroya Barnaheim fekk mánadagin handaðan ein kekk áljóðandi 10.000,- krónur frá Eimskip JÓLAGÁVA Føroya Barnaheim fekk ein góða jólagávu frá skipafel- agnum Eimskip mánadag- in. Ein kekk upp á 10.000,- krónur. Joel undir Leitinum, sum saman við stóranum á Eim- skip í Føroyum, Brynjari Vigosson, var á Barna- heiminum við kekkinum, sigur, at Eimksip í ár hevur valt at lata ta upphæddina, felagið annars plagar at nýta til jólakort og slíkar heilsur, til eitt vælgerandi endamál. Gávan varð latin Føroya Barnaheimi sum eitt herða- klapp fyri ta góða arbeiðið, Barnaheimið ger, sigur Joel undir Leitinum. Tað var Hallbjørg Lam- hauge, varaleiðari á Barna- heiminum, sum tók í móti gávuni. Leiðarin, Finnur Helmsdal, fekk ikki verið til staðar vegna sjúku, sigur Joel undir Leitinum. Vikuskiftið hevur verið sum vanligt hjá løgregluni. Onkur koyrdi ov skjótt, onkur annar var ov brásintur,og onkur hevði ov langar fingrar og kendi ikki mun á mínum og tínum LØGREGLUTÍÐINDI Edvard Joensen Løgreglan í Havn letur at hampiliga friðaligum vikuskifti. Ov nógv ferð, harðskapur og innbrot standa í samdøgurðsfrágreiðingini hjá vakthav- andi. Vakthavandi á løgreglustøðini í Havn sigur frá, at um vikuskiftið var onkur, sum koyrdi alt ov skjótt í mun til tað, loyvt er. – Og tað er ikki so stuttligt hjá teimum aftaná, heldur politisturin. Okkurt smávegis ferðsluóhapp hevur eisini verið. Eitt var á vegamótinum Sundsvegur/Norðari Ringvegur, har tað meira enn so kemur fyri, at slík henda. Eitt prutl og ein bilur stoyttu saman, sigur løgreglan. Okkurt smátt av materi- ellum skaða hendi, men eingin mansskaði. Kavi legðist um vikuskiftið, men tað hevur ikki elvt til nakað óhapp, sum tey vita at siga um á løgreglustøðini í Havn. Summi fólk hava hatta har við at missa tamarhaldið á sær sjálvum í dansi ella kanska serliga aftan á dans. Soleiðis var eisini tíðliga sunnumorgunin, tá ein maður sló ein annan í høvdið við eini fløsku. Hetta hendi í Klubbagarðinum. Fráboðanin til løgregluna segði, at maðurin bløddi illa, og hann varð tí fluttur á Landssjúkrahúsið. Men tað vísti seg ikki at vera so álvarsligt kortini, og neyðugt varð ikki at seyma nakað, sigur løgreglan. Maðurin, sum sló við fløskuni, varð stutt eftir handtikin av løgregluni. Innbrot varð leygarnáttina í handlinum Damor á Argjum. Har var radio- og tónleikaútgerð fyri einar 25.000 krónur stolin. Eisini vórðu umleið 6.000,- krónur í reiðum peningi tiknar, eins og ein kekkur, sum var í húsinum, eisini varð tikin. Bergleif Brimvík, leiðari á kriminal- deildini, sigur, at gerningsmenninir eru farnir inn gjøgnum eina garaguhurð og haðani inn í sjálvan handilin, har vørurnar og peningurin eru tikin. Eitt vitni boðaði løgregluni frá, at hava sæð tveir bilar í økinum um hesa tíðina, og út frá teirri frágreiðingini tók løgreglan leygardagin tríggjar mans. Ein 18 ára gamlan og tveir 19 ára gamlar. Húsarannsókn varð gjørd, og har vóru allar vørurnar, sum tiknar vórðu úr handlinum, funnar. Eisini fann løgreglan allar pengarnar. Sjálvt kekkurin er aftur- komin, sigur Bergleif Brimvík. Menninir vóru eftir avhoyringar, har teir játtaðu seg sekar, leyslatnir og bíðað nú eftir at koma fyri rættin. Sørvingar fyrireika barnagarð Jólagáva til Barnaheimið Nógv ferð og bardagi Soleiðis hugsar arkitekturin sær, at nýggi dagstovnuni skal síggja út uttan Mynd West Tech Brynjar Viggosson, stjóri á Eimskip í Føroyum - í miðuni - var mánadagin saman við Joeli undir Leitinum og handaði varaleiðaranum á Føroya Barnaheimi, Hallbjørg Lamhauge, ein kekk upp á kr. 10.000,- Mynd: Jens Kristian Vang Sørvágs Kommuna ætlar at byggja nýggja dagstovn Uppi á Mýrum, fremst á myndini Mynd: Edvard Joensen Týskvøldið verður annar og triðji uppstillingarfundur hjá Tjóðveldisflokk- inum í Eysturoynni. Og enn eru bæði Signar á Brúnni og Hans Tausen Olsen í uppskoti UPPSTILLING Øssur Winthereig ossur@sosialurin.fo Átta nøvn skulu standa á endaliga uppstillingarlist- anum hjá Tjóðveldisflokk- inum í Eysturoynni. Í løtuni eru níggju nøvn í uppskoti. Teirra millum eru Signar á Brúnni og Hans Tausen Olsen. Tórbjørn Jacobsen er eis- ini millum tey níggju nøvn- ini, men hann hevur sagt, at um Hans Tausen Olsen verður á endaliga listanum, so vil hann ikki vera við. Tórbjørn Jacobsen hevur brúkt sum frágreiðing, at tað ikki er vanligt at hava tveir persónar úr somu kommunu. Men hesum vís- ir Signar á Brúnni aftur: - Tað er ikki nøkur sið- venja hjá okkum um, at fleiri úr einari kommunu ikki kunnu vera á listanum. Við seinasta val stillaðu tvey upp úr Fuglafirði og áður hava eisini tvey val- evni verið úr Runavík, sig- ur Signar á Brúnni. Tórbjørn broytti siðvenjuna Eisini Hans Tausen Olsen vísur aftur, at tað er sið- venja at bara ein skal vera úr somu kommunu. Tvørt- urímóti sigur Hans Tausen Olsen, at tað júst var Tór- bjørn Jacobsen, sum í 1998 breyt ta siðvenjuna. - Í 1998 var eg uppstill- aður, sum tingmaður og tá kom júst Tórbjørn Jacobsen eisini á listan við tí grund- geving, at tað var gott við kapping á listanum, sigur Hans Tausen Olsen. Tórbjørn Jacobsen hevur onga viðmerking til hesa greinina. Hans Tausen Olsen dugur heldur ikki at síggja, at tað hevði havt nakran týdning fyri atkvøðutalið hjá teim- um báðum, um báðir still- aðu upp. - Vit liggja ikki eftir somu atkvøðum. Eg havi higartil fingið umleið 150 atkvøður og tað kann gott vera at onkur av teimum ikki hevði komið til Tjóð- veldisflokkin, um eg ikki stillaði upp, sigur Hans Tausen Olsen. Tórbjørn Jacobsen fekk við seinasta løgtingsval 448 atkvøður. Helst fyrimunur við fleiri Signar á Brúnni hugsar seg leingi um, tá hann verður spurdur um, tað hevði verið ein fyrimunur fyri Tjóð- veldisflokkin um bæði Hans Tausen Olsen og Tór- bjørn Jacobsen stillaðu upp. - Tað er trupult at siga. Møguliga hevði tað givið nakrar eykaatkvøður. Jú tað hevði helst verið ein fyri- munur, sigur Signar á Brúnni. Signar á Brúnni hevur verið sera atfinningarsamur móti Tjóðveldisflokkinum, síðani hann noyddist at leggja frá sær sum lands- stýrismaður í mentamálum og ikki fekk starvið aftur, eftir at ein kanningarstjóri fríkendi Signar á Brúnni. Tórbjørn Jacobsen var varamaður hjá Signari á Brúnni, og tá Signar á Brúnni kom aftur í Tingið á várið 2000 gjørdist Tór- bjørn Jacobsen landsstýris- maður í mentamálum. Seinasta løgtingsval still- aðu hvørki Signar á Brúnni ella Hans Tausen Olsen upp. Tá gjørdist Tórbjørn Jacobsen stóri atkvøðu- slúkarin. Til valið 1998 var Tórbjørn Jacobsen næstur á listanum við 232 atkvøðum móti 286 til Signar á Brúnni. Signar sigur ikki nei upp á forhond Hans Tausen Olsen dugur ikki at síggja, at tað hevði gjørt nakað, um bæði hann og Tórbjørn Jacobsen stilla upp fyri Tjóðveldisflokkin í Eysturoynni Valúrslit hjá Tjóðveldisflokkinum í Eysturoynni 1998 og 2001 2001 E. Tjóðveldisflokkurin 1383 Listin 187 Jóannes K Eliassen 113 Andrea Eldevig 53 Hallur Ellingsgaard 17 Hallbjørg A. Hansen 208 2 Suni í Hjøllum 124 Torbjørn Jacobsen 448 1 Olaf í Garði Joensen 157 3 Birgir Nónsgjógv 76 1998 E. Tjóðveldisflokkurin 1177 Listin 122 Signar á Brúnni 286 1 Jóannes Elisasen 103 Hallur Ellingsgaard 17 Súni í Hjøllum 115 Tórbjørn Jacobsen 232 2 Olaf í Garði Joensen 106 Hans Tausen Olsen 145 3 Rasmus Skorðheim 42 Fakta C M Y K 5 4 JOHN DAM er ein hin týdningarmesti skiparin og vinnulívsmaðurin í føroysku siglingar- søguni. Hann var undangongumaður í rækjufiskiskapinum, men eisini innan laksa- hemara- og skeljaveiðu gekk hann ótráddar leiðir. Hetta er ein lívssøga um áræði og framskygni, soltnar tíðir og gulltíðir, vónir og vónbrot, eydnu og lagnu. JOHN DAM er 400 blaðsíður við hópin av spennandi myndum. Bókin er innbundin og kostar kr. 295,- SKIPALISTIN 2004 hevur lógarkravdan føroyskan álmanakka, streymtalvur og streymkort umframt dagførdar upplýsingar og hópin av nýggjum myndum av føroyska flotanum. Tilfarið í SKIPALISTANUM er álítandi og viðkomandi hjá øllum teimum, ið hava áhuga fyri skipi og sjógvi. Skipalistin – hentur at hava! SKIPALISTIN 2004 kostar kr. 175,- og innbundin kr. 240,- – Fæst í bókabúðunum Ein spennandi greipa … R E P R O Z Leiga ein bil um jólini, og njót frítíðina. Vit hava sera góð jólatilboð ! Leiga ein bil um jólini, og njót frítíðina. Vit hava sera góð jólatilboð ! Ring: Tórshavn 313 535 ella flogvøllurin 358 800 J o h s . B e r g · S t a r a v e g u r 1 · 1 0 0 T ó r s h a v n We try harder JÓLATILBOÐ w w w . a v i s . f o · a v i s @ a v i s . f o