Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-12-16, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 16. desember 2003síða 4

‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 239 - 16. desember 2003 Nr. 239 - 16. desember 2003 7 Annlis bjóðar seg fram Annlis Bjarkhamar kom sum eitt skot upp í føroyskan pol- itikk og hon hvarv líka knappliga aftur. Men nú er hon á list- anum hjá tjóðveldis- flokkinum í Suðuroy UPPSTILLING Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Annlis Bjarkhamar kom sum eitt skot upp í før- oyskan politikk, tá ið tjóð- veldisflokkurin, rættiliga óvæntað,valdi hana til landsstýriskvinnu í menta- málum í juni í 2002, tá ið samgongan varð skipað eftir løgtingsvalið í fjør. Men hon fór líka brádliga úr politikki aftur, tá ið Løgmaður segði hana úr starvi í mars í ár í kjalar- vørrinum á gøluni, sum tók seg upp, tá ið hon setti nýggja landsfornfrøðing. Sostatt var hon landsstýris- kvinna í níggu mánaðir. Síðani tá hevur onki ver- ið at hoyrt til hana alment. Men tað verður helst øðr- vísi, tí nú er hon í uppskoti at gerast valevni hjá tjóð- veldisflokkinum í Suðuroy. Hon sigur, at síðani valið varð úrskrivað, hevur hon hugsað nógv um uppstill- ing og hon var komin til ta niðurstøðu, at fekk hon eina áheitan um at stilla upp, skuldi hon ikki bera seg undan. Men skuldi hon stilla upp, skuldi tað vera á heim- plássinum, Suðuroynni. Og tá ið tjóðveldisflokk- urin í Suðuroy hevði upp- stillingarfund sunnudagin, varð skotið upp, at Annlis Bjarkhamar skuldi vera eitt av valevnunum og tað játt- aði hon. Men hon leggur kortini dent á, at enn er onki av- gjørt um hon sleppur at stilla upp ella ikki, tí enn eru tveir uppstillingarfund- ir eftir, áðrenn listin er lið- ugur og tað eru altso tey, sum møta á fundi, sum gera av, hvør sleppur á listan. Kortini man ógvuliga lítil ivi vera um, at tá ið valevn- islistin hjá tjóðveldinum í Suðuroy verður latin inn, er hon eitt av nøvnunum. Ætlaði at melda seg úr tjóðveldisflokkinum Tað síðsta vit hoyrdu til Annlis Bjarkhamar, var annars fyri eini góðari viku síðani, tá ið hon umhugsaði at melda seg úr tjóðveldis- flokkinum. Hon váttar, at hon var so ónøgd við framferðina hjá tjóðveldisflokkinum í sam- bandi við samgongukrepp- una, sum førdi til nývalið, at tankin um at melda seg úr flokkinum var farin at spøkja. – Eg havi altíð havt tað soleiðis, at eg eri ikki bang- in fyri at siga mína meining, so eg duldi heldur ikki fyri míni misnøgd við tjóð- veldisflokkin, tá ið Fregnir spurdi meg, hvussu eg helt, at flokkurin hevði handfarið samgongukreppuna, ið tók seg upp, eftir at bókin, "Skjót journalistin" kom út. – Fólkaflokkurin royndi at spæla bóltin yvir til tjóð- veldisflokkin og eg haldi, at tjóðveldisflokkurin skuldi havt verið meiri avgjørdur. – Hetta málið snýr seg ikki um Anfinn Kallsberg sum so. Hetta er eitt mál, sum snýr seg um trúvirðið hjá løgmansembætinum og hetta er eitt mál, sum eisini snýr seg um, hvat løgmans- embætið kann brúkast til. – Skulu vit hava einar sjálvbjargnar Føroyar, er tað altavgerandi, at fólkið hevur fult álit á politisku skipanina, skulu tey tora at taka tað avgerandi stigið fram ímóti sjálvstýri. Annlis Bjarkhamar sigur, at trúvirðið á politisku skip- anina er sostatt tað mest týdningarmikla fyri framtíð Føroya. Og hon var komin til ta niðurstøðu, at tók tjóðveldisflokkurin ikki neyðug stig fyri at bjarga álitið á politisku skipanini, vóru hennara fortreytir fyri at arbeiðið í flokkinum, ikki longur til staðar. Men hon leggur afturat, at tíbetur tók flokkurin mál- ið í tí álvara tað kravdi, hó- ast hann kanska drálaði longri enn hon heldur var neyðugt. Og hon heldur, at flokkurin tók eina rætta støðu við at spæla bóltin yvir aftur har, hann hoyrdi heima. – Tjóðveldisflokkurin gjørdi greitt, at hann vildi halda fram í samgonguni, men tað mátti vera undir einum øðrum løgmanni. At fólkaflokkurin so sleit sam- gonguna, varð so teirra støða. Annlis Bjarkhamar ivast ikki í, at sjálvstýrismálini fara at fylla nógv í val- stríðnum og ein høvuðs- uppgáva hjá tjóðveldis- flokkinum verður at vísa á, at sjálvstýristilgongdin eig- ur at halda fram. Men hon eisini, at sosial- mál og vinnumál fara at fáa ein týðandi leiklut í val- stríðnum. Annars tók Annlis Bjark- hamar læraraprógv í novem- ber, eftir at skúlagongdin varð løgd til viks, tá ið hon kom í landsstýrið. Hon er ikki lærari í løtuni, men hon hevur fingið til uppgávu at samskipa G-tónleikastevn- una í summar og tað fer við tí mesta av tíðini. Løgtingsess í føðingardagsgávu?? Hetta er fyrstu ferð, at Ann- lis Bjarkhamar stillar upp. Og hvør veit, kanska fær hon ein løgtingsess føðing- ardagsgávu týsdagin 20. januar, tá ið hon fyllir 30, sama dag sum valið er. Men so verður tað í øll- um førum í kapping við Hergeir Nielsen, løgtings- mann, sum avgjørt má metast at vera tungvektarin á listanum hjá tjóðveldis- flokkinum í Suðuroy. Her- geir var landsstýrismaður í samferðslumálum frá 1991 til 1981 og hann hevur eisini verið løgtingsmaður frá 1984-1994 og aftur síð- ani 1998. tvs í 15 ár. Somuleiðis er eisini líkt til, at Dan Nielsen fer at stilla uppaftur. Hann hevur stillað upp mangar ferðir og hevur eisini verið varamað- ur á tingi, men hann stillaði ikki upp seinast. Hinvegin er ikki líkt til, at Rúni Nielsen, sum er varamaður hjá Hergeir Nielsen hetta valskeiðið, fer at stilla uppaftur í Suðuroy, tí hann er í uppskoti at verða val- evni í Suðurstreymoy. Annlis Bjarkhamar fyllir 30 ár 20 januar og nú tekur hon kappingina upp við Hergeir Nielsen, Dan Nielsen og onnur um ein løgtingsess í føðingardagsgávu Til seinasta løgtings- val kláraði sjálvstýr- isflokkurin ikki at fáa lista í Suður- oynni, men hesuferð skal tað verða øðrvísi UPPSTILLING Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Hesuferð skal sjálvstýrar- in aftur setast til í Suð- uroynni. Á seinasta løgtingsvalið kláraði sjálvstýrisflokk- urin ikki at manna lista í Suðuroyar valdømi. Men tað skal ikki henda aftur í ár. Til hetta løgtingsvalið hevur sjálvstýrisflokkurin sett sær fyri at hava lista í øllum valdømum, eisini í Suðuroynni. Enn er ikki greitt, hvør ferð at stilla upp fyri sjálv- stýrisflokkin í Suðuroy, men tríggir mans eru nevndir: Rúni Jacobsen, sjómaður á Tvøroyri, Sonni Djurhuus, ættaður úr Øravík, búsitandi í Havn og Milson Berg á Tvøroyri, formaður í út- róðrarfelagnum á Tvør- oyri. Annars hevur sjálvstýr- isflokkurin ikki havt tað stóru undirtøkuna í Suð- uroy. Besta valið í Suður- oynni í nýggjari tíð,var valið í 1984, tá ið flokk- urin fekk 89 atkvøður. Annars hevur sjálvustýris- flokkurin ligið um hálvt- hundað atkvøður í Suð- uroy, eitt sindur fleiri og eitt sindur færri. I 1998 fekk hann 42 atkvøður í Suðuroy og í fjør kláraðu tey ikki so frægt sum at manna lista. Tað verður nokk heldur ikki til tað stóra av atkvøð- um hesuferð. Men hvør atkvøða telur í samlaða roknistykkinum, so at- kvøðurnar í Suðuroy kunnu kanska vísa seg at verða meiri enn hentar til klýpi, tá ið eykamennnir til Løgtingið skulu roknast út. Sjálvstýrarin setast til aftur í Suðuroynni C M Y K 7 6