týsdagur 16. desember 2003síða 5
‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 239 - 16. desember 2003
Nr. 239 - 16. desember 2003
9
MARKNAÐARRÁK
Sunnudagin varð fyrrverandi ir-
akiski einaræðisharrin Saddam
Hussein tikin til fanga av amerik-
onskum hermonnum. Hendingin
hevur fingið ávirkan á marknað-
irnar og mánamorgunin styrkn-
aði dollarin um _% samstundis
sum bæði partabrøv og láns-
brævarentur sum heild hækkaðu.
Mett verður at hendingin kann
ávirka virðisbrævamarknaðirnar
nakrar dagar, men so vilja grund-
leggjandi búskaparligu viður-
skiftini aftur koma í sjóneykuna.
Á fundi hjá FED í farnu viku, var
leiðandi rentan í USA ikki broytt,
og endurtikið varð, at stigið á
leiðandi renturni verður lágt
leingi enn. Áhugavert er kortini,
at óttin um vantandi prísvøkstur
nú er minkaður. Hetta fekk láns-
brævarentur, eisini um okkara
leiðir, at hækka. Við broyttu
prísvakstrarvæntanunum verður
mett, at FED ger marknaðin til
reiðar til eina rentuhækking; ein
slík verður tó ikki at síggja fyrr
enn væl er liðið av 2004.
Fundarfrásøgn frá oktobur-
fundinum hjá FED, ávirkaði
eisini í farnu viku, hóast talan er
um gomul tíðindi, við støði í vit-
an frá septembur. Á hesum fund-
inum var FED ikki eins bjart-
skygd sum nú. Av tí at nýggjari
vitan er tøk, metur Marknaðar-
rák, at fundarfrásøgnin ikki átti
at ávirka.
Fríggjadagin komu tíðindir
um, at Vestas Wind Systems
hevur ætlanir um at keypa hin
danska vindmylluframleiðaran
NEG Micon. Orsøkin til ætlanina
er at lækka um framleiðslukostn-
aðin og at forða, at aðrir kapping-
arneytar keypa NEG Micon.
Áðrenn eina samanlegging er
Vestas longu heimsins størsti
vindmylluframleiðari og keypið
økir sostatt um støddarleiðsluna.
Hetta er positivt fyri samanlagda
felagið, ið virkar í einari vinnu
við sera harðari kapping. Kostn-
aðurin fyri NEG Micon verður
2,5 mia kr.
Dollarin hevur veruliga verið á
andgletti farnu vikurnar. Vænt-
andi verður dollarin eisini stórt
evni týsdagin, tá amerikonsk
gjaldsjavnatøl verða kunngjørd.
Um gjaldsjavnahallið økist, kann
trýstið á dollaran økjast, og hetta
kann føra við sær, at renturnar
um okkara leiðir aftur lækka.
Dollarin hevur framvegis stóra
ávirkan, og týsdagin kann hesin
gerast skiftandi soleiðis, at eisini
virðisbrævamarknaðirnir gerast
skiftandi.
Nú farið er inn í seinastu heilu
arbeiðsvikuna av 2003 er sann-
líkt, at marknaðirnir hesar sein-
astu dagarnir av árinum vera
merktir av hesum. Somuleiðis
kunnu tíðindi um, hvat henda
skal við Saddam Hussein, ávirka
Handtøkan av Saddam ávirkaði virðisbrøv
Vika 50, 2003
www.kaupthing.fo
Útibarnagarður í Haraldssundi
Í januar letur Klaks-
víkar kommuna í
samstarvi við Kunoy-
ar kommunu upp ein
útibarnagarð, sum
skal halda til í bygd-
arhúsinum í Haralds-
sundi. Stovnurin
verður undir dag-
stovninum Mylnu-
húsið í Klaksvík og
kemur í fyrstu atløgu
at hýsa 20 børnum
BARNAANSING
Solby A. Eliasen
solby@sosialurin.fo
Klaksvík:
Um hálvan januar letur ein
útibarnagarður upp í bygd-
arhúsinum í Haraldssundi.
Stovnurin er eitt úrslit av
eini samstarvsavtalu mill-
um Klaksvíkar kommunu
og Kunoyar kommunu.
Nýggi stovnurin kemur at
taka 20 børn, sum skulu
verða fylt fimm ár. Men
leiðarin í Mylnuhúsinum,
Hanna Thøgersen, sigur, at
tey fara at byrja spakuliga.
– Í fyrstu atløgu fara vit
bert at taka børn inn, sum
skulu í skúla í summar. Í
Mylnuhúsinum ganga átta
børn, sum skulu í skúla í
summar. Umframt at børn
úr Kunoynni eisini koma at
ganga har, greiðir Hanna
frá.
Hon er nakað varin við at
siga nakað nágreiniligt um
nýggja stovnin, tí avtalan
kom í lag fríggjamorgunin,
so tað er avbera feskt enn.
Trý starvsfólk koma at
arbeiða á stovninum fulla
tíð, og sum sagt kemur
stovnurin at hýsa 20 børn-
um. Men Hanna Thøgersen
sigur, at tað verða ikki 20
frá fyrsta degi av. Nær
væntast kann, at øll 20
børnini vera har, veit hon
ikki at siga, sum nú er.
Gott hugskot
Hanna Thøgersen letur væl
at hugskotinum við at lata
upp útibarnagarð á bygd.
– Eg síggi upp á hetta
soleiðis, at tað er stuttligt,
at nøkur børn úr ein lítlum
býi, sum Klaksvík, fáa
møguleika til at sleppa á
bygd. Bygdarlívið fer uttan
iva at geva hesum børnun-
um nakað, sum vit eru farin
frá í Klaksvík. Og haraftur-
at haldi eg, at tað er stuttligt
at smábygdirnar verða nýtt-
ar til slíkt, tí hetta fer uttan
iva at seta gongd í bygdar-
lívið í Haraldssundi fram-
yvir, sigur Hanna.
Hon hevur somuleiðis
fingið ta fatan, at fólk í
Haraldssundi gleða seg til
stovnurin letur upp hálvan
januar.
Orsøkin til tað er, at tá
fyllir Mylnuhúsið fimm ár.
Og heldur Hanna, at tað er
eitt serstakt høvi til at lata
útibarnagarðin upp til.
Við teimum 20 børnun-
um í Haraldssundi kemur
tali á børnum, sum hoyra til
dagstovnin
Mylnuhúsið
upp á 148 børn. Tey eru í
øllum aldri heilt frá vøggu-
stovu og til og við annan
flokk, tí frítíðarskúlin hoyr-
ir eisini undir stovnin.
Hanna stúrir tó ikki fyri,
at stovnurin er við at gerast
ov stórur.
– So longi sum vit kunnu
varðveita smáu eindirnar,
so trúgvi eg ikki, at tað bil-
ar nakað, um fleiri børn
leggjast afturat, sigur hon.
50 børn bíða
Tá hesi 20 børnini eru byrj-
að í nýggja útibarnagarðin-
um, standa eini knapt 50
børn eftir á bíðilista í
Klaksvík, sambært Eyð-
gunn Samuelsen, forkvinnu
í Sosialu nevnd í Klaks-
víkar Býráð.
Fyrr í ár segði hon, at tey
væntaðu, at bíðilistin fór at
vera burtur við árslok ella
at talan bert fór at verða um
nøkur heilt fá. Men nú er
greitt, at soleiðis verður
ikki. Tað standa sum sagt
50 børn á listanum enn, og
tey mugu bíða nakað enn.
– Tað eru komin fleiri
børn afturat listanum enn,
vit høvdu væntað fyrr í
summar, sigur Eyðgunn
Samuelsen.
Barnaansingin í Klaks-
víkar kommunu er vorðin
ein rættuliga stórur postur á
fíggjarætlanini
við,
at
kostnaðurin er komin upp á
25 milliónir krónur. Inntøk-
urnar
hjá
kommununi
liggja um 110 milliónir.
Klaksvíkar
kommuna
hevur sett 1,7 milliónir
krónur av til barnaansing í
2004, og stovnurin í Har-
aldssundi kemur bert at
kosta um helmingin av tí, so
tað fer at koma okkurt tilboð
afturat komandi ár, sigur
Eyðgunn, sum er sera spent
uppá, hvussu ætlanin um
nýggja stovnin í Haralds-
sundi fer at verða móttikin.
Mylnuhúsið fer framyvir eis-
ini at umfata ein útibarna-
garð í Haraldssundi. Hanna
Thøgersen, leiðari, heldur
hetta vera eitt gott og stuttligt
høvi hjá børnum úr Klaksvík
til at koma út á bygd
Sverre
Midjord
stríðist
fyri
løgmans-
sessi
70 ára gamli Sverre
Midjord stillar enn
einaferð upp fyri
Javnaðarflokkin í
Suðuroy. Á seinasta
vali var hann bara
tríggjar atkvøður
frá at taka sessin
frá Henriki Old
VAL 2004
Ingi Rasmussen
ingi@sosialurin.fo
– Tað er so stutt fráliðið
síðan síðsta val, so eg
taki eitt tørn afturat.
Vóru fýra ár gingin, so
stillaði eg ikki upp,
sigur Sverre Midjord.
Eftir síðsta val vóru
boðini frá Sverra Mid-
jord av Tvøroyri annars
greið. Hann stillaði ikki
uppaftur, tí nú var hann
vorðin ov gamal. Men
Sverre, sum er fyltur 70
ár, er enn einaferð á list-
anum
hjá
Javnaðar-
flokkinum í Suðuroy, og
mikudagin verður enda-
lig avgerð tikin á síðsta
uppstillingarfundinum.
Sverre var bara tríggjar
atkvøður frá at sleppa á
løgting seinast. Henrik
Old, sum varð valdur
fyri
Javnaðarflokkin,
fekk 245 akvøður, og
Sverre Midjord fekk
242. Men tað er ikki, tí
hann ætlar sær at stjala
sessin frá Henriki, at
hann stillar upp.
– Sambandsflokkurin
hevur einki boð upp á
løgmann,
hava
teir
sjálvir viðgingið. Eg
haldi, at okkara formað-
ur, Jóannes Eidesgaard,
er eitt sera gott boð upp
á ein løgmann, og tí
stilli eg upp. Valið í
Suðuroy verður avger-
andi, og eg vil hjálpa til,
at vit sleppa í landsstýri
og fáa løgmann. Eg havi
nógvar persónligar at-
kvøður. Veri eg ikki við,
so fara tær helst nógvar
til
Sambandsflokkin,
sigur Sverre Midjord.
Spurdur, um hann er
farin at reka, svarar
hann kvikur:
– Tað geri je alt árið.
Her suðuri eru okur al-
tíð í kontakt við veljar-
an, sigur Sverri Mid-
jord.
Umboðsnevndin hjá
SEV hevur sett EIÐI-2
verkætlanina aftur á
sporið. Fríggjadagin
varð játtað, at SEV-
stýrið biður um 150,6
milliónir krónur til at
føra vatnorkuútbygg-
inga í Eysturoynni
suður ímóti Selatrað.
Formaðurin í um-
boðsráðnum vísir aft-
ur, at hetta er hent í tí
dulda
VATNORKA
Ingi Rasmussen
ingi@sosialurin.fo
Gongur sum SEV ætlar
verður aftur farið undir at
grópa seg ígjøgnum Eyst-
uroynna fyri at taka áir.
Hesaferð á vestursíðuni.
Umboðsnevndin hjá SEV
hevur samtykt at geva stýr-
inum fyri SEV loyvi til at
læna 150,6 milliónir krónur
til verkætlanina EIÐI-2.
Tað var greitt fríggjakvøld-
ið, tá umboðsráðið fyri
SEV helt fund á Hotel
Hafnia. 54 atkvøddu fyri og
11 atkvøddu ímóti uppskot-
inum at heimila stýrinum at
taka upp lán. Framman-
undan høvdu 20 atkvøtt fyri
at útseta málið, men tað
fall.
Verkætlanin fevnir um at
gera tunlar í fjallinum í
Eysturoynni frá Svínáum til
og við Sandá á Veðranesi.
Tað er hetta, sum tær 150
milliónir krónurnar skulu
lænast til. Harafturat hevur
umboðsnevndin eisini mælt
stýrinum til, at loyvið fæst
til framhaldandi útbygging
frá Sandá til Gjógvará á
Selatrað. Tunlarnir skulu
taka vatnið í áunum og føra
tað til Eiðisvatn, haðani tað
fer í vatnorkuverkið.
Einki endaligt
Hans Tausen Olsen, for-
maður í Umboðsráðnum
hjá SEV, ger vart við, at tal-
an er ikki um eitt endaligt
loyvi at fara í gongd. Fyrst
skulu neyðug loyvi fáast frá
bæði friðingar- og lands-
myndugleikum.
Friðingarmyndugleikar-
nir, tað eru yvirfriðingar-
nevndin, friðingarnevndin
og hagin, skulu geva loyvi
til sjálva boringina í fjall-
inum og at taka áirnar.
Landsstýrið skal geva SEV
loyvi til at upptaka lán.
– Fáa vit eitt nei, so verð-
ur sjálvandi einki bygt.
Men vit mugu geva loyvi
fyrst, tí hvat skal SEV ann-
ars biða um loyvi til?, spyr
Hans Tausen Olsen.
Pressan svav
Ein afturvendandi atfinn-
ing ímóti SEV er, at stovn-
urin er so afturlætin, hóast
avgerðirnar
raka
allar
føroyingar. Fýlst verður á,
at kjakið um so stórar verk-
ætlanir sum Eiði 2, ikki
gongur fyri seg í fólkinum
men handan stongdar dyr
hjá SEV.
Hesar
atfinningar
er
Hans Tausen Olsen harmur
um. Hann heldur seg hava
gjørt sítt til at kunna fólk og
fjølmiðlar, og hann heldur
pressuna hava snorksovið í
tímanum. Málið hevur ver-
ið fimm ferðir fyri, sigur
hann, og tann 19. juni í ár
bjóðaði hann fjølmiðlunum
til ein kunnandi fund, men
eingin møtti.
– Eg skal viðganga, at eg
var ógvuliga skuffaður. Eg
havi fingið skotið í skógv-
arnar, at SEV er ov aftur-
lætið, og tí gjørdi eg mær
stóran ómak við einum
kunnandi fundi. Vit høvdu
fingið okkum útlendska
hjálp at greiða frá um bio-
gass, aldu-, vind-, vatn og
sólorku og enntá samskifti
á elkervinum. Men eingin
møtti frá pressuni, og tí er
millum lítið og einki komið
út. Talan var um eina stóra
kunning um alla orkuút-
bygging í Føroyum, sum
eisini EIÐI-2 er partur av,
sigur Hans Tausen Olsen.
Fundurin
fríggjadagin
var sum vant afturlætin,
men tað fekk umboðs-
nevndarformaðurin einki
gjørt við. Hann roknar tó
við, at hetta verður broytt í
mai í ár, tá ið uppskot verð-
ur lagt fram um, at fundir-
nir hjá umboðsráðnum vera
almennir.
Eingin árinskanning
Tað er greitt, at tað hevur
ávirkan á firðirnar, tá ið
stórar áir, sum streyma á
sjógv, verða tiknar til vatn-
orku. Ongar árinskanningar
eru enn gjørdar av EIÐI-2
verkætlanini, sum nú verð-
ur sett á sporið aftur. Hans
Tausen Olsen vísir á, at tað
ikki er SEV, sum skal
standa fyri árinskanning-
um, men hevur játtað at
gjalda fyri tær.
– Tað er torført at gera ár-
inskanningar áðrenn eina
verkætlan fyri nakað, sum
hendir aftaná. Vit gera tað,
sum vit vera biðin um, men
tað hevði verið meinings-
leyst, um SEV sjálvt skuldi
staðið fyri árinskanningum,
sigur Hans Tausen Olsen.
EIÐI-2 sett aftur á sporið
Fær SEV loyvi frá landinum, verður aftur farið inn í fjøllini í Eysturoynni at bora fyri vatninum, sum skal førast úr áunum og til Eiðisvatn. (Savnsmynd)
C
M
Y
K
9
8