Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-12-16, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 16. desember 2003síða 6

‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 239 - 16. desember 2003 Nr. 239 - 16. desember 2003 11 Tað tykist sum fólk flest hava gloymt alt rokið, ið stóðst av, at SEV fór undir at úbyggja vatn- orkuna í Eysturoy, eitt nú við at seta stór øki undir vatn og tøma flestu áir í norðaru helvt av Eysturoy. Hetta var eitt stórt mál, og ein og hvør, sum ferðast í norðaru helvt í Eysturoy ein regndag kann við egnum eygum síggja fylgjurnar av hesum inntrivi. Nú ætlar SEV so at fara undir síðsta part av hesi stóru verkætlan. Gongur, sum SEV ætlar, so fara eitt nú at kalla allar áir við Skálafjørðin at hvørva. Hetta er enn eitt ómetaliga stórt inntriv í náttúruna. Spurningurin er tí, um vit ikki eiga at steðga á eina tíð og umhugsa framtíðar orkuútbyggingina. Vit eiga at seta okkum nakrar spurningar sum t.d. hvussu nógv av okkara vøkru men sera lítlu náttúru skulu vit offra fyri at fáa orku? Er hetta bílig- asta orka, vit kunnu fáa? Hvussu takla vit spurningin um alternativa orku t.d. vind og havstreym? Hvussu verður tá, ið oljan verður funnin? Tað er eingin, sum vil nokta brúkarum og vinnulívi orku. Men eiga vit ikki her og nú at fara undir at orða ein nýggjan orkupolitikk? Er tað ikki uppá tíðina, at vit nú viðurkenna, at vit øll, land, kommunur og borgarar hava eina stóra ábyrgd fyir náttúru og umhvørvi? Víðari kunnu vit spyrja, um tað veruliga er rímuligt, at ein kommunalur felagsskapur sum SEV hevur einkarætt til eitt so fundamentalt tilfeingi sum vatn? Hetta var ivaleyst bæði neyðugt og skilagott fyri 40 árum síðan, men er hetta rímuligt, soleiðis, sum Verðin sær út í dag? Tað verður í hesum tíðum um allan tann fram- komna heim talað um bleyt virði. Náttúran er eitt av hesum bleytu virðum. Tað, sum verður týnt, kemur aldri aftur, og tí eiga vit at hugsa okkum væl um, áðrenn vit broyta grundleggj- andi fortreytir í náttúru og umhvørvi. Gera vit hetta, eiga vit at gera hetta undir ábyrgd fyri náttúru og umhvørvi. Vísa vit ikki ábyrgd, synda vit ikki bert móti náttúru og umhvørvi, vit synda eisini móti komandi ættarliðum. Tí eiga allir partar at hugsa seg væl um, áðrenn farið verður eftir teimum síðstu áunum í Eysturoy. DAGSINS MEINING Sosialurin Ábyrgd fyri náttúru og umhvørvi VIÐMERKINGAR Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Fíggjarleiðari: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo Durita Simonsen durita@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo Heri á Rógvi heri@sosialurin.fo Ingrid Bjarnastein ingrid@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Solby Eliasen solby@sosialurin.fo Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo Ingi Rasmussen ingi@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Postsmoga 231 Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 220727 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo Sosialurin í Eysturoy: Postsmoga 143, Saltangará tel. 447820 fax 449520 tel. 228909 e-post: vilmund@sosialurin.fo Sosialurin í Vágum: 360 Sandavágur tel. 333820, 220507 fax 333720 e-post: edvard@sosialurin.fo e-post: vagar@sosialurin.fo Uppseting/prent: Uppseting: Hestprent Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Argjavegur 26, Tel. 341800, Fax 341801 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1400 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Týsdagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Mikudagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Hósdagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Leygardagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl- an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Vísandi til lesarabræv í Dimmalætting og Sosialin- um 12. desember undir yvirskriftini Næstakær- leikin hjá Miðflokkinum. Tað er ikki Sjálvstýris- flokkurin, ið umboðar sjón- armiðini í áðurnevnda brævi, men persónurin Kenneth Rasmussen. Vegna Sjálvstýrisflokkin Kári P. Højgaard Floksformaður. Fráboðan Bill Justinussen landsstýrsimaður Bill.teletech.fo Nøkur hava lastað Mið- flokkinum fyri, at vit ikki vildu hoppa í leypin saman við hinum móti løgmanni. Spurt verður, um Mið- flokkurin nú heldur hond- ina yvir óreglusemi. Tað gera vit sjálvsagt ikki og tað er als ikki tað, málið fyri okkara viðkomandi snýr seg um. Støða mín í hesum máli er sera einfald: Rættarsamfelagið Tað er sera trupult hjá ein- um vanligum manni at fella dóm yvir ein annan, sum byggir á eitt ákærurit skriv- að av tveimum tíðinda- fólkum. Vit meta, at øll, eisini landsins hægsti mað- ur, hevur krav uppá rættar- trygd. Hendan trygdin byggir á, at ongin kann verða dømdur, uttan eina rættarsak. Hesa sak kundi løgmaður ikki fáa, tí málið er fyrnað. Eg kann ikki eins lítið og nakar annar seta meg til dómara í einum máli, har hvørki verjar ella ákærar hava kannað málið og lagt síni sjónarmið fyri ein dómara, sum síðani við síni sera longu og høgu útbúgving og starvsroynd- um ger úrskurð í málinum. Eitt ákærurit við prógvum er ikki ein dómur, tí ein dómur metir um øll prógv og gevur tí ákærda rætt til at verja seg við sínum mót- prógvum. Tingmaður Miðfloksins hevur tikið støðu til tann løgmann, sum vit kenna í dag, og sum vit kenna frá tí politiska arbeiðnum. Vit kendu ikki løgmann fyri 25 árum síðani og kunnu sjálvsagt ikki taka støðu til, hvussu hann var tá, og enn minni um hann møguliga hevur broytt seg og er ein annar ídag. Miðflokkurin og hinir Miðflokkurin hevur ikki við hesi støðuni sagt, at nú hava vit lagt okkum í føvn- ingin á Fólkaflokkinum. Vit eru ein sjálvstøðugur flokkur við egnum poli- tikki. Vit hava góð viður- skiftir við allar flokkar á tingi og kunnu samstarva við allar flokkar, so leingi vit eru samd um politisku kósina. Persónlig viður- skifti, gamalt agg og kegl hoyrir ikki heima á polit- iska vígvøllinum. Tíverri hava báðir teir størru sam- gonguflokkarnir nýtt ov nógva orku at viðgera stríðsspurningar, sum ikki hava við politikk at gera. Hetta kegl havi eg ongantíð givið mær stórvegis far um, tí hetta havi eg mett sum smálutir í mun til tey týð- andi politisku málini, vit eru samd um at arbeiða fyri. Hóast hetta gjørdi keglið enda á politisku kósini. Vónandi ger veljar- in sær nakrar tankar um, í hvønn mun hesir flokkar og persónar eru førir fyri at halda fram á politiska pall- inum eftir valið. Miðflokkurin vil fegin halda fram við tí politiska arbeiði, vit nú hava byrjað. Ongin ivast í, hvørji okkara sjónarmið eru. Tí gjørdi Miðflokkurin so Alfred Olsen Løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin Gamlaárskvøld eru tað nógv fólk, sum geva lyfti um, at nú skal broyting vera í lívi teirra til gagns fyri seg sjálvi og familjuna. Yvirskriftin er soleiðis eitt lyfti frá Sambands- flokkinum til Føroya fólk um, at vinna vit valið 20. januar 2004, so merkir tað farvæl til loysingina og góðan dag til menningina av Føroyum. Økt almennar útreiðslur við góðari milliard Men hví skulu føroyingar siga farvæl til loysingar- samgonguna ? Tí umframt at seinka menningina av okkara vinnulívi, leggja øktar avgjaldsbyrðar á borgararnar og darva kommununum í at fremja loysnir til gagns fyri vinnu- lívið og borgararnar, so hava loysingarlandsstýrini síðani 1998 økt tær al- mennu útreiðslurnar við eini góðari milliard, og av tí størsta vøkstrinum, stendur tað almenna (landsstýrið) fyri 790 milliónum. Teir tosa um ein sjálv- berandi føroyskan búskap, men fremja í verki tað øvugta, við einum øktum almennum forbrúki, uppá heili 9% í meðal um árið. Men hetta er ein náttúrlig fylgja, tá høvuðsreglan er, "sektin á hvat annar fær, eg skal nøra at mær" og sama er galdandi, tá talan er um magt, hugsið bara um at- burð løgmans 5. des. 2003. Í demokratiskum londum fáa slík stýrir durafjóringin á valdegnum. Góðan dag Føroyar Sambandsflokkurin vil fegin heilsa Føroyum góð- an dag, við eini nýggjari byrjan, har allar kreftur verða brúktar til at menna vinnulívið á sjógvi og landi, menna tað føroysku mentanina, menna tað før- oyska heilsuverkið, menna tað føroyska skúlaverkið, menna almannaverkið v.m. og saman við kommunum virka við til at gera tað gott hjá tí føroyska fólkinum at virka og liva í Føroyum. Samanhald Latið okkum tí standa sam- an á valinum 20. januar 2004 og á ein virðiligan og avgjørdan hátt siga loys- ingini farvæl og heilsa Føroyum "góðan dag", við eini nýggjari mennandi og stimbrandi byrjan. Farvæl loysingin, góðan dag Føroyar Johan Dahl løgtingsmaður fyri sambandsflokkin Økismenningarálit, Útjað- araálit, Granskingardepil fyri Økismenning osfr, osfr. Spurningurin er: Hvar bleiv menningin og ætlanin fyri menningini í útjaðar- anum av? Hendan samgongan nýtti stór orð og stór armsveiggj við m.a. omanfyri nevndu álitum og stovnan av granskingardeplinum fyri økismenning, men satt at siga, so er økismenningar- politikkurin og útjað- arapolitikkurin hjá nú farnu samgongu sera trupul at fáa eygað á - mikroskopið skal á borðið, um tjansur skal verða at síggja nakað yvirhøvur. Ungdómurin og barna- familjurnar mugu fáa møguleika at venda aftur til heimaøkið. Hvat er t. d. gjørt fyri at okkara framtíð - ungdóm- inum - sum leitar sær góðar útbúgvingar í útlondum? Skal hesin ikki hava møguleika fyri at koma heimaftur til sítt uppruna- økið í útjaðaranum, aftan á loknar útbúgvingar? Tað má verða eitt aðal- mál hjá øllum fólkavaldum politikkarum at arbeiða fyri at hesin møguleiki gerst veruleiki. Møguleikar mugu og skulu skapast fyri at barnafamiljurnar, sum vælútbúnar koma aftur til klettarnar fáa møguleikan at venda heim til sítt upp- runaøki og starvast har. Tit sum lesa hetta - hugsið um hvat er gjørt í m.a. tykkara øki? Verður nakað gjørt yvirhøvur? Vinnan í útjaðaranum: Hvat er gjørt fyri, at vinnan í útjaðaranum skal hava somu kappingarparametur, sum vinnan á meginøkin- um? Fráfarna samgonga hevur verið alt annað enn vinnu- vinarlig - hon hevur verið vinnuskaðilig. Flutningsstuðulin er minkaður og verður skerd- ur enn meira, um farna samgonga sleppur framat aftur. Neyðugt er við nýhugsan og eini langtíðarætlan, hvussu útjaðaranin kann mennast og framhaldandi verða størsta ískoytið til landshúsarhaldið. Dagstudningurin til út- róðrarmenn skerdur, um Fólkaflokkurin ræður fyri borgum: Hvat verður gjørt fyri at útróðrarmaðurin skal hava góð kor at virka undir? Jú, seinasta uppskotið frá Fólkafloksmonnum »Upp- skot til løgtingslóg um mánaðarligan minstafor- vinning - mál nr. 28/2003« varð at skerja dagstudn- ingin hjá útróðramonnum og gera tað truplari at fáa dagstundning. Eg spyrji bara - er hetta góður menningar - og útjaðarapolitikkur?? Er hetta - at geva hjart- anum í føroyska samfe- lagnum - fisikimannnunum - góð kor at arbeiða undir?? Alivinnan og stóri týdn- ingur hennara fyri útjað- aran. Alivinnan má fáa tryggar karmar at virka undir, og alt sum stendur í makt polit- iska mynduleikans má gerast fyri, at allir involver- aðir partar hava trygg løg- frøðislig og politisk kor at virka undir. Heldur ikki í hesi vinnu hevur Fólkaflokkurin megnað at fáa greiðar karmar og loysnir, sum tæna vinnu og samfelag- num best uppa sikt - hvar er hesin liberali vinnuflokkur blivin av?? Sambandsflokkurin vil, um vit eftir valið 20 januar sita í landsins leiðslu, virka fyri, at økimenningin verð- ur høgt raðfest og fær bestu sømdir eins og høvuðsvinn- ur okkara, fiskivinnan og alivinnan fáa tryggar karm- ar at virka undir. Jógvan Arge Býráðslimur fyri Tjóðveldisflokkin Tórshavnar Býráð fer á fundi hóskvøldið at við- gera eina áheitan frá Nólsoyar Kommunu um at leggja kommunurnar saman ella at víðka samarbeiðið teirra mill- um. Henda áheitan er eitt gott høvi til enn eina ferð at hugsa um spurn- ingin um samanlegging av kommunum sum heild. Havnin hevur lagt saman við Kaldbak, Argjum, Norðradali, Syðradali og Kollafirði og avrátt er at leggja saman við Kirkjubø og Velbastað. Hetta eru alt eindir í Suðurstreymi, sum landfast er ímillum. Orsøkin hjá nólsoy- ingum at tingast við Havnar Kommunu er ætlaða gongdin at leggja størri og kostnaðarmeiri ábyrgdir á kommunur- nar. Tað krevur størri og fíggjarliga sterkari eind- ir. Ein høvuðsspurningur í øllum hesum prátinum er kortini: Hvussu skila- gott er tað, at núverandi kommunur totalt leggja seg undir aðrar størri grannakommunu? Nólsoy og Tórshavnar Kommuna eru ikki ein samanhangandi landa- frøðilig eind. Nólsoy er ein oyggj fyri seg, og sjógvur er ímillum. Allir nólsoyingar eru ofta í Havn, meginpart- urin arbeiðir kanska í Havn, men tað eru nógv fólk í Havn, sum ongan- tíð hava sett sín fót á land í Nólsoy og hava fá felags áhugamál við nólsoyingar. Nólsoyingar hava eis- ini brúk fyri eldrarøkt, barnaansing, barna- vernd, skúlum og øllum tí, sum aðrar kommunur hava brúk fyri, men eru ikki førir fyri at greiða hesi mál einsamallir, tá málsøkini verða kommunal burturav. Men nólsoyingar eru og verða teir bestu til at taka sær av sínum egnu áhugamálum í nærum- hvørvinum. Nú høvið býðst, eigur orðaskiftið fyrst at snúgva seg um víðkað samarbeiði millum Tórshavnar Kommunu og Nólsoyar Kommunu. Í hesum orðaskifti eigur ikki bert at verða lagdur dentur á tað, sum Nóls- oyar Kommuna ikki megnar. Vit skula eisini leggja dent tá tað, sum Nólsoyar Kommuna megnar betur enn ein samanløgd kommuna. Loysnin kann eins væl verða ein nýggjur sam- arbeiðsformur millum ta stóru høvuðsstaðar- kommununa og ta lítlu grannaoynna, har nóls- oyingar varðveita sítt sjálvræði á teimum økj- um, sum tað er nattúrligt at nólsoyingar sjálvir hava í hondum. Tær staðbundnu nevndirnar, sum higartil eru stovnaðar í bygdun- um, ið hava lagt seg undir Havnina, hava tí- verri lítið vald. Tær kunna bara ummæla og hava onki umsitingarligt bakland at gera nakað fyri seg. Strangt tikið verða tær antin lopnar um ella drignar eftir hár- inum. Høvi er nú at seta nýggja stevnu. Hon kann vera: Latið myndugleika verða eftir í bygdunum til tey mál- ini, sum bygdirnar megna sjálvar. Vissið teimum harnæst eitt væl skipað samarbeiði við eina størri eind um tær stóru uppgávurnar. Samarbeiðið eigur ganga báðar vegir. Tað kann ikki bara vera hertøka og yvirgeving. Onkur tileggjan at ráða fyri egnum um- hvørvi má vera eftir, tí avreiðing av allari ávirk- an á egin viðurskifti er meiningsleys. VIÐMERKINGAR Finnleif Guttesen Er búskaparráðið sum ein heilag kúgv, í eingin hevur dirvi til at røra, lasta ella rósa, nú tað er barslað við einari »Frágreiðing 2003«, sum eftir mínari meining sigur »Neyð lærir nakna kvinnu at spinna«. Tað hevði verið áhuga- vert at vitað, um hendan frágreiðingin hevði verið líka fýrakantað, um t.d. tvey fólk, sum arbeiða á »gólvinum« høvdu verið við til at skrivað hana. Fjølmiðlarnir Gud viti hvar teir eru, tí tað, sum teir hava borið fram frá búskapránum er loysingar- orðið »eingin studningur« og einki annað. Teir seta ongar spurning- ar um t. d. • Hvat við arbeiðsplássum á landi, um allur fiskur kann flytast óviðgjørdur av landinum? • Hvat við arbeiðsplássum á landi, um allur fiskur undan Føroyum bleiv viðgjørdur umborð á skipum? • Hvat hevði hent, um bert trolarar sum Skálaberg fiskaðu undir Føroyum? • Hvat er tað fyri studning- ur sum avger, hvussu nógv fólk eru um borð á fiskiskipum? • Hvat er tað fyri studn- ingur sum ávirkar, hvar flakavirkir liggja í land- inum? • Er tað skilagott, at vinnan sjálv ger regluverk um fiskiskap og um, hvør sleppur at fiska, nær. hvar og hvussu? • Skal eingin studningur latast um øll fiskivinnan fer á heysin? Tað er undir allan kritik, at fjórða statsmaktin ikki trá- spyr hesi skilafólk í bú- skaparráðnum um, hvat tey veruliga meina, tí tey skuldu ikki fingið loyvi til at slongt hesi tilmæli út, uttan viðmerkingar um av- leiðingarnar. Niðurstøðan Tað sum kemur fram í frá- greiðingini er, at fiskurin skal seljast, har mest fast fyri hann, og at alt fiska- arbeiði skal fara fram í miðstaðarøkinum ella um- borð á fiskiskipunum. Búskarráðið mælir óbeinleiðis til, at útjaðarin skal avtoftast, tí tað er ikki lønandi at hava nakað virk- semi uttan fyri miðstaðar- øki. Livst so spyrst. Heðin D. Poulsen [hedin@odalsfelag.org] Tað átti ikki at verið so trupult hjá íbúgvum í høvuðsstaðarøkinum at fingið møguleikan at keypt jørð, tá tað er nóg mikið av almennari jørð í høvuð- staðarøkinum. Í høvuðsstaðarøkinum eru fitt av fólki, ið eru áhugað at fáast við jarðar- brúk í teirra frítíð, tað verður seg at hava seyð, gæs ella annað tílíkt at putlast við í frítíðini. Trupulleikin hjá íbúgv- um í høvuðsstaðarøkinum er tó tann, at fyri nógv skulu tey út um garðarnar fyri at fáa íðkað sítt frí- tíðarítriv. Hetta sjálvt um tað er nóg mikið av jørð í høvuðsstaðarøkinum, almenn jørð. Sjálvandi er tað ein gleði í sjálvum sær at koma út um Havnina við hvørt, men nógv høvdu fegin vilja havt møguleikan at íðkað sítt ítriv tættari høvuðsstaðnum, og tað sæst aftur á tí langa bíði- listanum hjá Tórshavnar Kommunu fyri at fáa eina leigutrøð ella eitt urta- garðsstykki. Tað einasta rætta at gera er at lata fólkið koma framat jørðini. Ein partur av tí almennu jørðini í høvuðsstaðarøkinum átti at verið seld í smáar lutir til tey, ið ynskja sær tilknýti til frítíðarjarðarbrúk. Ein part- ur av uttangarðsjørðini kundi verið seld og skipað sum felagshagi við kravin- um, at eingin kundi keypa meira enn eina ella tvær gyllin. Innangarðsjørðin kundi eisini verið seld í minni lutum. Um tað seinni vísir seg, at tað er tørvur á jørðini til almenn endamál, eitt nú bústaðarútstykking ella almenna bygging, kann ásetast í skeytinum, at tað almenna hevur rætt at keypa jørðina aftur fyri sama prís plus eina prís- talsregulering. Eitt er vist, at tað átti ikki at verið neyðugt, at tað almenna í ár 2004 skal eiga og reka búnaðarjørð um- kring allan høvuðsstaðin. Tey, ið ynskja at reka jørð sum eitt ítriv, eiga at fáa møguleikan at koma fram- at, latið fólkið keypa jørð- ina. Latið fólki trivnaðarjørð Nólsoy undir Havnina Ein heilag kúgv? Økismenningin sum hvarv C M Y K 11 10