týsdagur 16. desember 2003síða 7
‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 239 - 16. desember 2003
Nr. 239 - 16. desember 2003
13
Útróðrarbátar á Sandi fáa nógvan fisk
Á Sandi vænta tey
onkran av trolarun-
um tíðliga í vikuni
ÚTRÓÐUR
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Útróðrarbátarnir á Sandi,
sum vanliga royna við línu
hesa tíðina av árinum, fáa
væl av fiski, tá ið roynandi
er.
Á Sandoy Seafood siga
tey, at onkur bátur hevur
fingið heilt uppí eini 300
pund á stampin, tá ið tað
hevur vignast best.
– Fleiri bátar royna við
línu her suðuri, og sum
heild lata teir væl at fiski-
skapinum í løtuni.
Egningarmaskinu
Í heyst hevur útróðrarbátur-
in, Antares, fingið egning-
armaskinu. Teir hava ann-
ars roynt við línu sum van-
ligt, har línan áður hevur
verið egnd í landi. Nú eru
einir 4 mans við bátinum.
Teir eru úti nakrar dagar í
senn og sum skilst, hevur
fiskiskapurin bara verið
góður.
Fiskurin, sum bátarnir
fáa, er mest toskaskræða og
hýsa.
– Toskurin er heldur rak
og hýsan, sum annars vísir
seg at vera betri fyri, er í
staðin smáfallandi.
Vænta trolarar
Tá ið vit frættu av Sandi
mánamorgunin, var fiska-
arbeiði bæði á virkinum á
Sandi og í Skopun. Á Sandi
verður flakt og saltað,
meðan tey skera flak og
frysta í Skopun.
Á Sandi vænta tey onkr-
an av trolarunum tíðliga í
vikuni, men tá ið vit frættu,
var ikki greitt, hvørjir bátar
verða teir fyrstu, sum koma
inn at landa.
Nokk at gera
Tá ið vit spurdu á Sandoy
Seafood, hvussu heystið
annars hevur vignast, lótu
tey ikki illa at.
– Her hevur verið væl av
fiskaarbeiði á báðum virkj-
unum tað mesta av heystin-
um.
Útróðrarbáturin, Antares av Sandi, hevur fingið egningarmaskinu í heyst. Einir fýra mans eru við
bátinum, og teir hava fingið væl av fiski
Nýggj kanningarúrslit:
Fiskurin á Føroya Banka er rak
Líkt er nú til, at mink-
andi føði eisini er
farin at gera vart við
seg á Føroya Banka.
Toskur, hýsa og upsi
eru eini 8-10% meiri
rak nú enn fyri einum
ári síðani. Hetta vísa
nýggjastu kanningar-
nar, sum fólk frá
Fróðskaparsetrinum
og Fiskirannsóknar-
stovuni gjørdu við
Magnusi Heinasyni á
Føroya Banka, 11.-16.
september í ár
MINKANDI FØÐI
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Seinastu árini hevur fisk-
urin undir Føroyum verið
rak, og serliga hevur hetta
sæst aftur á toskinum. Virk-
isleiðslur hava gramt seg
um, at minni úrtøka fæst
burtur úr fiskinum. Kann-
ingar hava tó víst, at fiskur-
in á Føroya Banka hevur
verið væl fyri, og tað vístu
seinastu kanningarnar eis-
ini – ella kanningarnar und-
an teimum, sum nú eru
gjørdar.
Í døgunum, 11.-16. sep-
tember, var Magnus Heina-
son aftur úti á Føroya
Banka við fólki frá Fiski-
rannsóknarstovuni og Fróð-
skaparsetri Føroya.
Eyðfinn
Magnussen,
sum starvast á Fróðskapar-
setrinum, sigur, at mink-
andi føði nú eisini er farin
at gera vart við seg á
Føroya Banka.
– Toskur, hýsa og upsi
eru eini 8-10% meiri rak nú
enn fyri einum ári síðani,
sigur hann.
Fiskifrøðingar halda, at
ov lítil gróður í sjónum er
høvuðsorsøkin til, at fisk-
urin sum heild er rak. Í fjør
var óvanliga lítil gróður,
men kanningar fyrr í ár
vístu, at gróðurin í ár er
munandi størri, hóast hann
er heldur minni enn miðal.
Smærri fiskur
Eyðfinn sigur, at kanning-
arnar, sum nú eru gjørdar á
Føroya Banka, vísa eisini,
at miðalveiðan av toski og
hýsu er farin niður í helvt.
Hinvegin er væl meira at
fáa av upsa, men upsin er
smáfallandi.
– Helvtin av upsanum var
minni enn 50 cm til longd-
ar. Miðallongdin fyri allan
upsan var einans 53 cm.
Eisini er meira til av tí
smærra toskinum á Bank-
anum nú enn undanfarin ár.
Hendan túrin var miðal-
longdin á toskinum 72 cm,
og hetta er væl minni, enn
miðallongdin hevur verið
seinnu árini. Í seinnu helvt
av nítiárunum var miðal-
longdin á toskinum á Bank-
anum út við 90 cm.
Kanningarnar hesaferð,
sigur Eyðfinn Magnussen,
vístu, at mest var til av 2 og
3 ára gomlum toski; hetta
er fiskur, sum er umleið 50
og 65 cm til longdar. Mið-
allongdin á hýsuni var 43
cm, og mest var av stødd-
unum, 25, 40 og 50 cm.
Hetta er hýsa, sum er
ávikavist 1, 2 og 3 ára
gomul.
Heitari sjógvur
Mátingar av hitanum á
Føroya Banka vístu, at
sjógvurin við botnin er
heitari nú enn seinastu und-
anfarnu árini. Miðalhitin
hendan túrin var 11,24 stig,
og tað er 0,32 stig heitari
enn somu tíð í fjør, tá hitin
var 10,92 stig.
– Enn er ov tíðliga at
siga, um hendan gongdin
fer at halda fram, men hes-
in hitavøkstur varð eisini
staðfestur, tá ið yvirlitstrol-
ingar vórðu gjørdar í vár.
Tá var miðalhitin nevniliga
0,40 stig heitari enn á vár-
túrinum í 2002.
Túrurin hjá Magnusi
Heinasyni á Bankanum
hesaferð, var hin seinasti av
heyst-yvirlitstrolingunum.
– Høvuðsendamálið var
at fáa til vega tilfar, ið skal
nýtast í stovnsmetingunum
av toski, hýsu og upsa. Á
túrinum varð veiða í vekt
og tali skrásett, eins og
longdarbýti, vektbýti, ald-
ursbýti, kynsbýti og kyns-
búning. Málið var eisini at
skráseta vekt, tal og longd-
arbýti fyri øll fiskasløg,
sum veidd vórðu á túrinum,
eins og magakanningar
vórðu gjørdar av toski,
hýsu og upsa, sigur Eyð-
finn Magnussen.
Nýggjastu kanningarnar,
sum Magnus Heinason hevur
gjørt, vísa, at toskurin á
Føroya Banka er bæði
smærri og meira rak, enn
hann hevur verið
C
M
Y
K
13
12