mikudagur 26. august 1998síða 2
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
þé
Tingmannastarvið
- eitt starv burturav
Oddagrein
Eins og tann undanfarni tingformaðurin,
Jógvan Ingvard Olsen, hevur nýggi ting-
formaðurin, Finnbogi Ísakson ró upp undir,
at løgtingsmenn skulu hava hægri løn.
Sum er, er tingmannalønin sum ein vanlig
arbeiåsmannaløn, og hetta veråur ikki
hildið at vera nóg mikið. Men av ti at
tingmenn ikki meta tingmannastarvið sum
fulltíðarstarv, hava teir kortini góðtikið løn-
ina, tí flestu teirra hava løn umframt.
Herfyri var Jóannes Eidesgaard, sum er
valdur á ting fyri Suðuroyar valdomi tikin
undir lupp í Dimmalætting, tí hann kundi
heva sær 90.000 skattafríar krónur um
árið í ferðastuðli o. 9. útreiðslum, sum
hann hevur, ti hann er í Tvøroyar komm-
Unu.
Vit kunnu sjálvandi hava okkara hugsan
um, hvussu rímuligt tað er, at tingmenn,
sum eitast at búgva á einum stað, kortini
storsta partin av tíðini eru í Havn. Men
tað er kortini skeivt at lasta teir einstoku
tingmenninar fyri tað.
Hinvegin kunnu vit bara staðfesta, at ting-
menn ikki tora at kalla ein spaka fyri ein
spaka og soleiðis hava tingmenn, sum
eru valdir uttan fyri Havnina eina kamu-
fleraða lønarhækking - upp til 90.000
skattafriar krónur, sum tingmenninir, ið
valdir eru í hovuðsstaðnum, ikki fáa.
Tann, ið kenni argumentasjónina fyri hes-
um veit, at orsøkin er, at ein tingmaður í
Havn kann fara til arbeiðis í sínum borg-
arliga starvi, samstundis sum hann fær
rekt tingmannastarvið - ella við oðrum
orðum, at hann ikki missir eins nógv í løn
í sínum borgarliga starvi, sum ein ting-
maður, ið eitt nú má ferðast av Tvøroyri
ella úr Klaksvík til Havnar.
Tingmenn eiga sjálvandi at hava rímulig
lønarvidurskifti - og rimulig arbeiðskor. Tað
er ikki rímuligt, at tingmenn skulu hartast
fyri, um teir liggja nátt í Havn ella ikki, tí
hvussu er og ikki, so er tað í hovuðsstað-
num, at politiska valdið starvast.
Hinvegin hevði tað skapt størri virðing fyri
politiska arbeiðinum, um tingmenn fingu
so fræg lønar- og starvsviðurskifti, at floks-
politiska apparatið kundi virkað á nøktandi
hátt. Vit hava hoyrt nógv um pengarnar,
sum legtingið játtar til politiska upplýsing
- og sum í dag óskerd fer til politisku
flokkarnar eftir stodd.
Rímuligari hevði verið at kravt av flokku-
num, at teir vóru væl organiseraðir, so
teir kundu tænt veljarunum og harvið
stimbrað fólkaræðið. Samstundis skuldi
tingmannastarvið fingið so frægar sømdir,
at okkara kosnu menn og kvinnur kundu
røkt politikarastarvið burturav.
po Sosialurin
Aftursvar til grein í Sosíalinum
viðvíkjandi hugleiðingum hjá Karl Jespersen um P. M. Dam, sála 20.08.98
virki í Danmark, sum vóru
farin av knóranum, grundað
ringan reidinskap, men
Í hesi summarstevnu Javn-
aðarfloksins, verður faðir
mín Hjalgrímur á Heygum
útspiltur av tí grovasta av
Karl Jespersen.
Tað er harmuligt, at hann
í minningarorðum um P. M.
Dam, ikki kann lata pápa
mín liggja í friði í sínari
grøv, líkasum pápi heldur
ikki kann forsvara seg. Eg
visti ikki, at tú Karl kundi
gera teg so lágan. Hettar
virkar so persónligt ímillum
tykkum báðar, sum vit onn-
ur ikki kenna til. Hví kundi
tú ikki avklárað hetta tykk-
ara ímillum, meðan hann
var á lívi.
Eitt aftursvar á hesum
plani, átti tú ikki at fingið.
Men av tí, at vit eftirkom-
arar, eru so skakaði av hes-
um, eri eg vegna æru og
minni um pápa okkara,
noyddur at geva hetta aftur-
svar, og er tað við ringum
tannabiti.
Tað sum tú sipar til, sum
fór fram fyri 40 til 50 árum
síðani á Tvøroyri, er torført
hjá okkum, sum tá vóru
børn, at finna skjól fyri at
prógva ella avsanna tað sum
Karl sigur.
Við at lesa ímillum linj-
urnar í tínum hugleiðingum,
sæst beinanvegin, at tað
hava verið ringar umstøður
hjá einum stjóra at virka í.
Tit settu ein stjóra, men
samstundis sigur tú, at hann
fær sær meira og meira
vald. So vítt eg veit um
stjórar, so eru teir settir fyri
at hava vald, sum virkisleið-
arar. Skuldi pápi kanska
spurt Karl Jespersen,
hvussu hann skuldi leiða
virkið? Ella hevði tú undir-
lutakenslu fyri hansara
dugnaskapi? So sigur tú, at
stjórin sást minni og minni.
Veitst tú hvat eg minnist. Ég
minnist ein pápa, sum
arbeiddi kvold eftir kvold
til midnátt. Tað sigur seg
sjálvt, at tú Karl kundi ikki
síggja hjann, ti tå svav Karl
sjálvur sín østa svøvn. Man
kann spyrja, hvat tókst tú
við sjálvur, tá ið tú kundi
hava tíð til at kontrollera um
stjórin var til arbeiðis ella
ikki. Tú sigur eisini, at
hevði ikki aðrir vælviljað
stuðlað, var ivingarsamt,
um A. T. knóraði upp til
kríggið. Tú gloymdi kanska
at nevna, at Hjalgrímur á
Heygum setti alt hann átti í
vága, við at veðhalda við
húsum, sum hann átti í Vest-
manna. Kanst tú svara mær,
hvør annar setti veðhald fyri
A. T. tá?
Ella tá ið sendinevnd varð
send til Bretland í tí harð-
astu tíð í seinna verðaldar-
bardaga, tí onkur annar,
sum biðin var, ikki tordi,
men vísti á Hjalgrím á
Heygum, sum fór. Var burt-
ur upp til tríggjar mánaðir.
Tað einu ferðina mátti
skipið fara undan honum.
Tá fór eingin við troystandi
orðum til mammu mína,
men bert løgdu hansara við-
føri á trappuna og mamma
trúði, at hann var farin og
eingin tordi at siga tað. Ja
tað var bara Heygum. Nei
Karl, vit hava ikki gloymt,
men valdu at fyrigeva.
Tú sigur, at pápi var stjóri
í Trolkol við skrivstovu í
Havn. Eg havi spurt meg
fyri. Eingin veit um hesa
skrivstovu. Hví lýgur tú eis-
ini?
Viðvíkjandi at Hjalgrímur
á Heygum hevði limaskap í
FAG, siga menn á Tvgroyri,
at hetta var vanligt, tí eitt
so stórt virki, sum AT var,
ið átti 7 - 8 skip, hevði um-
boð í FAG. Hví leggja ilt á
sinni um pápa, við at kalla
hann, sum „permanent
sproyta fyri FAG<. P. M.
Dam var í nógvum nevnd-
um, uttan at nakar fór at siga
nakað um hann. Teir sum
eru í nógvum nevndum,
hava ofta eina útbúgving og
erfaring, sum eru til gagn
fyri bæði virki og nevnd. Eg
dugi ikki at síggja, at tað er
skeivt, sum kundi gagna AT,
kom at gagnast eigaranum,
sum vóru teir somu fiski-
menn og arbeiðarar í virki-
num.
Viðvíkjandi Arbejdernes
Trawlerdrift AT fór av knór-
anum av eini ella aðrari or-
sek, eri eg ikki førur fyri at
siga nógv um. Men eitt
minnist eg. Tá ið stjórin var
ímóti, at »Vørdan« skuldi
umbyggjast tí tað bleiv alt
ov dýrt. Tá pressaði drifts-
ráðið tað igjøgnum, tí tað
gav arbeiði til verkstaðið
undir Heygum, sum AT átti.
Vørdan bleiv so dýr, at hon
fekk eykanavnið >Millión-
kúgvin<. Eg veit ikki, um
Karl Jespersen var við til
hetta, tað skuldi ikki undr-
að meg.
Einaferð hevði driftsráðið
fingið ein danskan serkgnan
fyri at kanna tað
admistrativa við bókhaldi
og tílíkum, við tí fyri eyga,
at nú skuldi Heygum
knúlvast. Hesin serkgni,
haldi eg, kom frá fel-
agsskapinum »Brugsen« í
Danmark. Hesin góði
maður hevði nokk ikki skilt,
hví teir sendu boð eftir hon-
um, men segði bart út, at
tað var long tíð síðani, at
hann hevði sæð so greiðan
roknskap. Harafturat kundi
hann siga, at tað vóru fleiri
eingin grundað góðan
»regnskab og orden<. Hetta
kom dátt við hjá Karl og
hansara líkum. Eg meini ein
av kvinnunum í driftsráð-
num tók til hetta >um hetta
var ein barnagarður<, sum
hesir óféru intrigimenn
høvdu sett í verk við inn-
kalling til eykafund. Nei
Karl, kasta ikki við steini tá
ið tú sjálvur stendur í einum
glasbúri.
Sum útiseti, hevur tað al-
tíð glett meg at koma til
heimbygd mína, at vitja lík-
asum børn mini frøast við
at síggja, hvar faðir teirra
vaks upp. Tíbetur havi eg
eisini nógv góð minni, lík-
asum tað frøir meg, at vera
væl måttikin av mínum
javnaldrum á Tvøroyri. So-
leiðis var eg heima í summ-
ar við allari familjuni. Aft-
urkomin sita vit og tosa um,
hvussu góðar hesar lýtur
vóru. Men tá ið eg læs Sos-
ialin frá 20. august, kom ein
ískaldur gjóstur ígjógnum
meg. Tað var sum ein ringur
dreymur vaknaði uppaftur
og sólin hvarv og óndskaps-
ins andi legði sín kalda anda
í mína sál.
Eg veit ikki, hvat Karl
Jespersen hevði følt, um eg
fór at spilla hansara foreldur
út. Tað vil eg tó ikki ynskja
tær, at nakar fer at gera. Tú
kundi ikki náa pápa nú, men
tú oyðilegði mær dagin. Eg
hevði ikki trú, at nakar
kundi søkka so langt, so-
leiðis, sum tú nú hevur brot-
ið gravfridin, æru og minni
um pápa okkara.
vegna systkini
Ólavur á Heygum
24. august 1998
Marknaðardagur í Sjónleikarahúsinum
Havnar Sjónleikarfelag fer,
aftaná nógvar áheitanir, at
skipa fyri einum rimmar
innanhýsis marknaðardegi
tann 26. sept. 98, frá kl. 11
til 17, og sjálvandi verður
tað í Sjónleikarahúsinum.
Sjónleikarafelagið hevur
áður gjørt tílíkan dag, og er
ætlanin at hava tey best um-
tøktu tiltøkini við aftur nú
saman við onkrum gðrum.
»Skemtikøkurin« (Det
muntre køkken), >Bólta-
kast« og »Seymslåing« fara
tey at hava í Snikkarastovu
i kjallaranum. Hesi tiltøk
larma heldur illa, so best er
at hava tey eitt sindur burtur
frå restini.
»Køku-og — kaffisøla«
verður í Aarstovu, har fólk
eisini kunna bukka sær
beinini.
»Fiskibrunna«", sum vit
minnast teir frá Nonnunum,
og »Køkutombula« verður
á síðupallinum.
Og í sjálvum Salinum er
ætlanin at hava ein >Lopp-
umarknað< uttan sín líka.
Men hettar er alt sjálvandi
treytað av, hvussu rgsk fólk
eru at rudda út heima og
geva teimum í Sjónleikar-
húsinum.
Hvønn heila klokku:íma
verður >Undirhald< í einar
10-15 min. við >Klovnum<
ella >Sangi við undirspæli<.
Og í nýggju Komuhøllini
ber eisini til at keypa sær
okkurt leskandi og sita eina
løtu.
Hettar er eisini eitt sera
gott høvi at síggja Sjónleik-
arhúsið innan.
Og sjálvandi ber eisini til
at tekna seg sum lim henda
dag.
Um undirtgkan verður
góð, er væl møguligt at til-
ber at endurtaka tiltakið á
hvgrjum árið.
Tiltakið er ikki bert fyri
limir. Øl] eru hjartaliga væl-
komin, lata tey heilsa úr
Sjónleikarhúsinum í Havm.
TØKK
Hjartaliga takka vit øllum, id syndu samkenslu og å
ymsan hått hjålptu okkum, tå id okkara elskadi påpi,
verpåpi, abbi og beiggi
JOGVAN HANSEN
båtasmidur
Térshavn
so brådliga doydi.
Anna Maria, Sigrid og Bergljót