mikudagur 26. august 1998síða 6
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
tíðindablaðið SOS
Settu egna lív í vaga
fyri at bjarga górum
Ríkisumboðsskrivstovan í Havn var mánadagin karmur um håtidarløtu, tá teir
tríggir Jacob Alfred Olsen, Rúni Nielsen og Eyðun Poulsen vóru heiðraðir
fyri at seta teirra liv í veð fyri at bjarga ødrum monnum á sjónum
Jacot ed Olsen, Rúni
Nielsen og Eyðun Poulsen
mánadagin bjóðaðir til
Havnar at móttaka heiðurs-
prís frá ríkisumboðnum Vi
beke Larsen
Talan er um >Kaptajn Jo-
han Valdemar Witthusens
Mindelegat<, sum varð
handað á lítlari samkomu á
Ríkisumboðsskrivstovuni í
Havn
lris koppaði
Mveðursdagin 11. mars í
1997 hvølvdist útróðrarbát-
urin >Íris< av sera kraft-
miklari glæðu, sum kom út
frá landi henda morgunin
tá fleiri bátar vóru til fiski
skap millum Saksun og
Múlan
Bátarnir »Eydbjørg« og
»Elsa« fiskadu nærhendis
og komu beinanvegin til
hjálpar soleiðis, at teir báðir
Jacob Alfred Olsen og Rúni
Nielsen fingu bjarga manri
num umborð á »Iris«. Men
hetta var langt frå vanda-
leyst
Jacob Alfred Olsen minn-
ist henda morgunin:
>Ég så »Iris« sigla inn
eftir einar trý hundrað metr-
ar framman fyri meg, tá ein
gvuslig glæða kom út frå
landi móti okkum. Og eg
hugsaði, at tað skal vera
løgid, um opni báturin
framman fyri meg klárar
hasa glæðuna. Eg setti ferð
á motorin, mín bátur gongur
16 knob, og tá sýnið aftur
gjørdist á eini leið sá eg, at
»Iris« var koppaður og
hevði tikið nógvan sjógv
inn. Eg rópti beinanvegin
um VHF'in. Hetta hoyrdi
Jóhannus (maðurin umborð
á »Iris«, blåm.) og eg haldi
hetta gav honum mót, at
onkur hevði sæð hann, so
hann sparkaði seg út gjøgn-
um rútin í stýrhúsinum.<
Nú var Jacob Alfred Ol-
sen komin heilt nær og hann
hugsaði, at hann helst bert
fekk ein kjans — veðrið var
sera vánaligt — at bjarga
Jóhannus umborð á »Iris«
Tað eydnaðist honum at fáa
ein enda um armin á Jóhan
Hann fekk kortini ikki hálað
hann inn um lúnningina
Men hetta eydnaðist, tá
Rúni Nielsen, ið hevði ligið
og fiskað nærhendis og
hevði hoyrt neyðarrópið á
VHF'inum, kom til hjálpar
og somuleiðis uttan á hugsa
um egið lív leyp umborð á
bátin hjá Jacob Alfred Ol-
sen. Og nú bar til at fáa
mannin inn um lúnningina
— 141 ár havi eg verið á
sjónum, 29 ár sum yvirmað-
ur, men ongantíð áður havi
eg verið út fyri óhappum
Hetta var fyrstu ferð at lín
stóð upp á spæl, so tað bara
gott, at alt spældi væl av,
sigur Jacob Alfred Olsen
Leyp á sjógv
Saman við Jacob og Rúna
fekk eisini Eyðun Poulsen
heiðurstekin frá Ríkisum-
boðnum mánadagin
Hetta var í sambandi við,
at >Skarðhamar< 3. apríl í
ár rendi á land. Eyðun Poul-
sen úr Skopun minnist
hendingina soleiðis:
— Vit høvdu havt langa
vakt, tríggir okkara vóru
inntørnadir, og tann fjóðri
skuldi halda vakt. Brádliga
vakna vit við, at skipið rørir
seg á løgnan hátt. Vit tørn-
aðu út, og vit sóu beinan-
vegin, at hetta var álvarsligt.
Røringarnar í skipinum
gjørdust harðari og harðari,
og vit sendu neyðarkall út
Samstundis loystu teir
umborð á >Skarðhamar<
gummibátin frá, fyri at
blaka hann á sjógvin. Men
gummibåturin kom onkurs-
vegna í klutur við línuna.
Ein maður var í gummibáti-
num, men hetta var ikki nóg
mikið
— Vit royndu at blaka
línu út fyri at håla gummi-
bátin aftur móti skipinum,
men línan var ov stutt. Tað
var tá eg leyp í havið. Ég
leyp akkurát sum eg stóð,
eg veit ikki hvat eg hugsaði,
minnist bara, at eg royndi
at fáa styvlarnar av beinum
meðan eg svam alt tað eg
kundi móti gummibátinum.
Tað eydnaðist Eyðuni at
kom upp í gummivbåtinum.
Og nú bar til hjá teimum
báðum umborð at finna ár-
arnar og rógva aftur móti
skipinum.
— Ikki veit eg hví og
hvussu, men samstundis
sum vit rógva móti skipi-
num, loysnar tað klettinum.
Vit fara inn á dekkið og
síggja, at skipið lekur ikki
meira enn lensipumpurnar
klára at taka frá. Vit høvdu
sent neyðarkall út. Hetta var
sama nátt, sum Tjaldrið
leitaði eftir Sjóborgini, og
tað var ikki so iangt frá sum
hetta hendi.
Eyðun, ið líka sum teir
báði Jacob og Rúni, var
glaður fyri heiðurin mána-
dagin, viðgongur, at skelk-
urin framvegis býr í honum.
— Rør báturin seg á løgnan
hátt, sum kemur henda nátt-
in í vár framvegis í mín hug.
S1 ára gamli Eyðun hevur
verið sjómaður síðan hann
var 14 ár. Og sjógvurin er
framvegis hansara arbeiðs-
pláss.
Nr. 159 — 26. AUGUST 1998
Log funnin
til Song-
røddina
Tilsamans fimm løg verða at hoyra,
tá Ársins songrødd verður kosin
komandi tríggjar mánaðirnar
JONHARD HAMMER
Tilsamans 36 uppskot
vóru um, hvørji løg lut-
takarar vilja syngja, tå
Ársins Songrødd fer av
bakkastokki 26. septem-
ber.
Av teimum av fyri-
reikararnir valt út fimm
løg, har luttakararnir
kunnu velja at syngja eitt
av teimum. Og tey eru
»Stranded« við Lutricia
McNeil, »How Do I
Live« vid Le-Ann Ri-
mes, »My Heart Will Go
On« vid Celine Dion,
>All I Have To Give«
vid Backstreet Boys og
»Truly, Madly, Deeply«
vid Savage Garden
Fyrireikararnir siga, at
um umleid triggjar vikur
kunnu løgini fåast å
fløgu, hiå teimum sum
vilja tað. Tekstirnar ber
eisini til at fáa fatur á hjá
teimum, sum venda sær
til FC Búðina.
Hóast løgini til kapp-
ingina eru funnin, so ber
framvegis til at tekna seg
til kappingina. Og tað
ber í roynd og veru til,
inntil ein tíma undan
ymsu lokalu kappingu-
num.
— Vit halda tó sjálv-
sagt, at tað er betri fyri
luttakararnar, um teir
tekna seg áðrenn, tí so
hava teir eisini betri tíð
at fyrireika seg í, sigur
Finn Jensen.
Fyrsta umfarið verður
á Virkinum á Sandi 26
september. Síðan gongur
túrurin kring oyggjarnar
og TB-húsið er síðsti
steðgur tann 29-30. ok-
tober, áðrenn stóra final-
an verður í itrottarhøllini
á Kambsdali 14. novem-
ber