Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-08-26, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 26. august 1998síða 5

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 159 — 26. AUGUST 1998 Nordisk Kulturfond: tíðindablaðið SoSslalu Stuðlar spennandi ment- anarligar verkætlanir Til ber hjá fólki, ið ætla sær í holt við eitt hvørt mentunarligt tiltak tvørturum norðurlendsk landamørk, at søkja um stuðul og fígging úr Nordisk Kulturfond TURIDKJØLBRO Er ilt at fåa føroyskar mynd- ugleikar og stovnar at fåa eyga á tað åhugaverda og spennandi í tínum hugskoti, ber til at hyggja út um land- oddarnar og fáa bæði stuðul og fígging. Í hesum døgum lýsir Nordisk Kulturfond í bløðunum við, at tað ber til at søkja um stuðul til ment- anarligar verkætlanir. Nor- disk Kulturfond, sum er ein sjålvstødugur stovnur undir Norðurlendska Ráðharra- ráðnum, lutar á hvgrjum ári 25 miljónir krónur út til norðurlendskar verkætlanir, so sum list, sjónleik, tón- leik, dans, og nýggjar miðl- Smyril Line: Í dag verður ar. Í komandi ári er ein ser- støk upphædd oyramerkt til verkætlanir, sum hava sam- band við, at Reykjavík, Ber- gen og Helsingfors verða mentanarbýir ár 2000. Hver kann so søkja? Høvudsreglan er, at Nordisk Kulturfond studlar verkætl- anum, har f minsta lagi try av norðurlondunum eru við. Grønland, Føroyar og Á- land verða mett á jóvnum føti við hini Norðurlondini. Undantøk verða gjørd um geografiska fråstødan talan fyri ti. Stuðul verður veittur til verkætlanir, ið vara í eitt ár, men verkætlanir, ið fevna yvir longri tíðarskeið, fáa eisini stuðul, - men tá verður umsóknin endur- skoðað á hvgrjum ári. Verkætlanir, sum hava til endamáls at kunna um norðurlertdskt samstarv og mentunarlív, verða eisini stuðlaðar. Dømi um tiltøk, sum Nordisk Kulturfond hevur studlad f farna åri er kava- og ismyndhøggara- framsýningin í Nuuk í Grønlandi, bátaframsýning- in á Sjøhistoriska Savninum í Stockhólmi og barnabók- mentaráðstevnan í Marie- hamn í Álandi í fjør, har framtíðin hjá barnabókini varð umrødd. Tey, ið hava hug at sýkja um stuðul úr Nordisk Kul- turfond, skulu lýsa verkætl- anina væl, kunna um allar liðir í ætlanini og greiða frá, hvussu hon verður fíggjað cg hvørjar inntøkur hon fer at hava, tå id hon er gjøgn- umførd. Nevndin f grunni- num er mannað av norður- lendskum politikarum og embætisfólki í mentamála- stýrum. Nordisk Kulturfond er ein norðurlendskur stovnur, sum hevur til uppgávu at stuðla og stimbra norður- lendskt samstarv í verkætl- anum. Jóannes Dalsgaard, stjóri í Undirvísingar- og mentamálastýrinum, er tiltakslimur í grunninum spakin settur i Farið verður nú undir at byggja vallaraheimið í Húsahaganum TURIÐ KJGLBRO Gongst sum ætlað stendur nýggja vallaraheimið í Havn liðugt, tá ið ferða- fólkatíðin byrjar komandi ár. Tað er Smyril Line, ið letur húsini byggja og í dag verður spakin settur í. — Tørvurin er stórur á ein- um vallaraheimi í Havn. Vit hava rikið vallaraheim í fleiri år, til dømis leigað Badmintonhøllina til enda- målid, men tann loysnin hevur ikki verið nóg góð, sigur Áki Jespersen, leiðari á ferðamannadeildini hjá Smyril Line. Í fyrsta umfari verða hús- ini bert opin um summarið, men nú Norrøna fer at sigla millum Føroya og Danmark alt árið, er hugsandi, at vall- araheimið verður opið longri — um tørvur er á tí. Vallaraheimið = verður bygt í Húsahaganum, vest- an fyri Hotel Fgroyar, sum Smyril Line eisini eigur og rekur. Húsini verða uml. 600 fermetrar stór í tveim- um hæddum og pláss verður fyri 98 fólkum á kømrum til tvey, fýra og seks fólk. Í húsunum vera allir hentleik- ar, sum hoyra einum vall- araheimi til, til dómis køkur, har gestirnir kunnu matgera sjálvir, góð toilettviður- skifti, vaksirúm og annað. Og skuldi onkur havt hug at keypt sær mat ber til at fara inn við síðuna av, á hotellið, at fáa sær ein bita. Tað er Eli Zachariassen, byggiverkfrødingurin, sum stendur fyri arbeiðnum fyri Smyril Line. Húsini eru mett at kosta 3,5 mill. kr. EÐ Mynd: Álvur Haraldsen. Vallaraheimið, sum Smyril Line letur byggja, verður bygt í Húsahaganum, vestan fyri Hotel Føroyar