Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-08-26, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 26. august 1998síða 4

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Jórn Astrup Hansen, bankastjóri: tíðindablaðið SOSIAUUTN Ein misskiljing at bankin hevur alla skylduna — Bankin var drívmegin aftanfyri saneringsavtalurnar í 1994 Og 95, og vit hava áhaldandi roynt at fáa rímiligar avtalur við sethúsaeigarar, sum mistu húsini. Hóast hetta, so hava kortini ikki allir sethúsaeigarar verið áhugaðir at gera skilagóðar avtalur, sigur bankastjórin, í viðmerking til fyrispurningin hjá Jenis av Rana í sethúsaspurninginum DAGNY JOENSEN Jørn Astrup Hansen, banka- stjóri, heldur ikki at spurn- ingurin um at hjálpa set- húsaeigararum, ið mistu húsini orsakað av kreppuni, er so einfaldur, sum Jenis av Rana vil gera hann til. Hann heldur umframt tað, at trupulleikin er minni enn tingmaðurin heldur. Síðan 1990 hevur Føroya Banki og Sjóvinnubankin avskrivað góðar fýra mia. krónur - her er talan um endaliga avskrivingar - og ikki avsetingar ella burtur- leggingar. — Størstu tapini vóru í vinnulívinum, men munan- di avskrivingar komu eisini lønmåttakarum og sethúsa- eigarunum til góðar, sigur Ber ikki til við lóg seg út í málið — Ér tað ov nógv at krevja fólk ikki høvdu ávirkan á í kreppuårunum? — Tað kann ikki vera rætt, um politikarar við lóg ella á annan hátt krevja, at júst Føroya Banki skal fremja avskrivingar eftir einum á- vísum leisti, sigur Astrup Hansen. — Hvat fara kappingar- neytar okkara at siga, um bankin eftir áheitan frá landsstýrinum fer at føra ein lagaligari avskrivingarpoli- tik, sigur Jørn Astrup Hans- en og leggur aftrat, at hinir peningastovnarnir síðan kundu biðið um at fáa til- førdan kapital, so teir eisini fingu møguleikar at fremja eins stórar avskrivingar. Húsalánsgrunnurin Bankastjórin skilir heldur ikki, hví fyrispurningurin hjá Jenis av Rana bert fevnir um Føroya Banka: — Húsalánsgrunnurin út- vegaði eisini í sama tíðar- skeiði stórar lániupphæddir móti 3. veðhaldi, sum oftast eingin trygd var fyri. Bankastjórin heldur um- framt tað, at tað er ein mis- skiljing, at serliga Føroya Banki hevur koyrt fólk út á gøtuna. Hóast bankin út- vegaði lán móti vánaligastu trygdini, so fóru bert ein fjórðingur av samlaðu set- húsunum á tvang. Ikki allir sethúsaeig- arar vildu gera avtalur — Er ikki munur á umstødu- num hjá sethúsaeigarum, sum mistu húsini? — Hóast Føroya Banki var drívmegin í saneringsav- talunum, ið vóru gjørdar í 1994 Og 95. hava vit kortini roynt at geva sethúsaeig- arum rímiligar avtalur, men ikki allir eigarar hava verið sinnaðir at gera ein skila- góða avtalu við okkum. — Harnæst hevði tað fing- ið avleiðingar, sum illa fæst yvirlit yvir, um lóggeving varð gjørd viðvíkjandi av- skrivingarreglunum hjá peningastovnunum. Politiska valdid hevur aðrar — Er politiski viljin til stað- ar at hjálpa serligum sam- felagsbólkum, so stendur tað ivaleyst politikararunum frítt fyri, at skipa reglur inn- an skatta- og sosialpolitiska gkið, heldur bankastjórin. Hann leggur dent á, at tey lán, sum sethúsaeigarar tóku í 80årunum eins og i dag, er persónlig ábyrgd. Tað, at húsavirðið hækkar ella lækkar er uttan tydning fyri tann, sum skal svara sínar skyldur. Heldur ikki er tað bankin ella kreditora-nir, sum áseta virðið á sethúsum, men marknaðurin, alt eftir útboði og eftirspurningi av sethús- um. — Tá bankin ger virðið upp av útistandandi skuld, so verður sjálvandi hugt eftir virðinum í pantinum. Alt eftir húsamarknaðinum kunnu vit velja at økja ella minka um virðið, men hetta er innanhýsis skipan, sum ongan týdning hevur fyri sethúsaeigarar og lántakar- ar, sigur Jórn Astrup Han- sen. Nr. 159 — 26. AUGUST 1998 Nógv mistu sethúsini í kreppuni Umtleið 500 -1000 set- hús komu í klemmu í kreppuni Tað merkir, at fólk, sum mistu sethús, frameftir í áravís gjalda skuld í húsum, sum tey ikki eiga. Tað ger eisini, at nógv ikki hava ein møguleika at fóta sær aftur. — Er tað barnsligt at halda, at bankin ella myndugleikarnir hava skyldu veita hesum set- húsaeigararum endur- gjald fyri tort og sviðu? Tað eru tey sum halda, at sethúsaeigarar í 80 “árunum ofta settu seg fyri alt ov stór lán í tí tíðini, tá peningur varð blakaður eftir teimum í bankunum, og at tey tí sjálvi hava skylduna av, at tey fóru á húsagang. Ivaleyst eru tey eisini til, sum gjørdu sær dælt av tíðini ið råddi, men tað eru veruliga fleiri hundrað familjur, sum vegna arbeiðsloysi og torførar umsteður fyri familjuna annars, vóru fyri missi, sum tey als onga åvirkan høvdu á. I Føroya Banka fingu einstaklingar avtalur, sum góvu teimum møguleika at varðveita sethúsini, men tað vóru avgjørt ikki øl, ið høvdu vilja at halda fram, sum fingu slikar avtalur. Tá Fossbankin fór á húsagang royndu nógvir sethúsaeigarar at snúgva sær undan ábygrd, við eitt nú at gevast at gjalda lán og avdráttir. Sum kunnugt slepp- ur eingin snikkaleysur undan ikki at halda sín- ar skyldur mótvegis peningastovnum, men viðvíkjandi Fossbank- anum var ødrvisi. Har kundu fólk keypa lán síni fyri bíligan pening, og soleiðis hóra víðari. Munurin á Foss- bankanum og hinum peningastovnunum var eisini, at Fossbankin var farin á húsagang, og uppgerð skuldi ger- ast við lántakararnar. Hinir stovnarnir skuldu taka hædd fyri at virka frameftir, og hevdu tí eingi slík tilboð at bjóða sínum vidskifta- fólkum.