mikudagur 26. august 1998síða 10
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
10
At ummæla konsertina í Vágs Kirkju
månakvøldid, við Rúna Brattaberg og
Gustav Djupsjobacka, er ikki lætt.
Tó, neyvan ivaðist nakar av áhoyrar-
unum í, at vit vit her hoyrdu nakað,
ið var merkt av góðsku, inniligleika
og so var tað eisini, sum fingu Sibeli-
us og Rachmaninov eitt skump fram-
eftir av reinari føroyskari ráð-
styrki.Tad var næstan, sum merkti ein
djúpa bassin koma upp í gjógnum
gólvið aftanvert ryggfjølina á beinki-
num
Rúni Brattaberg i Vágs Kirkju: Mergjað
DAGFINN OLSEN
Lat meg siga greitt, at eg,
tá eg skal ummæla slíka
framførslu, kenni meg
ganga á sera ótryggari
grund. Eg må viðganga, at
millum plátur og fløgur
mínar standa ikki verk hjá
Sibelius, Tschaikowsky ella
Rachmaninov, hóast onkur
fløga við verkum eftir Mo-
zart er ímillum.
Men Gustav Djupsjø-
backa og Rúni Brattaberg
hugtóku í Vágs Kirkju mán-
akvøldid og sigast má, at
heilt fitt av fólki var. og
lyddi å. Har véru bædi
bygdafelagar og oyggjafel-
agar komnir at hoyra Rúna.
Hjá einum, ið ikki dagliga
letur russiskar operufløgur
ljóma í stovuni, er ikki lætt
at siga stórvegis mergjað
viðvíkjandi dygd. Eg fari tó
at halla meg mótvegis inn-
biltum gehøri og instinkti
Jú, vist var framførslan
månakvøldid mergjað. Og
tað er ein sera stór, sterk og
djúp rødd, ið býr í Rúna.
Eisini var stuttligt at síggja
og hoyra finska pianistin
Gustav Djupsjøbacka, ið
leikti milt og blittt, fyri síð-
ani at undirstrika huglagið
í framførsluni við djúpum,
høgum og ógvusligum tón-
um. Her var nakað, ið bar
brá av kenslum og sum
slapp út Hóast Gustav
tíðindablaðið SOSTNN
Djupsjøbacka er spakur og
lftillatin, so var tað hann, ið
hevði valdið á lj60førinum
og harvið áhoyrarunum.
Og Rúni sang og væl varð
sungið. Tað var næstan, sum
merkti ein djúpa bassin
koma upp í gjøgnum gólvið
aftanvert ryggfjølina á
beinkinum. Hann hugtók
okkum og fekk okkum at
sveima, sleppa fatsa sam-
bandinum, hóast tað aloftast
vóru teir djúpu tónarnir, ið
valdaðu. Til tíðir varð ein
næstan sogin niður í beinkin
av djúpdini, aðratíðir var alt
aftur so leikandi lætt.
Framførslan var eisini
flott á tann hátt, at Rúni
sang tað mesta á russiskum.
Nr. 159 — 26. AUGUST 1998
Ummæli:
Vit áhoyrarar flestir skiltu
ikki eitt orð, men stuttligt
er at vita sær, at tað ger Rúni
mestsum heldur ikki. Tó,
sera væl frágingið og óivað
flott russiskt. Soleiðis ljóð-
aði tað í hvussu er.
Men tað má sigast at vera
ein døpur skrá, ið løgd varð
fyri áhoyraran. Helst er
hetta eyðkent fyri russiskan
tónleik av hesum slag, eg
veit ikki, men kundi hugsað
mær, at tað oftast feliur í
lut hjá bassangarum at
syngja dapraru partarnar,
leiklutirnar.
At enda sang Rúni tó tveir
føroyskar sangir vid lag eft-
ir Regin Dahl. Og tað var,
sum fagnadu åhoyrararnir
hesum enn meira, enn teir
longu høvdu gjørt framm-
anundan. Tí 6ivad var gott
við einum føroyskum íkasti,
aftaná russisku sangirnar.
Rúni hevdi eina megnar
framførslu månakvøldiåd, og
hann varð heiraður við
blómum og saman við Gus-
tav Djupsjøbacka, ið eisini
er lærari hjá Rúna, varð
hann klappaður uppaftur.
Teir endaðu síðani kveldið
við Mozart, og eftir góðan
klokkutíma var hugaligt at
trína út í góðveðrið í Vági,
har Rúni hevur traðkað sín-
ar barnaskógvar.
Og ikki sørt at tú helt teg
hóma nakað av hesum
djúpa, sterka og stórsligna,
har tú stóð við sjóarmálan,
meðan sólin fór í kav, og
fjallarødin gjørdist døkkari,
og å ein hått fekk hon eitt
meira russiskt huglag hetta
kvøld.
I kvøld, mikukvøld, fram-
føra Rúni og Gustav í Norð-
urlandahúsinum. Eg vil
mæla øllum til at leita sær í
húsið, tí Rúni er avgjørt før-
ur fyri at hugtaka. Tær nýt-
ist ikki at skilja russiskt ella
at eiga operafløgur við hús,
tí Rúni er førur fyri at føra
teg burtur á djúpum, høgum
og silkibleytum basstónum.
Eingin ivi um tað.
Nordurlendskur umhvørvisfundur i Føroyum
Norðurlendska arbeidsumhvørvisnevndin (Nordisk arbejdsmiljøudvalg) heldur sin regluliga fund i hesum døgum -
hesaferð i Føroyum og verður hann hildin á Hotel Føroyum nú týsdagin og mikudagin 25. og 26. august
Nevndin, ið virkar undir
Nordisk Ministerråd, er
samansett av limum frá
teimum norðurlendsku ar-
beiðseftirlitunum og em-
bætisfólkum frá norður-
lendsku arbeiðsmálaráð-
harrastovnunum.
Tað norðurlendska ar-
beidsumhvørvissamstarvid
er grundað á ta norður-
lendsku arbeidsumhvørvis-
konventiónina, sum kom í
gildi 24. mars 1990, og sum
eisini Føroyar hava vidur-
kent.
Endamálið hjá norður-
lendska arbeidsumhvørvis-
nevndin, sum undirritaði er
limur í, er í høvuds-heiti-
num at virka fyri, at áset-
ingarnar í konventiónini
verða framdar og at norð-
urlendsku tiltøkini verða
- miðsavnaði mest møguligt.
DD
Í arbeiðsskránni er stað-
fest, at ein av høvudsupp-
gávunum hjá norðurlendsku
arbeids-umhvørvisnevndini
er at skapa og halda vidlika
grundarlagi fyri tí virksemi,
ið verður framt í Embætis-
mannakomitéini (EK-A), tá
nevndin hevur ta formligu
ábyrgð av at fyrireika fund-
irnar hjá Embætismanna-
komitéini innan sítt fakliga
øki.
Høvudsvirksemi
nevndini er annars:
at virka fyri at åsetingar-
nar í arbeidsumhvørviskon-
ventiónini verða settar í
verk og at dagføra sam-
starvsskrånna »Et bedre ar-
bejdsmiljø i Norden« i sam-
starvi vid partarnar å ar-
beidsmarknadinum,
at samskipa ta norður-
lendsku luttgkuna í tí al-
hjá
08 UA BE Ar
AÐ AU BB AÐ 2 í LALA,
tjóða standardiseringsar-
beiðinum á arbeiðs-um-
hvørvisøkinum,
at tryggja framhaldandi
kunning og sinåmillum
metingar um ES-virksemi,
serliga í sam-band við ES-
direktivini á arbeiðsum-
hvørvisøkinum, við atliti til
samskipan av felags norð-
urlendskum áhugamálum,
framhaldandi at samrøda
um virksemi hjå myndug-
leikumum innan arbeids-
umhvørvisøki og royna at
fremja norðurlendskar
sundurgreiningar- og sam-
skipanarvirksemi við atliti
til at menna arbeiðs-
umhvørvi enn meira í norð-
urlondum,
at virka fyri gransking og
menning innan arbeiðsum-
hvørvisøki, serliga viðvíkj-
and; eftirlits-háttum.
pE
Fundirnir verða hildnir 3-
4 ferðir um árið og ganga
uppá skift millum tey ymsu
londini. Undirritaði luttekur
vegna føroyska Arbeiðseft-
irlitiå. ; hesum fundum
hevur verið greitt frá okkara
virksemi innan arbeiðsum-
hvørvi í Føroyum og teim-
um broytingum, sum hava
verið á stovninum og á lóg-
ar-økinum. hesum fundum
verður eisini greitt frá teim-
um norðurlendsku projekt-
um, ið undirritaði hevur á-
byrgdina av.
Undirritaði hevur eisini
luttikið á samskipanarfund-
um í samband við ráðlegg-
ing av norðuratlantiskum
ráðstevnum um arbeiðsum-
hvørvi í fiskiídnaðinum,
tann seinasta bleiv hildin í
Tromsø 1995.
, Arbeidsumhvørvisnevndin
studladi hesari rådstevnu
vid 250.000 kr. Hetta var
tann tridja rådstevnan av
slikum slag. Tann fyrsta var
i Torshavn i 1987 (studul
150.000 kr), tann næsta var
hildin f Reykjavik i 1991
(studul 125.000 kr.) og so
tann triðja Tromsø 1995.
Ætlanin er at halda slikar
rådstevnur triðja ella fjórða
hvørt ár, har bæði leiðsla og
arbeiðsfólk (trygdarumboð)
luttaka saman við norður-
lendsku Arbeiðseftirlitu-
num og granskarum á øki-
num. Ætlandi verður sostatt
næsta ráðstevnan hildin í
Danmark á heysti 1999.
Arbeidsumhvørvisnevndin
hevur sum sagt latid studul
til allar hasar rådstevnum og
sum eitt úrslit av fyrstu ráð-
stevnuni í Tórshavn, til-
nevndi arbeidsumhvørvis-
nevndin undirritaða at verða
projektleiðara og samskip-
ara av sbikum tiltøkum inn-
an fiskiídnaðin í tí nordur-
atlantiska økinum.
Norðurlendska umhvørv-
isnevndin hevur gjøgnum
tíðina eisini stuðla øðrum
tiltøkum og projektum inn-
an arbeidsumhvørvi í Før-
oyum.
Vinarligast
Arbeiðseftirlitið
Eli Davidsen, stjóri