Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-08-26, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 26. august 1998síða 9

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 159 — 26. AUGUST 1998 gjørt økid meira áhugavert millum oljufeløg og skuldi helst eisini gjørt tað meira átrokandi millum bæði før- oyskar og bretskar mynd- ugleikar at funnið eina loysn, soleiðis at man kann fara í gongd sum skjótast Uppá fyrispurning hvussu hann tulkar áheitanina frá bretska orkumálaráðharra- num at fáa ein fund við før- oyska starvsbróðurin sigur løgmadur, at hetta vísir, at bretar eisini eru áhugaðir í at fáa samstarv á oljuøki- num -Nú eru oljuráðharranir ikki beinleiðis við í markn- atrætuni men taka sær meira av vinnuni. Tað er klárt at bretska vinnan bretsku megin markið eisini er á- hugað í, hóast tað eisini kemur ein vinna føroysku megin markið, soleiðis at ein kann samarbeiða við fel- ags infrastrukturi, t.v.s. olj- uleitingum, um olja og gass er í undirgrundini Um vitjanin sum heild sigur Anfinn Kallsberg, at hann tekur innbjóðingina sum eina positiva ábending, at norðmenn eru áhugaðir í at fremja eitt samstarv á jøvnum føti og við virðing hvør fyri ødrum. Norsku oljufeløgini storan åhuga Frá forsætisráðharranum gekk leiðin til olju- og ork- umálaráðið, har løgmaður hitti norska ráðharran á gk- inum, Marit Arnstad Hon vísir eftir fundin á, at norsku oljufelggini hava stóran áhuga fyri føroysku undirgrundini og vilja vera við í leitingini, ikki minst tí føroyska gkið er ein partur av sama jarðfreðiliga øki- num, sum er framvið Nor- egi -Men norsku oljufeløgini bíða nú eftir at vita, hvat føroysku myndugleikarnir ætla á hesum nýggja øki Hon sigur annars, at tað er upp til føroyskar mynd- ugleikar at gera av, hvat skal henda, og tað verður so út frá hesum, at norsku feløg- ini gera av, hvat fíggjarliga er rætt hjá teimum at fyri- taka sær Hon vísir á, at oljufeløg- ini meta Føroyar sum eitt sera áhugavert øki Á fundinum við norska oljurådharran fekk løgmad- ur eitt gott innlit í, hvussu morðmenn hava borið seg at við at skipa oljupoltikkin til frama fyri norsk áhuga- mál og virksemið annars -Eg haldi vit hava fingið nøkur góð ráð, sum vit sjálvandi fara at viðgera Løgmaður vil ikki í løtuni gera nakrar viðmerkingar til, hvørji krøv føroyingar fara og skulu seta norð- monnum, um teir ætla sær at vera við í eini føroyskari oljuvinnu -Tað er ov tíðliga at siga nakað um enn. Fyrst mugu vit finna olju, áðrenn vit set nakrar treytir. Tað eru jú út- boðini av gkjum, sum treytir skulu setast í og einki annað. Anfinn Kallsberg, løgmaður hittir her vararáðharran í uttanríkisráðnum, Oslaug Haga. Logmaður góð ráð frá norðmonnum um JAN MULLER ÚR OsLO At norðmenn leggja alstór- an dent á eitt framtíðar sam- arbeiði við føroyingar var vitjanin hjá løgmanni í Oslo mánadagin eitt gott dómi um. Hóast tað bráddliga var komið inn í myndina, at teir stríðandi = partarnir í Miðeystri skuldu til Noregs at hátíðarhalda dagin fyri friðaravtaluna millum ísra- elar og palestinar, so mettu norsku myndugleikarnir ES føroysku vitjanina so tydn- ingarmikla, at bert heilt fåar broytingar vórðu gjørdar i skrånni. Einasta broytingin var tann, at Anfinn Kallsberg, løgmadur fekk ikki høvi til at hitta Knut Vollebæk, utt anríkisráðharra Hesin skuldi hava fundir við pal- estinska leiðaran Yassir Ar- afat og fyrrverandi ísraelska forsætisráðharran Simon Peres um at fáa lív í aftur friðargongdina í Miðeystri Ístaðin hitti Anfinn Kalls- berg vararáðharran í uttan- ríkismálum Oslaug Haga Anfinn Kallsberg sigur við Sosialin, at hann var sera fegin um at hitta júst vararáðharran, tí hennara málsgki er nettup ES Tey bæði tosaðu tí eisini serstakliga um ES. Oslaug Haga greiddi løgmanni frå ES-málum, sum føroyingar kunnu hava áhuga í Sosialurin skilur, at løg- maður hevur fingið nógv at hugsa um eftir fundin við vararáðharran í uttanríkis- ráðnum. Hetta er eitt rætti- ligt týðandi og viðkomandi mál, ikki minst nú ein ar- beiðsbólkur júst hevur latið løgmanni eina frågreiding um spurningin Føroyar og Umframt at viðgera ES tosaðu tey bæði eisini um mentanarligt samstarv mill- um Føroyar og Noreg e | Annfinn Kallsberg, løgmadur og Peter Angels en, fiskimálaráðharri í Noreg Mynd: Jan Miller Fari at kanna fiski- dagar vid Svalbard JAN MULLER UR OsLO Tann fundurin, sum mundi taka mestu tíðina undir vitj- anini hjá løgmanni í Noregi, mundi vera tann við fiski- málaráðharran, Peter Ang- elsen. Tað er eisini greitt, at teir høvdu nógv at tosa um, og fyrsta málið vóru veiðu- dagarnir hjá rækjuskipun- um við Svalbard, sum norska stjórnin herfyri gjørdi av at avmarka mun- andi Peter Angelsen: - Vit hava vidgjørt spurningin um dag- atalid hjå føroysku rækju- skipunum. Eg havi lovad løgmanni at ganga igjøgn- um alt tilfarið, sum varð brúkt í sambandi við at minka dagatalið. Men vit mugu minnast til, at stigið til hetta var eitt útspæla sum kom frá ødrum fiskiveidu- tjóðum eisini og bar í sær eina skerjing fyri allar teir, sum veiða við Svalbard, eis- ini norðmenn -Men fáa føroysku rækju- skipini ikki hesar fiskidag- arnar aftur á -Soleiðis sum eg havi skilt hagtølini, so troyta før- oysku skipini ikki allar teir fiskimgguleikarnar = tey hava. Hvat verður í fram- tíðini veit eg ikki, men vit fara nú at hyggja alt tilfarið ígjógnum. Hóttur stovnur Fiskimálaráðharrin sigur annars, at rækjustovnurin í Barentshavinum, og við Svaldbard er so hart troytt- ur, at tað átti at verið gott fyri tær tjóðir sum veiða har, at veiðutrýstið varð minkað Við hesum vísir hann aft- ur møguleikan fyri at vaksa um veidumøguleikarnar, og hvat toskinum í Barents- havinum viðvíkur sigur hann, at fiskifrødingarnir mæla til eina hålvering av veiðuni frá 97 til 99. fiNoreg hevur bert nøkur 40% út av totalu toskakvotuni i Bar- entshavinum. Restin verður býtt við Rusland og triðja lond Peter Angelsen heldur ikki, at norskir fiskimenn halda tað vera rætt lat lata ødrum meira av toskinum -Eg vóni, at vit og føroy- ingar kunnu hava ein góðan og konstruktivan dialog um sinamillum fiskiveiduavtal- ur. Vit hava ongan åhuga i at nokta føroyingum at fiska i Barentshavinum. Vit vilja fegnir hava føroyskar fiski- menn, i Barentshavinum men innan fyri balanseradar avtalur Hvat spurninginum um at ísland letur føroyskum kvotur uttan at fáa nakað aftur fyri sigur Peter Ang- elsen við einum heldur hummoristkum tóna, at ís- lendingar vita hvat teir gera, tí teir kunnu jú kompensera við tað teir geva ðrum við at taka tað aftur á ødrum økjum og her sipar hann til »Smutthullet« Peter Angelsen heldur ikki, at spurningurin um olju og fisk eigur at blandast saman. Hann heldur ikki, at oljuvinnan i Noregi hevur brik fyri at fåa nakran stud- ul frå fiskivinnuni, tå talan er um at gera handil vid onnur lond -Tað eru meira enn 70.000 fólk í finmarkini. Tey eru heilt bundin av tí sum Barentshavið gevir, og tað hevur ikki verið lætt at vera íbúgvi her við teimum reguleringum sum eru gjørdar. Og teir hava so eis- ini følt á egnum kroppi, hvat tað vil síga, at aðrir fiska uttan avtalu í Barentshavi- num. Tí er so týdningar mikið at hava veiðuavtalur sum byggja á tað fiskifrød- ingar áleggja okkum.