Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-08-27, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 27. august 1998síða 5

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 160 — 27. AUGUST 1998 Fiskavirking 7 milliónir i yvirskoti fyrra hálvár Kroniska undirskotið, sum hevur fylgt Fóroya Fiskavirk- ing líka síðani felagið varð sett á stovn í 1993, er sein- asta hálva árið vent til yvirskot. NICLAS JOHANNESEN Týsdagin hevði leiðslan á Føroya Fiskavirking kallað starvsfólkini úti á einstøku virkjunum til fundar. Boðini vóru stutt, greið — og góð. Hálvársroknskapurin hjá fyritøkuni vísir eitt yvirskot upp á sjey milliónir krónur. Meinhard Jacobsen, stjóri á Fiskavirking, váttar at so er. Spurdur um orsøkina til vendu gongdina, sigur Meinhard, at fyrst og fremst hava starvsfólkini gjørt ein sera stóran innsats, og hetta sæst aftur í roknskapinum. — Góða hálvársúrslitið merkir tó ikki, at vit kunnu seta okkum afturá, ganga hálvsársúrslitið við tvey og rokna við einum yvirskoti upp á 14 millónir við árs- enda. Tað verður tungt í heyst og vit hava nógvar stórar avbjóðingar fyri framman. Okkara politikkur er tó ikki at taka stór og ógvuslig stig, hinvegin royna vit alla tíðina at gera smáar åbøtur, sum kunnu betra um okkara úrslit. Stjórin á Fiskavirking dylir ikki fyri, at hann metir úrslitið vera positivt, eitt nú tí at kappingin um rávgruna sjáldan hevur verið harðari. — Ráfiskaprísurin er í topp, so hetta merkir eisini, at skipini hava fingið sín part væl og virðiliga. So lágur ráfiskaprísur er ikki orsøkin til bøttu gongdina, sigur Meinhard Jacobsen. Fyrstu ferð Og nýggi stjórin hevur allar orsøkir at vera nøgdur. Tí ongantíð áður hava tølini verið so positiv, síðani pol- itisku avgerdina um at sam- anleggja at kalla alla før- oyska flakavinnu í eitt felag. Hóast talan var um eitt pol- itiskt barn í kjalarvørrinum á føroyska húsaganginum í 1992, hevur felagið havt sera fáar vinir løgtinginum. Tverturímóti hava ting- menn år at kalla øllum flokkum ynskt fyritøkuna burtur, har pipari grør. Fiskavirking hevur ofta verið sera nógv frammi í fjølmidlunum. Og at kalla altíð hevur fyritøkan verið í verjustødu. Seinasta hálva árið hevur tó at valdað tøgn. 8. januar var Meinhard Jacobsen settur í heita stjór- asessinum. Framtaksgrunn- urin, við Sverra Hansen sum formanni, duldi ikki fyri, at grunnurin leingi hevði havt Meinhard sera frammaliga í huganum, men at ungi fiskiverkfrød- ingurin av Toftum ikki var Meinhard Jacobsen tók við sum stjóri 8. januar í ár. Fyri fyrstu ferð er kroniska undirskotið hjá Føroya Fiskavirking vent til eitt yvirskot. Hálvársroknskapurin vísir eitt yvirskot uppá 7 mió. krónur so at fáa fatur á. Hann hevði sera gott starv í stórari flak- afyritøku í Noregi. Egna søludeild Eitt av fyrstu stigunum hjå Meinhard Jacobsen var at seta egna søludeild å stovn. Hetta stigið elvdi tó til á- vísan orðadrátt og vísti, at innanhýsis ósemja valdaði millum trýbeintu konstruk- tiénina Framtaksgrunnur- Fiskavirking-Fiskasøla. Sverri Hansen legði tó dent á, at Fiskavirking og Fiska- sølan vóru tvey sjålvstødug virki — hóast eigarin er tann sami. Og tí mátti Fiskasølan finna seg í, at Fiskavirking setti egna søludeild á stovn. Hóast áðurneynda tvidrått so hevur eisini Fiskasglan havt yvirskot upp á fýra milliónir krónur í sínum hálvársroknskapi. Um stigið hjá Fiskavirk- ing er ein orsøk til bøttu gongdina hjá flakafyritøk- uni vil Meinhard ikki siga nakad um, men hann leggur dent å, at Fiskavirking selir eisini gjøgnum Fiskasøluna. Síðani ordadråttin tíðliga í vár, hevur tó friður valdað, og onki hevur verið at hoyrt um Fiskavirking í fjølmidl- unum. — Ein orsgk til, at tað eisini hevur gingið væl er, at vit hava fingið frið at ar- beiða, sigur Meinhard Jac- obsen Umleið 650 fólk arbeiða í Føroya Fiskavirking, sum hevur sjey virkið undir sær Øl eru í dagligari drift, utt an virkið í Vági, sum verður leigað út tl onnur vinnulig endamál 5 Farið verður av Havnini mánadag og komið verður aftur mikudag Gistinz á Hvtel úr einans... 796,- (Í láarstíð) fyri hvønn 639,- (Í láarstíð) fyri hvenn ÞPriygt oistinu úr einans... 275 7,- (Í láarstíð) - fyri hvønn Ring og hoyr meira! J.Broncksgeta 37 515900 . bookingGsmyrilHinefo