Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-08-27, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 27. august 1998síða 7

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 160 — 27. AUGUST 1998 JAN MØLLER ÚR STAVANGER Tað var ikki sørt av eini bumbu, tá Atlantsflog týs- dagin almannakunngjørdi ætlanir sínar fyri komandi ár - og har flogfelagið, sum nakað heilt nýtt fer at flúgva millum Føroyar og Sta- vanger. Stóra norska blaðið Sta- vanger Aftenblad hevur gjørt nógv burtur úr hesum tíðindum, og ikki kann sig- ast annað, enn at leiðslan í Atlantic Airways hevur tim- að hesa nýggheit væl, tí nettup í hesum døgum er altjóða oljumessa í Stavang- er. Heri Niclasen er søluleid- ari hjá Atlantsflog og er hann stæddur í Stavanger ái hesum døgum í sambandi við oljumessuna, sum er í hesi vikuni. Atlantsfolg er millum fyritøkurnar, sum eru við á føroyska bådinum á ONS. Og tað er greitt, at tíðindini um nýggju flogrutuna hava fingið nógvar norðmenn at leita til básin. Heri Niclasen sigur við Sosialin, at nógv fólk hava vent sær til hansara um nýggju flogrutuna. Sjálvur hevur hann longu havt sam- band við fleiri tåroperatørar. Hann hevur vitja tríggjar av teimum størstu tåroperatør- unum í Stavangerøkinum, sum allir eru rættiliga spent- ir uppá nýggju rutuna, tí hon gevur heilt nýggjar møgu- leikar. — Sjálvandi hevur tað nógv at siga, at samband nú verður millum Noreg og Føroyar loftvegis, men norðmenn eru eisini áhug- aðir at gera kombineraðar ferðir, sum umframt Føroy- ar eisini fevna um Skotland og Ísland. Verður t. d. flogið týsdag, so ber tað við sær, at norð- menn kunnu fara úr Sta- vanger týsdag til Føroya og víðari til Reykjavíkar sama dag. — Hetta kann vera eitt rættiliga gott tilboð at koma við hjá tåroperatørunum, sum alla tíðina leita eftir nýggjum møguleikum. Tað, sum er umráðandi hjá teim- um, er hvørt ár at kunna bjóða kundunum eitt nýtt tilboð helst hvert ár til nýggjar destinatiónir. Í hesum førinum kunnu teir fara til Ísland t. d. týsdag og vera í Íslandi nakrar dag- ar, koma aftur til Føroya mánadag og so verða eitt vikuskifti í Føroyum og so aftur til Noregs týsdag. Hetta er tann møguleikin, sum Atlantsflog hevur at bjóða nú. Heri Niclasen sigur, at tað eru trý element sum skulu tíðindablaðið S0S2alurin 7 Stórur áhugi fyri Stavangerrutuni Tað hevur vakt stóran ans í Noregi, at Atlantsflog kom- andi ár ætlar sær at byrja at flúgva millum Føroyar og Stavanger. Norska blaðið Stavanger Aftenblad hevur gjórt nógv burtur úr tíðindunum bera hesa rutu, tann etniski parturin, tað er business- mannatrafikkurin, tað vil siga oljufólk o. I. og so er tað vanligi turisttrafikkurin. — Etniski parturin vita vit er í lagi, tí eitt nú nógvir føroyingar arbeiða í Noregi. Handilstrafikkurin er har altíð, tað ræður bara um at fáa fatur á honum. Síðani er tað at byggja upp ein ferðavinnutrafikk í og við, at hetta verður ein nýggj ruta. Tað er eingin loyna, at tað ikki minst eru útlitini til eina oljuvinnu í Føroyum, sum drívur verkið hjá Atlants- flog. Stavanger er norski oljuhøvudstadurin, og nú Atlantsflog eisini flygur til bretska oljuhøvudstadin Aberdeen, verður ringurin nú fullførdur. Flogsamband bæði til Aberdeen og Sta- vanger fara heilt givið at hava stóran týdning fyri eina komandi oljuvinnu. Hóast eingin olja enn er funnin, so hevur Atlantsflog tó valt at stinga út í kortið longu nú. Verður eir útbjóð- ing á føroyskum gkií næsta ár, hvatr flestu partar halda, so er greitt, at ruturnar At- lantsflog til báðar hesar olj- ubýirnar kann blíva ein góð forrætning og sera hent hjá vinnuni. Løgmaður á olju- palli í Norðsjónum — um somu tíð, sum Eyðun Elttør, oljumálaráðharri hevði fund við bretska starvsbróðurin, John Battle JAN MØLLER ÚR STAVANGER Tað var ein søgulig hending, tá Anfinn Kallsberg, sum fyrsti løgmaður nakrantíð vitjaði umborð á einum olju- boripalli í Norðsjónum. Eftir hesa heldur óvanligu vitjan heldur løgmaður leiðina víð- ari til Stavanger,har ikki færri enn hundrað føroyingar eru við á oljumessuni ONS 98. Løgmadur nýtti høvi til at vitja framsýningina miku- dagin og var vitja á básinum hjá stóru norsku oljufelgg- unum Statoil, Saga og Norsk Hydro. Eisini vitjaði hann Kværner og ABB, sum eru stórar norskar oljuídnaðar- fyritøkur. Vitjað var so eisini á føroyska básinum, har um- leið 19 førouslar fyritøkur eru við. Umframt løgmann so var eisini Eyðun Elttør oljumál- aráðharri við, tá vitja var á oljuframsýningini. Elttgr, sum mánadagin sjálvur var úti á einum boripalli hjá Stat- oil, hevði fund við bretska oljumálaráðharran John Battle seinnapartin týsdagin. Sjálvur er Eyðun Elttør sera fegin. Hann heldur, at har kom mangt gott fram á fundinum. Bretski ráðharrin bar sjálvur uppá mál markn- atrætuna og metti, at tað eig- ur at bera til at finna eina ella aðra loysn innan nakrar fáar mánaðir. (Lesið meira um fundin í fríggjadagsblaðnum) Eyðun Elttør skuldi seinn- apartin í gjár hitta norska oljuráðharran Marit Arnstad. Seinnapartin í gjár var løgmadur á vitjan í rorska oljudirektoratinum, har hann hinn stjóran Gunnar Berge. Samanumtikið má sigast, at tað undir vitjanini hjá løg- manni og oljumálaráðharr- anum hevur verið tosað nógv um olju. Men soleiðis sum Sosialurin skilur, so hevur løgmadur eisini fing- ið høvi til at reisa nógvar aðrar spurningar í vidurskift- unum millum Føroyar og Noreg. (Lesið eisini stóra repor- tasju frá vitjan løgmans á boripallinum Snorre seinni í vikuni.) Tað hevur stóran týdning at fáa samband við Noreg loftvegis, men tað hevur eisini tydning at kunna gera kombineraðar ferðir, sum hara Føroyar, sum millumstød, sigur Heri Niclasen, marknaðarleiðari hjá Atlantsflog heldur fram! SLOGGI | Control | undirtoy Náttkjólar | Náttskjúrtur Pyjamas Ymiskar BH 65 - 95,-,- Nidurdeilar Kjólar Troyggjur 99,- "Á Frúu blusir | úr std. 38 - 52 198,7 au kaålabidin Dr. Jakobsensgøta 21 - tlf. 31 53 15