hósdagur 27. august 1998síða 9
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 160 — 27. AUGUST 1998
Vit komu í prát við eldri
mann, hann var ættaður úr
Kollafirði, men hevði búð
stóran part av lívi sínum á
Akureyfi.
I kirkjuni skuldu vit spæla
forspæl (preludium), og
spælt varð >Ég skar mitt
navn<. Eftirspælingin (post-
ludium) var >Mítt fødi-
land<. Løgini bæði hevði
kendi skotski tónasmiðurin
og orkesturleiðarin Allan
Fernie lagt til rættis.
Íslendskt kór sang gamla
føroyska sálmalagið »Harra
Guð títt dýra navn og æra<.
Hetta var avbera gott kór,
og ljóðviðurskiftini vóru av
teimum allarbestu. Vit
kendu okkum at vera væl-
komin - jú allastaðir kendu
vit fløva og hjartaliga mót-
tóku.
Væl av fólki var á torgin-
um í miðbýnum, har spældu
vit kl. 3. Um summarið eru
nógv ferðafólk har í býnum.
Konsertin vardi o.u. Í tíma.
Ein eldri maður ættaður
av Toftum, Oli Sámalsson
nevndur, heilsadi okkum.
Hann hevdi búð á Akureyri
í meira enn 50 ár.
Stundir vóru at síggja
okkum um, áðrenn farið
Jólagarðurin - stutt uttanfyri Neskaupstað. Her ein keypa alskyns skart og skreyt
til jólapríðis, alt árið
varð inn á matstovu, har or-
kestrið beyð spælarum, vin-
um og kenningum ein heit-
an bita.
Nú fóru vit undir drúgvu
men hugtakandi heimferð-
ina til Neskaupstað.
Stutt uttan fyri býin
steðgaðu vit á, har var hin
sokallaði Jólagarðurin. Har
fekst alskyns skart og skreyt
til jólaprýðis og opið er alt
árið.
Seinni um kvgldið varð
steðgað á við Dimmuborg,
sum er eitt gamalt gos. Har
var sera sjáldsamt at ganga.
Gingið varð eftir sandrásum
millum runnar, tré og óg vu-
sligar stórar klettar. Hesir
klettar, átgkir fjøllum,
høvdu ógvuliga ymiskt skap
- hugtakandi trølsligir. Onk-
ur helt fyri, at var nakað
eftir av tí forneska í Í slandi,
var hetta rætta staðið - men
einki sást ella hoyrdist.
Leiðin lá nú fram við Mý-
vatn, sum er tiltikid fyri
vakurleika sín. Næsti steðg-
ur var við Reykjahlið, sum
er stutt frá Kraflu. Í tí økin-
um er nógvur hiti og sváv-
ulrokurin er ramur. Ur jørd-
ini såst at liv var f - prutlan
og blødran .
-
heimferd
Heimferdina til Neskaup-
stadar gloyma vit ikki.
Har var sera sera hugtak-
andi - ja torført ai finna og
seta réttu nøktandi orðini á.
Skiftandi er náttúran alt
frá skógi til oydimørk, eldur
og ísur. Drúgvt var at koyra,
einar 10 tímar, so vit fingu
bæði sólsetur og sólarrennig
á ferðini.
Páskahellið, SVF
Fiskavirkið
estu okkara svóvu fram á
morgun og síðani at svimja.
Svimjingin er ikki tíðarav-
markað, og fyri eitt atgong-
umerki kanst tú svimja 10
tímar, hevur tú hug til tess.
Veðrið í tí góða lagnum,
klárviðrað og sól. Seinna-
partin um 5- tíðina fóru vit
gonguferð út um Neskaup-
stað.
Har er stórt øki, sum er
friðað frá fjals til fjóru. Vit
fóru niður í Páskahellið, teir
kalla. Har er søgn meinlík
okkara úr Mikladali. Mun-
urin er, at íslendski kópurin
smoygdi sær úr haminum
páskadag okkara á trett-
andu.
Um kveldið hugnaðu vit
okkum. Tey ungu vóru boð-
in út til SVF-húsið. Hetta
er hús, sum Meginbjarging-
arfelagið eigur. Inni har
stóðu fleiri bjargingar/leit-
ingarbilar. Tú beitst merki
í, at hjólini og dekkini vóru
óvanliga stór og breið -
alneyðugt í vetrararstrevi
teirra.
Tað tóktist fyri okkum, at
teimum ungu dámdu væl at
royna fjallaklintring upp og
niður eftir høgum veggi,
men ymiskt var við dirvi-
num.
Hava í morgun verið og
sæð nýtt, nýmótans virki
her í býnum.
Hetta er silda, loðnu og
feskfiskahús, sum Silda-
vinnslan eigur. Alt er í ar
beiðshædd og nýggja tøknin
lættir kropsliga almikið um
arbeiðsdagin.
tíðindablaðið Sesjalufin
Frystiorkan er stór. Virkið
er frá grundini bygt til end-
amálið. Dýrt et, men effek-
tiviteturin í hásæti, so tað
ber teimum til at fáa tað
undan fíggjarliga. Her er
einki pjøss, einki lappari.
Stórsti parturin fer á jap-
anska marknaðin, men eis-
ini eystureuropisku londini
keypa.
Egilstaðir
Seinnapartin sum ásett fóru
vit til Egilstaðir. Hetta er í
mun til Akureyrarleiðina
stutt farleið um 1 tími.
Hevði regnað nakað á
ferðini, men komin til Atla-
vikar og Hallormsskóg sleit
í. Har er stórsta skógarlendi
landsins.
Ein ødrvisi mynd birtist
fyri eygum, og í mun til
eldin og ísin, ein grøn og
spøk náttúra - hugtakandi
brot úr heildini.
Á Egilstóðum vóru mong
ferðafólk. Vit riggaðu til
spæling uttan fyri eina
handilssamtøku.
Reidiliga farin í gongd
oysti niður, men ein eldri
blídligur maður beyð okk-
um innar at spæla, og tað
kom sera væl við. Inni í
stóra handilshúsinum var
heilt fitt av fólki og hugaligt
var at spæla.
Afturkomin og biti fingin
niðurum, fóru nøkur okkara
at vitja fólk og onkur fór at
royna seg á hestbaki.
Seinasta framferslan
Seinasti dagur okkara í Nes-
kaupstaði. Tíðin, sum so
mangan, ódrúgv
Forvitnisligt savn er har,
og hagar fóru vit. Savnið
varð latið býnum av trimum
syskjum. Húsini høvdu ver-
ið barnaheim teirra. Um-
framt stóra grótsavnið var
eisini hópur av íslendskum
djórum, fuglum og fiskum.
Norðfirðingar hava prýð-
iligtrúmligt felagshús, teir
nevna Egilsbúð.
Um kveldið fóru vit hagar
at eta og býráðið var vertur.
Móttgkan sum allastaðni
sera góð og maturin fyrsta
flokks.
Kommunala umboðið
skilti væl føroyskt, hevði
verið í Føroyum. Sandavåg-
ur er vinarbýur teirra norð-
firðinga. Eftir fornum før-
oyskum siði kvóðu vit frå
borði - Niels á Høvdanum
skipaði Flóðan Bænadikts-
son.
Egilsbúð er, sum nevnt,
samkomuhús og har skuldi
"uglafjardar Hornerkestur »for fuld musik< í Egilsbúð
Sera vøkur er hon at líta á - kirkjan á Akureyri.
eisini meginkonsert okkara
vera. Hølid er væl egnað til
tónleik og sang - ljóðviður-
skiftini sera góð.
Rættiliga væl av fólki
lýddi á framførsluna hetta
frálíka kveld og lagið sera
gott á øllum. Eftir konsert-
ina, sum vit fingu festa á
band, varð sagt farvæl og
takkað fyri góðar lýtur.
Egill Jónsson beyð okk-
um øllum heim til sin til
rokað kaffiborð.
Hesin maður hevði arbeitt
dúliga fyri okkum og hevur
mikið rós uppiborið. Hann
er tónleikaraleiðari í øki-
num og er eisini musikstjóri
fyri Luðrasveit Neskaup-
staðar. Umframt hetta er
hann kórleiðari og odda-
maður fyri Harmonikuliðn-
um. Hesin hópur kemur til
Føroya fyrst í septembur.
Heimferðadagurin
Í morgun er frískur, kald-
ligur vindur og komin upp í
hæddir, sóu vit nýlagstan
kava. Onkusstaðni var eisini
krapi á vegnum. Illa regnaði
í Seyðisfirði, men vit vóru
undir taki og høvdu onga
neyð. Regnælið tók tó einki
av ferðini, tí tær góðu løt-
urnar høvdu verið so mang-
ar
Ísland er stórbært ferða-
mannaland og her finst
mangt onnur lond ikki hava
- jøklar, gos, skóg og oyði-
mørk, fjøll og fløtur. Nått-
úran, sum mangan var
bondsk og torvunnin og
stríðið fyri tilveruni hava
merkt og merkir tjóðina.
Soleiðis mennist tann tjóð-
in, ið sær og ikki søguna
gloymir.
Tíman, id er, eins og tíman,
10 var, væl hon i huganum
goymir.
Medan hon ladar upp verj-
andi garð, stórt hon di >ym-
ir.
(Hans Andreas Djurhuus)
Skal til endans felagsins
vegna takka tykkum
mongu, sum hjálptu og
stuðlaðu okkum so væl.
Takk fyri gott ferðalag.
Hjartans tékk til grannar
okkara fyri vestan.