Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-08-27, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 27. august 1998síða 10

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

10 tíðindablaðið SEsjalufin Hugleiðingar um Mourentius Viðstein Á summarstevnuni hjá Javnaðarflokkinum í Trongisvági heyði Jákup Lindenskov, fyrrverandi ting- og landsstýrismaður hugleiðingar um annan av fyrstu tingmonnum Javnaðarfloksins: Nakrar dagar fyri Olavsøku spyr Eyðolv, floksskrivarin, um eg vildi hava nakrar hugleiðingar á stevnuni her Suðuri um Mour- entius Vidstein, fyrsta tingmanni okkara í Suðurstreymi. Mourent- ius var valdur á ting fyrstu ferð 23.januar 1928 og sat í tinginum til 28. januar 1936. Hann var fyrsti formaður Javnaðarfloksins og sat formaður fyrstu 5 árini til 1934. Eisini var hann blaðstjóri av „Fer- oya Social-Demokrat“, sum blað- ið tá kallaðist, frá útkomudegnum 24.mai 1927 til 1. november 1932. Tad eg sigi um Mourentius Við- stein verða brot, ødrvisi dugi eg tað ikki; æviskeið hansara Mour- entiusar vóru ikki sért brotspartar og lutir Hugsjónarmaður var Mourent- ius, ikki at hann gekk frá polit- isku grundhugsjónum sínum, meira, at hann í yrkadegnum, mátti seta kós, sum ikki beint var hon sum ráddi á borgini. Árini, Mourentius var blaðstjóri av Føroya Socialdemokrat, mál- gagni Javnaðarfloksins, vóru á ymiskan hátt krevjandi og tyngri enn flestu varnaðust; hann var av tí gamla slagnum blaðmaður og mær vitandi autodidaktur prentan, hann hevði ábyrgdina av rakstri- num, var eisini tingmadur og har- við maðurin, fólk leitaðu til, var okkurt áfatt - og so er lætt at skilja, at persónsviðurskifti ofta vóru tyngjandi. Hetta er alt í teim- um kørgu 30' árunum. Tað var uppgávan hjá Mour- entiusi, at blaðið gekk, eisini fíggj- arliga. Í hesum trupla arbeiði, sum tað eisini tá var at fáa blað at bera seg, var óivað meira enn nakar kundi at krevja av manni. Serliga tá vit hava í huga tað tungarbeiði, tað er at fáa undir- tøku til boðberan við hugsjónu- num hjá arbeidarrørsluni. 1. november 1932 leggur Mour- entius blaðstjórastarvið frá sær. Hann hevur 6ivad lítlan tjans til annað lønandi arbeiði, hóast hann var tingmaður til løgtingsvalid januar 1936. Legtingssamsýning- in tá var kr. 600 fyri árið. At Mourentius hevði ætlanir um at halda fram í politikki, ivast eg ikki í. I juli 1933 kom tíðarrit við heitinum KYNDIL, tíðarrit um samfelagsmál, vinnu- og mentan- armál. Ritstjóri M. S. Viðstein. Tilfarið er mest úr stridssøgu ar- beidaranna, um Karl Liebknechi, Rosu Luxemburg, Claru Zetkin, stevnuskrå Javnadarmanna. At Mourentius ætlar okkurt er ivaleyst. Bert hetta eina nummar kom, so neyvan hevur gingid sum ætlad. Mourentius er bidin at arbeida á prentsmiðjuni hjá Dagblaðnum í 1936 og var hann pennurin í mentanarliga inniegginum, Nýtt Land, kríggið mundi steðgað hes- um tiltaki. Í blaðtjórn Dagblaðsins er hann frá 13.mai 1947. Politiska pennin í Dagblaðnum førdi hann ongantíð. Mourentius var bergtikin av ar- beidararørsluni frå ungum årum, undangongumaður og virkin í før- oysku fakfelags-rørsluni. Hann var heidurslimur i Føroya Arbeid- arafelag. Um skaldskap, um Mourentius sum rithøvunda og yrkjara er skrivað í bókini „Horvnar Havn- armyndir“, sum Martin Næs rit- stjórnaði í 1983, tann partin fari eg tí ikki at greina. Leiti aftur í krígsárini fram til áleið 1950. Mourentius og pápi hittust javn- an har í brekkuni vit búðu, Dag- blaðsbrekkuni og var tá altíð okk- urt prátið. Losjufelagir vóru teir; men Mourentius var annað enn maðurin sum knuggaði niðan brekkuna hvønn dag. Á Heygs- breyt var hann á prentsmiðjuni - og har setti hann upp - sum tað eitur á prentaramáli, manga yrk- ingina, séguna og frásagnir sínar. Mongu stubbarnir í blaðnum um fólk og hendingar vóru eisini úr hansara penni. Onkran góðveðursdagin vit koma oman úr Hoyvík meta vit Mourentiusi, steðgað verður á, teir práta leingi. Soleiðis var, tá teir hittust. Tá visti eg eyðvitað lítið um tað, teir høvdu ella høvdu havt felags sum floksfelagar. Í bókini „Horvnar Havnar- myndir“ sigur Martin Næs, at Mourentius „var ein av høvuds- stuðlunum í Ungmannadeildini hjá Losjuni í Havn, og eisini her tók hann serstakliga undir við teimum altjóða sosialistisku tank- unum“. Havi hugsað um tað, hann her sipar til - og slútti mær til, at hann við sangum sínum og løgum hann setti til, brúkti tey hjá ar- beiðarargrsluni - fekk kanska ljóð fyri dreymahugsjónar-hugsanum sínum. Vil onkur kunna seg meira, so eru nógvir av sangunum hjá Mourentiusi í Felagssangbókini, sum fæst í bókabúðunum. Fleiri av sangum hansaraog løg eru úr filmum undir krígnum, sum ofta gingu langi, tí tað var ikki sum fótur í hosu tá, at senda filmir millum lond. Mourentius hevur altíð havt gott orð á sær millum javnaðarfólk í Havn. Hóast hann fór úr flokk- inum, vóru tey góð við hann. Tað, vit vita frá teim eldru, var, sum skiltu tey hann, og tú vart ongantíð varur við ójavna millum tey gomlu í felagnum og Mourentius, meira, at tey vóru hørm um brotið. Vánaligu tíðirnar í 30unum, at standa fyri prentsmiðju og blað- útgávu og skipa fyri fyritøkuni hevur verið mikið krevjandi av einsamgllum manni, húsini misti hann, prentsmiðjan fór somuleið- is. Dreingjaárini var eg javnan á Dagblaðsprentsmiðjuni. Spenn- andi tímar, tá leið móti kveldi. Millum manningina var Mourent- ius, sonurin Óla Bjørn, Doffa, Jens Dam Jacobsen. Mourentisus mest å skrivstovuni, skrivadi og læs korrektur og gekk hann nógv upp í, at blaðið var vakurt uppsett. Tá blaðið kom úr svertu, skuldi tað falsast, leggja saman. Undir hes- im arbeiði var prát og Mourentius kundi vera hittinorðaður. Onkur spyr, hví Kvívíks-Tummas mundi flagga í dag -"Kviviks Tummas“, heldur Mourentius fyri,“ tað skal eg so væl siga, hann flaggar fyri hvørjari dunnu“. Flaggstongin hjá Kvívíks Tummasi sást um alla Havnina, var okkurt serligt var á vási fór Merkið í húna hátt við signalfløggum. Hetta var í teirri tíðini, tá tað, at siga tílíkt um ein sum Kvíkstummas var djarvt sagt, tí hann var trolaraskipari og loys- ingarmaður. Mourentius gjørdi lítið um seg | | | Nr. 150 — 27. AUGUST 1998 Mourentius Viðstein var annar av fyrstu tingmonnum Javnaðarfloks- ins. Hann varð valdur á ting í 1928 og sat á tingi til 1936 á politiskt, tað eg minnist, hann skrivaði um ymisk viðurskifti, hann yrkti, hann setti eisini sín dám á samtíð sína við hugleið- ingum sínumog musikalska kynstri sínum. Hugaður, sum hann var, tá tað var at dugna ungdómi- num. Manga yrkingina gjørdi hann til veitslur, stevnur, upplest- ur. Hann var rødarin vid tí góða orðinum, sum fekk ungdómin at trína fram, røda, syngja, lesa upp. Seinasta almenna røda hansara mundi vera á Vaglinum 1. mai 1962. At hann var fakfelags-mad- ur burturav, tað vistu gll. Lítillátni merkti mannin í allari medferð hansara, sum rgðari var hann heitur og eggjandi. Mourentius Viðstein var verjin hjá ti minni menta, hetta var reyði tráðurin í skriving hansara. Hann gjørdi vart við hendingar og til- burðir, segði so meistarliga frá, ofta um tílíkt, sum onnur lítið góvu sær far um, hann peikaði á órættvísina, forfjónaðu vinna sam- kenslu hansara. Virðing og sorgblídni hvílir ofta yvir tí, sum farið er. Tey seinni árini sært tú Mourentius við putti í hond, síðum frakka og undir keppi, sum ein Lenin, hugsunar- saman. Mildur, tað kenna vit í mongu yrkingum og songum hansara, eitt nú, tá hann kvgður um sólina, stjórnurnar, kirkju- klokkurnar - og undir øllum hvílur friðsemi og yndi: Onkuntíð hittust vit í blaðmanna- felagnum. Kann minnast hann finnast at Sosialinum, sum hevði skrivað okkurt um forsetavalið í USA, ein demokratur hevði vunn- ið tað valið. Hann snerti við, „í Amerika er eingin javnaðarpoli- tikkur, eingin sosialisma, einki utt- an karráða kapitalisman“. Tað var, sum vildi hann leiðvísa okkum um hugtøkini sosialisma kontra kapi- talismu. Tå Mourentius var borin åt år Kirkjugarðskapellinum henda lýðveðurs maidagin í 1971 út á gravarbakkan sang Kristiliga Sangkórið væl kenda sangin „Sól til viðar gongur..“, sum Mourent- ius hevði føroyska so meistarliga. Tað var, sum tyktist náttúran, fugl- aljómurin taka undir við samsang- inum í várkendu lýðkuni, og so hvørt sangurin fjarðaði burt kend- ist tað, sum samtykti náttúran í síðstu kvøduni til skaldið, „takk- samt fyri dagsins stríð, tá í vestri bjørt og blíð, sól til viðar gongur“. So endi eg brotini ella hugleið- ingarnar um mannin vit altíð hava hávirt, og sum vit leita til, tá skift verður orð um søgu, um uppruna og politikk floks okkara. jl. Sól til viðar rann og dagur úti er - og hin fyrst stjórna tendrast móti nátt. Yvir heiðar fuglur syngjandi nú fer, kirkjuklokkur ljóða hugnaligt og hátt. Tær í øldir hava ljóðað sum í dag, tíðaríonnin ikki broytti teirra lag. Tad er hugnaligt í haga og á jørd, og í hesum friði droymi eg um teg. So vid og við - lið um lid sessast tvey at njóta sælan náttarfrið. Skjótt ótaldar stjórnur skrýða loftið blátt, og tær túsund stjórnur veittra: „góða nátt“ Eftir summarstevnuna á Tvøroyri næstseinasta vikuskiftið, har P. M. Dam og Mourentius Viðstein vóru heiðraðir, var eisini kransur lagdur á gróvina hjá Mourentiusi Viðstein í nýggja Kirkjugarði í Havn. Á myndini síggjast umboð fyri Javnaðarflokkin saman við við børnunum hjá Mourentiusi, Ola Bjørn Viðstein , Marthu Hentze og syni hennara