fríggjadagur 28. august 1998síða 4
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
4
tíðindablaðið SOSU
Suni Rasmussen, tekniskur leiðari á Landssjúkrahúsinum:
Landssjúkra-
húsið niðurslitið ?
Tekniska deild á Landssjúkrahúsinum hevur skotið upp
fyri landsins myndugleikum, at 60 mill. kr. verða brúktar
til at umvæla Landssjúkrahúsið fyri komandi árini
TuriÐ KJØLBRO
Avleiðingarnar av ógvus-
ligu sparingunum, sum
hava verið framdar á Lands-
sjúkrahúsinum farnu árini
eru nú sjónskar. Bygning-
arnir Landss;úkrahúsið ræð-
r ir er
ur vvir eru I
måiastyrimum
dagføring av bygningsum-
mælinum, ið varð gjørt fyri
seks árum síðani. Tá varð
farið undir at gera åvegis
umvælingar, tetta tek og
gera ringastu betongskaðar-
nir aftur
Nú mælir tekniska deild
á Landssjúkrahúsinum til, at
60 mill. kr. verða brúktar til
umvælingar yvir fimm ár,
og tá eru tólini og tekniska
útgerðin á Landssjúkrahúsi-
num ikki íroknað
Sum skilst á leiðaranum
á teknisku deild á Lands-
sjúkrahúsinum, Suna Ras-
mussen, er tað serliga bet-
ongskalið, sum er niðurslit-
ið
— Vatn treingir inn í be-
tongið og armeringin rustar
Ovastu bygningarnir vórðu
klæddir fyri nøkrum árum
síðani. Nakrar royndir
vórðu gjørdar, soleiðis at
SUCY ar leiddu
— Skaðarnir í beton
er tað, sum er tað n í
trokandi at fáa bilbukt við
Men tað er samstundis els-
ini tann kostnaðarmesta
umvælingin. Roknað verður
við, at bara tað fer at kosta
millum 30-50 mill. kr., sigur
Suni Rasmussen
Hjartað í húsinum
Liftirnar á Landssjúkrahús-
inum eru í nýtslu allan dag-
in og eru nú so niðurslitnar,
at tær ganga fyri av og á.
Og tað ávirkar sjálvandi
gongdina í húsinum hjá
bæði starvsfólki og sjúkl-
ingum.
— Feilir koma i, ti liftirnar
eru slitnar. Deilir verða
skiftir út regluliga, men tað
er givið, at tá meiri og meiri
slítist, steðga liftirnar oftari,
sigur Suni Rasmussen.
— At betong drússar niður
eftir veggunum kemst lut-
víst av lekunum. Tað eru so
nógvar åbøtur, sum eru
neyðugar. Neyðstreymsan-
leggið er so gamalt nú, at
má skiftast út, ventila-
sjónin, installasjónir og rér
somuleiðis, og ymisk brun-
akrøv skulu lúkast
Jåttanin til Landssjúkra-
húsið hevur verið ógvuliga
nógv skerd seinastu árini og
tað hevur kanska serliga
gingið út yvir viðlíkahaldið
Leiðarin á teknisku deild
sigur kortini, at hóast spar-
ingarnar hevur alla tíðina
verið viðlíkahildið um langt
frá í sama mun sum fyrr.
— Tað er jú neyðugt at við-
líkahalda rættiliga neyvt um
alt ikki skal falla í senn.
Útseta vit alt longur og
longur, fáa vit stórri trupul-
leikar fyri framman. Og tað
er tað vit síggja nú.
Landsstýrismaðurin í
fíggjarmálum, Karsten
Hansen, hevur sagt, at
Landssjúkrahúsið ikki kann
vænta at fáa eina upphædd
á fíggjarlógini, sum svarar
til tað umvælingarnar fara
at kosta. Spurningurin er so
um bygningarnir tola, at
einki munagott verður gjørt
sum stødan er.
— Vit vita bara, at stødan
er ikki góð. Eg vil ikki meta,
at nakar vandi er á ferð, men
hinvegin kunnu vit siga, at
verður einki gjørt, verða av-
leiðingarnar onkra staðni
nógvar ferðir størri. Við
Nr. 161 — 28. AUG
ødrum orðum, heyði meiri
verðið brúkt til viðlíkahald,
hevði stødan ikki verið so
ring sum hon er, sigur Suni
Rasmussen.
Gamla Hospital, sum er
frá 1924, varð umvælt fyri
nøkrum árum síðani og er í
rímiliga góðum standi. Hin-
ir bygningarnir, sum Lands-
sjúkrahúsið ræður yvir, eru
um 30 ára gamlir, og av
teimum eru íbúðarblokkar-
nir ringast fyri, serliga við-
víkjandi betonginum.
UST 1998
Allir bygningarnir á
Landssjúkrahúsinum tørva
åbøtur, men íbúðarblokk-
arnir eru ringast fyri.
Helena Dam å Neystabø, landsstyriskona:
Utbyggingin kemur
framum umvælingar
|
- 18 mill. krónur verða brúktar til at útbyggja Landssjúkrahúsið næsta ár.
Umvælingarnar koma i aðru rød og tað er í samráð við leidsluna á Lands-
sjúkrahúsinum, sigur Helena Dam á Neystabø, landsstýriskona í almanna- og
heilsumálum
TurIÐ KJGLBRO
Síðsta hond verður løgd á
fíggjarlógaruppskotið í hes-
um døgum, men enn er ov
tíðliga at siga, hvussu nógv-
ir pengar verða játtaðir til
hvert målsøki sær. Eitt
stendur tó greitt, og tað er,
at Landssjúkrahúsið verður
útbygt sum ætlað. I kom-
andi fíggjarlóg verða 18
mill. kr. játtaðar til útbygg-
ingina. Hvussu nógv verður
sett av til umvælingar á
Landssjúkrahúsinum er ikki
greitt enn, tí landsstýrisfólk-
ini eru ikki liðug at viðgera
fløgukarmin enn.
— Vit eru sjálvandi varhug
við, at Landssjúkrahúsið er
Helena Dam Neystabø,
landsstýrismaður
niðurslitið og í ringum
standi. Ílggujáttanin er ein
raðfesting og alt kann ikki
henda í senn. Tann samlaða
fløgujåttanin til alt lands-
húsarhaldið komandi år fer
at liggja um 126 mill. kr.
ella har á leið. Tað ræður
um at hava fyr ilit fyri lands-
búskapinum, so man ikki
hitar hann óneyðuga nógv
upp frá almennari síðu, sig-
ur Helena Dam á Neystabø.
Tekniska deild á Lands-
sjúkrahúsinum skjýtir upp,
' at 60 mill. kr. verða brúktar
í fimm ár til umvælingar.
— Tað er ov tíðliga at siga
enn, um tað er realistiskt at
vænta. Tað verður ein pol-
itisk avviging millum stýr-
ini, hvussu fíggjarorkan
verður býtt, sigur Helena
Dam á Neystabø.
Í ár eru tvær mill. kr. brúktar
til viðlíkahald av Lands-
sjúkrahúsinum. Sambært
fíggjarlógini hevur lands-
stýrið undan hesum ikki
gjørt langtidarætlan viðvíkj-
andi viðlíkahaldinum á
Landssjúkrahúsinum.
— Nú er tað serliga út-
byggingin, satsað verður
uppá. Tá ið hon er farið í
gongd, ræður um at fáa
hana lidna so skjótt til ber. Í
langtíðarætlanini eru 18
mill. krónur settar av til út-
byggingina næsta ár, møg-
uliga verður talið nakað
hægri, tí byggiætlanin er eitt
sindur seinkað. Tað er av-
markað, hvussu nógv ar-
beiði vit kunnu hava í
gongd í senn á Landssjúkr-
ahúsinum. Vit eru sjálvandi
klár yvir, at stórt umvæling-
ararbeiði krevst, at betongið
er illa farið, armeringin rust-
ar 0.s.fr., men raðfestingin
er, at útbyggingin kemur
framum. Umvælingar fara
fram so hvert útbyggingin
verður tikin í nýtslu, og tann
stóra umvælingin, sum er
kravd her og nú, fer ikki í
gongd við fullari kraft so-
leiðis beinanvegin. At út-
byggingin verður raðfest
hægri enn umvælingarnar er
í samráð við leiðsluna og
starvsfólkini á Landssjúkr-
ahúsinum, sigur Helena
Dam á Neystabø, landsstýr-
iskona.
Helena Dam å Neystabø
væntar, at fløgukarmurin
verður avgreiddur fyrst í
komandi viku.