fríggjadagur 28. august 1998síða 7
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 161 — 28. AUGUST 1998
tíðindablaðið
Sethúsafelagið ikki til longur:
(SAR
k
SOS
Fólk tordu ikki at
standa fram við
sinum trupulleikum
Sethúsafelagið varð stovnað í 1993, og fekk 700 limir beinanvegin, men kort-
ini fekk felagið lítla ella onga ávirkan á sethúsamálið, tá fleiri hundrað fam-
iljur mistu húsini
DAGNY JOENSEN
Tá kreppan leikaði harðast
í 1993, mistu fólk í hópatali
arbeiði. Sethúsatrupulleikin
var ein hin størsti vandin
fyri framtíðina hjá teimum,
sum ikki megnaðu at svara
hvgrjum sítt
Í 1993 var tí Sethúsafel-
agið stovnað. Limatalið var
beinanvegin umleið 700,
men kortini kom ongantíð
ferð á felagsvirksemið.
Súsanna Dam, formaður
og stigtakari til felagið sig-
ur, at Størsti vansin var, at
fólk ikki tordu at siga sína
hugsan um vánaligu treyt-
irnar at varðveita húsini.
Tríggir límir vóru í
nevndini, men tá tveir teirra
fluttu av landinum, og roynt
varð at fáa nýggja nevnd
árið eftir, møtti nærum eing-
in á fundi. Felagið sovnaði
burtur av sær sjálvum.
— Tá mistu nógv fólk hús-
ini, og tá talið 500 - 1000
sethús verða nevndí hesum
sambandi, so er ttað ikki ov
høgt sett, sigur Súsanna
Dam.
Veit einamest um
fólk í kreppustødu
Hon var ein teirra, sum fekk
mest at vita um neyðina hjá
fólki. Gjøgnum árini hava
eisini nógv tosað við hana
um viðurskiftini aftaná
skrædlið.
— Nógv megnaðu at selja
húsini áðrenn tey fóru á
tvang, men tað eru sanniliga
eisini nógv, sum enn dragast
við gamla skuld.
— Tá avtalur vóru gjørdar
við bankan í 94 - 95, varð
avrátt at frysta ein part av
lánunum í fýra-fimm ár.
Eftir hesum at meta, skal
skuldin nú tínast upp aftur.
Hugsandi er, at ikki allir set-
húsaeigarar tola tað, sigur
Súsanna Dam.
— Hvussu ber tað til, at
eitt felag við 700 limum ikki
megnaði at fóta sær?
— Tað kom einamest av,
at fólk ikki tordu at kom
fram og vísa á sínar trupul-
leikar, og tað gjørdi arbeiðið
torførari, sigur Súsanna
Dam.
— Høvdu fólk torað at
tradka fram, og kravt at ver-
ða hoyrd, so hevði tað ging-
ið ødrvisi.
— Tað er kortini lætt at
skilja, at fólk aftraðu seg við
at koma fram í ljósmála við
sínum trupulleikum. Tey,
sum høvdu fingið lån í vill-
astu tíðini hildu, at bankin
neyvan játtaði teimum tað,
um hann helt, at fólk ikki
megnaðu at gjalda aftur.
— Persónliga haldi eg, at
hetta var kollektivt álop á
figgjarstøduna hjá fólki,
sigur Súsanna Dam.
Formaðurin í fyrrverandi
Sethúsafelagnum heldur, at
felagið kundi fingið stóra
ávirkan, um fólk bert krav-
du at verða hoyrd. Hon veit
um eitt lógaruppskot, sum
var greitt at senda í tingið,
um Sethúsafelagið fór at
gera ov nógv um seg.
— Tað merkir, at politi-
karar góvu felagnum ans,
men kortini gjørdu teir einki
fyri at hjálpa fólki.
Fingu ávirkan á
avtalurnar við bankan
— Var tað so til fånytis at
stovna Sethúsafelagið?
— Tad dugi eg ikki at meta
um, men ein avleiding var
kanska, at vit fingu bankan
at gera avtalur við sethúsa-
eigarar, so fólk kundu varð-
veita húsini, eins og polit-
íkarar góvu málinum gætur.
Beinleiðis úrslit kom íkki
burtur úr, sigur Súsanna
Dam.
— Ert tú vónsvikin at hava
lagt tína arbeiðsorku og
oyra til trupulleikarnar, sum
einki spurdist burturúr?
— Ikki beinleiðis - og kort-
ini. Eg eri vónsvikin av, at
fólk vóru so veik og íkki
tordu at krevja, at landsins
lógir vórðu hildnar.
— Tá bankin fór á húsa-
gang, var skuldin 10 ferðir
so stór sum eginkapitalurin,
so har kann sigast, at lóg-
irnar ikki vórðu yvirhildnar,
sigur Súsanna Dam.
Hon heldur eisini at tað
var ivasamt, hvussu skila-
góðar avtalur vóru gjørdar
við sethúsaeigarar, tá harð-
ast leikaði á.
— Eitt nú fór Føroya Ban-
ki ikki niður um eina ávísa
upphædd, og nógv fingu so
vánaligar avtalur, at tey ikki
megnaðu at svara hvgrjum
sítt kortini.
Súsanna Dam nevnir m.a.
kravið hjá bankanum í sam-
bandi við avtalur, at fólk
skuldu hava lønarkonti í
bankanum, sum tilskilaði
honum rættin til at taka av
lønarkontoini hjá fólki.
Hon veit eisini um fólk,
— Er skuldin nóg
stór, so ber til át
fáa hjálp, men &
ikki oll fingu
somu
møguleikar. Tað *
er sera ómoralsk,
sigur Súsanna
Dam
sum vóru í ALS skipanini,
og sum einki høvdu at liva
av, tí bert 200 krónur vóru
eftir á kontoini,tá bankin
hevði fingið sín part.
Súsanna Dam veit eisini
um nógv fólk, sum fóru av
landinum av somu orsøk-
um, og sum ongantíð koma
aftur, tí skuldin liggur og
bíðar eftir teimum í Før-
oyum.
Steðan lítið batnað
Hon heldur íkki, at trupl-
leikarnir eru av enn. Ójavnt
er býtt millum ymsu sam-
felagsbólkarnir, tí munur
varð gjørdur á fólki. Tað eru
teir, sum fingu ein kjans,
meðan tað varð noktað ødr-
um.
Tað hevur Súsanna Dam,
sum er bankalærd og hevur
arbeitt eitt mannaminni í
føroyska bankaheiminum,
stødugt skrivad um i blød-
unum seinastu årini.
— Er skuldin nóg stór, so
ber til at fåa hjålp. Eg haldi
tað vera sera ómoralsk, at
nøkur fingu hjálp, meðan
onnur einki fingu, sigur
Súsanna Dam, sum heldur,
at bankin enn er tvgrur at
geva fólk skilagóða avtalur
um lán, t.d. at umvæla set-
húsini.
— Samstundis liggja snot-
iligir bilfaldarar frammi, har
fólk nærum sjálvi kunnu
gera av, hvussu tey vilja
gjalda ein bil. Tað ber íkki
boð um, at stødan er batnað
munandi, sigur Súsanna
Dam.
Nýggi graslikisvøllurin
á Argjum
Nýggi graslikisvøllurin á Argjum verður
tikin í nýtslu leygardagin 29.8.1998
Dystirnir leygardagin verða hesir:
Midøki 4 småpiltar: Kl.:
10.00
10.30
11.10
11.45
ABc-ABb
B36e-B71c
B36e-ABb
B71c-ABc
FM bólkur A:
MBa-AB
VBa-EBb
EBb-Kla
AB-VBa
Kla-AB
VBa-MBa
AB-EBa
MBa-Kla
Kla-VBa
EBa-MBa
Landskappingardystur í 4. deild verður kl
AB-Skála b.
KI.:
10.00
10.30
11.10
11.45
12.30
12.30
13.05
13.05
13.45
13.45
18.30
Tað er í ár 25 ár síðani Argja Bóltfelag varð stovn-
að, og í hesum sambandi verður steyp latið til vinn-
andi liðið hjá smápiltum og vinnandi liðið hjá pink-
um, eins og vinnarin av 4. deildardystinum fær steyp
Øll, ið hava áhuga fyri ungdómsarbeiði og teimum
øktu møguleikunum graslikisvøllurin gevur okkum,
eru vælkomin at støkka inn á gólvið, vit hava kaffi
til tey vaksnu og okkurt gott til børnini
L/F Suðuroyar Ullvirki
tekur aftur ímóti ull
L/f Suðuroyar Ullvirki
fer nú aftur at taka ímóti
ull runt landið.
Royndirnar frá ulla-
innsavningini í fjør vístu,
at tann besta føroyska
ullin er eins góð og besta
ullin í londunum rund-
anum okkum. Royndirn-
ar vit hava aftaná at hava
spunnið føroysku nått-
åruvøruna til tógv í eitt
hálvt ár eru góðar og vísa
at samfingið tógv gevur
eitt haldgott og vakurt
plagg í náttúrulitum.
At reka eitt virki, sum
skal spinna føroyska ull
og marknadarføra vør-
una tekur sina tid. Vit
meta at um 5 år er fyrsta
stigið tikid og úrslit av
arbeiðinum, sum nú
verður gjørt fer at siggj-
ast skilliga aftur.
Ein treyt fyri at fáa
virki til at bera seg er at
fólk taka undir við ætl-
anunum og stuðla við at
gerast lutahavarar. Sum
er eru umleið 800 før-
oyskir seyðaeigarar luta-
havarar í virkinum.
Øll kunnu gerast luta-
havarar og ull kann nýt-
ast sum lutahavaragjald
Í ár verður bert tikið
móti ull frá lutahavarum
og til ber hjá teimum,
sum enn ikki hava
teknað seg, at gera tað
við at lata ull sum
lutahavarapening. Tey
sum lata ull í ár fáa tógv
og ella verur í býti við
ullina.
Tað hevur verið eitt
stig rætta vegin, um vit
vóru før fyri at fáa eitt
føroyskt tilfeingi sum er
afturvendandi hvørt år til
høldar, og virka tad til
tógv og vørur, sum liður
í menningini av landin-
um.
Vit taka ímóti ull á
Búnaðarseplinum í
Kollafirði komandi hós-
dag, fríggjadag og leyg-
ardag frá kl. 15.00 til kl.
20.00
Lýst verður í blødun-
um um innsavningina
runt landið.
Við vón um góða und-
irtøku!
- Sosialurin!
- fimm ferðir um vikuna,
eisini á netinum
www.sosialurin.fo
|