Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-08-28, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 28. august 1998síða 15

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 161 — 28. AUGUST 1998 tíðindablaðið S0S82luf Helena Dam á Neystabø, landsstýrismaður: Tænastustoðið i Heimarøktini skal varðveitast — Talan er ikki um sparingar i skipanini, men um meirnýtslu, sum vit hava fingið til vega. Tí er umrådandi, ikki at ørkymla brúkaran meir enn neyðugt, sigur landsstýrismaðurin DAGNY JOENSEN Í lótuni arbeiðir Landsstýrið við fíggjarlógaruppskotin- um fyri næsta ár. Møguliga hevur tað ávirkað fakbólkar í Heimarøktini at geva seg til kennis, heldur Helena Dam á Neystabø. — Vit mugu kortini við- ganga, at Heimargktin er stórt øki, sum fær ávirkan á viðurskiftini hjá brúkarun- um og áhugabólkum, sigur Helena Dam á Neystbø, og leggur aftrat, at tað ikki hevur býtt um støduna, at samanleggingin í skipanini bert er tvey ára gomul, og at tað tí kunnu vera byrj- nartrupulleikar. Ikki talan um sparingar — Vit mugu kortini gera vart við, at talan er ikki um spar- ingar, men um at Heima- røktin ikki megnar at halda játtanina. — Eftir góðar samráðingar við Sjúkrasystrafelagið, Heimahjálparafelagið og Heimargktina herfyri, havi eg givið teimum boð um, at tænastustødid skal varðveit- ast, sigur Helena Dam á Neystabø. Landsstyrismadurin hev- ur lutvist fingid pening til vega innanhysis f almanna- og heilsuverkinum. Tå tad er greitt, hvussu nógv restar í aftrat, verður farið í tingið at biða um eykajáttan. — Tá Heimahjålparafel- agið ger vart við at stóðuna, so er tað ivaleyst tekin um, at tænastustóðið kortini lækkar? — Eg havi virðing fyri tí arbeiði, sum heimahjálpir- nar gera, men tá broytingar eru gjørdar t.d. í Eysturoy og Suðuroy, so kann tað eisini væl vera tekin um, at júst hesi plássini ikki hava veitt somu tænstu, sum á hinum plássunum, sigur landsstýrismaðurin. — Nú verður ein kanning gjørd, sum nágreiniliga skal vísa, hvussu tænastustødid er kring oyggjarnar. Arbeið- ið er byrjað, men av tí at fíggjarlógararbeiðið er í løt- uni, og tí ikki so nógv fíggj- arkøn eru til at taka, gongur ein tíð, áðrenn úrslitið fyri- liggur. Heima sum st — Hvørjar persóniligar me- tingar hevur tú gjórt tær í sambandi við Heimarøktina og hvat best er at gera, fyri at nøkta tørvin? — Persónliga haldi eg tað vera rætt, at fólk eru heima so leingi sum til ber. Røkt- arskipanin er góð, og tí skulu tey avvarandi hava eina vanliga tilveru, eitt nú sleppa til arbeiðis o.s.fr., utt- an at vera darvað, um t.d. gomul búgva heima. — Hinvegin skerst ikki burtur, at tørvurin á rgktar- plåssum er stórur. Kortini eru dómi um, at tá tey gom- lu flyta á røktarheim, so missa tey sambandið við familjuna. — Tí haldi eg tað vera best, um fólk eru heima sum longst, men at tað kortini er neyðugt við fleiri rgktar- heimsplássum. Bíðar eftir kommunala álitinum — Hetta er ein spurningur, sum tekur longri tid at loysa, sigur Helena Dam å Neystabø, sum eins og onn- ur í Landsstyrinum, bidar eftir at kommunala ålitid verður lagt fram. I hesum liggur m.a. at leggja størri åbyrgd ut i kommunurnar, sum eisini eiga at medvirka til eina loysn å eldraøkinum. — Høvdu kommunurnar havt størri åbyrgd, so vænti eg, at tær høvdu skipad vid- urskiftini å eldraøkinum i kommununi, sigur lands- stýrismaðurin. Fyribils er uppgávan at fáa Heimargktina at virka. Helena Dam á Neystbø heldur at arbeiðið hjá heimahjálpunum er virðis- mikið, og væntar at nakrir trupulleikar kunnu fáast burtur, um samskiftið mill- um fakbólkarnar og leiðsl- una í skipnini vóru betur, soleiðis at allir partar høvdu ábyrgd og ávirkan á skipa- nina. Bygnaðarbroytingar — Í næstum skulu bygnað- arbroytingar fremjast innan almanna- og heilsuverkið, og tað skal m.a. skal beta 15 — Samskiftið millum fakbólkarnar og leiðsluna í Heimarøktini kundi verið betur, sigur Helena Dam á Neystabø um samskiftid innanhysis i Heimargktarskipanini, sigur Helena Dam á Neystabø, sum samstundis ásannar, at tá tørvur er á peningi, so eiga allir partar hava ávirk- an á, hvussu arbeiðið skal sleggjast til rættis. Viðmerkingar til tað sum hevur verið sagt um tunfisk Vit fingu í 1996 fyrispurn- ingar úr Føroyum um at sleppa at fiska tunfisk í før- oyskum sjógki. Hetta var tá ókendur fiskiskapur hjá okkum, so vit byrjaðu at viðgera málið innanhýsis. Undir hesi viðgerð komu fleiri ting fram, m.a. hvgrjar royndir vóru — gjørdar, hvussu vórðu kvotur ásettar, kundi hetta møguliga blíva eitt alternativ til nøkur skip, høvdu vit neyduga kunn- leikan til at fiska og hag- reiða tunfiskin til eina góða søluvøru. Nidurstødan var, at tað sum fyrr var gjørt frå før- oyskari síðu hevði ikki hepnast væl, men hevði kosta bæði landskassa og privatum nógvan pening uttan at nakað úrslit kom burturúr. Sjålvur var eg sannførdur um, at skuldu vit fáa nakað burturúr hesum, mátti tað gerast á rættan hátt. Tað vísti seg eisini, at fleiri jap- ansk reiðaríir byrjaðu at venda sær til landsstýrið um loyvi at fiska tunfisk í før- oyskum øki, og gav hetta okkum trúgv uppá, at tun- fiskur helst var at fáa her hjá okkum. Fiskasglan kom eisini á fund saman við ein- um japanesara um hetta sama mál. Eftir hetta tóku vit stóðu at geva eitt kombinera loyvi, sum skuldi byggja á eitt samstarv millum eitt føroyskt reiðarí við før- oyskum skipi at fiska fekst og einum japanskum skipi. Hetta samstarv skuldi byggjast upp scleidis, at japanesarar skuldu koma við vitan til føroyska reið- aríið. Fiskasølan skuldi standa fyri flutningi og sølu til japanesararnar. Vit hildu at hetta var ein góð byrjan, ímeðan arbeitt varð við at finna útav, um Føroyar skuldu gerast limur í felagsskapinum ICCAT, sum regulerar tunfiskaveiðu í heiminum, og at vit eisini kundu sleppa at fiska uttan fyri føroyska sjómarkið, sum er neyðugt, um vit skulu hava ein samanhang- andi fiskiskap. Vit hava í ár givið tilsøgn um loyvi til 5 føroysk skip og 3 japansk, av hesum eru nøkur avgreidd. Treytin til tey japansku skipini er, at triggir føroyskir fiskimenn eru við, ein á brúnni og tveir á dekkinum. Hesir fáa so allan tann neyðuga kunn- leikan til fiskiskapin og kunnu sostatt føra vitanina víðari til tey føroysku skip- ini. Somuleiðis eru eygleið- arar frá Fiskirannsóknar- stovuni við, sum skulu samla inn aðrar upplýsing- ar, ið eru neyðugar at hava eina vitan um. Hettar alt fyri, at vit ikki gera sama feilin aftur, ið gjørdur varð í 80unum. Vit ætla okkum at taka lut í hesum tunfiskiskapi, sum kann gerast eitt gott íkast til samfelagið, men enn eru nógvir ósvaraðir spurning- ar, ið skulu loysast og ar- beitt verður við tí. Vinarliga John Petersen, landsstýrismaður í fiskivinnumálum A TIE EEN