Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-08-28, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 28. august 1998síða 16

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

tíðindablaðið SOSTAMNMN Nr. 161 — 28. AUGUST 1998 sosialurin, box 76. 110 tórsharn - tf 31 18 20 - fax 31 47 20 - teldupost til ítróttin: emil Donsku og norsku liðini hava í hesi vikuni staðið seg væl í europisku kappingini, meðan tað hevur gingið nógv verri hjá svium og finnum Hesa vikuna er nógvur al- tjóða liðfótbóltur kring í Eu- ropa. Talan er um tey sein- astu innleiðandi umførini í trimum Europa Cup kappingunum Umframt GI, sum í gjár spældi í Ungarn, er ein annar føroyingur við í euro- peisku kappingini. Tað er Todi Jónsson, sum saman við hinum í FCK næstan er so langt eysturi og suduri, sum tað ber til at koma, tá tað verður spælt í Europa Cup Todi og teir eru í Aserba- djan, har teir seinnapartin í gjár klokkan 15 føroyska tíð skuldu spæla seinna dystin móti Karabakh Agdam í eu- ropeisku kappingini fyri steypavinnarar. FCK vann fyrra dystin við ikki minni enn 6-0, sum eisini var stød- an í hálvleikinum. Ta ferð- ina spældi Todi Jónsson ikki við, tí hann hevði trupul- leikar av lærskaðanum, sum eisini helt honum uttanfyri, tá landsliðið í síðstu viku var i Bosnia- Hersegovina Vit hava einki hoyrt um, hvussu liðið hjá FCK fer at síggja út seinnapartin í dag, men tað hevði ikki komið óvart á, um Kent Karlsson gjørdi av at lata onkrar av lyklaspælarunum sita uttan- fyri. Sjálvandi fer FCK eftir sigrinum — fyri framtíðar flokkingar í sambandi við lutakast hevur tað týdning fyri FCK at vinna so mong stig sum møguligt, og fyri framtíðar donsku umboðan- ina í europeisku kappingun- um hevur tað eisini týdning, at liðini vinna — men við úrslitinum frá fyrra dystin- um í huga er tað væl hugs- andi, at FCK kann vinna, hóast teir ikki spæla við fullari kraft. At tað kann hugsast, at FCK venjarin letur onkran av festu monnunum sita utt- anfyri, kemst av, at FCK seinnapartin sunnudagin skal spæla á heimavelli móti Brøndby í Parkini. Hetta verður av felagnum og viðhaldsfólkunum mett sum ein hin tydningarmikl- tí ræður um, at liðið er so væl fyri, sum tað ber til Bara tað at ferðast so langt, sum FCK hevur gjørt í hesi vikuni og at liva undir so nógv ødrvisi umstødum, sum tað er at vera i Aser- badjan, sammett við at vera í Danmark, er ikki serliga heppið fyri fyrireikingarnar til stórdysuin sunnudagin Fyrrakveldið klokkan 20.10 danska tíð skuldi Brøndby spæla i Europa Cup. Talan var um seinna dystin í innleidandi umfar- inum til meistarakapping- ina, har allar milliónirnar eru at vinna. Brøndby vann fyrra dystin móti FC Kosice úr Slovakia 2-0, so donsku meistararnir høvdu góð kort á hondini. Brøndby slapp undan tí nógvu ferðingini í hesi vikuni, tí dysturin varð spældur í Parkini í Keyp- mannahavn. Danir góð úrslit Týskveldið vórðu seinnu dystirnir í innleiðandi um- farinum í UEFA Cup kapp- ingini spældir. Danir hava staðið seg so mikið væl í hesi kappingini tey seinnu árini, at teir eiga tvey pláss, og bæði Silkeborg og Veile stóðu seg væl Silkeborg, sum á útivelli í fyrra dystinum megnaði 0- O móti sloveniska NK Mur- a, vann 2-0 á heimavelli, og Vejle endurtók á útivelli 3- O sigurin, sum teir eisini vunnu á heimavelli móti Otelul Galati úr Rumenia. Norðmenn hanga í Urtøkan hjá hinum Norðan- londunum var misjøvn týs- kveldið. Ísland hevði — akk- urát sum Føroyar — einki lið við í seinna innleiðandi um- farinum. Norska Strømgodset, sum á áttanda plássinum í lands- kappingini er tvey pláss frammanfyri Kongsvinger, vann á heimavelli 1-0 móti ísraelska Hapoel Telaviv, og so stóð á jøvnum 1-1. Norð- menninir vunnu brots- sparkskappingina 4-2 og er- u tiskil í hattinum, tå lutur í morgin verður drigin um, hvussu liðini skulu spæla í fyrsta umfarinum. Brann Bergen, sum liggur um nidurflytingarstrikuna í landskappingini, stóð seg væl. Eftir at hava vunnið 1- O á heimavelli megnaðu teir málleysan javnleik móti Jal- giris úr Litava, og sostatt kom norska liðið víðari í kappingini. Verri gekk hjá Molde, sum annars er oddalið í norsku landskappingini og sum Kongsvinger skal spæla móti á útivelli kom- andi sunnudag. Eftir 0-0 á heimavelli tapti norska liðið 2-0 á útivelli móti CSKA Sofía úr Bulgari, og tískil er norska oddaliðið farið úr Europa Cup á hesum sinni. Sviar og finnar serir Tað gongst illa hjá svium, bæði í landsliðsfótbólti og í liðfótbólti. Landsliðið var ikki við í HM endaspælin- um í summar, og longu nú eru svensku liðini farin úr UEFA Cup. Tey bæði fyrr- verandi storlidini, sum hava vunnið meistaraheitið so ofta og sum hava staðið seg so væl í Europa Cup — Malmø FF og IFK Gøteborg — vórðu .varpadi úr kappingini. Malmø, sum hevði megnað 1-1 á útivelli og tískil tóktist hava góðar meguleikar á heimavelli, tapti 2-1 móti Hajduk Split úr Kroatia, og so kunnu teir í Malmø brúka alla orku at sleppa undan niðurflytingini, sum teir rættuliga kenna brenna und- ir sær. IFK Gøteborg hevði vunnið 2-1 á heimavølli móti Fenerbache úr Turka- landi, men hetta var ikki nóg mikið. Turkiska liðið vann 2-1 tyskvøldid, og so komu teir víðari i kapping- ini, tí teir høvdu skorað á útivelli. VPS Vaasa, sum sendi HB úr Europa Cup, náddi ikki langt. Teir megnaðu 0- 0 á heimavølli móti Grazer AK úr Eystturríki, men á útivelli tyskvøldid bar einki til. Teir taptu 3-1, og tað vil siga, at finskur, svenskur, søstalurin.fo fyri steypavinnarar íslendskur og føroyskur fót- bóltur eiga ongan lut í UEFA Cup kappingini. - Lesið eisini tróttin á etinum - — Todi Jónsson og FCK eru í Asserbadjan har teir spæla dyst í evropiskur kappingini Betri stendur til hjá norð- monnum og dønum, sum hava tvey lið í part við í hattinum, tá lutur verður drigin í morgin. jh Oldboys úrslit úr Klaksvík Leygardagin 22. august var seinna umfar í Oldboys kappingini spælt í Klaksvík. Liðini, sum møggu í Klaksvík vóru EB, AB, TB, IF Ki. Tey bæði feløgini VB og Fram, sum luttóku í fyrru kappingini í juni vóru ikki við í Klaksvík. Úrslitini í Kaksvík vóru: EB - AB 4-0 ÍF-KÍ 4-0 EB-ÍF 0-2 TB-AB 4-1 EV-TB 0-4 KÍ-AB 3-2 KÍ-TB 0-6 AB-ÍF 0-3 EB-KÍ 7-1 ÍF-TB 0-2 Avgerandi dysturin var millum IF og TB, og vann TB 2-0. Endaliga stødan gjørdist henda: | | | — B F — MUN > I 00 00 OD OD DO | | I. Í . Í B B Í AR ; 29-5 20 | 20-4 19 | 20-20 13 | 6-26 3 | 6 Stig og mál hjá VB og Fram eru ikki tíkin við. A TB liðnum Gordon Hofgaard, vóru: Jens Johannesen, Petur Hammer, Birgir J. P. Olgarson, Dimon, Heðin Louid, Trond Nolsge, Asmund Nolsge, Arni Petersen, Fríðilensen, Rólant Robinson, Signar Mortensen og Henrik Thomsen. :