týsdagur 16. desember 2003síða 10
‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
Nr. 239 - 16. desember 2003
Nr. 239 - 16. desember 2003
19
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
Prógv sum
sálarfrøðingur
10. december 2003 hevur
Magnus Hansen í Porkeri
lokið prógv sum sálarfrøð-
ingur (cand pæd psyk) á
Danmarks
Pædagogiske
Universitet í Keypmanna-
havn.
Magnus tók læraraprógv
á Føroya Læraraskúla í
1976, var lærari tvey ár í
Hvalba og hevur starvast í
Vági síðan 1978. Hann
byrjaði lesturin á heysti
1998 og fekk PD prógv í
sálarfrøði í 1999. Hann fór
undir aftur cand pæd lest-
urin á heysti í 2000, men til
jóla
hetta
árið
heitti
Mentamálastýrið á hann
um fyribils at vera skúla-
stjóri í Sernámsdeplinum í
eitt ár. Hetta bleiv so til
tvey ár, men seinasta
summar segði hann seg úr
hesum starvinum fyri at
gera seg lidnan við lesturin.
Hann starvast nú aftur sum
lærari í Vágs skúla.
Umframt
læraraprógv
hevur Magnus eisini ser-
læraraprógv og tali- og
hoyrilæraraprógv.
Dagurin
16. desember. Lázarus. Vinmaðurin í Betaniu, sum
Jesus vakti upp frá deyðum (Jóhs.kap.11). Ein
halgisøga sigur, at hann seinni doyði friðarliga, ein
onnur, at hann varð halshøgdur undir Domitianus
keisara.
TÍÐINDASKRIV
Sjómansheimið Ørkin, sum
er tað Føroyska Sjómans-
heimið í Reykjavík, hevur
fingið nýggjan fyristøðu-
mann.
Stýrið fyri Sjómansheim-
ið Ørkina hevði fund í
vikuni, har nýggjur fyri-
støðumaður
var
settur.
Nýggi fyristøðumaðurin á
Hotel Ørkini er Rúni
Hentze úr Skopun, skipari
og fyrrverandi løgtings-
maður. Rúni er 52 ára
gamal giftur við Hildibeth.
Tey eiga tríggjar gentur
Torbjørg, Oda og Ingibjørg.
Rúni er skipari og eigur og
rekur tveir bátar Ingibjørg
og Oddbjørg.
Rúni byrjar í nýggja
starvinum í Reykjavík fyrst
í komandi árið. Seinni fer
konan Hildibeth eisini at
starvast har.
Núverandi fyristøðumað-
urin Jacob Hendrik Han-
sen, fer eftir egnum ynski
frá sum fyristøðumaður 1.
januar.
Nýggjur nevndarlimur er
eisini valdur, tað er Jonhard
Joensen av Skipanesi, sum
er komin fyri Jóhan Olsen,
sjómanstrúboðara,
sum
andaðist í summar.
Hotel Ørkin - Sjómans-
heimið í Reykjavík er
sjálveigandi stovnur knýtt-
ur at Hini føroysku Sjó-
mansmissiónini. Heimið,
ið var tikið í nýtslu 1991,
hevur 20 dupultkømur,
matsal, fundarhøli o.a. og
liggur mitt í býnum. Um-
framt føroyingar vitja eisini
íslendingar og aðrir út-
lendingar heimið. Hvørja
viku eru møtir og onnur
tiltøk á sjómansheiminum.
Dentur verður lagdur á eitt
kristiligt heim við góðari
tænastu í rúsfríum um-
hvørvi. Vitjað verður eisini
umborð á skip, sum koma
inn til Reykjavíkar ella har
um vegir. Miðja verður
eftir mest møguligt at hava
føroysk starvsfólk á heim-
inum. Meira fæst at vita um
Ørkina á
www.hotel-orkin.com
Rúni Hentze:
Nýggjur fyristøðu-
maður á Ørkini
Ole Jacob og Sjúrður í Smiðjuni
Fríggjadagin lat ein
framsýning upp í
Smiðjuni í Lítluvík.
Tað eru teir báðir Ole
Jacob Nielsen og
Sjúrður Poulsen, sum
sýna fram føroyska
trælist.
Ole Jacob er 60 ára gamal
og útbúgvin lærari. Hann
var lærari á Toftum frá
1967-72 og síðan 1972 á
Sankta Frans Skúla í Havn.
Hann hevur í fleiri ár
havt
framsýningar
við
brúkslutum,
sum
hann
hevur skorið úr træ.
Hann hevur verið á fleiri
skeiðum í smíði, mynda-
skurði, dreying og eld-
smíði.
Ole
Jacob
er
listamaður og arbeiðir við
myndaskurði og serliga
trædreying. Hann hevur
gjørt ein faldara, sum hann
kallar "Føroysk trælist".
Í
hesum
faldaranum
skrivar hann m.a., at hann
hevur fingist við at telgja
alt sítt lív. Síðan miðskeiðis
í 70-unum hevur hann
skorið og dreyað list- og
prýðislutir úr føroyskum
viði, og hevur hann sum frá
leið sæð møguleikarnar
fjølgast og ríkast. Hyggur
tú sum listamaður at viði,
leita eygu tíni oftast eftir tí,
sum snikkarin vildi vrakað.
Ole Jacob er kanska
serliga kendur fyri sínar
lampuskermar úr træ. Um
hetta sigur hann, at tá tú
skalt dreya heilt tunt, er
vanligt at nýta ljós til at
meta røttu tjúkdina á
trænum. Tann uppliving tú
fært tá ið ljósið eins og
opnar innara lívið í viðin-
um fyri tær, vilt tú fegin
varðveita. Haðani kom
hugskotið um at dreya
lampuskermar úr heilum
viði. Hann ger eisini skálir,
stakar og annað úr før-
oyskum viði.
Hin listamaður sum sýnir
fram er Sjúrður Poulsen,
hann er eisini læraralærdur.
Sjúrður, sum er 72 ára
gamal, tók prógv sum
møbilsnikkari í 1955 og
læraraprógv í 1960 og
prógv sum faklærari í jarn-
og træsmíði á Statens
Sløjdlærerskole í 1972.
Hann hevur verið lærari í
Skopun,
í
Tórshavnar
Kommunuskúla
og
á
Venjingarskúlanum. Hann
hevur undirvíst í metal- og
træsmíði á Føroya Lær-
araskúla síðan 1970, og
hóast hann fór frá sum
lærari í 1997, hevur hann
framvegis eftirútbúgving-
arskeið á skúlanum.
Nú hevur Sjúrður betri
stundir til tað, sum hann
hevur størstan áhuga fyri,
tað er at gera skreytlutir úr
hornum og beinum. Hann
ger t.d. armbond, slipsnálir
og lampur. Sum nakað heilt
nýtt hevur hann gjørt eina
lampu úr horni og træ.
Alt hetta er at síggja á
framsýningini, sum er opin
til mikudagin.
Sjúrður Poulsen og Ole Jacob Nielsen í Smiðjuni
Mynd: Jens Kristian Vang
Fríggjadagin var hugnaløta á Tekniska Skúla í Klaksvík, tá 8 ungir menn fingu handað sveinabræv sum maskinsmiðir.
Frá vinstru: Ragnar Nielsen, Oyndarfjørður, Jógvan Christiansen, Fuglafjørður, Trúgvi Hansen Nesá, Fuglafjørður, Poul Norðoy,
Klaksvík, Leivur Justinussen, Skáli, Bogi Sivertsen, Klaksvík, Einar Hansen, Klaksvík, Árni Olgar Skorastein, Leirvík
8 nýggir maskinsmiðir
Virkisleiðin hjá
Saddam Hussein
endaði á sama hátt,
sum hon byrjaði:
Undir jørð
SADDAM HUSSEIN
Árni Joensen
fartekst@mail.dk
Til fyri fáum mánaðum
síðani var ein framsýning
undir tí stóra hermanna-
minnisvarðanum í Bagdad,
sum lýsti lív og verk hjá tá-
verandi
forsetanum.
Á
einum ásýniligum staði
stóð ein gomul skrivi-
maskina. Hon var vápnið,
sum tann ungi Saddam
Hussein nýtti, tá hann í
loyndum fór undir virksemi
sítt ímóti táverandi stýrin-
um í Irak.
Hann byrjaði sítt polit-
iska lív undir jørð, og tí var
tað kanska hóskandi, at
hann nú varð funnin og
tikin í einari holu nakrar
kilometrar frá bygdini Al-
Awja, har Saddam Hussein
al-Tikriti varð borin í heim
fyri 66 árum síðani.
Í hesum tíðarskeiðinum
skipaði hann eitt av heim-
sins mest harðrendu og
eirindaleysu stýrum, hvør
illgerðir vit framvegis ikki
hava fult yvirlit yvir. Hetta
var eisini eitt stýri, har
Saddam sjálvur í størri og
størri mun gjørdist mið-
depilin saman við sínum
næstu og skyldfólki sínum
úr økinum við Tikrit.
Tað var ein av hesum
skyldmonnunum, general-
urin Hassan al-Bakr, sum
hjálpti honum framat, tá
generalurin í 1968 tók
valdið í Bath-flokkinum.
Stig fyri stig eydnaðist
tað Saddam Hussein at fáa
størri og størri ávirkan og
vald, og hann helt seg ikki
aftur, var tað neyðugt at
beina fyri onkrum, sum
forðaði honum. Í 1979 tók
hann tað endaliga stigið, tá
hann gjørdist forseti, for-
sætisráðharri, aðalskrivari í
flokkinum, formaður í koll-
veltingarráðnum og ovasti
fyri landsins herdeildum.
Tað skuldi skjótt vísa seg,
at hann dugdi betur at halda
eygað við landi og fólki enn
at stýra.
Mistøk
Longu árið eftir at hann var
komin framat, gjørdi hann
tað fyrsta mistakið, tá hann
leyp á grannalandið Iran -
eitt kríggj, sum vardi heili
átta ár, og sum oyðilegði
land hansara. Tá tað endi-
liga eydnaðist at fáa vápna-
hvíld í lag, lá irakski bú-
skapurin í sori.
Tvey ár seinni, í august í
1990, gjørdi hann aftur eitt
stórt mistak. Eftir at hava
keglast við Kuwait um
oljurættindi og landaøki
gjørdi Saddam Hussein av
at leypa á tað lítla granna-
landið og at innlima tað í
Irak. Altjóða samfelagið
tók seg saman, og undir
amerikanskari leiðslu rak
ein altjóða herur irakska
herin úr Kuwait á vári
í1991.
Ósigurin í Kuwait og tey
strongu altjóða tiltøkini
ímóti Irak gjørdust byrjanin
til endan hjá Saddam Hus-
sein. Kortini eydnaðist tað
honum í tólv ár afturat at
gera seg inn á fólkið við
hjálp frá herinum og løg-
regluni, fongsli og píning,
morðum og hópdrápum.
Nú situr hann sjálvur
aftan fyri rimarnar.
Saddam Hussein
verður mettur sum
krígsfangi samabært
Geneve-sáttmálun-
um, sigur ameri-
kanski verjumálaráð-
harrin
SADDAM HUSSEIN
Árni Joensen
fartekst@mail.dk
Saddam Hussein var ikki
meiri enn tikin, tá ameri-
kanski forsetin, George W.
Bush, kunngjørdi, at gamli
irakski
leiðarin
verður
drigin til svars fyri gerðir
sínar. Men hann vildi ikki
siga, nær og hvar tað verður
gjørt.
Stutt eftir segði Donald
Rumsfeld, verjumálaráð-
harri, at Saddam Hussein
verður mettur sum krígs-
fangi, og at hann fær ta við-
ferð, sum ásett er í Geneve-
sáttmálunum um krígsfang-
ar. Um tað merkir, at hann
formliga verður skrásettur
sum krígsfangi, vildi ráð-
harrin ikki siga.
Irakska stjórnarráðið í
Bagdad krevur gamla eina-
ræðisharran fyri ein krígs-
brotsmannadómstól, sum
ráðið ætlar at skipa. Abdel
Aziz al-Hakim, sum er
formaður í stjórnarráðnum,
segði í París sunnukvøldið,
at irakar skulu sjálvir døma
Saddam Hussein.
Men altjóða serfrøðingar
í revsirætti ivast í, um ein
nýskipaður irakskur krígs-
brotsmannadómstólur hev-
ur tað neyðuga løgfrøðiliga
grundstøðið, og at dómar-
arnir kunnu metast at vera
óheftir.
Bretska stjórnin gjørdi
longu sunnudagin vart við,
at hon góðtekur ikki, at
Saddam Hussein verður
dømdur til deyða.
Einstakir
evropeiskir
politikarar hava skotið upp,
at Saddam Hussein kemur
fyri
altjóða
krígsbrots-
mannadómstólin í Haag,
men tað verður ikki hildið,
at amerikanararnir fara at
góðtaka tað.
UTTAN ÚR HEIMI
Tað endaði sum tað byrjaði
Fær viðferð sum krígsfangi
Mynd: Reuters
C
M
Y
K
19
18