Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-12-16, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 16. desember 2003síða 11

‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 Nr. 239 - 16. desember 2003 Nr. 239 - 16. desember 2003 21 UTTAN ÚR HEIMI Oljuvinnan missir fólk Tað seinasta árið eru fleiri túsund arbeiðspláss horvin í norska oljuídnaðinum, og tað hevur við sær, at mong, sum hava royndir frá slíkari vinnu, leita sær annað arbeiði. Kunningarleiðarin hjá BP í Noregi, Jan Erik Geirmo, sigur við norska útvarpið, at oljufeløgini mugu fáa fleiri øki at leita í, skulu tey varðveita tað roynda arbeiðsfólk- ið. Hann heldur, at næstan 2.000 ársverk eru horvin úr oljufeløgunum hetta seinasta árið, og at vinnan sum heild hevur mist næstan 6.000 ársverk. Millum teirra, sum hvørva úr vinnuni, eru jarðfrøðingar og aðrir serfrøð- ingar, sum eru neyðugir, fyri at vinnan kann finna tær best egnaðu leitingarleiðirnar, sigur Jan Erik Geirmo. Norsku myndugleikarnir hava boðað frá, at teir fara at boða frá nýggjum leitingarleiðum fyri jól, so oljufel- øgini kunnu fáa meiri at gera. Kortini er ymiskt, sum bendir á, at feløgini sleppa ikki at leita á teimum leið- unum, sum tey helst vilja sleppa at seta borin í. Talan er eitt nú um Lofoten, men har siga fiskimenninir nei. Flyta olju við egnum skipum Kinesisku myndugleikarnir hava lagt eina ætlan um at byggja ein heilan flota av tangaskipum, sum øll oljan, sum kinesarar keypa í útlondum, kann flytast til landið við egnum skipum. Sambært Dow Jones Newswire ætla kinesarar at byggja so mong skip, at tangaskipafloti teirra verður 50 milliónir tons stórur við árslok í 2005, og at hann skal verða 130 milliónir tons stórur í 2020. Kinesiska olju- nýtslan veksur skjótt. Roknað verður við, at landið keypir 80 milliónir tons í útlondum í ár, og tað eru 16 prosent meiri enn í fjør. Í 2005 verður mett, at kinesiski oljuinnflutningurin verður um 100 milliónir tons. Tað eru ikki bara tangaskip, sum hava áhuga í Kina. Seinastu tíðina hava kinesarar keypt ein hóp av øðrum farmaskipum, og sambært norskum skipsmeklarum keypa kinesarar nú umleið helmingin av teimum farma- skipunum, sum verða seld ymsastaðni kring heimin. Umhugsa neyðhjálp Matvørutrot er aftur farið at gera um seg í Norður- korea, og ST heitir tí á altjóða samfelagið um at veita landinum eina hjálpandi hond. Hóast viðurskiftini millum Norðurkorea og USA ikki eru tey bestu, umhugsar amerikanska stjórnin at senda Norðurkorea neyðhjálp. Sambært The New York Times er talan um 66.000 tons av ymsum matvørum í fyrsta umfari. Fyrr hevur stjórnin í Washington sýtt fyri at lata landinum matvøruhjálp, fyrr enn útlendskir eyg- leiðarar sleppa at tryggja sær, at maturin verður latin teimum, sum veruliga hava hann fyri neyðini. Sambært ST rakar mattrotið umleið 6,5 milliónir norðurkoreanar, og tað fer at kosta umleið 1,1 milliard dollarar at veita teimum ta neyðugu hjálpina. ST held- ur, at sum er hava umleið 3,8 milliónir fólk í Norður- korea ov lítið til matna, men at tørvurin fer at veksa teir næstu mánaðarnar. Fleiri siga ja Í Noregi vísir ein nýggj meiningakanning, at fleiri norðmenn, sum hava ivast í limaskapi í ES, eru nú til reiðar at siga ja. Av teimum, sum hava tikið støðu til spurningin um norskan limaskap í ES, siga 56 prosent, at tey høvdu atkvøtt fyri, var fólkaatkvøða nú. Hetta er heldur meiri enn í tilsvarandi kanningum í oktober og november, og kanningin vísir, at tað eru fleiri av teimum, sum tá ivaðust, sum nú eru til reiðar at atvkøða fyri limaskapi. Eisini sæst, at ein sættapartur av teimum, sum atkvøddu ímóti á fólkaatkvøðuni í 1994, høvdu atkvøtt fyri nú. Tað eru serliga veljarar hjá Høgra og Arbeiðaraflokk- inum, sum eru fyri limaskapi í ES, meðan veljarar hjá Sosialistiska Vinstraflokkinum, Kristiliga Fólkaflokk- inum og Miðflokkinum siga nei. ES var um vikuskiftið fyri einum sera álv- arssomum bakkasti, tá tað miseydnaðist leiðarunum at semj- ast um ta nýggju grundlógina. Slitið verður mett sum eitt tað størsta afturstigið síðani byrjanina í 1957 ES Árni Joensen fartekst@mail.dk Beint eftir døgurða leygar- dagin noyddist italski for- sætisráðharrin, Silvio Berlusconi, at ásanna, at tað bar ikki til at koma nakran veg við samráðing- unum um tað nýggju grundlógina fyri samveld- ið. Ósemjan um, hvussu atkvøðubýtið skal verða, tá tey nýggju limalondini koma uppí næsta ár, var ov stór. Kortini royndu leiðarar- nir at doyva ósemjuna. Teir vístu á, at gongdin við teimum nýggju limalond- unum heldur fram, men tá teir vórðu spurdir, hvussu verður við grundlógini, og nær teir fara at viðgera hana aftur, dugdi eingin teirra at svara. Undan fundinum um vikuskiftið var greitt, at Spania og Póland fóru at seta seg upp ímóti einum uppskoti um at broyta at- kvøðubýtið í 2009. Nice- sáttmálin gevur teimum báðum londunum lutfals- liga stóra ávirkan, og henni vilja tey ikki sleppa nú. Tann fyrsti, sum stakk í sekin, var franski forsetin, Jacques Chirac. So slepti samráðingarleiðarin Silvio Berlusconi endanum, eftir at hann leingi hevði roynt at fáa Spania og Póland at broyta støðu. Men polski forsætisráðharrin, Leszek Miller, var hvørki til at høgga ella stinga í. Ein roynd hjá týska kanslaran- um, Gerhardi Schrøder, at sissa Miller, gjørdi ikki mun, og tað hjálpti heldur ikki, tá danski forsætisráð- harrin, Anders Fogh Ras- mussen, royndi seg sum semingsmann. A-limir Samráðingarslitið leygar- dagin hevur elvt til gitingar um, at nøkur av limalond- unum fara at taka seg saman um eina felags kós. Hugsað verður serliga um londini, sum í 1957 skriv- aðu undir tann upprunaliga Rom-sáttmálan, Frakland, Italia, Týskland, Belgia, Niðurlond og Luksenburg. Í Bruxelles verða giting- arnar avsannaðar, men eyg- leiðarar siga við Aftenpost- en, at talan kann vær gerast um eina skipan við nøkrum A-limum sum einum kjarna í samveldinum. Hini lond- ini verða so B-limir og koma at standa uttan fyri ein part av samstarvinum. Andstøðan fegin Tey, sum eru ímóti grund- lógini og einari størri mið- savnan í ES, eru fegin um samráðingarslitið um vikuskiftið. – Okkara leiðarar eiga nú at skilja, at dreymurin um eitt sameint Evropa er fok- in, skrivaði bretska blaðið News of the World sunnu- dagin. Hetta er eitt av bløð- unum hjá avstralska rík- manninum Rupert Mur- doch, sum í fleiri ár hevur stríðst ímóti størri mið- savnan í ES. Orðalagið var nakað tað sama í blaðnum Sunday Express, sum helt, at leiðararnir eiga nú at gevast við royndunum at skipa Evropa sum eitt stórveldi. ES-grundlógin kollsigldi Teir tríggir, Jacques Chirac, Gerhard Schrøder og Tony Blair, vóru týðiliga álvarssamir, tá tað var vorðið greitt, at einki spurdist burtur út royndini at semjast um ta ætlaðu ES-grundlógina Happadráttar- seðlarnir kosta: 1/1 seðil...... 1/2 seðil...... 1/4 seðil...... 200,- 100,- 50,- Sølan til fyrra hálvár 2004 er byrjað. 70% av søluvirðinum fer til vinningar. Ongastaðni í ríkinum verður latið so nógv útaftur í vinningum. Fyrsti dráttur verður 16. februar, annar dráttur 19. apríl og triðji dráttur verður 01. juni 2004. Keypir tú seðilin áðrenn 05. februar 2004, er seðilin við í øllum dráttunum. Av ágóðanum fer 1/3 til ÍSF, og 2/3 verða settir í grunn ætlaður brekaðum. Hin føroyski HAPPADRÁTTURIN 1 x 250.000,- kr. 1 x 75.000,- kr. 2 x 60.000,- kr. 3 x 30.000,- kr. 4 x 25.000,- kr. 5 x 15.000,- kr. 17 x 10.000,- kr. 32 x 5.000,- kr. 47 x 3.000,- kr. 117 x 2.000,- kr. 288 x 1.000,- kr. 484 x 500,- kr. Eykav. 15.000,- kr. 1002 vinningar = 1.960.000 kr. Her fært tú happadráttarseðlarnar: team 85 • 358000 . . . t e y v u n n u í . . . t e y v u n n u í H A P P A D R ÁT T IN U M H A P P A D R ÁT T IN U M Jógvan Nybo 750 Viðareiði Tel 45 10 93 Jonna Johannessen 740 Hvannasund Tel 452013 / 752013 Anna Norðoy við Trøllagil 3 700 Klaksvík Tel 45 76 68 Anna J. Ellingsgaard 470 Eiði Tel 42 31 02 Jana K. Mikkelsen 513 Syðrugøta Tel 44 10 13 Marius Skaale Mýravegur 620 Runavík Tel 44 73 29 Jóhanna Heinesen 480 Skála Tel 44 10 51 Miriann Dam Lygnnes 410 Kollafjørður Tel 42 10 61 Rasmus N. Hansen 520 Leirvík Tel 44 30 01 Gunn Joensen 350 Vestmanna Tel 42 44 60 Hjørleiv Poulsen 280 Hestur Tel 32 80 39 Inga Joensen 360 Sandavágur Tel 333039 / 333839 Marianna Ellefsen 370 Miðvágur Tel 33 31 64 Hansa A. Hansen 440 Haldórsvík Tel 42 33 79 Helga Lauritsen 388 Mykines Tel 33 29 31 Bjarni Dalsgaard 220 Skálavík Tel 36 12 41 Ketty Andreasen Øravíkarlíð 800 Tvøroyri Tel 37 12 08 Arngerð Davidsen 380 Sørvágur Tel 33 31 61 Magna Kjærbæk 900 Vágur Tel 37 34 02 Ebba Thomsen 850 Hvalba Tel 37 51 41 Óluva D. Persson Áargeil 21 100 Tórshavn Tel 31 47 91 Reyði Krossur Føroya Bryggibakki 10 100 Tórshavn Tel 31 96 30 So nógvir eru vinningarnir: C M Y K 21 20 FLØGUÚTGÁVA Í dag, týsdagin, kemur nýggja fløgan »Mín songur er um Jesus« hjá Magna Christiansen á marknaðin. Magni hevur fyrr givið tvær fløgur út: »Eg hoyrdi einglasong« í 1997 og »Her glaður eg ferðist« í 1999. Hesar fløgur eru útseldar fyri langari tíð síðani. Á nýggju fløguni eru 14 sangir. Teir flestur eru vælkendir og nógv brúktir. 11 sangir eru føroyskir, og 3 enskir, harav 2 eru amerikanskir "slagarar." Av sangum á fløguni kunnu vit nevna: »Jesus halt mær við tín kross.« »Sig mær tað gomlu søgu« Tónleikurin á fløguni er »Contrytónleikur«, hann er innspældur í Norra, av norskum tónleikarum. Heimamissiónsforlagið gevur fløguna út, og hon kann keypast runt alt landið fyri kr. 169. Magni við nýggjari fløgu KONSERT Aftur í ár, 4. fjórða árið á rað, fer VOX at hava jóla- konsert. Fleiri eru á einum máli um, at konsertin, sum er vorðin ein fastur táttur í desembermánaði, virkar við til, at jólini veruliga eru í hondum. VOX er mannað við uml 30 sangarum úr Heima- missiónini. Teir flestu úr Eysturoynni. Fólk flest kenna VOX sum eitt lívligt kór við brúsandi gospel- sangi og lættum gospel- rútmum frá einum sving- andi og vælspælandi or- kestri, men jólakonsertin er heilt øðrvísi! Á skránni eru jólasangir, bæði traditio- nellir og nýggjari, bæði acapella og við fylgisspæli. Eisini koma einstaklingar og bólkar úr kórinum at framføra løg. Hetta ger, at konsertin er sera fjølbroytt og spennandi. Kórleiðari hjá VOX er Ásbjørn Berthelsen av Strondum, sum eisini hevur verið kórleiðari síðan kórið byrjaði í 1998 Konsertin verður í Fríð- rikskirkjuni hóskvøldið 18. desember klokkan 20.00. Árliga jólakonsertin hjá VOX