Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-08-29, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 29. august 1998síða 4

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

4 Norsk kona keypt foroyskan bát tíðindablaðið SLSjalun . - Í summar fór eitt fýramannafar, sum Jóan Petur Clementsen av Sandi hevur smíðað, til Noregs Tur KJØLBRO Føroyski træbåturin hevur altíð vakt ans, eisini uttan- lands, og á Olavsøku í fjør kannaði ein norsk kvinna, sum var i Føroyum sum ferðafólk, sær ein føroyskan bát. Tað var í sambandi við, at felagsskapurih Kiwanis lutaði eitt fyramannafar burtur, sum Jóan Petur hevði smíðað. Henda unga norska kvinnan, sum gekk framvið, gjørðist so hugtik- in av bátinum, at hon keypt eina rúgvu av lutaseðlum Eydnan var kortini ikki við henni, men hon gavst ikki á hendur. Anne Marie Auster- heim, sum kvinnaa ettur, gjørdi ikki mætari men bí- legði ein bát við-segli og árum frá Jóan Peturi. Bát- urin er nú farin til Noregs við Norrønu, til eitt lítið pláss sunnanfyri Stavanger, har kvinnan er ættað — Henda norska kvinnan hevði ógvuliga stóran áhuga fyri bátum. Hon gekk eisin runt og hugdi at navna- brettunum å føroyskum båt- um. Hennara båtur fekk so nøvn, annað er »Dvørgur«, sum er vanligt navn á lítlum bátum, og >Nikkjen<, sum merkir lítið trøll á norskum, greiðir Jóan Petur Clememtsen frá Tað eru ikki nógvar slíkar uppgávur í arbeiðinum hjá tvey Tann føroyski båturin hevur avgjørt nakað fram um aðrar, hann er nógv betri at vera í, og liggur róligari í sjónum. Træ Jóan Peturi, men av og á stingur okkurt slíkt seg upp. Og í summar fingu Jóan. Petur og påpin, sum eisini er bátasmiður, eina for- kunnuga vitjan av einum dana — Påpi mín gjørdi ein bát til ein danskan lækna, sum æt Henriksen og sum var lækni á Sandi í hálvtrýssju- num. Tíðliga í summar kom ein danskur bátasmiður inn á verkstaðið. Hann segði, at ein kona hevði ringt til sín og biðið hann komið og hugt at einum báti. Hann so gjørði og sær, at báturin er føroyskur. Henda- konan gav hesum manninum båtin og nú vísir tað seg at vera báturin, sum pápi mín smíð- aði til Henriksen fyri meiri enn 40 árum síðani. Hen- riksen er deyður fyri nógv- um árum síðani og børn hansara høvdu ongan áhuga í bátinum. Hesin, danski bátasmiðurin hevåLein toll við í sjáttuni og hann pass- aði akkurát í skapelónina hjá pápa. Kona henda danska bátasmiðin hevur verið frítíðaravloysari á Klaksvíkar sjúkrahúsi í summar. Nú ein dagin kom hesin danskarin saman við einum lærlingi aftur inn á gólvið og tá hevði hann myndir við av bátinum. Danskir lærlingar sleppa sera sjáldan at gera nýggjar træbátar, tí spurdi hann meg, um hann kundi sleppa at gera eitt fýramannafar saman við mær og so keypa hann aftaná. Og tað er so avtalað nú, sigur Jóan Petur. Gamalt háhdverk Bátasmíð er(gQmul vinnu- grgån-i Føroyum, men hon h ikki havt góðar dagar í longri tíð, lugvíst av krepp- uni sum hevur verið, meir- virðisgjaldinum, sum.ef lagt á, og ikki minst av, at onnur båtasløg, serliga plastbátar hava vunnið fram. Jóan Pet- ur hevur nakrar uppgávur liggjandi, serliga umvæl- ingar, og ein fyrispurningur er um eitt sjeymannafar. — Eg havi fitt at gera, men henda vinnugreinin er í stót- um vanda, um meirvirðis- jaldiØ ikki verður tikið av ný m bátum. So verður tað heilt skjótt, at bátasmíð fer í søguna. Tá ið ringu tíðirnar byrjaðu datt nærum alt niður fyri, men nú merki eg, at tíðirnar eru broyttar aftur. Meirvirðisgjaldið kom akkurát tá tíðirnar vóru ringar og tað gingu fleiri ár, áðrenn eg fekk nakað at gera aftur. Bátar verða lut- falsliga so lítið brúkur og eingin tímir at gjalda 25 % í landskassan fyri ein bát. Tað er rættiliga harmiligt, at so fáir-nýggir træbátar verða gjørðir. Plastbátarnir hava vunnið fram og tikið seg inn á træbátin. Men nú vísir tað seg, at fólk hava fingið áhuga fyri træbáti- num aftur runt um í Føroy- um til stuttleikabrúk. Tann føroyski báturin hevur av- gjørt nakað fram um aðrar, hann er nógv betri at vera í, og liggur róligari í sjónum- Træ er eitt natúrligt evni og arbeiðir betri saman við vatni, sigur Jóan Pétur. Bátasmíð er í familjuni hjá Jóan Peturi. Langabbi hansara, Marius Jóannesar- son í Funningi var báta- smiður, og pápi hansara, Marius Clementsen somu- leiðis. - Pápi lærdi hjá Hans Christoffur Hansen, sáli, í Miðvági, og eg havi lært hjá pápa, sigur Jóan Petur, sum var drongur, tá ið hann byrj- aði at smíða. Ferðafólkasigli At sigla við ferðafólki undir fuglabjørg er vorðið so væl umtókt nógva staðni og fyri tveimum árum síðani fór Jóan Petur undir hetta. Hann siglir við bátinum Hvíthamri, sum hann sjálv- andi sjálvur hevur smíðað, og báturin tekur 12 fólk. — Eg geri tveir skipaðar túrar, annars ber til at gera avtalaðar túrar. Av Sandi verður farið til Skúvoyar, runt Skúvoynna og til er eitt natúrligt evni og arbeiðir betri saman við vatni, sigur Jóan Petur Mynd: Oskar Oskarsson Nr. 162 — 29. AUGUST 1998 = Bátasmíð er í familjuni hjá Jóan Pe:uri. Langabbi hansara, Marius Jóannesarson í Funningi var bátasmiður, og pápi hansara, Marius Clementsen er somuleiðis bátasmiður Sands. Í summar var øgiliga nógvur lomvigi og annar fuglur at síggja, Skúvoyar- bjørgini eru størstu lom- vigabjørgini í Føroyum, og kóp sær man altíð. Eg sigli eisini undir bjørgini vestan fyri á Sandoynni. - Hetta er triðja summarið eg sigli og eg havi merkt €ina stóra framgongd í ár. „Túrarnir eru ikki fullsettir hvgrja ferð, men eg sigli um tvey fólk tekna seg. Sand- Km.: 126.000 Arg.: 89 Eigarar: | Mynd: Oskar Óskarsson oyggjafólk gera ikki nógv av at koma við, onkur hend- inga kanska, sigur Jóan Pet- ur. — Ferðafólkasigling í tann mun eg reki tað, órógvar hvørki náttúru ella fugl. Fyrstu tveir-tríggjar túrar- nar flytir fuglurin seg und- an, men so venur hann seg við bátin og fer ikki frá hon- um, sigur Jóan Petur at enda. VOLVO 760 GL AUTOMATIC - Fyri ein av kundum okkara selja vit ein sera vælhildnan Volvo 760 Aut. Turbo v/ Intercoolara - svart metallic - Beige leðurinntrekk - Air condition - El sóltak - Centrallás - El-spegl/rútar - Powerstýring ABS - El-justerbart forarasetur - Niveau kontroll - Alu felgur - galvaniseraður v.m. Bilurin er sum nýggjur J. Broncksgøtu 15 - Tlf. 310 600