leygardagur 29. august 1998síða 5
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 162 — 29. AUGUST 1998
tíðindablaðið S0S/2luVfn
Hálvársroknskapurin hjá Sparikassanum:
Úrslitið er verri men gjaldføri er betri
Hálvársúrlitið hjá Sparikassanum uppá 27,5 mió. krónur er
5 mið. verri enn tað var somu tíð í fjór. Men hóast tað, so
væntar leiðslan í Sparikassanum, at ársúrslitið fyri 1998
fer at liggja á leið á sama stødi, sum tað gjørdi í 1997
SVEINUR TRÓNDARSON
Nú helmingurin av hesum
árið reiðiliga er farin aft-
urum, koma hálvársrokn-
skapirnir hjá peningastovn-
unum.
Roknskapurin hjá Føroya
Banka var framlagdur fyri
stuttari tíð síðani, og í hes-
um døgum verður spari-
kassaroknakapurin lagdur
fram.
Og tað sær út til, at før-
oysku peningastovnarnir
hava tað gott, og at teir eru
fíggjarliga væl fyri.
Roknskapurin hjá spari-
kassanum fyri fyrsta hálvár
1998 vísir eitt yvirskot uppá
27,5 mió. krónur.
Men hóast úrslitið er
heldur verri enn tað var fyri
fyrra hálvár 1997 so er
Sparikassin peningaliga
betri fyri enn hann var tá.
Gjaldføri hjá Sparikass-
anum er frægari nú enn tað
var fyri einum árið síðani
Tá var gjaldføri hjá Spari-
kassanum 945 mió. krónur
Nú er tað 982 mió
Fimm mió verri
Sammett við árið fyri er
úrslitið fimm mió. krónur
verri enn tað var í fjór, men
tað eru nakrar skilagóðar
frágreiðingar til tað.
Rentuinntgkurnar = hjá
Sparikassanum eru á leið
tær somu, sum tær vóru í
1997. Men tá hugsað verður
um, at m. a. útlánsmassin
er 100 mió hægri enn hann
var somu tíð í fjør, so merkir
tað at rentuinntøkurnar eru
falnar.
Rentuútreiðslurnar eru
hinvegin hækkaðar við um-
leið trimum mió. krónum.
Hóast tað ikki hevur so
stóra ávirkan á ársúrslitið,
so gongur striltið hjá Spari-
kassanum at fáa nøktandi
úrslit burtur úr virdisbræv-
ahandli og útlendsku gjald-
oyrunum.
Seinastu årini hava vid-
urskiftini á alheims virðis-
bræva- og gjaldoyramarkn-
aðinum verði sera ótrygg,
og torført hevur verið at gita
nakað sum helst um nakra
gongd. Hetta hevur óiva eis-
ini gjørt seg galdandi í Spar-
ikassanum og tí er hálvárs-
úrslitið av hesum virksemi
Sparikassans givið eitt hall
upp á umleið eina millión
krónur.
Færri starvsfólk -
hægri løn
Samlaðu útreiðslurnar hjá
Sparikassanum fyrsta hálv-
ár 1998 eru tríggjar mió.
krónur hægri enn tær vóru
sama tíðarskeið í fjør.
I frágreiðingini frá leiðsl-
uni í Sparikassanum stendur
at lesa, at tað serliga eru
útreiðslurnar til sáttmála-
treytaðu lønirnar og edv-
útreiðslurnar, sum eru or-
søkin til hækkingina.
Samstundis stendur, at
starvsfólkatalið ultimo juni
1998 var 176 ímóti 181 ul-
timo juni 1997
Broytt
avskrivingarhåttin
Avskrivingarnar hjå Spari-
kassanum eru hækkaðar við
700 túsund krónurm sam
mett við fyrra hálvár í 1997
Vegurin Langi-
Ein av frágreiðingunum
er, at Sparikassin hevur
broytt avskrivingarreglur-
nar fyri innbúgv og tól.
Nú er her ikki talan um
ársroknskap, men tað heyði
nú veri greiðari um leiðslan
í Sparikassanum, í hálvárs-
roknskapinum, í krónum
upplýsti hvat henda broyt-
ing merkti.
Burturleggingar
verða afturførdar
Tað gongur framå í før-
oyska búskapinum.
Hesin setningur er sagdur
ofta í seinastuni og av nógv-
um persónum.
Hyggja vit í roknskapir-
nar hjá peningastovnunum,
so fáa vit sjón fyri søgn.
Arsroknskapurin hjá
bankanum fyri 1997, sum
ikki hevur sæð sin líka í
Føroyum áður, var í sera
stóran mun ávirkaður av aft-
urførdum burturleggingum.
Sparikassin hevur ikki
havt so stórar burturlegg-
ingar sum bankin, men tað
vísir seg nú, at ein góður
partur av hesum burturlegg-
ingum verður afturførdur
sum tíðin gongur.
Hetta merkir, at tað, sum
fyri nókrum fáum árum síð
ani var mett at verða ein
tapsvandi fyri peninga
stovnarnar, ikki er so Otry gt
gl
188 Hoy ví
S
longur.
Tó skal sigast at peninga-
stovnarnir hava mist og av-
skrivað pening
Sparikassin er tryggur
Tað er - og hevur ikki verið
- nøkur orsøk at óttast fyri
at Sparikassin er í ngkrum
vanda.
Gjaldføri Sparikassans er
gott. Nógv betri enn lógar-
krøvini siga og solvensurin
er eisini nógv betri.
Lógarkravið er 8 prosent,
men hálvársroknskapurin
vísir at solvensurin hjá
Sparikassanum er 32,5 pro-
sent.
.
Virksemi økist
Síðani sparikassalógin varð
broytt hevur Sparikassin
gjørt nógv burturúr at fáa
fatur á vinnulívskundum og
tað sær út til at ganga eftir
ætlan.
Utlånini og innlánini økt-
ust við umleið 130 mió
krónum
Tað merkir bara at kapp-
ingin á okkara peninga
marknaði er vaksandi og at
peningastovnarnir verða
noyddir at gera eitthvert fyri
at tekkjast kundunum.
Vaksandi virksemi í Spar
ikassanum hevur við sær, at
útlánsprosent er vaksið úr
89 prosentum upp í 89,5
;
k-TIf.
prosent. Ikki so nógv, men
tó ein vøkstur
Utlitini fyri seinna
hálvár eru góð
Nú hálvársroknskapurin er
framlagdur er tíðin komin
at meta um samanlagda úr-
slitið fyri 1998
Arsúrslitið fyri 1997 var
heldur verri enn tað hevði
verið árini frammanundan
men leiðslan var nøgd kort-
ini.
Viðvíkjandi restini av ári-
num sigur leidslan, at teir
meta at úrslitið av vanliga
rakstrinum fyri 1998 fer at
liggja á sama stødi sum úr-
slitið gjørði í fjør.
Tað skuldi merkt, at Spar-
ikassin kemur at hava eitt
årsurslit, sum liggur imill-
um 50 og 60 milliónir
Og tað er nú ikki so galið
kortini
- Sosialurin —
- Tit síggja
hann eisini
á netinum
www.sosialurin.fo
313040 a
os